mikudagur 29. september 1999síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pr
28
TIL SØLU
1 DSB damusúkkla til
sølu, er sum nyggj
Tlf. 449732
Teldur
INTERNET MODEM
Ynskist til keyps
Tlf 222022
dI33VIE
PENTIUM 200 MhZ
MMX teknologi 96Mb
v
Ra 10,5 Gb
5 Q
ER TAÐ NAKAR
UM Kann selja mær eina
Ma berbara teldu? Ring
ftir k
SEGA MASTER
SYSTEM II
Til solu við 2 joystikkum +
a við
E
ð SIEMENS
a Í solu fyri
S : Hevur
fløguspælara, ljóðkort og
alarar. Frálíkur 15" Sie-
ns-skermur. Windows
Works 4.0 (tekstvið-
rokniark o.a.) Star
aprintari fylgir við
ngið 317734 eftir kl. 19
ACINTOSH II Ci
4" skerm, 24 Bit graphics
elerator, netkort, 1 GB
ådisk, 20 MB Ram,
sk forrit, so sum MS
i 3
jet] D op
Q 9 O
:#11DZ0E O
d, Adobe Phatoshop
n. Til solu fyri 4.500 kr
If. 315860
TELDA TIL SOLU
Acer extensa 500 DX,
pentium 233 MhZ. MMX
32 MB Ram, 268 Hard-
disk, modem, inbygt Cd
Rom
Tlf. 316095 ella 216095
PENTIUM 133 MhZ
16 Mb Ram, 2,5 GB harð-
disk, 8 x cd-Rom, 15
skerm, håtalarar. 56k fax
odem, windows 95 o.a
Vælegnað til skulabruk
Prisur 3.800 k
Tlf. 332780
KE all.vyaroo.co
TELDA TIL SØLU
Pentium 166 Mhz, 32 MB
Mnnr 2
Ram kort, 16
Tonleikur
KORG TRINITY
utvidkad til
enn 1000 ótrúliga
1 i u fyn 7.000
Nýprísu 100 kr
p modul til
solu fyri 5.000.-. Nýprísur
3.000,-. Meir enn 1.000
super ljóð - sum nytt.
320443 lok. 152 frå 8-
TIL SØLU
Ein atari Falcon tónleika-
z arddisk-recor-
Jing til sølu fyri 4000,-
isk fylgir við
ok. 152 frá
TIL SØLU
Eitt keyboard av slagnum
KORG til solu fyri 2000,-
Tlf. 317429
HIGH-END
stereoanlegg til sølu 6 åra
gamalt - í góðum standi.
Onkyo effektforsterkari M-
508 (2 x500 watt). Onkyo
forforsterkari P-308. Full
logic Onkyo CD-spælari.
Full logic Onkyo bandupp-
takari TA-240. Full logic
Onkyo tunari T-407 Har-
man/Kardon 10-bands
equalizari EQ-8. Acustic
Research plátuspælari
(manuellur). 2 Jamo hátal-
arar, Prísur 20.000 kr.
Tlf. 319618
ENSONIQ ASR-88
Sampler / Workstation /
Motherkeyboard, Við 88
vektaðum tangentum til
sølu, 4 ára gamal, Stereo
samplari við Resample,
Franswave, Time Com-
ression /Expansion, 16
Ibyte RAM, Analog In
Out, Digital In/Out. 6
eyka útgangir kunnu út-
vegast. SCSI (Scsi2) inter-
face, 2 spor til harddis
krekording, 2x8 spor
Sequencer, 24 bit effektir,
CD-ROM og ? fløgur vid
instrumentum. Vanl. pris-
ur 30.000,- Nú einans
20.000,-
Tlf. 284866
BILSTEREO
Hathill vid tveimum 3-
way 150 watt og tveimum
200 watt bassum, ur ein-
um Ford Sierra årg. 85. Til
solu, ljóðar sera gott. Pris-
ur 1.500 kr.
Tlf. 311637 eftir kl. 20
MIXI PULTUR
Yamaha 2404, 24 kanalir,
ymiskt fylgir við, bíliga til
sølu
Tlf. 284601
GAMALT KLAVER
til sølu (utskorid). Selist
biliga.
Tlf. 449088
KOMPLETT
Heimastudio biliga til sølu,
m.a. tvey ógvuliga góð
ljóðmodul, pultur, Falcon
harddisk, rocording telda,
minidisk o.a. spyr bara
Tlf. 320443 lokal 152
Út- &
Sjonvarp
2 BO HATALARAR
1 bandspælari, pioner, 1
Bomeister 900 forsterkari
Kr. 800
Tlf. 371225
PARABOLSKERMUR
Til sølu, glasfibur, tvørmåt
2,20 m
Tlf. 441804
FARTELEFON
Ein NMT 900 fartelefon.
