fríggjadagur 24. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999
Kanning frá KPMG:
Virkini geva '
gott avkast
tíðindablaðið
Nýggj kanning, sum grannskoðarafelagið KPMG hevur
latið gera, vísur, at tað loysir seg betri at hava peningin
standandi í føroyskum virkjum enn í peningastovnunum.
Kanningin vísir, at avkastið av eginognini er uml. 8,5
prosent
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað gongur eftir øllum at
dóma við tí strúkandi ferð í
føroysku vinnuni. Ein kann-
ing, sum grannskoðarafel-
agið KPMG, hevur latið
gera av roknskapunum hjá
46 virkjum, sum fyrst og
fremst eru ávirkað av eftir-
spurninginum, vísir, at tey
geva stórt avlop. So stórt,
at avkastið av eginognini er
nógva ferðir størri enn tað
avkastið, sum fólk kunnu
fáa við at lata peningin
standa í peningastovnunum.
Kanningin umfatar ikki
feløg, sum hava nakað við
fiskivinnuna at gera, og
heldur ikki flutnings-. fígg-
ingar-, tryggingarfeløg, olj-
ufeløg og almenn partafel-
Øg.
I fororðunum verður sagt,
at analysan byggir á 15 pro-
sent av føroyska virksemi-
num innan umrøddu vinnu-
oki, roknad við stødi i út-
goldnum lønum.
Hóast myndin uttan iva
hevði verið ødrvisi um oll
feløg innan virkisøkid
vórðu tikin vid, so verður
kortini mett, at analysan
gevur eina greiða ábending
um gongdina.
Lyklatølini positiv
Roknskaparanalysan visir,
at nettosølan fyri hesi 46
virkini er hækkad vid 6 pro-
sentum sidani 1997 og heil-
um 51 prosentum síðani
1994.
Tibetur siggjast hesar
broytingar eisini aftur i
rakstraravkastinum, ti virk-
ini, sum eru vid f kanningini
kasta væl meira av sær nú
enn tey gjørdu fyri fimm
árum síðani. I 1994 var av-
kastið 05 prosent. men i
1998 var hetta avkast broytt
til 5,5 prosent.
Tað merkir í stuttum, at
virkini ikki bara hava ein
umsetningsvøkstur, men at
meiri peningur eisini liggur
eftir á kistubotninum tá árið
er liðugt.
Sambært analysuni, so
stavar henda økingin fyrst
og fremst frá eini øking í
bruttovinninginum.
Virkini eru trygg
Ein onnur nidurstøda, sum,
við fyrivarni, kann gerast
við stødi í roknskaparana-
lysuni fyri 1999, er, at fyri-
tókurnar innan tær vinnu-
greinir, sum her eru kann-
aðar eru tryggar.
Soliditeturin, sum er eg-
inpeningurin máldur í pro-
sentum av samlaðu ognu-
num, er øktur úr 44 prosent-
um í 1994 til 52 prosent í
1998.
Seta vit upphæddir á hesi
prosent, so merkir tað, at
eginpeningurin er farin úr
180 mió. krónum upp í 279
mió. krónur. Samstundis er
ognin økt við uml. 140 mió.
krónum upp í 540 mió.
Gjaldføri er harafturímóti
versnað í 1998 sammett við
1997.
Arini 1994 til 1997 batn-
aði gjaldføri rættiliga nógv,
men í 1998 fekk tað ein túr
niðureftir. Kortini metir
KPMG, at tað er einki at
óttast fyri, tí gjaldførid sum
Frágreiðingin um lands-
verkfrødingin á veg
Tað var beint undan jólum, at ætlanir landsstýrisins, um samanlegging
av landsverksfróðingsstovninum og strandferðsluni komu undan kavi.
