Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tímir ikki meira RA Nr. 184 - 29. september 1999 Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Fótbóltur: Sterki vinstrabein spælarin hjá KÍ er troyttur av at sita á beinkinum og ikki fáa møguleikan á vøllinum, tá landsliðið spælir Seinnapartin í gjár kom listin við nøvnunum á teimum, sum í næstu viku skulu niður til Kekkia, frá FSF skrivstovuni. Listin sær næstan soleiðis út, sum tað kundi roknast við, men tað eru tvey nøvn, sum resta á listanum. Annað er, at Kurt Mørkøre ikki er við, sjálvt um hann hevur boðað venjaranum frá, at hann er tøkur til landsliðið, og hitt er, at John Ryan, sum hevur verið fastur mað- ur í hópinum í langa tíð, ikki er við hesa ferð. Tímir ikki John Ryan er ikki úttikin, og sjálv- ur sigur hann, at hann eftir dystir- nar móti Estlandi og Litava boðaði venjaranum frá, at hann ikki er tøkur á landsliðnum meiri: — Eg havi sitið nógv á beink- inum, og eg haldi, at umstødurnar hava verið soleiðis, at tá eg ikki havi fingið møguleikan tær ferðir- nar, tá t.d. Ossur Hansen ikki hev- ur verið við, so dugi eg illa at ímynda mær, at eg skal fáa hann nú, og so kann er tað sama brúka tíðina til okkurt meiri gangligt, sigur John Ryan, sum av mongum hevur verið mettur sum besti spæl- arin í vinstru síðu í ár. John Ryan hevur áður spælt tríggjar landsdystir. Tann fyrsti var, tá hann 5. august í 1992 sum yngsti landsliðsmaður nakrantíð spældi móti Ísrael á Svangaskarði, og hinar báðar ferðirnar vóru í hesari EM undankappingini, tá hann kom inn móti Skotlandi — í Aberdeen í eitt korter og á Svangaskarði í fimm minuttir. Eftir dystin í Skotlandi í oktober í fjór varð roknað við, at John tíðindablaðið e-mail: emil(asosialurin.fo John Ryan (v.m) tímir ikki at sita á beinkinum á landsliðnum meira Ryan fór at vinna fast pláss á landsliðnum, men tað eydnaðist ikki í fyrsta umfari, tí hann var illa skaddur, tá landsliðið var á venjingarlegu í Spania í februar. Listin Teir, sum eru úttiknir til landsliðið, eru Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jens Martin Knudsen, GI, Oli Johannesen, AGF, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Pól Thorsteinsson, B36, Henning Jarnskor, GI, Ossur Han- sen, B36, Fróði Benjaminsen, B68. Julian Johnsson, Sogndal, Sámal Joensen, GI, Allan Mørk- Kiksaðu i fyrstu ro Fótbóltur: U—18 landsliðið megnaði ikki at varðveita leiðsluna, sum teir eftir 1. hálvleik høvdu ímóti Albania Tað hevur ikki verið roknað við tí heilt stóra, nú U—18 landsliðið er í Finnlandi og spælir í EM undankapping. Eitt er, at liðið undan fráferðini fleiri ferðir varð skert — tað síðsta var at Jón Rói Jacobsen úr HB gav avboð, tí hann var skaddur — og eitt annað er, at mótstóðulondini Ungarn og Finnland eru góð. Lættasta mótstøðuliðið var tað, sum var á skránni mánadagin. Føroyska liðið kom ikki upp á pláss fyrrenn klokkan hálvgum tvey mánanáttina, men tað tóktist ikki bila í fyrra umfarinum ímóti Albania. Albania hevði bóltin nógv meiri, men teir høvdu ikki nógvar målmøguleikar (í fyrra hálvleiki var Karstin Joensen í málinum bara eina ferð noyddur at strekjja seg í fula longd og bjarga). Føroyingar høvdu hetta umfarið fleiri møguleikar, og eftir fýra minuttir fingu teir hol á. Pætur Dahl var fyrstur á flata innlegg- inum úr høgru. Klæmint Matras legði innfyri, eftir at Aki Mørk og Súni Olsen høvdu staðið fyri uppspælinum. Seinni í 1. hálvleiki høvdu før- oysku spælararnir onkran annan møguleika, t.d. eftir 19 minuttir tá målverjin ikki megnaði at halda skotroyndini frá Brynjolvi Nielsen og Ken Nónklett var um reppið at vera fyrstur á returinum, og tá Súni Olsen á hálva tímanum gjørdist púra blankur eftir fram- spæl frá Tór-Ingar Akselsen og Brynjolvi, men tíverri fór skotið skeivu megin stólpan. Tveir minuttir eftir steðgin sendi Súni Olsen fríspark í stólpan og út, átta minuttir seinni var hann aftur leysur, men sendi við síðuna av, eftir at Hjalgrim Elttør hevði stungið hann leysan, og so gekk, sum tað plagar. Trý mál ímóti sær Albania skoraði eftir líltari løtu trý mál, og so kunnu