mikudagur 22. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
23,
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
e-mail: emilasosialurin.fo
Jens Martin Knudsen
besti spælarin í Islandi
Fótbóltur: Landsliðsmálverjin er upp á tal
hjá trimum enskum feløgum, umframt at
hann hevur fingið tilboð frá fleiri føroyskum
feløgum
EYÐUN KLAKKSTEIN
Jens Martin Knudsen er kosin
besti spælarin í íslendsku kapp-
ingini, sum júst er av.
Tað er íslendska blaðið DV, sum
hevur gjørt upp, hvør spælari hev-
ur staðið seg best í farnu kapping.
og teir koma eftir, at tað er før-
oyski landsliðsmálverjin.
- Tað hevur gingið sera væl hjá
mær í farnu kapping. Eg havi ver-
ið rættiliga støðugur, umframt at
eg havi spælt onkrar rættiliga góð-
ar dystir, sigur 32-ára gamli Jens
Martin Knudsen við ltróttar-
Sosialin.
Jens Martin hevur allar hinar
spælararnar í Íslandi — bæði uti-
spælarar og málverjar — aftanfyri
seg. Næsti málverjin á listanum
er íslendski landsliðsmálverjin og
liðfelagin hjá Allani Mørkøre,
Birkir Kristinsson, sum er numm-
ar 9 á listanum.
Uni Arge, sum er liðfelagið hjá
Jens Martini, hevur eisini klatrað
langt upp eftir listanum, og hann
er saman við fýra øðrum nummar
21.
Allan Mørkøre, sum ikki hevur
spælt alt kappingarárið í Íslandi,
hevur ikki vunnið seg upp millum
40 teir bestu, sum listin umfatar.
Lata bóltar fyri góð avrik
Eftir hvønn landskappingardyst í
Íslandi — teir eru 18 í tali í einum
ítróttar
sosialurin
Teir bestu í Íslandi
. Jens Martin Knudsen
. Ívar Ingimarsson
. Grétar Hjartarson
Hlynur Birgisson
. Þormóður Egilsson
Kristján Brooks
Kristinn Lárusson
. Jóhannes Harðarson
. Birkir Kristinsson
Hlynur Stefánsson
Bjarki Gunnlaugsson
Guðmundur Benediktsson
Sigursteinn Gíslason
(.--)
21.Uni Arge
Leiftur
ÍBV
Grindavík
Leiftur
KR
Keflavík
Val
IA
ÍBV
ÍBV
KR
KR
KR
Leiftur
Áki til Neistan
Vestmenningurin Aki Olsen skal
í vetur spæla hondbólt fyri havna-
liðið Neistan.
Sambært Neistanum er avtalan
millum felagið og Aka Olsen
komin uppá plåss.
Ætlanin er, at Aki Olsen skal
verða hjálparvenjari hjá Páll Poul-
sen, umframt at hann sjálvandi
skal spæla.
Orsøkin til, at Neistin nú er farin
at styrkja besta manslidid við
spælarum aðrastaðni frá er, at teir
halda seg missa nógvar góðar
spælarar til onnur feløg. Ung-
dómsarbeiðið hevur verið gott í
Neistanum, men ofta er málið hjá
hesum spælarum at koma á |. lið
í til dømis Kyndli, sum ofta kapp-
ast um meistaraskapin.
Við at styrkja 1. lið í felagnum,
vónar Neistin at teir framyvir fara
at klára at halda bestu spælarunum
í felagnum tá teir koma í vaks-
mannadeildina.
ek/jm
Jens Martin — besti spælarin í Íslandi í ár. Mynd: Álvur Haraldsen
kappingarári — letur blaðið DV
teimum bestu spælarunum bóltar
fyri teirra avrik.
Teir geva upp til tríggjar bóltar,
men tá skal avrikid verða heilt
serstakt. Tað eru bert teir spæl-
ararnir, sum hava spælt serliga
væl, sum yvirhøvur fáa nakran
bólt, og tað er sjáldan at nakar
fær tríggjar bóltar. Jens Martin
Knudsen hevur eina ferð fingið
tríggjar bóltar, og tað var í dyst-
inum móti Keflavík.
Men Jens Martin Knudsen hev-
ur spælt sera støðugt alt kapping-
arárið, og hann hevur fingið í
minsta lagi ein bólt næstan hvørja
ferð. At tað eru 20 bóltar til Jens
Martin í 18 dystum undirstrikar
bara góða avrikið hjá runavík-
inginum.
— Vit hava ikki havt tað sterkasta
liðið í Íslandi, og eg havi sum
oftast havt nógv at gera. Mið-
vøllurin hjá okkum hevur verið
ov tunnur, og tað hevur gjørt, at
verjan ofta hevur verið undir
stórum trýsti, sigur Jens Martin.
26 mál eru farin ígjógnum hjá
honum í teimum 18 dystunum,
men hóast tað verður hansara
avrik mett sum tað besta í
íslendsku kappingini í ár.
