Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov internet: www.sosialurin.fo Loftmiðlar á fíggjarlógina Oddagrein VIÐ stórum stavum á forsíðu Dimma- tætiingar mælir landsstýrismaðurin Signar á Brúnni til, at SVF kemur á fíggjarlógina. HETTA málið hevur verið frammi við jøvn- um millumbili og tykjast tingmenn rættiliga ymiskir á máli, antin loftmiðlar sum sjónvarpið og útvarpið skulu vera fíggjaðir yvir figgjarlógina. TAÐ er eingin loyna, at vit á hesum stað fleiri ferðir hava tikid undir vid, at loftmiðlarnir Utvarp Føroya og Sjónvarp Foroya eiga at verða partur av foroysku fíggjarlógini - á sama hátt sum Danmark Radio og BBC eru tað. Loftmiðlarnir eru so mikið týðandi mentanarstovnar, at teirra tilverugrundarlag eigur ikki at byggja á, hvussu nógv vinnast kann inn í V4, Gekki ella oðrum dráttum og spolum. TAÐ er eftir okkara tykki eitt sindur øvugt, ta politikarar 00. seta so horð krøv til loftmidlarnar um eitt nu at skula vera varðveitari av føroyskari mentan og har eisini kveikjari og iblåsari í samfelagnum, og teir samtíðis ikki unna somu stovnum figgjarliga tilverugrundarlagið. KANSKA onga aðrastaðni í heiminum hava tveir stovnar sum UF og SVF so stóran samfelagsligan týdning sum júst í Føroyum. Og hetta setir sjálvandi eisini Stor krøv til bæði objektivitet og sakligheit. Eftir okkara tykki eiga vit at taka spurningin um framtíðar rakstur av hesum stovnum upp til nýggja viðgerð. TAÐ er so heldur eingin loyna, at við at tvinga hesar stovnar til at troyta tann annars avmarkaða lýsingarmarknaðin, so er hetta við at minka um inntokurnar hjá skrivandi pressuni. Fær hon ikki sín ríkiliga part av teimum verandi lysingarinntøk- unum, verður tað ilt hjá henni at fáa endarnar at rokka saman. Og nú stovnar sum Postverkið eru farnir at gera um- stoðurnar hjá bløðunum uppaftur truplari, er tað kanska meira neyðugt enn nakr- antíð, at „almennu“ loftmidlarnir halda seg burtur frá avmarkaðu lýsingarkrónunum. TAÐ skal tí vera okkara vón, at politikarar, nú vit fara inn í eina nýggja old, taka hædd fyri hesum og veruliga geva loftmiðlunum góðar umstoður at virka undir - uttan at hesir til eina og hverja tíð skulu vera bundnir at, hvat lýsingarmarknaðurin hevur at geva teimum. Sum tjóð eiga Føroyar at hava eitt alment fíggjað útvarp og sjónvarp. Sosialurin Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, | Marknaðardeild: | | Turið Kjølbro Brandur ad - . i Bili JOHN JOHANNESSEN Gjåramorgunin kom eldur i ein bil, ið stóð parkeraður úti í Bakka í Havn. Boðað varð frá til Alarmsentralin, lítla lotu seinni var slokkiliðið á staðnum og fekk sløkt eldin alt fyri eitt. Fólk á Slokkiliðsstoðini í Havn siga seg ikki vita or- søkina til eldin, men tó siga tey, at nógv bendi á, at talan var um skammlop í elskip- anini. Tað var nevniliga i tólbrettinum, at tað brendi. Bilurin er nú koyrdur á Bil- eftirlitið, har kannað verður, og | Dagfinn Olsen | | John Johannessen | | Sveinur Tróndarson | | Eyðun Klakkstein | Hegni Mohr | Niclas Johannesen hvor orsøkin var til eldin Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen | Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720. Sp/t Sosialurin | e-mail: post &sosialurin fo Bustadur: | Lýsingar: lysing G sosialurin fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Eingin var í bilinum tá eldur kom í. Fomlesen á Foroyaferð Sunnudagin verður familjusýning við skemtaranum, klóvni- num og akrobatinum Fritjof Fomlesen í Norðurlandahúsinum TURIÐ KJØLBRO Í hesum døgum undirheldur norski skemtarin og