Síðani tá er nógv sagt og skrivað um hetta, sum neyvan er liðugt
viðgjórt enn. Landsstýrismálaneyndin hevur fingið málið til viðgerðar
og um fáar dagar kemur frágreiðing frá starvsfólkinum á stovninum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað stóðst rættiligt rumbul
av tá tað kom fram, at lands-
verksfrødingsstovnurin, eft-
ir ætlan landsstyrismansins
skuldi leggjast saman vid
strandferðsluni. = Lands-
verksfrødingurin, Henning
Jacobsen, varð sagdur úr
starvi og Reidar Nónfjall
settur sum stjóri á saman-
lagda stovninum. Ella varð
hann tað.
Starvsfólki setti seg upp í
móti avgerðini um saman-
legging og í móti avgerðini
at siga landsverkfrødingi-
num upp. Politikkur kom í
málið uttan at stórvegis
hendi. Í tinginum vóru
royndir gjørdar at loysa
málið, men alt rann meiri
og minni út í sandin, so at
siga.
Tey trý fakfeløgini,
Starvsmannafelagið, Før-
oya Verkfrødingafelag og
Føroya Byggifrødingafelag
gjørdu beinanvegin vart við
sína énøgd, og kravdu eina
rætta og regluliga loysn, og
sambært teirra metingum,
so var nógv, sum bendi á,
at løgmaður, sum jú situr
við ovastu ábyrgd í sam-
gonguni, eisini vildu tað.
Hetta, siga tey trý fakfel-
øgini, er nú eisini farið fyri
bakka.
Finnur Helmsdal var ikki
nøgdu við svarið, sum løg-
maður gav honum uppá fyr-
ispurningin um handfaring-
ina av málinum, og tí er
málið nú lagt fyri landsstýr-
ismålanevndina.
Tað er í hesum sambandi,
at tey trý fakfeløgini hava
gjørt frágreiðing í málinum.
Í tíðindaskrivi siga tey, at
eisini tey eru ónggd við svar
løgmans og at frágreiðingin
frá teimum tí skal metast
sum ein stuðul undir kæruni
til landsstyrismålanevndina.
Hetta verður nú ikki ein-
asta tilfar, sum verður til
taks fyri myndugleikarnar
undir viðgerðini av lands-
verkfróðingsstovninum.
Í sambandi við ósemjuna,
sum tók seg upp undir við-
gerðini av stovninum varð
gjørd semja millum starvs-
fólk stovnsins og løgmann,
sum segði, at ongar broyt-
ingar verða framdar á stovn-
inum uttan starvfólkini og
fakfeløg teirra eru tikin upp
á ráð.
Uppleggið frá fakfelog-
unum er nú komið, og hós-
dagin í næstu viku, kemur
stovnslýsingin frá starvs-
fólkunum.
heild er gott.
Abendingar um
haldandi vøkstur
Tað er sum vera mann sera
áhugavert at lesa um ta pos:
itivu gongd sum føroyskar
fyritøkur eru i.
Gongdin seinastu årini
hevur verid tann, at fram-
fram-
|
|
|
31
tit. 31 42
ef
gongd hevur munandi
framgongd hevur verið á
øllum økjum frá 1997 til
1998 og eisini i fyraåra
skeiðnum frå 1995 til 1998,
verður sagt i frágreiðingini.
Tað er hugaligt, men tað
sum mann vera minst líka
áhugavert er, at fyribilstøl-
FAROESE TELECOM
ini fyri inniverandi ár siga,
at vit eisini fara at síggja
eina minni framgongd í ár,
sammett við 1998.
Vit fara at hoyra meira til
roknskaparanalysuna í
morgin
Eitt tal minni, takk
Nú skalt tú bert ringja 1010; í staðin fyri
101019; tá tú ringir til útlond.
Sum ein liður í arbeiðinum at fylgja eini
altjóða skipan, verður nummarið undan
landakotuni til útlond broytt
| Frá 1. oktober 1999 verða fyrstu siffrini
til uttanlands samrødur 00 í staðin fyri
009.
Uppringing til Internetið hjá Foroya Tele
verður samstundis broytt til 1615 í
staðin fyri 0075 ella 0076.
FØROYANELE T