Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 45 Gudstænastur 2. sunnud. eftir trettandi Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen. Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi til hjálpararbeiðið í vanlukkuøkjunum í Fjar- eystri Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk. Talvan gongur fyri hjálpararbeiðið í Fjareystri. Kl. 20 Hans Jacob Joensen, biskupur og Bjarni Bæk, dómpróstur, forbønar- og minningargudstænasta. Talvan gongur fyri hjálpararbeiðið í Fjareystri Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein. Talvan gongur fyri hjálpararbeiðið í Fjareystri Kaldbak: kl. 12, Jóannis Fonsdal. Talvan gongur fyri hjálpararbeiðið í Fjareystri Vestmanna: kl. 12 í missións- húsinum, altarg., Mogens T. Christensen. Innsavning til frama fyri neyðhjálpar- arbeiðið í Fjareystri Miðvágur: kl. 12, altarg., David Johannesen. Talvan gongur í Vága prestagjaldi fyri tey vanlukkuraktu í Fjareystri Gøta: kl. 12, altarg., Martin R. Jacobsen. Í Nes presta- gjaldi gongur talvan fyri teim- um flóðaldurámaðu í Fjar- estyri Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer. Kl. 20: Forbønar- og sorg- gudstænasta í samband við flóðalduna. Talvan gongur fyri tey neyðraktu Húsar: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen. Talvan gongur í Norðoya vestara prestagjaldi fyri kristniboðan í øðrum londum Sjóvar kirka: kl. 12, altarg., Jógvan Fríðriksson. Í Sjóvar prestagjaldi gongur talvan fyri hjálpina til Fjareystur. Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan til frama fyri neyðstødd í Fjareystri Tvøroyri: kl. 11, Hvalba: kl. 12.30, Ólavur Rasmussen. Talvan gongur til frama fyri tey neyðstøddu eftir flóðalduna Hov: kl. 12, Tvøroyri, Ellis- og Røktarheimið: kl. 16, Sjúkrahúsið: kl. 18, altarg., Patrick de Neergaard Øravík: kl. 11, altarg., Fámjin: kl. 12.15 altarg., Jónsvein Bech. Í báðum støðum gongur talvan fyri neyðstødd eftir Flóðalduna í Asia Viðareiði: kl. 12, altarg., Elsa Funding. Talvan gongur í Norðoya eystara prestagjaldi fyri hjálpararbeiðið í Fjar- eystri Funningur: kl. 12, messa Gjógv: kl. 17 messa, Emil Olsen. Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi til frama fyri hjálpararbeiðið í Fjareystri Saksun: kl. 11, Inga Poulsen Dam. Í øllum kirkjum í Norðurstreymoy verður innsavning til frama fyri neyðhjálpararbeiðið í Fjareystri Skálavík: kl. 12, Jákup R. Hansen. Talvan gongur í Sandoyar prestagjaldi fyri tey neyðstøddu eftir flóðalduna Samkoman við Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv. 75 Sunnumorgunin kl. 10.30 Breyðbróting, barnaansing verður eisini. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti, kl. 21.30 Bíbliugransking. Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin talar Dan Jacobsen, á familjumøtinum kl. 10.30 er evnið: »Góðir vanar í hjúnabandinum« og á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 greiðir hann frá um »Mongolia«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur. Sunnudagsskúlin er kl. 12. Týskvøldið kl. 20 Møti. www.livdin.fo Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis barnaansing, kl. 12 Sunnu- dagsskúli og kl. 12 Møti við kvartettini úr Betesda í Klaksvík. Millum møtini verður drekkamuður. Mánadagin verður Ung- dómstiltak fyri ung í aldrinum 5.-10. flokk. www.hebron.fo Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 11 Guðstæn- asta v/ Jógvan Steintún, evnið: Hirðar, kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikumorgun kl. 7 Bøn. Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Samuel Dunya, kl. 11.50 Sunnudagsskúli og ABC. Evnið: »At liva í kær- leika«. 1. partur v/ Liljan Jacobsen, kl. 16.00 Sam- komufundur. Mánadagin kl. 20 Break- through worship og bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommu- nión í Kerit. Leygardagin kl. 11.30 Orðsins tænasta v/ kommunión í Kerit. Sunnudagin kl. 11 Orðsins tænasta v/ kommunión í Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Heimasíða: www.katolsk.fo Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, bússurnar verða innsavnaðar, kl. 18 Møti v/ Regin Høgnesen, Meinig- heitskórið syngur. Frá Ebenezer Sunnudag kl. 10 Breyðbrót- ing, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. Mánadag kl. 17 Kvinnur koma saman til bøn í Sloans húsi. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið v/ Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á Norðasta Horni, kl. 18 Møti í missións- húsinum v/ Sverra Steinhólm. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11 Møti, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti. Øll eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygar- kvøldið 15. januar kl. 19.30, allar kvinnur eru vælkomnar. Ingibjørg Askham og Olea Justesen luttaka við vitnis- burði, Ruth Thomsen syngur. Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Torleifi Joahannesen sjómanstrú- boðara. Vestmanna Missiónshús Missiónsvikan heldur áfram leygardagin 15. jan. við møti kl. 20 við fólki úr KFUM og K í Klaksvík. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti við fólki úr KFUM og K í Klaksvík. 1/2 tíma undan hvørjum møti er bønarhald. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ breyðbróting. Mánakvøldið kl. 20 Opið hús fyri ung. Miðvágs missiónshús Leygardagin kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 føðingar- dagsmøti (Missiónshúsið fyllur 70 ár) við luttøku av Bergur Debes Joensen og Øssur Kjølbro. Barnaansing fyri smærru børnini. Innsavnan til húsið. Aftaná er felags nátturði. Missiónshúsið í Sørvági Møti við Edith og Niels Peder Johannesen verða leygardagin kl. 20 og sunnudagin kl. 18. Evnið er grøðing og frían. Sunnudagsskúlin er sunnu- dagin kl. 14.30. Hjartaliga vælkomin. Haldarsvík Møti verður sunnukvøldið kl. 18 við Snorra Brend úr Havn. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 AWAKE, við Arna Abraham- sen. Sunnudagin kl. 17, Møti við Maibritt Frederiksberg, Barnamøti kl. 17. Vælkomin í kelduna. www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl. 19.30. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Hilmar Danielsen úr Klaksvík talar yvir evnið: 7. boð – tú mást ikki stjala. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Lívsins Orð Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Mánadagin kl. 20 Ung- dómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tabor, Toftir Ungdómsmøtini byrja aftur. Vit fara yvir á Strendur, bilar koyra frá missiónshúsinum kl. 19.15. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkju- kjallaranum leygarkvøldið kl. 20 v/ Torleif Justinussen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Leygardagin kl. 21 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 15.15 venur Barnakórið. Møti verður sunnukvøldið kl. 18. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 18 Møti við John Myllhamar. Ungdómsmøti kl. 21 við Reimund Langgaard. Missiónsvikan byrjar týsdagin kl. 20 við Una Næs, presti. Thaborkórið úr Fuglafirði syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Klaksvík Møti verður á Soli Deo Gloria, leygarkvøldið 15. januar kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við André Matras. Missiónshúsið á Viðareiði Møti verður sunnukvøldið kl. 18.00 v/ Jóhan Henriksen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 bøn- og lovsangsløta, kl. 18 Møti. Missiónsvikan verður í døgunum 17.-20. feb. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sands Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Mans- kórið luttekur við sangi. Leygardagin 26. februar kl. 10.00 giftast í Rituvíkar kirkju Hanna Olsen, Rituvík og Ásmundur Hansen, Søldarfjørð- ur. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, verða biðin um at ringja á tlf. 442036, 254250, 504970 ella 441396, 447774. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 5. mars 2005 kl. 16.00 giftast í Hvalbiar kirkju, Bettina Cjouanita Tummasardóttir Hentze úr Skopun og Dávur Holm úr Hvalba. Veitslan verður hildin í Roynhøllini í Hvalba,frá kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið á teirra stóra degi, verða vinarliga biðin um at tekna seg á tlf. 260440, ella aftaná kl. 18.30 á tlf. 375036 áðrenn 10. februar 2005. BRÚDLEYP Mikudagin 19. januar 2005 kunnu hjúnini Jónfríða og Jógvan Sjúrður Hansen í Sandavági halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 22. januar í SÍF-húsin- um. Opið hús verður frá kl. 13.00-19.00. Øll eru vælkom- in. Mikudagin 9. februar hava Karl og Anna Sofía Vidtfeldt, Sandur, verið gift í 25 ár. Veitslan verður hildin í Ung- mannafelagshúsinum Samljóð í Skopun 19. februar kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða biðin um at siga frá á tlf. 211584, 361584 ella 224946 áðrenn 3. februar 2005. 1. mars hava Emma og Daniel Johan Lisberg, Sumba, silv- urbrúdleyp. Í tí sambandi verður vælkomst í Samkomu- húsinum í Sumba 26. februar frá kl. 12.00-18.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 10. februar á tlf. 370782. SILVURBRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Sunnudagin 13. februar 2005 hava Lilljan og Janus Søren- sen, Húsavík, gullbrúdleyp. Veitslan verður hildin í ung- mannafelagshúsinum Sólaris í Húsavík leygardagin 12. februar 2005 kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið við at koma í veitslu, á teirra hátíðardegi, verða biðin um, at siga frá áðrenn 20. januar 2005 á tlf. 361254, 217339, 272442, 211765. GULLBRÚDLEYP Ein spitalskur maður segði við Jesus: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan…« Og ein herhøvdingi segði við hann: »Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur« Matteus 8,2 og 8. Trúgv er mangan at finna har, ið vit minst vænta hana. Jesus kemur oman av fjallinum, og í ferðini við honum er stór mannfjøld. Tá er tað, at hann møtir einum spitalskum manni og herhøvdinganum. Tann, ið var spitalskur, varð rikin út úr bygdini, og mátti liva í einsemi burtur frá sínum kæru og øðrum fólki. Mong sóu eisini hesa sjúku sum eitt sjónligt tekin um Guðs vreiði og revsing. Við herhøvdinganum var øðrvísi. Hann sær út til at hava havt eina ávísa virðing millum fólkið. Tí hjá Lukasi lesa vit, at teir elstu millum jødanna siga við Jesus: »Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann; tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum«. Kortini var hann rómverskur hermaður og heidningur. Hin spitalski og herhøvdingin eru lítillætnir og eyðmjúkir, tá ið teir trína fram fyri Jesus. Hin spitalski fellur á knæ fyri honum og sigur: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan«. »Um tú vilt«. Tað er sum um at hann vil, siga: »Eg havi ikki uppiborið vælvild tína. Tó, vík ikki frá mær, men hjálp mær«. Herhøvdingin vísir eisini lítillætni og eyðmýkt. Hann hugsar einki um góðgerðir sínar ímóti fólkinum, ella um samkomuhúsið, sum hann lat byggja. Nei, hann kennir seg sum ein heidning, ið einki kann krevja, og tí sigur hann: »Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær«. Bæði hin spitalski maðurin og herhøvdingin hava treytaleyst álit á Jesusi. Hin spitalski sigur: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan«. Við hesum ásannar hann Jesu guddómleika, og at Jesus kann gera, sum hann vil. Herhøvdingin fær høvi til enn týðiligari at játta trúgv sína og at vísa Jesusi álit. Hann sigur: »Sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur«. Av egnum royndum visti hann, hvønn týdning tað hevði at geva boð og at vera lýðin. Og tað sama valdið, sum hann hevði í sínum lítla umhvørvi, vildi hann siga, at Jesus hevði á teimum fjaldu kreftunum, sum fremja Guds vilja á fold. Og báðum var, sum teir trúðu. Nú skulu vit ikki máta trúnna hjá hvør øðrum, hvør ið hevur eina veika trúgv, og hvør ið hevur eina sterka trúgv, og vit eru heldur ikki før fyri tí, sum sagt varð í innganginum, at trúgvin er mangan at finna har, sum vit minst vænta hana. Tað, sum er avgerandi, er at vit trúgva á Jesus, eisini um bønarsvarið ikki altíð var eftir okkara vilja. Emil Olsen, prestur TILTØK