Eriksson N 4238. Frá
februar 1999. Til sølu fyri
700 kr.
Tlf. 456247
NMT 450
fartelefon, vid tveimum la-
darum og nyggjum
battaríið, til solu fyri 2.000
kr. Nýprísur uml. 5.500 kr.
Tlf. 421560 ella 289778
Ymiskt
JOLASØLA
Um nóg stór luttøka verð-
ur, verður jólssola í bygd-
arhúsinum í Hósvík leyg-
arðagin 20. nov. frá kl 14
til 20. Ahugaði kunnu bí-
leggja borð á Tlf. 422348
Bygdarfelagid Varðin
EIN SCANOMAT
Kaffi maskina við 4 funk-
tiíónum, fæst við at av-
heinta hana.
Shelistoðin
Tlf. 424453
tíðindablaðið -
ROKKJALLARIN
Vit átaka okkum at selja
fyri fólk.
Eisini keypa vit deyðs-
búgv.
ROKKJALLARIN
Tlf. 311990 & 283390
Tinghusvegur 42 - 100
Torshavn
Opið: månad.-friggjad.
kl. 13-17.30
Leygardag: eftir avtalu
DIGITALUR NOKIA
parabol móttakari til solu
fyri 3.800 kr. 1/2 åra gam-
al.
Tlf. 281525
TIL SØLU
Tveir dekodarar Nokia
digital og ein pace. Ein
parabol og kápil fylgir vid,
og eitt LNB stik til báðar
kassarnar
Kr. 6.500
Tlf. 281307 & 317507
FRYSTIKONTAINARI
Er tað nakar ið hevur ein
brúktan frysti-kontainara at
selja mær, fyri ein sámu-
ligan prís.
Tlf. 373288
HØFT
Hoft til solu.
Ring 423357
BURTURBEINING
og upprudding ókeypis.
Ring til 319567 og spyr
eftir Jóanesi. Best eftir kl.
17.
GRÓT
Gott smágrót fæst við at
heinta tað.
Tlf. 284173
VINDEYGU TIL SØLU
2 stk. vippuvindeygu 70 x
110 cm vid 2 rutum i
góðum standi til solu fyri
500,- stk.
Tlf. 314977
TIL SØLU
10 góðir lítið brúktir formar
úr vatnfostum finer, stodd
2,44m x 0,60m til solu.
Tlf. 313658
SKRELLISTATIV
við loki til solu fyri 600,-.
TIf. 333355 á 281455
KVOLDSKULI
Anatomi-fysiologi-sjúkra-
læra. Hava tygum hug at
læra um mannakroppin, er
ætlannina at hava kvøld-
skúla í vetur um undirtoka
er nóg stór. Tit kunnu
tekna tykkum á
Tlf. 315525
FARTELEFON
Til sølu. Motorola Micro T-
A-C Classic vid 2 batta-
rium, bordladara til 2
battari, billødara, bilan-
tennu við magnetfesti og
taska.
Tlf. 327040
TIL SØLU
5 stk. bruktar innhurðar við
karmi og komplett låsi/
hondtøkum. 1 stk. Husmor
vindeyga 1,20 m útv. Selist
vegna broytingar. 1 stk.
250 kr. ella samlad 1.000
kr.
Tlf. 316884
KØLIREOL
við tilhoyrandi kompress-
ara til solu. B 200 cm. H
190 cm.
Tlf. 315528
FØROYA FELAG MOTI
KRABBAMEINI
Rådgevandi sjukrasysturin
hjá Føroya Felag Móti
Krabbameini hevur viðtalu
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
hósdagin 30. sept. 1999,
kl. 11-15. Tíð kann bileggj-
ast á tlf. 317959.
3 FRYSTIBOKSIR
Við glasloki, til solu.
Tlf. 315528
KØLIREOL
vid tilhoyrandi kompress-
ara, b 250 cm, h 200cm.
til sølu.
Tlf. 315528
YMISKT TIL SØLU
Góð klæðir stødd 10-12 ár.
2 printarar, og ein sendari
(sommer kamp TS - 3 DX)
biliga til sølu.
Tlf. 217038
RUTUR
stødd 140x140 til sølu.
Tlf. 422147
RUTUR
stødd 140x140 til sølu.
