Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999 Væl afturkomin til Yngd Ja, so er Yngd komin aftur, aftaná eina tiltrongda summarfrítíð, og sum lesararnir ivaleyst koma at leggja merki til, so er sniðið á blaðnum nakað broytt. Sjálvandi vilja vit framhaldandi at Yngd skal blaðið, sum er sett av til tey ungu, og vilja vit tí framvegis við- gera nøkur av teimum evnum, sum upptaka tey ungu. Nøkur av teimum evnum, sum vit ætla okkum at hyggja nærri upp á framyvir. eru útbúgvingar av ymiskum slag, ymsir trúarbólkar umframt at vit sjálvandi koma at viðgera nøkur aktuell evni, so hvert sum hesi stinga seg upp Yngd nú 8 síður Sum nakað nytt er Yngd nú okt úr 4 upp í 8 síður. Hetta fer sjálvandi at viOføra, at vit framyvir hava møguleika fyri at viðgera tey ymisku evnini gjøllari. Økta síðutali gevur okkum eisini møguleika fyri at taka nýggjar FOR tættir inn í blaðið, uttan at hetta ger tað neyð- Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Við økta síðutalinum hava vit nú eisini møguleika at hava rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur eina yrking, eitt hjartasuff um okk- urt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 160 Argir, merk brævbjálvan „Yngd“. Eisini ber til at senda okkum teldupost á yngd &sosialurin.fo. Hverja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3'aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast. Fíðindablaðið Sosialurin > Pi sísmoga /€ 10 Tórshavn Ff. 311820 Fax 314720 Teldupostur 2 yngd€& sosialurin. fo Abyrgdarblaðstjóri Jan Miller Blaðstjórn Yngd næstu ferð Í samband við skúlagongd verður ofta ført fram, at teldan eftir hondini er vorðið eitt alneyðugt amboð. Í Yngd fara vit komandi mikudag at kanna eftir, hvussu nógv tað nýtist at kosta, um tú skalt hava eina teldu, sum nektar tin tørv. ugt at minka um restina. Tær fyrstu avleiðingarnar av hesum síggjast í blaðnum í dag, og vónandi koma vit at hava eitt gott samskifti við lesararnar, soleiðis at vit kunnu meta um, hvørja undirtøku nýggju teigarnir hava. Í blaðnum hesuferð Vit hava flest øll hoyrt um Erlu Dahl Mørch, sum í hesum døgum er at síggja á TV3, har hon er millum teirra, sum royna at vinna sær heiður og pening og El-Nido oynni á Filipi- nunum. Hon var tó ikki einasti føroyingurin, sum royndi at koma við á oynna. Yngd hev- ur hitt Yngd hesuferð hava vit hitt tveir før- oyingar, sum komu rættuliga langt í roynd- unum at gerast ein Robinson, eins og vit hava spurt okkum fyri, hvat tey ungu halda um Robinson. Harumframt hava vit hitt ein ung- an føroying, sum á einhvønn hátt hevur gjørt vart við seg sjálvan. Føroyingar í og Robinson Lesið miðsíðurnar næsta mikudag Sjálvandi hava vit eisini rúmd fyri tónleikinum, har vit ummæla 3 fløgur, eins og vit hava hitlistar og tíðindi annars innan tónleik og undirhald. Hevur tú eitt gott hugskot Vit fáa sjálvandi ikki gjørt øllum til vildar, men hevur tú eina góða søgu at siga okkum, ella veitst tú um onkran, sum hevur okkurt serligt í umbúnað. Set teg so í samband við okkum, so vit kunnu viðgera evnið, og møguliga fáa eina grein burturúr. Tað ber eisini til at senda okkum teldupost á yngdØsosialurin.fo. Vit á Yngd trúgva uppá, at jú nærri lesararnir eru at blaðnum, tess meira áhugavert verður tað. Somuleiðis vil hetta tryggja. at vit ikki standa í stað í okkara menning av blaðnum, men framhaldandi menna okkum við nýggjum impulsum úti frá.