fríggjadagur 24. september 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
st
NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999
tidindabladid
23
Såttmålasamrådingarnar
ganga við fullari ferð
Fótbóltur: Fótbóltssógurnar eru
nógvar, men higartil hevur lítið verið
at frætt um, hvat spælarar og venjarar
fara at arbeiða komandi ár
Fad plagar at vera í mai
mánaði, at stóri áhugin
plagar at verða snaraður
móti arbeiðsmarknaðinum,
tí tá plaga sáttmálasamráð
ingarnar at vera.
Um heystið plagar tað at
vera friðaligari, hvat sátt
málasamráðingum viðvík-
ur. Onkrir sáttmálar millum
figgjarmålastyrid og fakfel
og hjá alment løntum eru
ikki komnir upp á pláss enn,
men tað hoyrist lítið um, at
virksemið er serliga stórt í
hesum sambandi, og tá tað
ikki hoyrist um hetta í fjøl-
miðlunum, so er neyvan
stórt virksemi, tí kunning í
fjølmidlunum um samráð-
ingarnar plagar so at siga at
vera ein partur av samráð-
ingunum.
Ødrvisi skipan
A einum øðrum arbeiðs-
marknaði er virksemið stórt
í hesum døgum, sjålvt um
tað ikki hoyrist so nógv um
tað. Á hesum arbeiðs-
marknaðinum er eitt av eyð-
kennunum nevniliga, at tað
verður millum lítið og einki
tosað, fyrrenn sáttmálarnir
eru komnir uppá pláss.
Arbeiðsmarknaðurin hev-
ur við fótbóltin at gera, og
tey, sum eru uppii, eru ikki
arbeidsgevarafeløg og løn-
móttakarafelog. Tá tað
kemur til fótbólt er arbeiðs-
marknaðurin skipaður, sum
vanligi arbeiðsmarknaðurin
var skipaður fyri einum
hundrað árum síðani, og tað
vil við øðrum orðum siga,
at hann er als ikki skipaður
I væl skipadum samfeløg
um verður tað mett sum ein
sjálvfylgja og ein styrki, at
arbeiðsmarknaðurin er skip
aður. Í fótbóltsheiminum
kemur hetta als ikki upp á
tal, og har kunnu vit siga,
at allir partar telva móti
hvørjum øðrum.
Nógv virksemi
og lítið prát
Nú er bara ein góð vika
eftir, inntil fótbóltsárið 1999
heima á landi verður liðugt,
og tí ræður um hjá feløg-
unum at tryggja sær, at
spælaragrundarlagið kom-
andi ár verður so gott, sum
tað á nakran hátt ber til.
Teir flestu sáttmálarnir,
sum eru galdandi millum
feløgini og spælararnar,
røkka fram til hetta kapp-
ingarárið er liðugt, og tað
vil við øðrum orðum siga,
at teir eru bara galdandi í
eina viku afturat.
Í grundsáttmálunum, sum
eru teir, ið såttmålanevndin
hjá Fótbóltssambandinum
skal góðkenna, stendur, at
feløgini og spælararnir hava
ikki loyvi at tosa um nýggj-
ar sáttmálar við ávikavíst
aðrar spælarar og onnur fel-
og, meðan ein annar sátt-
máli framvegis er galdandi.
Tí er ikki so nógv at frætta
|
|
akkurát nú, men tað er eing-
in loyna, at feløg og spæl-
arar tosa saman, sjálvt um
tað formliga ikki verður
mett sum sáttmálasamráð-
ingar.
Tað ber altíð til at leingja
ein sáttmála, soleiðis at
hann verður galdandi í t.d.
eitt ár afturat, og eftir hvat
vit skilja, so eru fleiri
sovornar avtalur gjørdar í år
millum feløg og spælarar,
sum sostatt komandi ár fara
at vera í vinnu hjá sama
arbeiðsgevara.
