fríggjadagur 24. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999
Viðmerkingar:
Annita á Fridriksmørk, tingkvinna Tjóðveldisfloksins
Lygnir
&
i
=
8
*
Få
Eitt motto ávísur maður
verður siteradur fyri at
brúka í síni valdstíð var
hetta „Sig eina lygn nóg
ofta, so trúgva fólk henni
til endan“. Og tað er júst
somu mannagongd ávísir
bólkar nýta í hesum dógum
fyri at steðga fullveldisætl-
anini. Hetta kann óiva geva
politiskan løtuvinning, men
ikki meir. Tad, sum byggir
á lygn, endar aldrin væl. Tí
tann sum byggir á lygn,
verður etin upp av síni egnu
lygn.
Føroyingar eru nú so nær
við tað aldargamla málið
um, at í Fóroyum skulu før-
oyingar ráða, sum vit ikki
hava verið síðani 1946.
Vónirnar eru bjartar, útlitini
eru góð. Vit hava einki at
ræðast. Vit kunnu um bert
vit vilja!
Men tað eru nøkur, sum
byggja sítt politiska lív á
júst tað øvugta: Vónloysi,
ræðslu, viljaloysi. Vit
kunnu einki, og vit klára
onki, - og tí er tað, at onki
skal broytast. Vit skulu ikki
hava evsta valdið heima hjá
okkum sjálvum. Nei, danir
skulu hava tað, teir skulun
ráða og afturfyri skulu vit
liva av donskum pengum.
Hesi, sum hetta siga, hava
tað ikki gott í hesum døg-
um, tey hava ongar sakligar
grundgevingar fyri, hví dan-
ir skulu hava evsta valdið
yvir landið okkara. Tey
standa nakin!
Og hvat er tá til ráða at
taka? Hvat er neyðugt fyri
at ræða føroyingar frå at
reisast sum fólk?
Jú - lygnin! Eru ongi
sannindi, sum kunnu sann-
fóra fólkið, so lúgva vit.
Javnt og samt.
Lygn omanå lygn:
Millum tær lygnirnar, sum
vórðu borðreiddar fyri før-
oya fólki í bløðunum farna
leygardag, vóru hesar:
* Tey umleið 60 fólkini, sum
hava skrivað Hvítubók hava
ikki verið óheft. Tað er lygn.
* Tær búskaparligu útrokn-
ingarnar byggja bert á tey
farnu fimm árini. Tað er
eisini lygn.
* Tað kostaði 14 milliónir
at skriva Hvítubók. Tað er
eisini lygn.
* Kunningarfundirnir um
Hvítubók eru einsíðug
propaganda. Tað er eisini
lygn.
* Fullveldislandsstýrið vil
offra tey veikastu í samfel-
agnum. Tað er eisini lygn.
Hetta eru bara nøkur dómi
um lygnirnar - ein dag. So-
leiðis verður ein heil bylgja
av lygnum um fullveldis-
ætlanina skolað út yvir Før-
oya fólk.
Lygnin etur seg sjálva
upp
Allar kanningar vísa, at før-
oyingar kunnu klára seg við
fullveldi, um bert vit vilja.
Hetta er sjálvsagt herkin biti
at slúka hjá teimum, sum
politiskt liva av at júka nið-
ur í føroyingin, at hann
einki nyttar, einki kann og
einki klárar. i
Einki er so ræduligt fyri
hesi fólk sum bjartar vónir,
góð útlit og stórir møgu-
leikar. Teirra politiska
grundarlag er jú ómegdin
hjá føroyingum, og tey
kenna seg kroyst av, at før-
oyingar eru vónríkir. Tey
eru niðurboygd av góðum
útlitum. Tey ræðast teir
stóru møguleikarnar. Tey
síggja, at tað, tey hava bygt
sína politisku tilveru á, ikki
er rætt.
Teirra trupulleiki er, at
føroyingar kunnu! Føroy-
ingar klåra! Føroyingar
nytta! Og tað er sjálvsagt
tað, sum fær hesi fólk at
taka til lygnina. Mangt
verður jú í neyðini nýtt.