Tlf. 422147
TIL SØLU
2 Vaskimaskinur, 1 huðr v/
karmi, 1 huðrablað og 2
Súkklur.
TIf. 211832
TERMORÚTAR
ynskjast til vindeygu sum
eru 140 x 120 og til vind-
eygu sum eru 120 x 120.
Tlf. 449088
FARTELEFON
NMT 900. Mobira cityman
200, til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 449088
Oljutangi
200 ltr oljutangi til solu.
Best eftir kl. 18.
Tlf. 457504
1 POWER RIDER
Til sølu.
Tlf. 421153
SKEIÐ |
MASKINBINDING
Atlanin er at hava eitt skeið
í maskinbinding, í Æðuvík
hesar dagarnar, 30, 1 og
2/10 1999. Tit kunnu tekna
tykkum á
TIf. 447175
NMT 450
fartelefon v/ bil og heima-
ladara, til sølu fyri 2.000
kr.
Tlf. 321444
MASKINBINDING
Um undirtøka er, verður
skeið í maskinbinding 7. til
9.oktober 1999 í róðrar-
nestinum í Hósvík. Skeið-
leiðari: Erika Danielsen
Kostnaður kr.1200.00 kr
skal gjaldast við tilmelding.
lroknad er: morgunmatur
dogurði og kaffi. Seinasta
freist at boða frá lutoku er
4.okt. í Nálini í Hósvík, ella
á tlf. 422342 og 422348
420 Hósvík
ØV boriitgerd, luftamboð
og útgerð fæst hjá okkum!
BKompressarar- hobby ella til
vinnu
B Grotborir, meitlar, krónur,
kilasett 0.a
WB Borimaskinur, brekkarar 0.3.
B Borholsproppar
B Spreingipulvur 2 og 5 kg
B Blæsipistólir 0.a.
WB Koplingar/niplar 0.2
WB Luftslangur, spulislangur,
klemmur 0.a |
B Vatnutskiljarar, smyrjiapparat 0.8
Hobby EL-luftkompressari ;
2 HK - 24 lítur tanki - Max. 8 bar |
Vit útvega brúktar og nýggjar entre-
prenørmaskinur 0.a. uppá fyrispurning
Vit hava 25 ára royndir innan
boriútgerð og luftamboð
Kaj Andreasen PF.
Sandvíkarhjalli
Tlf. 315600 - Fax 318008
ST
WWW.S0Sialurin. fo
Nr. 184 - 29. september 1999
Viðmerking:
Snýr seg um annað
og meir enn bert
um eina rennibreyt
Skrivingin um nýggja ítrótt-
arvøllin í Gundadali hevur
mest fokuserað upp á renni-
breyt og persónar, sum so-
leiðis løgdu til brots fyri, at
hon ikki skuldi koma. Men
hendan sak hevur breiðari a-
spekt enn so.
Frælsur ítróttur umfatar so
nógv annað enn bara tað at
renna kapp. og tað má undra,
at ikki frumítróttagreinar sum
hå-, longdar- og stangarlop,
tristøkk, kúlu-, sleggju- og
spjótkast hava verið við inni
í myndini hvorki í løgdu ætl-
anini ella í umtaluni av hesum
máli. Í bóklingi um mentan-
arligar ætlanir hjá Torshavn-
ar Býráð fyri jól í fjør verður
um ítrótt umrøtt, at býráðið
hevur veitt kastarum góðar
sømdir einastaðni í eysturbý-
num, og í lítiðsigandi svari
til skilagóðar spurningar, frá
Vagni Michelsen í seinastu
viku kemur borgarstjórin sær
aftur at vísa á hetta fram-
skygni og beinasemi býráðs-
ins. Men álvaratos, Leivur
Hansen, heldur tú hatta vera
sømiliga loysn til frælsa ítrót-
tin í høvudsstadnum, at bý-
ráðið hevur sett nakrar strik-
ur og eitt net á spælipláss hjá
børnunum á Eysturskúla-
num? Og hvørjar hugsjónir
eru í tí, at kastarar savnast á
einum stað, rennarar á øØr-
um, leyparar kanska á einum
triðja og tey, sum dyrka fleiri
greinar, skulu ferðast ímill-
um? Og hvørjar møguleikar
geva slíkar lappaloysnir skúl-
aungdómi og fólki annars til
breiða ítróttaliga menning og
likamliga røkt og itriv? - Nei,
Gundadalur eigur at fevna um
alt hetta og hevur enn møgu-
leika til tad, um enn vidur-
skiftini eru vorðin truplari.
