Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 1999síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i 5 Få NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999 BV) Heilsanir Góða mostir og gumma Vit ynskja tær hjartaliga til- lukku við degnum í dag 24.9. Keðiligt vit íkki kunnu verða við til føding- ardagin. Nú mugu tit oll hugna tykkum. Vit umborð á Norrønu Góða Amanda Góða omma! Hjartaliga tillukku við 70 ára fødingardegnum, og alt tað besta í framtíðini. Ynskja Helga, Jeannet & Linda Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Heilsan Kára nØvnGE) s ferðir um Vil" GEVID GÆTUR: Bert heilsanir, skrivadar å henda lepan og goldnar frammanundan vid 20,- kr. i 2 frímerkjum, Q krossadum kekki fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðsluni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið j } annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. J Týsd. Í Mikud. OJ Hósd. Í Fríggjad. J Leygard. tann ynskta. MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn Sent hevur (skal fyllast út). Navn: eee Bustaéur: Sendið lepan, mynd og gjald til: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76, 110 Tórshavn Merkið bjålvan: »NØVN NU« tíðindablaðið Góða Rúna Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum her ert tú ógvu- liga fitt. Ynskir ein sum er góður við teg Góða dóttir Hjartaliga tillukku við tí runda degnum 24. septem- ber. Harrin signi teg. Takk fyri alla hjálp tína. Kærar heilsur mamma ynskir Góða Rúna Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum, vit gleða okk- um til ballið í kvold. Ynskja við familju systrarnar 3 ef Góða fitta Sunnvá Eg, mamma og ynskja tær hjartaliga til- lukku við 7 ára fødingar- degnum. Heilsan Solveig omma Góða systir! Hjartaliga tillukku við tín- um runda fødingardegi 24. sept. Takk fyri tína vælvild og stuðul. Minnist tú hend- an túrin? Kærar heilsur bróður tín Pauli Ask evlinnr æg Talvudagur fyri Sunnudags- skúlan hjá Heimamissiónini Sunnudagsskúlin hjá Kirkj- uligu Heimamissiónini virkar í nærum øllum bygd- um í landinum. Fólk í øllum aldri minnast aftur á barnaár hvar ein nátturligur partur av sunnudegnum var at fara í sunnudagsskúla. Igjøgnum mong år hava trúgvir sunn- udagsskúlalærarar verið við at boða boðskapin um Jesus Kristus fyri børnum. Í alt 60 sunnudagsskúlar eru til- knýttir sunnudagsskúlan hjá Heimamisstónini. Umframt hetta hava eisini 5 sunnu- dagsskúlar í Danmark til- knýtið til Heimamissiónina í Føroyum. Hesir sunnu- dagsskúlar hava uml. 3.000 børn sum trúliga møta upp viku eftir viku, hóast tilboð- ini til børnini eru mong í dag. Sunnudagsskúlin verður stýrdur av eini landsnevnd, sum hevur til høvudsupp- gávu at stuðla arbeiðinum, ráðgeva sunnudagsskúla- lærarum og skipa fyri lands- arbeiðið runt um landið. Til at samskipa tær ymisku og fjølbroyttu arbeidsuppgåv- urnar i ti dagliga hevur sunnudagsskúlin ein barna- rådgeva og ein hjálpartrú- bodara i starvi. Landsnevndin er skipað við fólkið úr ollum landi- num og stendur á odda fyri arbeiðinum sum Sunnu- dagsskúlin hjá Heimamiss- 16nini ger. Summarlegur Tað størsta tiltakið hjá Sunnudagsskúlanum eru summarlegurnar, sum á hvørjum ári savnað nógv børn og vaksin saman. I ár hava legur verið í Legu- húsinum í Nesvik, í Sørvågi og í Porkeri. A summarlegum er bæði gaman og álvara á skránni hvønn dag. Børnini fáa eitt hefti við 5 bíbiltímum, sum verða hildnir hvønn dag á leguni, tey hava ymiskar kappingar, gera ítriv, fara útferðir o.m.a. Tiltøk Sunnudagsskulin skipar eis- ini fyri tiltókum fyri børn- um ymsastaðni. T.d. er van- ligt við felagssunnudags skúla fyri ávís øki. Til hesi tiltøk er ofta okkurt spenn- andi á skránni, sum ikki er til ein vanligan sunnudags- Talvudagur Sunnudagsskúlin hjá Heim- amissiønini hevur hvort heyst ein talvudag í kirkjum okkara. Her verður savnað inn til arbeiðið, sum sunnu- dagsskúlin ger. Í ár verður talvudagurin komandi sunnudag 26. sept. Landsnevndin = takkar hjartaliga fyri valvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna sum kemur inn. Til ævigar tíðir Til ævigar tíðir vilja danir geva okkum pengar, so okk- um ikki tørvar at spara ella hava ábyrgdarfullar polit- ikkarar. Hetta trúgva óiva nógvir av mínum lands- monnum, og teir føra tað fram allastaðni. Men hvar eru prógvini, so at tú kanst líta á tað teir siga. Eru onkrar altjóða lógir? Stendur tað í grundlógini? Hvussu gagnast hesir peng- ar? Hvat kosta teir? Eru tí- líkar veitingar góð »latin« aðrastaðni. Teir hava havt eitt stand- ard svar. Heimastýrislógin! Tað orðna danir! Legg teg í frið afturá aftur. Tað eru teir, ið skulu spyrja, og teir spyrj aog spyrja, júst sum í »Øskud6lgi og Sópingar- konu«, »Hvussu skulu vit liva, um eingir pengar ur Danmørkini koma«. Man hetta vera ein serføroysk visa. Hevur hon ikki onkra skildkonu? Neyvan er hon hugsa til eina tjóð, heldur til menning av tí einstaka, sum til alla tíðir og í øllum londum hevur stúrt fyri at byrja nakað nýtt. Tað er umhgusningar vert, at ríkisstuðulin við- hvort verður sagdur at vera góðar 900 mill. kr. og við- hvort góðar 1300 mill. kr. Í tí seinra talinum er eitt væl- útgjørt nýmótans krigsskip, við eini herstøð á landi og so Ríkisumboðið. Hví verJ)- ur hetta yvirhøvur nevnt? Er tað fyri at nærkast sannleik- anum? Skulu vit eisini skuldskrivast fyri danskar skyldur í NATO? Sama skili er, tá ið Grøn- land ræður. Har verða tøl sum 2800 mill. kr., 3600 mill. kr. og at veitingin fór at tåtta í 3 milliardir. Sam- stundis í sama mánaða verður sagt, at unga fólkið í Grønlandi flytur úr landin- um sum ongantíð. Yvir 500 fólk um árið. Ikki í útbúgv- ingar ørindum, men tí tey eru arbeiðsleys. Mundi tað hjálpt um danir lótu fleiri pengar? Og stødan hjá nógvum børnum verður samanborin við støðuna hjá teimum í triðja heiminum. Til næstaseinasta val trúðu nógvir føroyingar, at tað var bara at fáa rottu fólk- ini á ting, sum kundi fara til Danmark og biðja um 3 milliardir. Sambandsflokk- urin, sum hevði henda ein- falda boðskap, fekk eitt rimmar val, men ongar milliardir. Tað gjørdi mær stóran mun og undrar meg egg, at skilagóð fólk, tú tos- aði við, kundu trúgva hes-, um. Danskir politikkarar eru sjálvandi nógv bundnir at, hvat fólkið meinar, og hvat fólkið meinar veldst nógv um, hvat tíðindafólkini siga teimum. Inni í heilanum á øllum dónum, uttan mun til hvussu nógv tey hava lisið um Føroyar, er ein glans- mynd av dønum sum hin miskunsami samariubúgv- in, ið hjålpir ti neyðstadda. Tað kostar Danmark nógvan pening at hava For- oyar, tað ivast eingin av teimum í, og at teir fáa einki aftur fyri uttan skomm skitna løn. Hetta havagq allir føroyingar fingið rikið i næsarnar. Ja, um teir so bara hava verið í Danmark og ferðast. Men flestu føroy- ingar plagdu at yvirhoyra hetta, ella enntá verja danir við, at teir kenna so lítið til Føroyar. Hetta er skammiligt fyri tvær norrønar brødratj6dir. Og danski fjølmidlaheimur- in vålkar sær alsamt. Nei, nú er tíð uppá at gera upp millum londini, men einki land hevur nakrantíð bara so hissini givið nakað land frá sær. Tað fátæka Portugal brúkti um helm- ingin av fíggjarlógini í An- gola og Mosambik. Kenslur kunnu kosta pening. Danir eru eisini hamskiftir, nú vilja teir fyri alt tað, sum er, hava okkum í ríkisfel- agsskapinum. Men teir eru sperdir. Nógv meir enn vit ána staendur uppá spæl hjá teimum. Heimsins eygu hvíla á teimum. Hvat feilar har nú. Hugt verður i bøkur og greinar har hin hálovaða heimastýrislógin = verður umrødd. Hvat er nu til råd at taka? Tað sama sum tú hevur sæð í nærum øllum londum. sum hava fingið frælsi. Tað sum umráður. Tað altav ger- andi er at fáa so nógvar av landsins egnu íbúgvarum at gera tað skitna arbeiði. So kunnu teir sjálvir alfaðirliga standa við bros um verr og hyggja at. Tá ið Franco skuldi herja á Madrid, ráddu allir herovastarnir frá, tí hann hevdi bara fýra kol- onnir (stór herdeild). manglaði minst eina kol- onnu. Tá svaraði hann tey nú tiluknu ordini: »Fimta kolonnan er inni í Madrid<. Steinbjørn B. Jacobsen