klóvn- urin Fritjof Fomlesen fyri føroyskum skúlanæming- um og almenninginum ann- ars í Norðurlandahúsinum í Havn Aftan fyri Fritjof Fomle ski sjónleikarin Lars Vik, sum sjálvur skriv ar tekstirnar. Hann er og uliga væl umtóktur í Noregi og øðrum londum. Í 1995 gav hann út eina fløgu, og til jóla verður ein filmur um Fritjof Fomlesen til keyps Summi samanbera Fritjof sen er Im Fomlesen við sjálvan Charlie Chaplin, stuttligur kann hann vera. Fritjof Fomlesen hevur altíð havt stóran ætlanir fyri lívið og hevur gott mót, men tað eydnast honum so ikki so ofta at røkka målu num, hann hevur sett sær Fomlesen er eisini ein fram úr góður akrobatur. Fomlesen hevur tríggjar sýningar á skránni á Foroy aferðini. Ein var í gjár, ein er í dag klokkan 11 og sunnudagin klokkan 16 verður tann seinasta. Henda seimasta er sermerkt, tí hon er ein familjusyning. At- gongumerki til hana fåast i Norðurlandahúsinum. SR um Enn San M. A. Jacobsens og Barnabokavirdislønin handast Sjónleikarhúsið í Havn verður hósdagin í næstu viku karmur um handanina av Mentanarvirðis- lønum M. A. Jacobsens og Barnab6kavirdisløn Tórshavnar Býráðs TURIÐ KJØLBRO Bokmentavirdislønir M. A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958. Tá var staðfest, at í mesta lagi tvær bókmentavirðislenir áttu at verið latnar. Í 1972 vað gjørt av, at onnur lønin átti at verða latin fyri fagrar bók- mentir og onnur fyri yrkis- bókmentir. Í 1985 kom í reglugerðina, at býráðið kundi samtykkja at lata eina tridju løn, um nevndin helt, at eitt verk heyði bókment- aligt virði, men var torført at flokka sum annaðhvort fagurbókmentaligt ella yrk- isbókmentaligt. Í 1996 sam- tykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina. Heitið er nú Mentanarvirdislønir M. A. Jacobsens, og nevnd- in hevur heimild at lata tríggjar virdislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir, og eina fyri mentanaravrik. Við mentan- aravrik verður hugsað um fólk, sum hava gjørt nakað av týdningi fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislonarvert. - Í ár verða tvær latnar. Í nevndini fyri Mentanar- virdislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir: Egon Han- sen, Jåkup Jacobsen og Beinta Nattestad, ið Tórs- havnar býráð hevur valt. Fyri Rithøvundafelagid sit- ur Gunnar Hoydal og fyri Fróðskaparsetur Føroya sit- ur Eydun Andreassen. Skrivari er byarb6kavørd- urin Anna M. Brimnes. Sidani 1976 Barnabékaheidurslønir Tórshavnar byråds vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Heidurslønirnar verða latn- ar fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verða hildin at verða virdislønarverd. Tær kunnu latast rithøvund- um, týðarum, listafólkum og einstaklingum. Í mesta lagi ber til at lata tvær lønir, í ár verður ein latin. Í neyndini fyri barnabók- aheidurslønirnar er formad- urin i mentamålanevnd Tórshavnar kommunu fastur limur. Tað er Kaj Leo Jo- hannesen. Fastur limur og skrivari í nevndini er barn- ab6kavørdur og tað er Mal- an Hilmarsdóttir. Tórshavn- ar kommuna hevur sett Heð- in Mortensen og og Poulinu Slættanes í nevndina, og felagslærararáðið hevur sett Høgna Joensen. Lærarar og næmingar frá Tórshavnar = Musikkskúl taka lut, tå ið handanin, sum er almenn, fer fram. + Kunngjørt verdur fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra kona, mamma, omma, vermóðir og dóttir oO LYDIA SÓLHEIM HANSEN Saltangará andaðist 15. september, 48 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Fyri tey avvarðandi Johnhard, Rannvá og Dagbjørt við familju