Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 182 - 25. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 29 HB við Arge og Mørkøre á liðnum Fótbóltur: Brasilianski álopsmaðurin hjá toftamonnum er skaddur Allan Mørkøre og Uni Arge verða við á HB-liðnum, sum í morgin fer á Svanga- skarð at spæla móti B68. Men tað er neyvan av hesi orsøk, at dysturin er fluttur av grasinum og á graslíki. Nógv regn hevur verið sein- astu dagarnar, og tí halda toftamenn tað ikki verða ráðiligt at spæla á grasvøll- inum, hóast ætlanin var, at allir heimadystirnir í seinnu hálvu skuldu spælast har. Allan Mørkøre og Uni Arge eru báðir lidnir við teirra uppgávur í Íslandi fyri í år, og tí verða teir tøkir hjá havnaliðnum teir báðar seinastu dystirnar. Tað hevur týdning fyri teir báðar landsliðsmenni- nar, at teir eru í dystarvenj- ing til landsdystin 9. okt- ober, og tað passar væl sam- an vid ynski hjá havnalið- num um at styrkja seg, nú liðið roynir at vinna sær pláss í UEFA-Cup næsta summar. Hans á Lag hevur brotið fótin, og tí manglar sterki verjuspælarin í morgin. Fáa ikki mál B68 var við undirlutan, tá teir spældu á Sandi seinasta vikuskiftið. Teir høvdu fleiri góðar kjansir, men sum fleiri ferðir fyrr í ár, hvødu teir trupulleikar við at gera mál. Hesaferð er brasilianski álopsmaðurin Marcelo skaddur, og kann íkki spæla. Fyri hann fer møgu- liga Aksel Højgaard at spæla frá byrjan, men ungi Kristian Poulsen er eisini ein møguleiki. Annars eru allir tofta- menn tøkir, teir hava einki leikbann og eingir skaðar eru at stríðast við undan seinasta heimadystinum í ár. Ætlanin at leggja trýst á NSÍ í kappingini um fimta plássið kann framvegis lata seg gera, men so skulu toftamenn vinna móti HB í dag. ek NSÍ bestu unglingar Fótbóltur: Lyklaspælarar á báðum liðunum sóu reytt í mjørkafinalu á Svanga- skarði Fyri fjórðu ferð í fimm ár kunnu unglingarnir í NSÍ rópa seg føroyameistarar. Hetta gjørdist greitt, tá teir hóskvoldið vunnu finalunu á Svangaskarði móti GI, sum á sama velli í fjør vann finaluna móti HB. Tað var spell, at umstød- urnar skuldu vera so våna- ligar. Burtursæd frå einari løtu i 1. hålvleiki var mjørk- in so mikið tjúkkur, at tað ikki sást úr øðrum endanum á vøllinum og í hin, og tað var sjálvandi harmuligt, tí áskoðararnir úr Gøtu og av eystara arminum á Skála- fjørðinum vóru so mikið nógvir, at teir ofta ikki eru fleiri í 1. deildardystum. Munur á stíli Bæði liðini kendu væl sínar styrkir og sínar veikleikar. Tað sást í mátanum, sum tey spældu uppá. GÍ hevur ikki so stóra breidd, og tað var heilt týðuligt, at teir settu alla sína vón til og tískil sendu langar bóltar til Súna Olsen, sum í teimum báðu semifinalunum móti B36 hevði skorað øll seks mål- ini. A NSI liðnum hava teir stóri breidd, og við U-18 landsliðsmonnunum Bryn- jolvi Nielsen og Rúna Ras- mussen á miðvgllinum royndu teir ofta at spæla millum sín. Jan Nónklett var ikki við, tí hann hevur brotið beinið. Christian Høgni Jacobsen hevur síð- ani mitt í summar gingið við brotnum beini, men nú var hann so mikið frægur, at teir í NSI hildu tað vera ráðiligt at hava hann við, og hóast evnagóði unglingin sjålv- andi ikki er í fullgóðari dystarvenjing, so var hann styrkur í álopinum, har hann var við síðuna av Sonna Lamhauge Petersen. Málini NSI kom beinanvegin á odda. Innleggið kom úr vin- stru, verjan blokeraði skot- roynd, og bólturin komút frá aftur til Rúna Rasmus- sen, sum úr seytjan metrum royndi seg við fløtum skoti, ið fór millum vinir og fígg- indar og í málið aftanfyri Hall Hansen, ið sá bóltin ov seint. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði GI. Langur bóltur varð sendur úr aftarlaga í høgru, Omar Pálsson snitt- aði víðari, Súni Olsen rann úr vinstru frá ollum og var tryggur, tá hann kom einsa- mallur móti Anfinni Thom- sen, fyrrverandi 1. deildar- málverjanum hjá Sumba. Og mitt í 2. hálvleiki legði GI seg framum, tá Súni Olsen umsetti brots- spark til mál. Rómurin var øgiligur millum gøtufélk, men hann vardi bara i tveir minuttir, so streyk Brynj- olvur Nielsen igjøgnum i vinstru, og Sonni L. Pet- ersen var fyrstur å innleggi- num. NSI hevði yvirvág restina av tidini, og tað var stórri smeitur fyri GÍ, enntað var fyri NSÍ, tá Súni Olsen og Christian Høgni Jacobsen eftir samanstoyt og eitt sindur av ruðuleika báðir sou reytt. I yvirtiØini hjå Eileri Ras- mussen skoradi Sonni L. Petersen sigursmålid. Hann gjørdist púra leysur og sneiddi målverjan av, áðr- enn hann trillaði bóltin í tóma málið. Gøtumenn vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men tað helt dómarin ikki, og so var tað NSI, sum fekk steyp og gullkrónur frá Janusi Jen- sen, og Ítróttarsosialurin ynskir teimum hjartaliga til- lukku. B36 bíðar Við finaluni millum tey bæði eysturoyarliðini må enn eina ferð staðfestast, at tað ikki er ein sjålvfylgja, at stóra fólkagrundarlagið í høvudsstadnum ber bestu úrslitini við sær. HB hevur vunnið nógv FM heiti, men nú hava teir bíðað síðani 1994. Verri vorðið er tað hjá B36. Hóast teir ofta hava havt góð ung- lingalið, so hevur tað ikki skorist serliga væl, og veru- leikin er, at teir hava ikki vunnið FM í unglingadeild- ini síðani 1973, tá Kjartan Mohr og aðrir góðir menn vóru bestu unglingarnir í Føroyum. jh Felagið hevur einki gjørt Fótbóltur: Men kortini er einki at ivast í, at tað eru tey, sum í tí stilla hava gjørt klárt at gera burturúr Tað er møguleiki fyri, at KÍ longu í morgin vinnur FM heitið, og møguleikin er ikki serliga langt burtur. Um KÍ vinnur í morgin, so eru teir FM vinnarar, uttan mun til hvussu tað gongur í Fuglafirði, og um B36 og KÍ spæla javnleik, og GÍ ikki fær stig í Fuglafirði, so er Kl eisini FM vinnari. Um B36 vinnur í morgin, og GI eisini vinnur, so fellur í Klaksvík eingin avgerð fyrrenn annan leygardag. Svend Jacobsen er for- maður í Klakvíkar ItrOtt- arfelag. Hann fer saman við øllum hinum klaksvíking- unum til Havnar í morgin, men hann og hinir í nevnd- ini hjá KI hava einki gjørt klárt fyri at hátíðarhalda meistaraskapin: — Vit bíða framvegis eftir, at vit skulu tryggja okkum FM heitið, og so leingi, sum vit ikki hava gjørt tað, so gera vit einki við nakrar fyrireikingar. Vit hava gjørt av, at ársveitslan verður leygardagin 23. oktober, og tað er tað einasta, sum er av gjørt. Ur Klaksvík ljóðar, at tað eru tey, sum fara til Havnar við útgerð í taskunum, sum í einari handavend kann