Men tað, at brúka lygnir,
er ikki nøkur gongd leið.
Tann politikkur, sum byggir
á lygn, endar aldrin væl.
Tann, sum byggir á lygn,
verður til endans etin upp
av síni egnu lygn.
Annita á Fríðriksmóørk
Tingkvinna Tjóðveldis-
floksins
tíðindablaðið
Tað er ikki eiti á, sum teir
ýla.
Hvítabók sigur einki
um, hvussu húskið fer at
hava tað eftir fullveldið, sig-
ur Jóannes.
- Nýggjar eyglýsingar av
demokrati, sigur Atli.
Fullveldispolitikkurin
fer at geva okkum eina full-
feita føroyska yvirstætt, sig-
ur Ingeborg.
Tí tá teir ikki koma við tí
sjålvir, so skal gruggast.
Orð skulu vendast, setning-
ar tambast og hol finnast,
ikki til at fylla út, men til at
seta skorður í. Sjávlt tá sem-
ja kundi fingist um mangt
og hvat, so má vigast fyri
og ímóti: Tænir hetta løtu-
vinninginum ella íkki. Nú
er løtuvinningurin at fáa
ivasom sambandsfólk undir
sínar veingir.
Vit kenna teir aftur, javn-
aðarmennirnar!
Men Jóannes, hví skal
Hvítabók viðgera tað ein-
staka húskið? Fyri at nýta
eina fyri teg ógvuliga van-
liga orðing: Gev mær eina
einastu grund!
Hvítabók viðger tjóðar-
búskapin. Hon byggir á eitt
vanligt borgarligt fólka-
veldi, og hon letur tí lóg-
gávuvaldið upp í hendur at
leggja karmarnar fyri,
hvussu ágóðarnir í samfel-
agnum skulu býtast. Einki
petti ødrvisi enn nú, vit eru
í ríkisfelagsskapi við Dan-
mark.
So Jóannes! Er hetta stør-
sta atfinningin hjá Javnaðar-
flokkinum, so hevur flokk-
urin einki at finnast at. Tað
er tú, fólkavaldi, sum skalt
býta í ríkisfelagsskapinum
og fullveldinum. Tað er eis-
ini tú, sum skalt upplýsa
fólk, húskið, sum tú heldur
so nógv av, og ikki kasta
torvmold í eyguni á teimum
við uttanumtosi!
Tað er bara eitt ár síðan
tit kastaðu Høgna og sam-
gonguni fyri, at teir høvdu
einki at fylla upp í fullveld-
isleypin. Tað vóru bara inn-
antómir setningar. Og sjálv-
andi bíðaðu fólk í spenn-
ingi eftir heftinum hjá tykk
um um sjálvstýrisloysnina,
ella hvat hatta kallaðist. Og
hvat var tað so? Innantómir
setningar úr enda í annan
Tit siga m. a., at Føroyar
skulu verða eitt samveldi á
jøvnum føti við Danmark
Tað er bara ikki so. Eitt gott
dómi eru sáttmálar við onn-
ur lond og uttanrikispoli-
tikkur í síni heild. Tit siga,
at vit ótarnað kunnu gera
sáttmálar við onnur lond.
Men vit hava í ríkisfelags-
skapi ikki myndugleika at
gera sáttmálar við onnur
lond, sum skaða donsk á-
hugamál. Men danir kunnu
gera sáttmálar, sum skaða
okkara. Teir sita við tí enda-
liga orðinum. Ein finna tú
ert...
Ella er tað á jøvnum føti?
Eg hevði skammast.
Og Atli leggur uppí.
Helst fyri at styðja nýggja,
veika slóðaran!
Nýtt demokrati…
Hetta er sum at fara aftur í
trýssini, tá CIA og m.a.