Tá ið Tórsvallar-ætlanin
var komin í ljósmála, vóru
røddir frammi ikki minst frá
mentaf6lki, sum vegna kostn-
aðin mæltu ímóti. Fyri mær
er ongin ivi um, at fimi og
líkamlig menning eru týðandi
mentanarpartur í samfelag-
num, og at ítróttarligar um-
stóður eru ein almenn upp-
gáva.
Men at land og kommuna
longu nú hava lagt í minsta
lagi 20 mió. krónur - framm-
anundan eru lagdar 18 milli-
ónir bara í Ovara Vøll - í ein
desideraðan fótbóltsvoll aft-
urat í Gundadali, sum haraftr-
at eisini á sumri kemur at
standa oyðin og tómur allar
yrkadagar og flestøll viku-
skifti, meðan landið framm-
anundan hevur lagt tvísiffr-
aðar milliónir í professionell-
an fótbóltsvoll í meginøki-
num, tað er skilaleyst. Hvussu
stóran tydning hevði slíkt
stórsinni móti mentanarlívi-
num annars ikki havt fyri
okkara samfelag? Fekk t.d.
musikkskúlin bara eina av
hesum milliénum, hevði tað
verið kollveltandi bara serliga
í Utjadaraøkjunum, sum nú í
alt ov mong ár musikkskúla-
liga hava ligið í andaleypi.
Eisini innan aðrar mentanar-
greinar sum bókmentir, leik-
list, myndalist og listarhand-
verk hevði tað verið sera kær-
komið og mennandi, um
teimum varð ognað um bert
brotspartur av teirri studn-
ingsveitan, sum nú so einvíst
er fallin fótbóltinum í lut.
Men gingu land og kommuna
saman um at fremja uppruna-
ligu ætlanina um framkomið
ítróttastadion í Føroyum, har
ítróttin fekk professionellar
sømdir, og eitt dagligt yðjandi
ítróttalív kundi tikið seg upp,
so vóru aðrar 20 milliónir og
væl tað, um so skuldi verið,
ikki ov nógv at lagt í tiltakið.
At tað kom so vítt við hes-
um ótrúliga glantrileiki fyri
opnum teppi í okkara høvuds-
stað mugu fyrst og fremst
okkara politikarar og al-
menna umsiting við teirra
atgerðarloysi bera ábyrgdina
fyri. Í býráðnum hevur sjálvur
borgarstjórin verið fremsti
ørindreki og strámaður hjá
einstøkum áhugabólki í hes-
ari ótrúligu søk, men aðrir
býráðslimir hava sitid sum
muur, hava hóast gjølliga lýs-
ing av viðurskiftunum og
inniligar áheitanir frá avvarð-
andi ítróttarfelagsskapum og
skúlafólki ikki havt hondina
á lofti, meðan stundir enn
vóru til tað, og tykjast nú at
sita sum ryssa yvir deyðum
fyli um hetta illa loysta mál.
Landsmyndugleikarnir
høvdu møguleikan at fáa
verkætlanina aftur á beint,
men hóast orðingin um løg-
tingsjáttan til eitt landsins
ítróttastadion er rættuliga
greið, hava landsarkitektur,
mentamálastýri og landspoli-
tikarar týtt henda fíggjarlóg-
artekst, sum tá hin grábeinti
lesur Halgubók, og hava giv-
ið grønt ljós fyri, at játtaðu
milliónirnar nú ikki hava tænt
sínum endamáli.
Í hesum døgum er onki
evni so nógv frammi í okk-
ara samfelag sum fullveldi og
Hvítabók við hennara lýsing-
um og serfrødiligu framrokn-
ingum. Men um enn tøl og
kurvar eru góð amboð, verður
tað ikki minst slíkt sum fram-
fýsni, rættferð og etiskur hug-
burður hjá teimum, sum eru
sett at ráða og umsita, ið verða
avgerandi fyri rættvisi, trivn-
að og livilikindi í okkara
landi. Tað er á teim itøkiligu
målsøkjunum, at hetta skal
koma til sjóndar, og hetta nú
so nógv umrødda ítróttarmál
er eitt av teimum. Lat okkum
vóna, at tað nú ikki skal vera
neyðugt at bíða eftir ættar-
skift, men at tey, sum enn ráða
fyri borgum, taka sær annað
skinn um bak í Tórsvallar-
málinum, tí um enn fyribils
komið í Oføri, so er enn ikki
farið fyri bakka í hesum máli.
Olavur Hátún
ERE