fríggjadagur 17. september 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
NR. 176 - 17. SEPTEMBER 1999
Nógv rok burtur úr
ongum
- Mær vitandi eru tey allar flestu í bygdini væl nøgd við barnagarðin. Barna-
ansingin í Nólsoy er skipað í samstarvi vid skúlan, sum er tiltikin sum tann
besti í landinum. Lærararnir hava lovað at veitt hjálp og ráðgeving, og tískil
er tann pedagogiski parturin avgjørt inni í myndini, sigur Leo Poulsen,
bygdaráðslimur í Nólsoy, ið vísir øllum skuldsetingum aftur um slakan av
krøvum til stovnin
TURIÐ KJØLBRO
Barnagarðurin i Nólsoy.
sum lat upp í farnu viku í
misjónshúsinum, hevur eftir
øllum at døma ikki fingið
ta góðu byrjan og undir-
tóku. sum væntandi var. Í
bløðunum í gjár er grein
eftir eina nélsovarkonu,
sum setur spurnartekin við
rættiliga nógv viðurskifti í
barnagarðinum Hvussu
mannagongdin hevur verið.
10 søkt hevur verið eftir
hølini eru,
1 børnini skulu vera í. og
ÍK IVUSSU
hvat tilboð annars verður
boðið teimum
ea ålvarsamar
gar, men Leo
Poulsen. 10 er bygdaråds
ur í Nólsoy og sum hev-
arbeitt við málinum frå
byrjan av. metir avgjørdur.
at ov nógv hóvasták er gjørt
burtur úr lítlum og ongum
Mær vitandi eru tey allar
flestu í bygdini væl nøgd
við barnagarðin. Uppruna-
liga søktu vit eftir trimum
fólkum at taka sær av børn-
unum. Síðani varð sekt um
aftur. hesa ferð eftir einum
leiðara. Bygdaráðið metti
seg ikki vera ført fyri at
velja ein slíkan út, men fekk
sær hjálp frá einum peda-
gogi, sum gav okkum eina
innstilling. Eini 6-7 søktu,
men bert try hildu seg til at
koma til samrødu og av
teimum trimum tóku tvey
seg aftur. Tískil stóð bygda-
ráðið eftir við tí eina um-
søkjaranum, sum vit mettu
vera væl egnaðan til starvið,
sigur Leo Poulsen.
Undir Mikkjalsveggi
Sum vanligt er í Nólsoy, tá
ið søkt verður eftir fólki til
kommununa, verður ikki
søkt alment, men á komm-
unalu kunningartalvuni. Tað
metir Leo Poulsen einki for-
gjørt verða í.
Eingin barnagarðslóg-
gåva er í Føroyum, ið ásetur
minstu krøv til fysisku karm-
arnar og innihaldið á
stovnunum. Arbeiðseftirlit-
ið, Brunaumsjónin og
Landslæknin skulu kortini
góðkenna hølini, ið eru ætl-
að til stovnin. Soleiðis er
eisini gjørt í hesum førinum,
og sambært Leo Poulsen
hevur Arbeiðseftirlitið
sagt, at hølini er ljós og væl
egnad til endamálið. Og
ikki døpur, lítið barnavin-
arlig og Oheimlig, sum sagt
verður í bløðunum ígjár.
Sagt verður eisini í grein-
ini, at starvsfólkanormer-
ingin er góð, 4 starvsfólk
tili 7 børn, harav
starvsfólkini eiga tey trý.
Eftir i bygdini eru 8-9 børn,
hvors foreldur hava valt
ikki at gera brúk av
barnaansingartilboðnum.
Ikki ti, at tey ikki hava ein
tørv.
Vid ødrum ordum meta
hesi foreldrini, at barna-
gardurin er
ikki nóg
góður?
- Tað er teirra meting,
men mær vitandi standa
hesi fáu foreldrini
einsamøll í hesi metingini.
Hvat barnagarðurin hevur
at bjóða børnunum, veit eg
ikki, men barnaansingin í
Nólsoy er skipað í
samstarvi við skúlan, sum
er tiltikin sum tann besti í
landinum. Lærararnir hava
lovað at veitt hjálp og
ráðgeving, og tískil er tann
pedagogiski parturin
avgjørt inni í myndini, sigur
Leo Poulsen.
Ikki neyðugt við
pedagogi
Men hví hevur bygdaráðið
ikki søkt eftir einum peda
gogi til at leiða stovnin?
