Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i LL NR. 182 - 25. SEPTEMBER 1999 tidindabladid e-mail: eydunØsosialurin.fo unum num Eingin ivi er um, at stóra slagið i hesum umfarinum er dysturin í Gundadali millum B36 og KI. Tá tey bæði liðini, ið hava verið tey, ið hava myndað toppin í fótbólts- kappingini í ár, hittust í Klaksvík, vann KÍ 3—2, og tå var undirhaldið í topp. Eg rokni við, at tað verður á sama hátt í morgin. Vit hava spælt tríggjar avgerandi dystir í Gunda- dali í ár, og tað hevur verið spennandi hvørja ferð. At vit hava vunnið tvær ferðir móti HB og eina ferð móti B36 ger. at sjálvs- álitið er í lagi, nú vit fara suður, og úrslitini hava verið so støðug í ir, at sjálvandi trúgva vit uppá, at tað fer at bera til at vinna og harvið fáa FM heitið til hødlar í morgin, sigur Harley Bertholdsen hjá KÍ. Hann heldur. at áskoðararnir hjá KÍ á ein serligan hátt geva seg til kennar, tá teir eru í Gundadali Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Altid stuttligt í Gundadali Fótbóltur: Allir spælararnir hjá báðum lið- eru tøkir til stórdystin í hesum umfari- nógvir, og so bakka teir okkum upp sum onga aðra staðni. Tað er heilt fantastiskt, og hetta lyftir okkum inni á vellinum upp. At vit hava spælt nakrar av bestu dystunum í Gundadali kemst partvís av, at mótstøðuliðini eru sinnad at spæla góðan fótbólt, og partvís av at tað hevur staðið nógv uppá spæl hvørja ferð, og ti hava vit allir verið so nógv upp settir I B36 eru allir spælararnir tøkir til stórdystin í morgin, og í Klaks vík rokna teir eisini við, at allir fara at vera tøkir i morgin. Jan Allan Múller hevur ikki vant síðstu fjúrtan dagarnar, men hann spældi ímóti Sumba, og teir rokna við, at hann fer at spæla í morgin Rógvi Jacobsen hevur ikki vant hesa vikuna, tí hann hevur trupul leikar í rygginum, men teir rokn aðu í gjár við, at hann fer at spæla Fyri tað fyrsta eru teir altíð 27. Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo jh Jákup á Borg og Marek Vierzbicki fara sunnudagin at dystast í Gundadali. Mynd: Alvur Haraldsen Mistu 700 Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá B36 ta síðstu tíðina. Fyrst megnaðu teir bara javnleik á Sandi, so taptu teir móti HB, og sunnudagin taptu teir aftur — hesa ferð í Gøtu. — Vit hava framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna FM, og vit leggja stóran dent á at stridast fyri ti møguleik- anum. Fuglfirðingar ar hava nógv at stríðast fyri bæði móti GÍ og KÍ, og tá tú ert so sperdur, sum teir í IF eru, so hevur tað ofta víst seg, at óvæntað úrslit kunnu spyrjast burturúr. Hetta sigur Kjartan Mohr, peningargkil í B36. Men samstundis ásannar hann, at tað er møguleiki fyri, at B36 eisini kann enda á fjórða plássinum: — Vit mugu vinna tað, sum er eftir at spæla um, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber. Tá vit líta aftur á kapping- arárið, so iðra vit okkum um nakrar avgerðandi støður, eitt nú at vit ikki megnaðu at skora uppá seinna brots- sparkið í Gøtu, og tá vit minnast aftur á dystin móti KÍ í Klaksvík, so mugu vit bara ásanna, at okkara spæl var gott, men at vit taptu, tí vit høvdu ein málverja, sum ikki var nóg góður, meðan KÍ hevði ein góðan málverja. — Nú aftaná síggja vit, at hesi mistøkini ivaleyst hava kostað okkum sjey hundrað túsund krónur, sum er munurin á tí, ið fæst fyri at koma í