mikudagur 29. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 29. september 1999
sunt at royna okkurt annað
Tað heldur í ollum forum Eva Brekkstein, sum millum annað hevur verið í Íslandi,
Hvat hevur tú fingist
við higartil:
Eg gekk í fólkaskúla í
10 ár, áðrenn eg fór
niðan í Hoydalar, har eg
ætlaði at taka student
Eftir 1 ár í Hoydelum
gjørdi eg tó av at fáa
mær skúlafrí i 1 ár. Hetta
árið arbeiddi eg so,
bæði í Føroyum og í Ís-
landi, og nú eri so byrja
at taka FHS á Handils-
skúlanum
Hvor var orsøkin til at
tú gavst í skúlanum:
Eg veit ikki ordiliga,
men knappliga var tað
sum eg hevði fingið
nokk. Hugurin var als
íkki til staðar, og tískil
gjørdi eg av at steðga
Eg fekk beinanvegin
starv á Grifflinum, og
eftir hetta eisini á SMS-
blaðnum, áðrenn eg tók
av einum tilboði um at
fara til Íslands at
arbeiða sum au-pair
Hví gjørdi tú av at fara
til Íslands at arbeiða:
Tað byrjaði við at eg
eee
las eina lysing, sum eftir
mínum tykki ljóðaði á-
hugaverd. Eg sendi so
umsókn, og hugsaði
sum so ikki meira um
hetta. Tá telefonin so
ringdi nakrar víkur
seinni, og eg fekk tilboð
um at fara, gjørdi eg
skjótt av, og 3 vikur
seinni hevði eg sagt
størv mini her heima frá
mær og sat í flúgvaran-
um á veg til Íslands
Hvat arbeiði tókst tú so
við sum au-pair genta:
Eg búði hjá einum
pari í Garðarbý, beint
uttan fyri Reykjavík, sum
áttu ein 1 ára gamlan
drong, og var fremsta
uppgávan hjá mær at
taka mær av dreingi-
num. Arbeiðstíðin var 9-
5, og eg hevði sum so
rættuliga fríar teymar.
T.d. vandu bæði for-
eldrini rættuliga nógv,
og við tað at eg sjálv
fekk fría atgongd til ven-
jingarmidstødina, har
tey vóru, kundi eg ofta
fara at venja og hava
=
tíðindablaðið SOS!
dreingin við. Á venjing-
armiðsteðini vóru sum
oftast eisini fleiri onnur
børn, so tað stóðst ong-
antíð nakar trupulleiki av
hesum
Hvussu var at koma til
Islands, fekst tu eitt
ella
kultursjokk
hvussu:
Eg kendi meg beinan-
vegin væl móttikna alla-
staðni. Fólkini vóru ótrú-
liga blíð har eg kom, og
onkuntíð var tað næstan
sum at vera heima i Før-
oyum, so eg haldi ikki
at skiftid var serliga
stórt. Harumframt kend-
ist tað sum um, at før-
oyingar eru høgt í met-
um í Íslandi. Alla staðni
har eg kom, kendist tað
sum um fólk gjørdust
enn blíðari tá tey fingu
at vita at eg var foroy-
ingur. Sjávandi eru Is-
lendingar ødrvisi enn
føroyingar á summum
gkjum, men eg haldi be-
stemt ikki at man á nakr-
an hátt kann tosa um eitt
kultursjokk.
LØGAN
- fil tín, ið hevur
Hvussu var við frítíðini
í Íslandi:
Hóast eg ofta fekk
seint frí, so kom eg
rættuliga nógv runt í
bæði Garðarbý og
Reykjavík. Eg havi famil-
ju í Garðarbý, so sjálv-
andi var eg ofta og
vitjaði tey. Harumframt
var eg eisini ofta og
vitjaði beiggjan til
mannin í húsinum. Hes-
in sat í rullustóli, og búði
beint við hjá okkum
Harumframt vóru 4 vin-
konur hjá mær í Reykja-
vík um sama mundi, og
vóru vit vanliga saman í
vikuskiftunum, har vit
fingust við alt millum
himmal og jørd
Tå tu komst aftur,
gjørdi tu av at byrja å
Handilsskulanum,
hóast tu longu hevði
nýtt 1 ár uppi í Hoy-
dolum, hvor var
orsokin til hetta:
- Eg ætlaði upprunaliga
at halda fram í student-
arskúlanum, men av
einhvørjari orsøk helt eg
at Handilsskúlin ljóðaði
meira áhugaverður fyr
meg. Eg havi altíð havt
hug til at arbeida vid tøl-
um, og haldi eg læru-
greinarnar her uti håska
betur til min
Er hetta at vera eina
tiå burturi ur Føroyum
nakað, sum tú vilt
viðmæla oðrum at
royna:
Heilt avgjørt, eg hald
at henda tíð hevur verið
sera mennandi fyr
meg. Bæði við tað at tú
búnast meira, við tað at
tú knappliga ikki hevur
allar teir vanligu tryggu
karmarnar rundan um
teg. Men eisini og
kanska serliga tað at tú
upplivur og lærir at
kenna eitt annað sam-
felag, har tað kanska
eru nøkur heilt onnur
vidurskift, sum gera seg
galdandi enn heima í
Feroyum
Umframt hetta við ar-
beiði og skúla, so
hevur tú eisini verið við
i sjónleikarahopi,
hvussu dámar tær
hetta:
Ja, eg havi verið við
leikbólkinum Brim, og
havi eg bæði roynt at
staði á palli og verið
teskari til onkran leik. Eg
havi so ikki verið við til
nakað nú í seinastuni,
við tað at eg var í Ís-
landi, tá tey í summar
royndu at endurstovna
har hon hevur verið au-pair
bólkin, við sjónleikinum
Ragnarok. Eg vóni tó at
eg framyvir kann verða
meira aktiv á hesum eki,
við tað at mær altíð hev-
ur dámt sera væl at
spælt sjónleik
Hvorjar ætlanir hevur
tú fyri framtíðina:
— Fyrst og fremst ætli eg
mær at fåa HH-progv
her å Handilsskulanum
Eftir hetta er sum sc
ætli mær so eisini at fáa
HH-próvnum. Ég hav
als ikki lagt meg fasta
á, hverjum víðari útbúg-
vingin skal viðvíkja, men
tað fer framtíðin so at
vísa
Navn: Eva Brekkstein
Fødd: 9. mars 1981
Gift: Nei
Fyrimynd: Veit ikki
Besti persónligi eginleiki: Royni at vera blíð
og smílandi
Stersti veikleiki: Royki
Besti matur: Mexikanskur
Besti drykkur: Veðrur
Best í sjónvarpinum: Friends
Frítíðarítriv: Sjónleik. ítrótt
Størsta uppliving: At vera í Íslandi
Stersta vónbrot: Kann ikki minnast nakað
Størsta ynski: At liva av sjónleiki