Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 17 10 gøtumenn punkteraðu B36 Fótbóltur: Hendingarríkt og dramatiskt var tað, tá B36 misti møguleikan at vinna FM, og undirmannaðir gøtumenn tóku næstfremsta plássið frá teimum 1. deild menn: GI-B36 2—1 (1-1) Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Í síðsta enda eru tað málini, sum telja, og tað er einki annað, ið gevur úr- tóku, tá stødutalvurnar verða settar upp. Í øðrum ítróttargreinum, t.d. í boks- ing, verður tosað um at fáa stig fyri avrikið, og tá sting- ur ivi seg vidhvørt upp um, hvussu rættvís avgerðin hjá dómaranum er. Soleiðis er tað sum sagt ikki í fótbólti. Hevdi tað verið soleiðis, so høvdu teir í B36 farið úr Sarpigerði við øllum stigunum, men tað gjørdu teir ikki, og tað kunnu teir bara takka sær sjálvum fyri. Í fyrra umfarinum vóru ellivu spælarar á hvørjum liðnum. Tá var tað B36, sum var spælstýrandi. Á midvøllinum megnaðu Tomislav Sivic og hansara menn aftur og aftur at senda bóltin ímillum sín, meðan leikluturin hjá gøtumonnum var at renna aftaná, og um- framt at hetta altíð kostar nógva orku, so hevði tað eisini við sær, at fleiri av stuðulsspælarunum fingu sóu gult kort. Styrktu fyritreytirnar Gøtumenn høvdu roknað vid, at møguleikarnir hjå teimum at enda á ødrum plássi fóru at verða góðir, um teir megnaðu javnleik móti B36. Hetta gjørdu teir, tí teir eisini roknaðu við, at KI komandi sunnudag skal taka stig frá árstalsfelag- num. Og fyritreytirnar fyri í hvussu so er at fáa javnleik styrknaðu nógv longu tá níggju minuttir vóru farnir. Súni Olsen, sum gjørdist dagsins maður hjá gøtu- monnum, royndi við skoti uttanvert brotsteigin, nógv fólk var fyri, og bólturin tók í ein verjuleikara og snýtti Egin Høgnesen í málinum. Ferðin var høg, og Lassin Isaksen og hansara menn fingu seg rættuliga royndar, ti nærdystirnir vóru nógvir. Hjå GI var stødan synd- arlig hóskvoldið, men við nógvari viðgerð og góðum vilja eydnaðist tað at pjøssa spælararnar so mikið sam- an, at teir kundu fara á vøllin. Bartal Eliasen tóktist hava stórar trupulleikar fyrstu løtuna, men hann so at siga spældi seg heitan, og Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð og Bartal Eliasen vóru sannir brandar í mið- verjuni, har teir ferð eftir ferð ofraðu seg fullkomu- liga og blokeraðu royndu- num móti málinum hjá mót- stødumonnunum, sum vóru um at spæla seg leysar til skot. Trýstu nógv og spældu lítið Fimm minuttir undan steðg- inum javnaði B36, og tá liðformaðurin hjá GI, Magni Jarnskor, samstundis sá reyða kortið, vóru oll lík- indi til, at B36 skuldi vinna og harvið halda tørn um FM møguleikan. Sunvard Joensen megn- aði ikki at halda horna- sparksinnleggi, B36 skotið tók undir síðuna á Jóan Pet- ur Olsen og í hondina á Magna Jarnskor, sum stóð á málstrikuni, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og sendi Magna Jarnskor undir brúsuna. Jákup á Borg var tryggur, tå hann sendi bóltin høgt til vinstru fyri målverjan, og tá sami maður í 2. hálvleiki aftur fekk møguleikan úr ellivu metrum, tí dómarin metti, at Bartal Eliasen hevði verið óreguligur við John Petersen í brotsteigi- num, var B36 sigurin — og harvið vónin um FM heitið — aftur undir borðinum. Ják- up á Borg setti bóltin í sama stað, men hesa ferð tveitti Sunvard Joensen seg rættan veg og stórbjargaði. Sum seinna umfarið leið trýsti B36 nógv, og tað var ivaleyst júst í hesum, at or- søkin skuldi finnast til, at teir ikki vunnu. John og Ják- up fingu Sigfríð Clement- sen afturat sær í álopið, Siv- ic lá tætt uppiundir teimum, og Ossur Hansen var meiri at kalla vinstri vongur. At B36 menninir vóru so nógv- ir frammi á vøllinum gjørdi, at teir høvdu