Javnaðarflokkurin = altíð
høvdu rætt og brúktu sama
framferðarhátt: At skíra tey,
sum ikki vóru samd, fyri
kommunistar:
>Í okkara parti av heim-
inum er, nú aftaná at jarn-
tjaldið fall, og kommunist-
iska samfelagsskipanin
snávaði og datt, bert okkurt
hissini land, sum loyvir sær
slik propagandatiltøk fyri
almennar pengar, sum hetta
okkara landsstyri setir í
verk.<
Oført, tí CIA er jú borg
anin fyri tí borgarliga fólka
ræðinum og fyri frælsi,
javnaði og brødralag. Tey,
sum ikki halda tað, tey eru
kommunistar og ikki fræls
lynt, spyr bara Pinochet
Jú, víst brúka teir av al
mennum fæ til at upplýsa
fólk. Lat tað so eita tað
nýggja demokratiið í tínari
verð. Tað gamla demokra
tiið var at brúka blokkin til
at fylla niður í lummarnar á
einum ovurhitaðum vinnu
lívi (tú gjørdi sjálvur nýtslu
av hesum báðum orðum.
meðan tú sætst í andstøðu í
teimum døgum — nytslan
knipti bara, tå tå sjålvur
hevdi »åbyrgd«) til ein yvir-
kapasitet, sum einki gav,
men bara kostadi. Vit løn-
takarar bløda, og milliard-
irnar eru uttanlands.
Hvør mundi fåa tær?
Leingi livi tad gamla
demokratiið, Atli?
Og so Ingeborg:
»Ti tað gongur sjón fyri
søgn, at tað eru tey lægst-
løntu, sum skulu skerjast
enn meira, fyri at vit kunnu
fáa ráð til at fíggja fullveld-
ið hjá teirri lítlu yvirstætt-
ini.«
Hugstoytt at hoyra ein
umbodsmann hjå løntakar-
unum rætta spjótsoddin
móti fullveldinum og ikki
yvirstættini. Tí hatta, tú
nevnir, duga javnaðar- og
sambandsmenn sanniliga
eisini. Sviðan frá teimum
hevur tú dyggiliga kent tey
síðstu árini. Ikki tí, eg fari
ikki at siga hinar flokkarnar
fríar frá sínari ábyrgd. Og
tað mátti sanniliga eisini
talt, at alt hetta, henda stóra
afturgongdin hjá okkum
løntakarum, er farin fram í
rikisfelagsskapinum!
Og er tad ikki so, at sjålvt
21
Gruggingarliðið
um tað vóru vit føroyingar,
sum brúktu okkum út av
eggini, so sluppu politik
ararnir at liva og láta, sum
teimum lysti, tí at danska
stjórnin — tað viti tann góð
asti, um tað ikki var við be
ráddum huga — duldi frá
boðaninrar frá fíggjareftir
litinum fyri okkum føroy
ingum? Tí teir høvdu jú
onga fráboðanarskyldu. Og
hvor bløddi? Yvirstættin
ella vit?
Hetta er rikisfelagsskap
urin, Ingeborg! Danir hava
ongantid spælt vid opnum
kortum. Um Karsten ikki
gongur okkum á moti, so
sigur hann hóast alt frá, so
vit vita, hvar hann flýtur
Sjålv fert tú hinvegin óg
uliga lætt um sannleikan, tá
hann fær ábyrgdina fyri
dastið av teimum niður-
skurðum, sum eru farnir
fram í nógv fleiri enn 10 ár
So ver eitt sindur nærlagd-
ari í tínum metingum, so tú
ikki tekur trúvirðið frá ar-
beidararørsluni. Eitt tilmæli
um, hvat veljast skal í slík-
um føri, skal ikki grundast
á molnandi pástandir.
Ongantíð havi eg viljað
koyrt javnaðarflokkin uppí
afturhaldsliðið. Sjálvt ikki
tá EEC-stríðið leikaði á, og
hann legði doyðin á eina
upplýsing, hvørs hóvuðsúr-
slit var, at EEC ikki var ein
politisk, men ein rein bú-
skaparlig samgonga.
Men nu slepst eftir øllum
at døma ikki undan. Hann
hevur einki at bjóða fram
sjálvur. Hann brúkar allar
sínar kreftir til at siga fólki,
hvat hini gera skeivt. Sjálv-
andi hevur hann frælsi at
gera tað, men tað hevur
ongan javnað við sær og tað
skerjir alt brødralag.
