leygardagur 25. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
= VU
DONG hevur i 1998 og 99 hevur havt 6 føroyskar
kandidåtar í starvi í 3 til 6 mánaðir, sum TRAINEES
innan olju-gass-viðkomandi økir. Áhugin fyri prak-
tikkplåssunum hevur verið so mikið stórur, at vit nú
aftur bjóða 2 kandidátum møguleika fyri at fáa
arbeiðsroyndir innan olju- og gassøkid. Útveljingin av
kandidátum fer fram í samstarvi við Atlantic
Petroleum.
GEOLOGUR/
GEOFYSIKARI
… eee……eeen00rec0ec00000 00000000 000000
Geologar og geofysikarar hjá DONG fáast við viðger av
geologiskum og geofysiskum kunningartilfari við atliti til
at eyðmerkja meguligar fundir av olju og gassi í undir-
grundini. Viðkomandi kandidátur skal vera í holt við ella
hava lokið eina geologiska/geofysiska útbúgving.
Starvsvenjingin gevur meguleika at arbeiða saman við
geologum og geofysikarum við munandi royndum innan
leiting eftir kolvetni. Starvsvenjingin fer í fyrsta lagi at
fevna um tulking av geologiskum og geofysiskum dáta
við atliti til skráseting av meguligum olju- og gass fun-
dum í undirgrundini.
RESERVOIR
VERKFRØDINGUR
…… mee…ecs0000cscr…… Fececc00c0000r0… eee
Reservoir-verkfrødingar hjå DONG fåast vid meting og
tilrættarlegging av gagnnytslu av olju- og gassfundum.
Viðkomandi kandidátur skal vera i holt við ella hava
lokið eina viðkomandi útbúgving innan verkfrødi.
Starvsvenjingin gevur meguleika at arbeiða saman við
verkfrødingum við munandi royndum við at meta um
olju- og gassøkir. Starvsvenjingin fer í fyrsta lagi at fevna
um at arbeiða við reservoirmodellum, menning av fram-
leiðsluprofilum og konseptum í samband við útbygging
av oljuøkjum.
PETROFYSIKARI
Petrofysikararnir hjá DONG eru serfrødingar, ið trygg-
ja best møguligu gagnnytslu av fysiskum måtidåta, sum
verða savnað í samband við boring av leiti- og fram-
leiðslubrunnum. Viðkomandi kandidátur skal vera í holt
við ella hava lokið eina viðkomandi útbúgving innan
verkfrødi ella geovisind.
Starvsvenjingin gevur møguleika at arbeiða saman við
verkfroðingum, geologum og geofysikarum við munandi
royndum við at meta um brunndáta. Starvsvenjingin fer at
umfata arbeiði við tulkingarætlanum til meting av dáta um
brunnar, ið eru savnað inn við hjálp av boriholsondum.
GODSKUSTYRING/
UMHVØRVI
DONG arbeiðir miðvíst við góðskustýring og
umhvervisviðurskiftum. Arbeiðsekini fara at fevna um:
* Góðskustýring eftir ISO 9000 skipanini
* Umhvervisarbeiði í samband við "Grønt
Regnskab” og umhvervisleiðsluskipanir.
+ Arbeidsumhvørvi og meting av arbeiðsplássum
Viðkomandi kandidåtur skal vera í holt við ella hava lokið
útbúgving innan verkfrødi, evnafrødi ella líknandi útbúgv-
ing og viðkomandi skal eisini hava hollan kunnleika til
enskt mál.
BUSKAPARFRØDINGUR
…… oooo00eee… ……eos0000000r0r0……… o…— …—m—
Greining av iløgum, prospektmeting o.a.
* Rakstrarbúskaparligar greiningar, herundir greining
av iløgum, metingar av prospektum í samband við
luttoku hjá DONG í oljuletingum, útbyggingum og
framleiðslu av olju og gassi.
* Fylgjurokningar av nýggjum infrastrukturi
* Leypandi metingar av útvinningarloyvum.
* Arbeiði við innanhýsis notatum og avgerðarnota-
tum til leiðslu og nevnd.
* Arbeiði við fíggjarstýring.