lítið og einki oki at spæla á, og tá teir so fóru at oysa bóltarnar í brotsteigin, var tað júst so- leiðis sum GÍ miðverjan vildi hava tað at vera. Dagsins maður í Gøtu, Súni Olsen, sum gjørdi bæði málini hjá GI. Mynd: Jonhard Hammer Sigfridur Clementsen fekk bóltin eina ferð í málið eftir innlegg úr síðuni, men dómarin metti, at innskifti maðurin hevði trýst Rúna Justinussen niður á ryggin, og so var málið kolldømt. Stjólu sigurin Síðsta korterið lá í luftini, at tað eins væl kundi verða GI, sum fekk mál, og einar tríggjar ferðir høvdu teir upplop, sum bóru á tað borðið. Sasha arbeiddi einki aft- uri á vøllinum, og tað var ein stórur trupulleiki hjá gøtumonnum, tá teir í verju- partinum skuldu leggja trýst á. Men tað hevði eisini møguleikan fyri skjótum mótálopum við sær, sum Súni Olsen og Henning Jarnskor skiftust um at hjálpa honum við. Vanliga leiktíðin var far- in, tá Súni Olsen tamdi bólt- in í vinstra borði. tá vóru teir tveir móti tveimum, kantspælarin sneiddi fram- við mótstøðumanninum, brúkti møguleikan at senda til viðspælaran sum fintu og av einum so ungum manni var tað eitt frágera gott av- rík, tá hann setti bóltin millum málverjan og nærra stólpan. Gøtufélk á og kring vøllin fevndust og frøddust, meðan tað var væl skiljandi, at nógvu B36 viðhalds- fólkini fóru úr Sarpigerði vónbrotin. B36 hevði havt allar fyritreytir at vinna, men teir megnaðu ikki at fáa málini, og tað eru tey, sum telja í fótbólti. jh GÍ: Sunvard Joensen - Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð — Rúni Justinussen, Magni John Petersen stríðist við sterku GÍ-verjuna. Mynd: Jonhard Hammer Jarnskor, Sámal Joensen. Pauli Jarnskor, Súni Olsen — Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor B36: Egin Høgnesen — Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen — Bjarni Prior, Jan Guttesen, Tomislav Sivic. Ninoslav Milenkovic, Øss- ur Hansen — Jåkup å Borg, John Petersen Fimm gøtumenn i skammikrok Johan Nielsen og gøtumenn hava alt kappingarárið sæd tad sum tann størsta veikleikan hjå teimum, at hópurin, sum besta líðið hevur verið valt ímillum, ikki hevur verið serliga breiður. Gøtumenn hava sum flestu onnur feløg drigist við leikbann, og fleiri spælarar hjá teimum hava verið skaddir. Alvur Hansen er fysioterapeutur hjá teimum, og hann man hava arbeitt nakað væl, tí hóast tað ofta hevur sæð heilt illa út eftir eitt vikuskifti, so hevur skaddi maðurin alíkavæl verið á vellinum, tá næsti sunnudagurin upprann. Síðsta dømid um hetta var í síðstu viku, tå Bartal Eliasen fyrst í vikuni var so mikið darvaður av fóti- num, sum hann koykti í Sumba, at tað var ikki hugsningur um at renna og sjálvsagt heldur ikki at sparka til ein bólt. Men Álvur Hansen arbeiddi nógv og væl, Bartal beit pínuna í seg, og so spældi hann dy stin móti B36 á tamb. Gøtumenn fingu fimm gul og eitt reytt kort sunnudagin, og tey kann Álvur Hansen einki gera við. Tad vil við øðrum orðum siga, at fimm gøtumenn eru leikbannaðir, tá GÍ sunnudagin fer um Varma- keldueið at spæla móti brandómsfelagnum hjá Álvi Hansen. Magni Jarnskor fekk reytt kort og er tískil leik- bannaður, og fýra av teimum fimm gulu kortunum sótu so væl ella illa (alt eftir hverjum sjónarhorni tað verður sæð út frá, at spælararnir eru leikbannaðir. Pauli Jarnskor fekk eitt gult kort, men hann var leikbannaður í Sumba og skal hava eitt gult kort afturat, áðrenn hann aftur verður leikbannaður. Hini kortini fingu Sámal Joensen, Rúni Justinussen, Súni Olsen og Bartal Eliasen, og teir u allir standa uttanfyri og hyggja at, meðan ÍF og GÍ fara at spæla, samstundis sum teir fara at fy lgja við í, hvussu tað fer at ganga millum B36 og KÍ í Gundadali. jh