leygardagur 15. januar 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
39
Íslendskur
lestrarstuðul
Íslendska Mentamálaráðuneytið bjóðar føroy-
ingum at søkja stuðul (69.000 ísl.kr. um mánaðin
í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og
bókmentum á heimspekideild Háskóla Íslands
lestrarárið 2005/06. Upphæddin røkkur til vistar-
hald.
Studentunum verður útvegað innivist á
studentagarði, og húsaleigan verður goldin av
studninginum.
Námið byrjar 1. september 2005 og endar 30.
apríl 2006.
Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi týsdagin 1.mars 2005 kl.12.00. Um-
sóknarblaðið fæst á Setursskrivstovuni.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
tlf. 352500, fax 352501
Umvæling av
hvítvørum
Vit umvæla flest øll sløg av hvítvørum.
Hvítvøruumvæling
Tlf. 284004
Skrivari til
landsapotekaran
at byrja 1. februar 2005 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
• Telefonavgreiðsla
• Fyrifallandi skrivstovuarbeiði
• Journalisering
Krøv til umsøkjarar:
• Viðkomandi útbúgving
• Dugir journalisering
Vit kunnu bjóða:
• Sjálvstøðugt arbeiði
• Møguleika fyri víðari útbúgving
Setanartreytir:
• Løn- og setanartreytir smb. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Umsóknarfreistin er 24. januar 2005 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum og
viðmæli skulu sendast til:
Landsapotekaran
Staravegur 15
Postboks 3087
FO-110 Tórshavn
Rakstrarleiðari
til fyritøku á Toftum
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til fiskavirkið
Valhalla P/F á Toftum.
Valhalla P/F er ein fyritøka, har høvuðsvirksemið
er framleiðsla og søla av feskari fiskavøru av
bestu góðsku. Vøran verður seld í Europa og
Stóra Bretlandi.
Valhalla P/F hevur síðani byrjan havt stóran
vøkstur og inntøku. Framleiðslan á Toftum liggur
um 5.000–6.000 tons um árið. Stórir møguleikar
liggja fyri framman;at royna hesir er treytað av,at
finna rætta rakstrarleiðaran, sum megnar at
ímøtikoma teimum.
Høvuðsuppgávan verður at optimera núverandi
framleiðslu. Eftirhondini vil eisini ein stórur part-
ur av arbeiðnum verða samferðsla við fiskibátar,
innkeyp á fiskamarknaði og framleiðsla av nýggj-
um vørum.
Vit vænta av tær,at tú á ein leiðandi hátt í tøttum
samstarvi við stjóra og onnur starvsfólk í fyri-
tøkuni kanst tryggja virkinum eina positiva
menning.Tað er umráðandi,at tú hevur góð sam-
starvsevnir, ert álítandi og megnar at taka
ábyrgd.
Vit bjóða eitt starv, sum er áhugavert við atliti til
ávirkan, sjálvstøðuga tilrættisleggjan og møgu-
leikar til menning.
Løn eftir førleika. Við tíðini, møguleika fyri at
starvast eftir eini bónusskipan
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi innan
28. januar 2005 og sendast til:
Valhalla P/F
FO-650 Toftir
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
stjóran Peter Vognsen Nørgaard á tlf. 449780.
Deildin fyri sinnisveik søkir eftir
2 stuðlum
til sinnisveikan mann
í Suðurstreymoy
Søkt verður eftir 2 avloysarum at arbeiða sum
stuðul fulla tíð í tíðarskeiðinum 01.03.2005 til
31.08.2005. Møguleiki er fyri føstum arbeiði á
sambýlinum fyri sinnisveik í Sandavági, tá tað
opnar umleið 01.09.2005.
Arbeiði hjá stuðlunum fevnir um:
•
At stimbra og menna praktiskar og sosialar
førleikar hjá brúkarunum.
•
At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúk-
arin ynskir ella hevur tørv á.
•
At geva ráð og vegleiðing í vanligum dag-
ligum virki,so sum matgerð,reingerð,klædna-
vask, handilsørindum og øðrum, samstundis
sum hædd verður tikin fyri, hvat brúkarin
megnar.
•
At skipa so fyri, at brúkarin fær møguleikan at
leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað
verður í samsvar við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:
•
Kanst arbeiða sjálvstøðugt og einsamallur í
heimi brúkarans og samstundis kanst átaka
tær, at arbeiða í einum øki, har tað ræður um
intutión.
•
Ert tolin og hevur eina positiva menniskja-
fatan.
•
Kanst handfara og trívast við einum arbeiðs-
degi, ið onki kann sigast um frammanundan.
•
Er sterkur bæði til likams og sálar.
•
Tú hevur royndir innan psykiatriska økið.
Lønar- og setunartreytir:
Talan er um 2 avloysarastørv innan Heimarøktina
og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðs-
tíðirnar
eru
skiftandi
dag-,
kvøld,
og
vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjar-
málaráðnum.
Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá
Regini Johansen, leiðara, tlf. 354020.
Umsóknarfreistin er sett til tann 26.01.2005, og
umsóknir skulu sendast til:
Deildin fyri sinnisveik
Att: Regin Johansen
Løkjatún 1
160 Argir