Áhugi úr Englandi
Jens Martin Knudsen kom heim
til Føroya mánadagin, men gongst
eftir vild, verður málverjin ikki
leingi heima. Fleiri feløg í Europa
hava sýnt honum áhuga, og tað er
nær við, at Jens Martin sleppur at
royna seg í einum enskum felag.
— Try feløg í Englandi standa
og mangla málverja í løtuni, men
vit eru fleiri, sum eru uppá tal,
sigur Jens Martin, sum ikki vil
siga, hvørji feløg talan er um
Hann sigur, at tey spæla í næst-
bestu og triðbestu deildini í Eng-
landi.
Harumframt vil Leiftur gjarna
hava Jens Martin aftur til Íslands
at spæla næsta ár, men tað er ikki
sannlíkt, at Jens Martin fer at gera
nýggjan sáttmála við teir.
Try føroysk feløg liggja eisini
fram vid eftir sterka målverjanum,
og sum vit hava skilt, er her talan
um, at Jens Martin skal spæla og
onkrastaðni verða venjari hjá
besta liðnum og onkrastaðni í ung-
dómsdeildum. Eitt annað norður-
lendskt felag hevur eisini sýnt
Jens Martini áhuga.
Tímir ikki at royndarvenja
— Eg tími ikki at ferðast runt til
royndarvenjingar fyri at vísa meg
fram, sjálvt um tað kanska hevði
verið tað rætta, sigur Jens Martin
Knudsen
— Um eitt gott og seriøst tilboð
kemur, eri eg klárur at sláa til og
eisini vísa meg fram, um tað skal
til, og stóri dreymurin er sjálvandi
at sleppa til England at spæla.
Jens Martin Knudsen roknar
við, at avgerðin um hansara fót-
bóltsframtíð verður tikin innan
tvær vikur.
Tað er ikki sannlíkt, at Jens
Martin Knudsen fer at spæla fyri
nakað føroyskt felag tveir teir
seinastu dystirnar í landskapping-
ini í ár. Hann heldur ikki, at tað
tænir nøkrum endamálið, og ístað-
in er hann klárur til at rykkja út,
um boð verða eftir honum úr út-
landinum
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Jákup
slapp við
skelkinum
Fótbóltur: Góður
møguleiki er fyri, at
Jákup Mikkelsen fer at
venja við fullari ferð
seinni í vikuni
Tað lætnaði hjá Jákupi Mikkelsen,
tá hann seinnapartin mánadagin
var og vitjað læknan hjá Herfølge
Læknakanningarnar staðfestu, at
einki var brotið í skinnabeininum.,
og liðbondini í knænum høvdu ikki
fingið skaða
Læknin segði, at nógva pínan.
sum nú er minkað nokk so fitt,
hevði staðist av, at ein liðkapstl
aftanfyri á knænum var farin, men
hann roknaði við, at pínan fór at
hvørva so mikið skjótt. at tað fer
at bera til at venja hjá mær seinni í
vikuni. og so vóni eg, at eg kann
verja málið, tá Silkeborg kemur til
Herfølge komandi månakvøld
segði Jákup Mikkelsen í gjár, áðr
enn hann fór at venja á súkklu og í
svimjihyli
Tá læknin kannaði føroyska
landsliðsmálverjan væl og virði-
liga, staðfesti hann, at aftara kross-
bandið í sama knænum, sum Jákup
fekk snuddin í sunnudagin, var
slitnað, men hann dugdi ikki at
siga, um tað var farið nú, ella um
tað hevur verið slitið framman-
undan. Hetta var heilt nýtt fyri
Jákup Mikkelsen, og sjálvandi er
hetta óheppið. men tað verður ikki
mett at vera nakað, sum fer at bera
við sær, at Jákup ikki kann spæla,
sum hann hevur spælt.
Eykamálverjin illa skaddur
Fyri Herfølge kom tað illa við, at
Jákup Mikkelsen sunnudagin sá út
til at vera skaddur, bæði ti at teir
meta føroyska målverjan sum ein
hin mest støduga og tydning-
armikla spælaran, sum tir hava, og
eisini ti at eykamålverjin, Claus
Udengaard, ið spældi, tå Olavsøku-
skaðin helt Jåkupi Mikkelsen
uttanfyri, varð heilt illa skaddur
leygardagin:
— Tað var í dysti fyri seriuliðið
hjá okkum. Claus fór út um brots-
teigin og skuldi stúta ein bólt burt-
ur, tá ein av mótstøðumonnunum
kom við knoppunum fremst.
Knopparnir tóku í annað eyga,
egnalokið skrædnaði niður frá, og
hornhindin var so mikið skadd, at
tað var neyðugt at leggja málverj-
an undir skurð mánamorgunin.
Enn vita teir ikki, hvussu hetta fer
at taka seg upp, men tað er greitt,
at Claus skal liggja í seingini í átta
vikur, so tað var sera óheppið. og
tá eg hugsi um óeydnuna, sum
samstarvfelagin i Herfølge varð
raktur av leygardagin, so må eg
siga, at eg kenni tað, sum at tað
var heppið, at skaðin, sum eg fekk.
tykist hava tikið seg væl upp. sigur
Jákup Mikkelsen.
jh