Europa Cup sum meistari og at koma í Europa Cup sum steypavinnari ella tapari í steypafinaluni og luttakari, tí KÍ verður meistari. Lítið plástur á sárið Í morgin fer B36 at fáa eina stóra inntøku. Tað RT roknað við, at eina staðni millum eitt túsund og fimtan hundrað klaksvíkingar koma í Gundadal, og um teir í B36 eru nóg ófgrir at krevja pengar inn, so átti tað at givið teimum eina inntøku uppá einar 75 túsund krónur. — Klaksvíkingarnir plaga at koma tíð- liga niðan, so vit mugu manna okkum væl og heita á innkrevjarnar at koma tíðliga, sigur peningarøkilin, sum vónar og roknar við, at hansara menn fara at gera alt fyri at geva áskoðarunum ein góðan og minniligan dyst í morgin. Harley ætlar túsund krónur sær at gevast Fótbóltur: Í B36 royna teir at trúgva upp á møguleik- an at vinna FM, men teir ásanna, at tað er meiri veru- leikanært at stríðast fyri næstfremsta plassinum Royndastu menninir á oddaliðnum í før- oyskum fótbóltir, eru Jan Joensen, sum er liðformaður, og Harley Bertholdsen, sum ofta hevur verið talsmaður hjá klaksvík- ingum og sum er varaliðformaður. Harley Bertholdsen snoddaði longu í 1988 til 1. deildarfótbólt, í 1990, tá John Kramer var venjari hjá KI, var hann nógv við, og síðani 1991, tá KI, við Peturi Mohr sum venjara, vann FM fyri sekstandu og higartil síðstu ferð, hevur Harley verið fastur maður á besta liðnum, og fótbólts- hugað komast ivaleyst enn við tiltikna mål- id, sum hann skoraði, tå KÍ í mest av gerandi dystinum um FM tað árið skoraði eitt frå- gera gott mál upp á langskot. Tað var tá klaksvíkingar á heimavelli vunnu 3-0 ímóti B36. Tá vit tosa við Herley Bertholdsen um stóru avbjóðingina í morgin í Gundadali, sigur hann okkum, at tað er sannlíkt, at dysturin í morgin verður tann síðsti stóri hjá honum í Gundadali. — Tá tú hevur verið leingi í einum felag, so hugsar tú nógv um hvussu tað verður við framtíðini, men um tað bara fer at ganga soleiðis, sum eg ætli akkurát nú, so fari eg ikki at spæla fótbólt á so høgum stødi komandi ár, sigur Harley Bertholdsen. Stórur munur á Harley Bertholdsen, sum rekur málinga- handil í Klaksvík, heldur, at tað er stórur munur á, hvussu fótbólturin verður rikin í Føroyum nú og fyri sjey árum síðani, tå hann var við til at vinna einasta FM heitið, sum KI hevur vunnið í hansara tíð. - Tá spældu vit við einum spildurnýggj- um liði, og tað var luturin hjá venjaranum at brúka tað fólkið, sum møtti til venjingar Nú er tað púra ødrvisi. Leiðslan í felagnum metir um, hvørji pláss á liðnum tað er neyðugt at fáa nýtt fólk til, og so verða nýggir spælarar fingnir til felagið, og eg haldi, at leiðslan í felagnum hevur verið heppin í valinum av útlendskum spælarum. Harley Bertholdsen staðfestir eisini, at tað er stórur munur á, hvussu nógv tíð verður brúkt upp á fótbóltin nú, sammett við fyri átta árum síðani: - Ég havi ikki roknað uppá, hvussu nógva tíð vit hava brúkt uppá fótbóltin í ár, men eg veit, at tað er kanska eins nógv og teir brúka í feløgum, har spælararnir eru full- tíðar yrkisspælarar. Hesin veruleikin er orsøkin til, at Harley nu ætlar at leggja skógvarnar á hillini. Er tað nú heilt víst? — Sum eg segði, so er hetta ætlanin hjá mær. Men av royndum veit eg, at tú skalt ikki vera ov avgjørdur, tá tú sigur nakað, so Vit fáa at síggja, hvussu tað fer at laga seg, men hetta er í hvussu so er ætlanin hjá mær. jh