Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÍÐINDASKRIV Í vikuskiftinum verður høvi at hoyra tveir frálikar tón- leikarar framføra kamar- tónleik á konsertum í Klaksvík og í Havn. Rut Ingólfsdóttir er ís- lendskur violinleikari, sum m.a. stovnaði Kamaror- kestrið í Reykjavík og hev- ur verið konsertmeistari frá upphavi. Saman við henni spælir hállendski klaver- leikararin Gerrit Schuil, sum umframt at verða høgt virdur klaverleikari eisini hevur stjórnað kórum og orkestrum víðahvar. Á skránni hjá teimum er tónleikur fyri klaver og vio- lin eftir týska tónaskaldið Johannes Brahms, sum livdi frá 1833 til 1897. Eftir at Brahms hevði skrivað síni stóru orkesturverk, fór hann av nýggjum undir at skriva kamartónleik. Allar tríggjar violinsonaturnar eftir hann eru frá hesum tíðarskeiði. Tann fyrsta var skrivað í Pörtschach 1878 og 1879, tann næsta í Thun í 1886 og tann triðja og seinasta varð liðug í Thun í 1888. Rut Ingólfsdóttir og Gerrit Schuil spæla á eini konsert í Klaksvík, har 17 sangarar eisini fara at taka lut, leygardagin 15. januar kl. 16.00 í skúlanum við Ósánna. Á teirru seinnu konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 16. januar kl. 16.00, fara tey at spæla allar tríggjar sonaturnar eftir Brahms. Nr. 10 - 15. januar 2005 47 Kunngerð Broyting í ferðaætlanini fyri bussrutuna Kambsdal-Fuglafjørð Galdandi frá mándag 17. januar 2005 Koyrt verður vanligar gerandisdagar mánadag - fríggjadag hesar tíðir: Av Kambsdali: Úr Fuglafirði: Kl. 7.40 Kl. 7.50 - 9.30 - 10.40 - 11.30 - 12.00 - 12.50 - 13.40 - 14.35 - 14.45 - 15.25 - 15.15 - 16.00 - 16.10 - 17.45 - 17.00 - 18.30 - 18.45 - 19.30 - 20.30 Bussurin støðgar í Fuglafirði omanfyri skúlan, við Keypssamtøkuna, við skýlið við Føroya banka og við handilin hjá Haraldsen. Á Kambsdali verður støðgað við húsini hjá Petur Martin Hansen, við busskýlið og við miðnámsskúl- arnar. Einvegiskostnaðurin fyri vaksin er kr. 10,00 og fyri børn kr. 5,00. Skúlanæmingar og børn í Frítíðarskúlanum, sum skulu hava flutning til og frá skúlunum í kommun- uni, koyra ókeypis. Fuglafjørður 12. januar 2005 Fuglafjarðar býráð Leitiloyvi latin mánadagin Mánadagin 17. januar kl 14.00 fer landsstýris- maðurin í vinnumálum at handa leiti- og fram- leiðsluloyvi í øðrum loyvisumfari. Loyvishandanin fer fram á Hotel Føroyum, har umboð fyri olju- feløgini og myndugleikarnar verða til staðar. Rut Ingólfsdóttir og Gerrit Schuil veitst tú ikki tað?