Langi endin
Mest áhugaverdu spælarar-
nir eru landsliðsspælararnir,
sum framvegis spæla fót-
bólt í Føroyum. Teir sita við
langa endanum, tí tað eru
fleiri feløg, sum friggja til
teirra, og kanska meiri enn
nakra aðra staðni á arbeiðs-
marknaðinum er prísáset-
ingin grundað á útboð og
eftirspurning galdandi á fót-
bóltsmarknaðinum. Tí hava
teir landslidsspælararnir,
sum ikki longu framman-
undan hava bundið seg at
spæla í sama felag komandi
Ion Gaulgao hevur
sáttmála við HB næsta
ár. Mynd: Alvur
Haraldsen
ár, ráð at bíða, meðan feløg-
ini so ógvuliga fegin vilja
hava teir í starv hjá sær.
Hvussu nógv teir ein-
støku spælararnir fáa i løn
verður ikki upplýst alment.
Søgurnar eru nógvar um,
hvussu nógv teir ymisku
fáa, og at sumt fer gjøgnum
skattaskipanina og sumt fer
aðrar vegir. Um søgurnar
eru bara partvís sannar, so
hava feløgini nógv størri
figgjarliga orku at rinda løn-
ir við, enn tað kann roknast
við av sovornum áhuga-
feløgum.
Nakað annað er, at
gongdin í flestu feløgunum
tykist fara at verða, at talið
á spælarum, sum í framtíð-
ini verða sáttmálasettir, fer
at lækka. Kappingin er og
fer at verða um teir bestu
spælararnar, og tað tykist
longu hava havt við sær, at
bestu spælarunum fara
stórri upphæddir at standa í
boði, meðan liðfelagarnar
mugu finna seg í at fáa
minni ella kanska onga løn.
Venjararnir og feløgini
I bladnum i gjår søgdu vit,
at Gøtu ltróttarfelag og
Johan Nielsen hava longt
såttmålan, soleidis at Johan
Nielsen i år 2000 å åttanda
åri fer at standa å odda fyri
besta liðnum hjá GI, sum
undir hansara leiðslu vann
trý meistarheiti (Páll Guð-
laugsson var venjari, tá GI
vann fjórða meistaraskapin
á rað).
lon Geolgau hevur sátt-
mála við HB fyri komandi
ár, og Tomislav Sivic hevur
sáttmála við B36 fyri kom-
andi ár. Í sáttmálunum
stendur, at tað ber til at siga
hann upp við einum mánaða
uppsagnarfreist. lon Geol-
gau verður í HB komandi
ár, meðan tað tykist vera eitt
sindur = meiri ivasamt,
hvussu að verður við B36
og Tomislav Sivic.
Burtursæð frá Johan Niel-
sen og so Trygva Morten-
sen, sum tók ábyrgdina á
seg í NSI, tá teir hildu tað
vera neyðugt at síga út
lendska venjaran úr starvi,
hava eingir 1. deildarvenj-
arar verið føroyingar í 1999,
og soleiðis sum vit hava
skilt tað, so eru eingi sátt
målavidurskifti, sum forða
fyri, at teir verða skiftir út.
Hetta er eisini galdandi fyri
NSI venjaran.
Venjararnir, sum fram-
vegis samráðast við feløg-
ini, sum teir eru í, ella sum
hava fingið at vita, at teir
fáa ikki sáttmálaskeiðið
longt, ella sum sjálvir ikki
Nú er bara ein góð vika
eftir, inntil fótbóltsárið
1999 heima á landi
verður liðugt, og tí ræð-
ur um hjá feløgunum at
tryggja sær, at spæl-
aragrundarlagid kom-
andi år verdur so gott,
sum tad å nakran hått
ber til. Mynd: Alvur
Haraldsen
ynskja at halda fram, ella
sum framvegis bida eftir
einum útspæli frá felagnum,
sum teir í ár hava verið í
tænastu hjá, eru Tony Paris
í KI, Piotr Krakowski, IF,
Bjørn Krog, B68, Ivan
Hristov, B71, Krzysztop
Popczynski i VB og Milan
Cimburovic i Sumba.
Um eina g60a viku ella
so fara vit ivaleyst at frætta
meiri um hetta
jh
Í leygardagsblaðnum hava vit sum vanligt
upptakt til allar 1. deildardystirnar í mansfót-
bólti, sum verða spældir kring landið sunnu-
dagin.
Itrottar-Sosialurin
— vit fylgja vid