Búskaparstýring, m.a. í samband við útvinningar-
loyvir hjá DONG
* Búskaparstýring, herundir kostnaðarstýring/uppfyl-
ging av virksemi felagsins í útvinningarloyvum.
* Ger av fíggjarætlan og uppfylging — serliga í sam-
band við leiting, útbygging og framleiðslu.
* Arbeiði við innanhýsis notatum og avgerðarnota-
tum til leiðslu og nevnd.
* Arbeiði við fíggjarstýring.
Fyri bæði storvini er galdandi, at viðkomandi kandidátur
skal vera í holt við ella hava lokið útbúgving innan
búskap. Kandidåturin skal hava góð analytisk evnir og
skal kunna loysa uppgávur við atliti til búskaparlig og
handilslig sjónarmið.
LØGFRØDINGUR
LL 00000000 00000000 00 00000000
Løgfrødiliga virksemi hjá DONG fevnir um løgfrødiligar
spurningar í samband við framleiðslu- og leitingarloyvir,
sáttmálar o.a. Starvið fevnir um løgfrødiliga hjálp til
aðrar løgfrødingar á deildini, við kanningum og ger av
sáttmálum og brevum umframt hjálp til sáttmálasam-
ráðingar og viðlíkahald av dátabasum. Kandidáturin skal
vera í holt við ella hava lokið løgfrødiliga útbúgving.
KT STARVSFÓLK
LL a a ere 000
KT deildin hjá DONG tekur sær av raksturi og viðlíka-
haldi av miðstaðar KT skipanum hjá samtekuni umframt
menning og viðlíkahald av skipanum, ið samtekan sjálv
hevur ment. Skipaninar fevna um Windows NT, Novell
Netware, VMS, UNIX, TCP/IP (net), Oracle (dåtabasar),
SAP R3 (rammuskipan) og Groupwise/Docuwise (elek-
tronisk post- og skjalstyring). KT deildin veitur tænastur
til uml. 550 brúkarar, bæði á høvdusskrivstovuni i
Hørsholm og til økir í Jútlandi og á Sælandi
Starvsvenjingin gevur møguleikar fyri at arbeiåa innan
PC uppseting/-vidlikahald, fyrisiting av netverkum
brúkarahjálp, fyrisiting av dåta basum o.a
… AAA aa aaa
Fyri all størvini er galdandi, at kandidátar skulu hava góð
samstarvsevnir, royndir og evnir til at arbeiða við KT á
brúkarastoði. Kandidátar, sum søktu um plåss til seinas-
tu starvslýsing, uttan at fáa starv, verða bidnir um at
sekja aftur.
Umsóknirnar (á donskum máli) merktar “trainee", við
avritum av þrógvum, skulu sendast til DONG,
Personalechef Bodil Jensen, Agern Allé 24-26, DK-2970,
Hersholm, Danmark.
DONG arbeiðir við leiting, framleiðslu, flutningi,
útbreiðslu, goymslu og handli við olju og natúrgassi
Samtøkan hevur um 600 fólk i starvi og hevði í 1998
ein umsetning uppá 6,5 mia. kr. og úrslitið eftir
skatt var 666 mió. kr. Hovuðsskrivstovan liggur
i Forskningcenteret í Hørsholm, norðan fyri
Keypmannahavn.
Atlantic Petroleum varð stovnað 11. Februar 1998
Stovnararnir eru tey størru vinnuvirkini í Føroyum.
Endamálið við Atlantic Petroleum er at taka lut í
leiting og framleiðslu innan oljuvinnu á foroyskum eki
og seinni, at víðka virsemi út um føroyskt eki.
Atlantic Petroleum hevur eina eginogn áljóðandi
29 mió kr.
Les meira um DONG á heimasíðuni: www.dong.dk, um
Atlantic Petroleum á: www.petroleum.fo, og hini
felogini í The Faroes Partnership á heimasíðunum:
www.hess.com, www.hydro.com og www.lasmo.com
DONG samstarvar við Atlantic Petroleum, Amerada Hess, Norsk Hydro og Lasmo í
THE FAROES PARTNERSHIP
=) 196 B
Atlantic
Petroleum