fá- ast fram í ljósið, um FM heitið verður veruleiki, men tað er eingin, sum vil siga nakað um hetta. Tá vit tos- aðu norður til Klaksvíkar var tað onkur, sum helt fyri, at hann kundi ikki fara suð- ur til Havnar í morgin, tí onkur mátti vera eftir har norðuri og taka ímóti end- anum, tá Smyril kemur norður í annadkvøld! jh itrottar sosialurin Dystir og dómarar 1. deild menn 26.09 B71-VB 26.09 B68-HB 26.09 IF-GI 26.09 B36-Kl ; 26.09 Sumba-NSI 2. deild menn 25.09 NSI-FS Vågar 25.09 HB-GÍ 25.09 Royn-TB Niklas á Líðarenda, GÍ Lassin Isaksen, Kl Oddmar Andreasen, HB Suni Johansen, SIF Kim Ejdesgaard, Fram Arni Gunnarsson, HB Sjúrður Norðbúð, B36 Birgir Sondum, B36 25.09 EB/Streymur-SkálaTummas P. Olsen, GÍ 25.09 LÍF-KÍ 3. deild menn 26.09 B71-VB 26.09 B68-HB 26.09 IF-GI 26.09 B36-Kl 26.09 TB-FS Vågar 1. deild kvinnur 26.09 B36-HB Hans F. Hansen, B71 Tummas P. Olsen, GÍ Jåkup M. Kjeld, NSI Petur Reinert, LIF Pætur Clementsen, HB Lars Miller, Royn Jens A. Simonsen, MB Simun Fótbóltur: Jens Martin Knudsen fer kanska at verja málið hjá gøtumonn- um, tí Sunnvard Joensen hevur fingið snudd Gøtumenn taka hetta viku- skiftið eitt orduligt tørn við leikbannum. Ikki færri enn fimm av stuðlsspælarunum á 1. liði hava leikbann, og tað hevur við sær nógvar broytingar á liðnum hjá Jo- han Nielsen. Magni Jarnskor, Súni Ol- sen, Sámal Joensen, Bartal Eliasen og Rúni Justinus- sen, sum allir onkursvegna hava landsliðsroyndir, verða millum áskoðararnar í Fuglafirði í morgin. Ístaðin sleppa teir tríggir, sum sótu á beinkinum sein- asta vikuskiftið, allir at byrja hesaferð. Teir eru fyrr- verandi landsliðsmaðurin Alvi Justinussen, Leivur Hansen og Magni Jacobsen. Harafturat verða Erland Tvørfoss og Símun Petur Justinussen við eisini. Sím- un Petur Justinussen hevur verið sera vandamikil í 2. deild fleiri seinastu dyst- irnar, og nú vóna gøtumenn, at hann kann gera enn ein vørr í 1. deild. Svend Olsen, sum hevur spælt á 1. liði fyrr í år, verð- ur helst eisini við, og so er væntandi at tveir ungir spælarar verða á beinkinum. Málverjin hjá GÍ, Sunn- vard Joensen, hevur fingið ein snudd, og á døgurda fríggjadagin fekk GÍ s pæli- loyvið hjá Jens attu Knudsen. Verður Sunnvard ikki klårur spælir Jens Mart- in Knudsen helst. GI liggur sum nummar tvey í landskappingini, og teir málið er at hanga í í gullstríðnum. Símun heim at spæla Fuglfirðingar styrkja seg tveir teir seinastu dystirnar við miðvallaranum Símun Eliasen, sum annars heldur til í Arhus. Hann kemur á IF-midvøllin fyri Abraham Hansen, sum ikki verður vidaftur í ár. Verjuspælarin = Tomek Przybylski hevur leikbann eftir ov nógv gul kort, men annars eru allir mans tøkir. — Eg veit, at uppgávan er stór, sjálvt um GI hevur nógv leikbann, men vit fara at royna at vinna dystin, sig- ur venjarin hjá IF, Piotr Kra- kowski, sum enn ikki veit, hvar leidin gongur næsta år. Hann verdur neyvan venjari i Fuglafirdi, men hevur hug at halda fram i Føroyum. Fyri fuglfirdingar hevur dysturin i Flotugerði alstór- an tydning, ti skal IF gera sær vónir um at fáa B71 aftur, skulu teir vinna vinna dystin. Gera teir ikki tað, er avgerðin fallin um, at IF verður eitt av teimum báð- um niðastu liðunum. ek