Dånial Jåkup Jørgensen
Barnaansingin í Nólsoy
Eftir eina eftir mínari metan
konstruktiva men kritiska
grein um barnaansingar-
stovnin í Nólsoy er líkt til,
at bygdaráðslimurin Leo
Poulsen er farin at ganga
„verbala berserkaragongd“,
fyrst í dimmu og síðani í
dagblaðnum. Greinin hjá
Leo er ikki degnalestur og
als ikki svarð uppá mínar
viðmerkingar um barnaans-
ingarskipanina í Nólsoy,
men heldur persónligt brigsl
úr enda í annan og sum eg
ikki kenni aftur.
Eg loyvi mær tí at end-
urtaka fyri Leo, hvat málið
snýr seg um:
Skulu vit krevja eitt åvist
fakligt stødi fyri leiðsluna
á einum dagstovni, sum skal
ansa børnum frá 0 - 9 ár í
12 tímar um dagin, 5 dagar
um vikuna ? Skal ein máls-
etningur verða við stovn-
inum, sum sigur hverja
menning børnini ætlast at
fáa og hvussu arbeiðast skal
við hesum ? Eg óttast fyri,
at eingin pedagogiskur mál-
setningur er. Hvat við teim-
um børnunum, sum hava
serligan tørv ? Hvar flóta tey
í hesum samanhangi?
Hvórji króv skulu setast
til fysisku rammunar um
barnaansingarstovnar sum t.
d. tann í Nólsoy ? Er tað
neyðugt við leikum til bør-
nini og hvat slag av leikum
skal tað verða ? Mær kunn-
ugt er sera ymiskt, bæði í
mun til aldur og menning-
arstødi annars, hvat best er
at nýta.
Talan er sostætt ikki um
at seta niður á ávísar per-
sónar, men almennar við-
merkingar = til hvussu
barnaansing skal skipast í
Føroyum ár 2000 og við
stóði í tí, sum eg sá og
hoyrdi til almennu m6ttøk-
una á Nólsoyar kommun-
uala dagstovni 11-9-1999.
Og hetta hevur Leo ikki
fata! Eg helt tað verða sera
aktuelt at skriva um evnid
júst nú, tå Almanna- og
Heilsumálastýrið arbeiður
við ein barnagarðslóg, sum
skal setast í verk á nýggj-
árinum.
Leo er kendur fyri at hava
umboðað fólkaflokkin, sum
sigur seg at verða frælslint-
an og ganga inn fyri fríðari
kapping. Einkið av hesum
havi eg hóma í framferðini
hjá Leo í hesum máli, sum
spyr, hvat eg billi mær inn,
tá eg gevi til kennar mína
hugsan á prenti og soleiðis
geri nýtslu av talu/skrivi
frælsinum. Hetta frælsi var
bannlýst í fyrrverandi Sov-
jetsamveldinum - og í dag
vita oll, hvat hetta førdi til
av vanlagnu eins og so
nógva aðrastaði í Verðini.
Helvtin av møguligu brúk-
arunum hava valt ikki at
gera nýtslu av tí barnaans-
ingartænastu, sum Nólsoyar
Kommuna bjóðar framm.
Hetta er ikki vegna vænt-
andi tørv á tænastuni, men
tí tey ikki meta hana at
verða nóg góða. Her átti
Leo at virka fyri, at hesi
fingu somu rættindi sum
hini og fingu stuðul á jøvn-
um føti til eina skipan, sum
hesi kunnu góðtaka. So
hevði verið kapping um,
hvor kundi veita tað bestu
tænastuna og hetta átti hin
frælslynti Leo at gingi á
odda fyri. Leo átti at vita,
at kapping er sunn og elvir
til dygdargóðar tænastur,
sum brúkarin er nøgdur við.
Stuðulin, sum tað almenna
veitir til barnaansing, tað
veri seg kommunalur ella úr
Landskassanum átti at fylgt
barninum. So kundu for-
eldrini sjålvi rátt fyri, hvar
tey nýttu peningin og á tann
hátt staðið fríð í valinum
um, hvussu tey ynsktu, at
teirra børn skulu ansast
Nólsoy 21. September
1999
Petrica Christiansen