vit endurtaka søguna um, at føroyingar vóru væl skipaðir, høvdu fleiri målmøgu- leikar, men í síðsta enda taptu! Fyrsta málið kom tveir minuttir eftir seinna møguleikan hjá Súna Olsen. Langskotið kom úr 30 metrum, tað dúkkaði, og bólturin sat dygst undir tvørtrænum. Fimm minuttir seinni kom Albania á odda. Føroyska verjan tosaði ikki nóg væl saman, tá langur diago- nalbóltur kom fram, og tað varð sektað. Seks minuttir seinni kom síðsta málið, og tað mátti mál- verjin taka á seg. Skotið úr sekstan metrum var forkølad, men alíka- væl fór bólturin inn undir mál- verjan, tá hann tveitti seg. Tá tað restaði eitt korter sendi Súni Olsen fríspark úr 20 metrum og á tríkantssamankomingina, og so hendi ikki meiri. øre, HB, John Petersen, B36, Rógvi Jacobsen, KI, Heðin á Lakj- uni, KI, Uni Arge, HB, Jákup á Borg, B36 og Todi Jónsson úr FCK. Nýggjur í átjan manna hópinum er Rógvi Jacobsen, sum eina ferð áður hevur verið í hópinum. Tað var í venjingardystinum ímóti Ís- landi í august, og tá kom Rógvi Jacobsen inn á liðið. Landsliðið fer úr Føroyum mikukvøldid, og dysturin verður í Prag leygarkvøldid klokkan 20.15, sum er klokkan 19.15 før- oyska tíð. ndini Torført I dag er Ungarn å skrånni hjå før- oyingunum í Finnlandi, og fríggjadagin eru vertirnir mót- stødumenninir. I fyrradagin vann Finnland, sum hevur eitt gott lið, 3-2 á Ungarn, eftir at tað i steðg- inum heyði staðið á jøvnum 1—1 og Finnland eina løtu hevði verið á odda 3—1. Ur Finnlandi frætta vit, at ung- verska liðið er kropsliga væl fyri Føroyska liðið ímóti Albania var hetta: Karstin Joensen, KI — Aki Mørk, B36, Atli Gregersen, Randers Freja, Tor-Ingar Aksel- sen, SIF (Bergur Djurhuus, NSI, 87.), Jack Johansen, MB — Klæ- mint Matras, B36 (Vagnur Mohr Mortensen, HB, 65.), Hjalgrim Elttør, KI, Brynjolvur Nielsen, NSI, Ken Nónklett, NSÍ — Pætur Dahl, HB (Runi Rasmussen, NSI, 88.), Súni Olsen, Gl. Føroysku spælararnir fingu tvey gul kort: Jack Johansen eftir 18 minuttir og Atli Gregersen eftir 43 minuttir. jh jh 23 Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Jákup framvegis Osigradur Fótbóltur: Sigurin á Silkeborg bar við sær, at Herfølge nú er á ødrum plássi i superliguni Tað gongur strúkandi hjá Jåkupi Mikkelsen, John Faxe Jensen og hinum i Herfølge. Månakvøldid spældu teir á heimavelli móti Sikleborg, og enn eina ferð eydnaðist tað Herfølge at vinna Urslitid var 3-2, og tey trý stig- ini bera vid sær, at Herfølge, sum ikki hevur tapt i superliguni i hesum kappingarårinum, fram- vegis er Osigrad Sum so mangan áður, so var eisini undan kappingarbyrjan i summar roknað við, at Herfølge skuldi teljast millum uppløgdu evnini til nidurflyting, men í nýggjum álopskendum stíli hevur liðið gjørt ollum døprum spádómum til skammar. Her- følge er nú á øðrum plássi, tvey stig aftanfyri oddaliðið AB, sum hevur fyrrverandi Herfølge venjaran, Ole Morch, við róðrið. I síðsta minutti Månakvøldid fekk Herfølge sig- ursmålid, sum innskifti Thomas Knudsen skoraði, í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Fyra minuttir frammanundan sá einki út, tí tá javnaði Silkeborg til 2 2 við brotssparki, sum varð dømt, tí Steven Lusti hevði felt Nocko Jokovic Silkeborg legði bragdliga fyri, og teir komu á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið varð stútað eftir hornaspark, og í donskum fjølmiðlum varð í gjár nevnt, at tað tókuist, sum um frispark varð gjørt móti Jákupi Mikkelsen, sum var komin seg so mikið eftir skaðan, hann fekk í síðstu viku, at hann kundi spæla, men dóm arin lat ikki við seg koma Kenneth Jensen javnaði til I 1, tå 34 minuttir vóru farnir, og í 61. minutti legði verjuspælarin Gert Nordin, sum var við fyri fyrstu ferð eftir, at hann hevur verið skaddur, heimaliðið á odda. Skotið hjá honum rakti í høvdid á einum mótstøðumanni og snýtti Peter Kjær í málinum hjá Silkeborg. Silkeborg trýsti fyri at javna. men Jákup Mikkelsen vardi málið væl, m.a. tá hann tók gott frispark, sum Nocko Jokovic sendi år 25 metra fjarstødu. Og so var tad, at tvey mål komu síðstu fýra minuttirnar, og Her- følge fekk oll stigini. jh