- Tað er ikki ein spurn-
ingur um at velja ein peda-
gog, men heldur, hvat vit
hava og vilja í Nólsoy. Vit
kunnu venda tí við og
spyrja, hvør pedagogur søk-
ir til Nólsoyar til ein stovn,
sum bert er ein roynd.
Bygdaráðið metir ikki, at
tað er neyðugt við einum
pedagogi. Teir flestu dag-
stovnarnir í Føroyum hava
ongan pedagog. Búði ein
pedagogur í Nólsoy, var tað
natúrligt at vit heittu á við-
komandi.
- Tað er rættiliga álvar-
samt at ákæra mammur,
sum hava átt fleiri børn, fyri
ikki at duga at taka sær av
børnunum í barnagarðinum.
Hinvegin er ikki sagt, at tað
er ein ódygd at hava eina
útbúgving.
Orsøkin til, at fyrsti
barnagarðurin í Nólsoy nú
er veruleiki. er, at nógv for
eldur í bygdini hava heitt á
bygdaráðið um at seta ein
slíkan á stovn. Fyri bygda-
ráðið hevur tað alla tíðina
verið umráðandi. at stovn-
urin ikki gerst ov dýrur, og
millum annað av teirri
orsøk. er barnagarðurin í
fyrsta umfari bert ein roynd
í tríggjar mánaðir. Tá ið
royndartíðin er úti, verður
stóða tikin til, um stovnurin
heldur fram og á hvønn hátt
hann verður skipaður.
Vit slaka als ikki
uppa treytirnar
- Eg stúri ikki fyri, at stóðið á
dagstovnunum í Føroyum lækkar, tí
kommunurnar fáa ábyrgdina av
barnaansingarøkinum. Tað hevði
verið at víst teimum eitt stórt misálit,
sigur Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna
TurIÐ KJØLBRO
Tá ið barnaansingarøkid
eftir ollum dóma verður
lagt út til kommunurnar at
umsita eftir árslok, sleppa
kommunurnar í nógv stórri
mun enn nú at gera av,
hvussu økid verður skipað.
Forkvinnan í Føroya Peda-
gogfelag. Carita
Bjørklund, hevur í hesum
sambandi víst á ein vanda,
ið kann standa av hesum. Í
samrødu í blaðnum fyri
trimum vikum síðani vísti
hon á. at tað er sera
vandamikið, at komm-
unurnar yvirtaka ansing-
arókið, áðrenn lógarkarm-
ur er gjørdur sum ásetur,
hvørji krøv skulu vera
galdandi á økinum. Tí so
leingi eingin lóggáva er, er
vandi fyri, at børn fáa ymisk
nåmsfrødilig tilboð alt eftir,
hvar tey búgva í landinum.
Landsstýriskvinnan í al-
manna- og heilsumålum,
Helena Dam å Neystabø,
metir ikki, at nøkur orsøk
er til ståran.
- Tær kommunur, ið hava
hug at seta barnaansing á
stovn uttan at fáa nakra
fíggjarliga tilsøgn um
stuðul frá landskassanum,
eiga at sleppa at fara undir
uppgávuna. Úr almanna-
og heilsumálastýrinum fáa
tær at vita, at tær skulu
útvega sær oll neyðug
loyvi = sambært lóg.
Landsstýrið kann ikki sum
stødan er koma inn sum
góðkennandi myndug-
leiki, tí tað merkir, at
landskassin so skal rinda
part av rakstrinum. Og
hesar pengarnar hava vit
ikki.
- Hava kommunur fíggj-
arliga orku, leiðbeina vit
tær um, hvussu tær skulu
fara fram. Lógloysi valdar
als ikki á økinum.
Sjálvsagt hevði verið
betri, um barnagarðslógin
var komin í gildi, men vit
arbeiða við henni nú. Hon
ásetur fysisku og
innihaldsligu karmarnar,
sum skulu galda á øllum
dagstovnum, og hvørjar
aðrar treytir annars skulu
vera galdandi. Eg stúri als
ikki fyri, at stóðið á dag-
stovnunum í Føroyum
lækkar, ti kommunurnar
fåa åbyrgdina av barna-
ansingarøkinum. Tað
hevði verið at víst teimum
eitt stórt misålit, men eg
vil kortini tryggja, at vit
framhaldandi hava eitt
trygt, gott og høgt stødi.
Tí gera vit eina barna-
garðslóg. sigur Helena
Dam á Neystabø.