Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 5052 15 Fólk kravdu ov nógv Finnur Hansson: Hvat hevur tú tikist við, áðrenn tú komst til Føroyar: Áðrenn eg kom henda- vegin, starvadist eg å ein- um pizzaria í Hafnafirði. sum er ein partur av Rey- kjavik. Tað er eisin har at barndómsfelagið hjá mær í hondbólti, FH. heldur til. Ein skuldi trúð, at av- bjóðingarnar í Íslendsk- um hondbólti eru nógv stórri enn tær eru í Før- oyum, so hvat fekk teg at koma til Føroyar: Tá eg flutti úr Íslandi. hevði eg als ikki spælt hondbólt í eini 2 ár. Or- søkin til hetta var fyrst og fremst, at eg ikki klår- aði at liva upp til tað trýst. sum varð lagt á meg frå venjara og leiðslu. Við tað at øll í familjuni hava spælt ella spæla hond- bólt. umframt at pápin mín og onnur omman og annar abbin hava spælt á landsliðnum. hava tað alla tíðina verið stórar forvæntningar um meg. Sjálvur metti eg, at eg kláraði meg væl í yngru deildinum, men eg var ikki til reiðar at seta mær sjålvum krøv til at skula liva upp til tad, sum m.a. pápi mín hevur vist. Eg hevði heldur ikki hug at nýta so nógva tíð til venj- ing, sum tá varð kravd av mær. T.d. kann eg nevna, at tá pápi mín var 17 ára gamal, leikti hann við unglinga- og fyrsta lið- num hjá FH, umframt at hann leikti við unglinga- landsliðnum. Tað sigur seg sjålvt, at skal man brúka tað tíðina, sum tað krevur at spæla á slíkum stødi, verður ikki nógv tíð til annað. Tá tú kom til Foroya, hevði pápi tín eisini skapt sær eitt navn her heima. Er trýstið á tín persón minni her, enn tað var í Íslandi: Talan er slettis ikki um sama trýstið her. sum í Íslandi. Sjálvandi vita fólk. hver pápi mín er, men eg haldi ikki at tað kann samanberast. Påpi min hevur kanska skapt sær eitt navn her, men hetta er ein somikið lítil partur av hansara hond- boltslivid, at føroyingar als ikki krevja lika nógv av mær. Tú hevur spælt við H71 samstundis sum pápi tín hevur verið venjari. Heldur tú at hetta ger tað torførari at vera ein part- ur av liðnum: Yngd — hvønn mikudag Ikki so nógv hjá mær sjálvum. Heldur vil eg siga, at tað hevur verið sera torført hjá pápa min- um, tá hann skal geva rós ella rís til leikararnar. Tá hevði hann kanska ilt við at meta mítt avrik á jøvn- um føti við hinar leikar- arnar. Eg havi tó roynt hetta fyrr, við tað at abbi mín eisini hevur verið venjari hjá mær, tá eg havi spælt í yngru deild- unum heima í Íslandi. Eitt sum kanska hevur gjørt tað torført, er at pápi mín ikki hevur sett meg inn á liðið, um tann mað- urin sum missir plássið til min, er á sama stødi sum eg. Tað vil siga at eg kanska havi skula víst meira enn hinir, fyri at fáa pláss á liðnum. Hvat heldur tú um stóðið á føroyskum hondbólti: Eg haldi at tey bestu før- oysku liðini høvdu staðið seg í niðara endanum av íslendsku 1. deild. Stórur munur er tó á liðunum í bestu deildini, so eg rokni ikki við at nakað føroyskt lið hevði kunnað skalað tey stóru í Íslandi. Venj- ingin í Føroyum kann heldur ikki sammetast við venjingina hjá bestu Íslendsku liðunum. Har hava leikararnir einans 3 vikur summarfri, og sjálvt um jólini verður vant 2 ferðir um dagin. Og hvat við teimum for- oysku dómarunum: Har vil eg helst ikki siga ov nógv, men um vit taka stødi í seinasta kapping- aråri, so vóru stór fram- stig gjørd igjøgnum árið. Hetta å tann hått, at eftir minum tykki gjørdust dómararnir betri til at leiða dystirnar, ístaðin fyri at vera ein partur av dystinum. Hetta er tó ikki bara orsakað av dómaru- num, men so sanniliga eisini av spælarunum, við tað at fleiri leikarar ofta byrja at tosa/grenja um dómararnar, áðrenn dyst- urin er byrjaður, ístaðin fyri at hugsa meira um sítt egna spæl. Ein trupul- leiki við føroysku døm- ingini er eisini, at ov fá føst démarapør eru. Her haldi eg avgjørt, at tað skuldi verið satsað upp á at havt eini 4-5 føst por. sum dømdu |. deild. Síð- ani kundu yngri dómarar sloppið at dømt lægru deildirnar. og á tann hátt kunna vant seg spakuliga upp. I íslandi eru tað t.d. fleiri démarapør, sum so at siga liva av at dóma, og sum hava nógva al- tjóða uppgávur. Merkir tú á tínum við leikarum, at hesir ikki hava eitt A-landslið, sum teir kunnu miða ímóti: Tað er heilt klárt. at tað ávirkar motivatiónina hjá tí einstaka leikaranum. at einki føroyskt A-landslið er. Eg dugi ikki á nakran látt at síggja eina góða »rsøk til ikki at hava A andslið. Serliga haldi eg tetta vera spell fyri yngru eikararnar. tí i ítrótti er tað ofta soleiðis. at ein eikari er dugnaligur í leiri ítróttargreinum. og her sigur tað seg sjálvt. at hondbólturin kann missa leikarar til bæði hond- og fótbólt. Leikar- ar, sum annars kundu ver- ið vid til at ment føroys- kan hondbólt. Lesur tú tað, sum blødini skriva um teg Sjálvandi lesi eg tað. men eg taki mær tað ikki so nær. At byrjað við var eg sera spentur uppá. hvat fór at standa um meg. og keypti blødini beint sum tey komu út mánakvold. men nú haldi eg, at eg taki tað meira róligt. At enda, hvørjar framtíð- arætlanir hevur tú: Fyrst og fremst kundi eg hugsa mær at tikið stu- dent. Hetta fái eg tó ikki gjørt í Foroyum. við tað at eg ikki fái góðskrivað føroyska partin. um eg t.d. flyti aftur til Íslands aftan á Í ár VONI eg al eg 5 Harumframt UVUT ver 10 hepnari viðvíkjandi skaðum. og at eg seinni kann fáa møguleikan at spæla hondbólt í Dan mark ella Íslandi Navn: Finnur Hansson Føddur: |. mei 1979 Giftur: Nei Fyrimynd: Havi onga Besti persónligi eginleiki: Royni at vera posi- tivur, eisini tá tað gongur illa Størsti veikleiki: Sinnalagið Besti matur: Tann hjá ommu Besti drykkur: Appelsinjuice Best í sjónvarpinum: Drew Carey Frítíðarítriv: Havi ikki tíð til so nógv, men mær dámar væl at ganga í biograf Størsta uppliving: Í 1991 tá FH vann steypa- deildar- og landskappingina i Islandi Størsta vónbrot: Seinasta kappingarår, tå vit høvdu oll kortini á hondini, men ikki brúktu tey Størsta ynski: At fara uttanlands fyri at spæla hondbólt og kunna liva av tí — og at daman kemur við mær, har eg fari.