Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 30. september 1999 tíðindablaðið < East Salmon, eitt virki við stórum virksemi: Frá smolti á pannuna Aling: Við stovnsetanini av góðskingarvirkinum í Fugla- firði hevur alifyritókan East Salmon latið ringin aftur, so at siga. Teir fylgja nú fiskinum frá smoltkarinum í køli- diskin, og tað metir Líggjas í Bø, sum er ein av ánarun- um verða ein sera góðan fyrimun SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur ikki altíð sum ætla. Við hvørt gongur eftir hali, og tá eru tøkini sera tung. Hetta máttu teir tríggir Grímur Rasmussen, Símun Pauli úr Konoy og Líggjas í Bø sanna í 1995. Alifyr- itøkan, sum teir tríggir høvdu stovnað í 1990 varð rakt av sjúku á smoltsstød- ini, so har var einki annað at gera enn at snara lykilin um. Men sum so mangan tá tað sær svartast út, so fer at ganga hin vegin. Saman við nýggjum eigarum gjørdu teir eina roynd at keypa fyr- itøkuna aftur, og tað eydn- aðist. Nýggju viðánararnir vóru Vestlax og Havsbrún, og tað var góður styrkur at hava í rygginum. Vestlax gjørdi eftir stutt- ari tíð at selja sín part av partapeninginum, og tá stóð Fiskasølan til reiðar at keypa. Síðani tá hevur fremsta mál hjá fyritøkuni verið at konsolidera fyritøkuna, og at økja um framleiðsluna, soleidis at fyritøkan ikki skal vera so vidbrekin. Og sambært Líggjasi í Bø er tað eydnast teimum. - Vit vóru í tí óhepnu stóðu i 1995, at vit ikki hór- aðu undan. Aðrar fyritøkur gjørdu tað, men av ti vit fingu sjúku í smoltliðnum, so var einki at gera. Síðani vit byrjaðu aftur hava vit verið varnir, og vit hava eis- ini verið hepnir í so máta, skilt á tann hátt, at vit hava ongar sjúkur havt í smolti- num. Tá fyritøkan fór á húsa- gang í 1995 vóru teir komn- ir so langt áleiðis, at teir høvdu bygt virkið út til at umfata smoltstødina, sum liggur á Norðtoftum, alstødina, sum liggur beint sunnanfyribyrgingina i Hvannasundi, kryvivirki i Klaksvik og so ein brunn- bát, sum bæði sigldi við fóðuri og við fiski. Ti var fyritøkan ógvuliga væl fyri í so máta, og í veru- leikanum var bara ein “missing link" frá smolti til kølidiskin. Tað var góðsk- ingarvirkið, sum so nú fer í gongd ein av fyrstu døgu- num. Framleiðslan nógv okt Hóast tað var tungt fyrstu tíðina at fáa raksturin at hanga saman, so gjørdi hann tað kortini, og við tí fingu nýggju eigararnir hildið fast í málsetningin um at økja um framleiðsl- una, samstundis sum fyri tøkan skuldi konsoliderast í 1995 var framleiðslan 1000 tons, men nú eru við komnir upp á 3000 tons. Á smoltstødini framleiða vit nú 1,5 mió. smolt, móti 600 túsund í 1995, so fram- gongd hevur verið, sigur Líggja í Bo. Brúka til so alt smoltið sjålvir? - Nei, ikki alt, men ein stóran part av tí. Vit selja eisini til aðrar, men tað er í minni mun, sigur Líggjas í Bø, sum uttan at lata væl at, kann staðfesta, at tað gongur rættan veg. Men var tað so eitt ynski frá tykkum, at fáa góðskin- garvirkid eisini? - Ja, vit hava havt tað í huganum í longri tíð, men hava ikki gjørt meiri við tað enn sum so. Fyri einari tíð síðani vendi havsbrún sær til okkara og spurdi, um vit høvdu hug, at leiga virkis- bygningin teir hava keypt til góðskingarvirkið, og vit avgjørdu at taka av, sigur Líggjas í Bo. Hann leggur afturat, at teir eru í tí hepnu stóðu, at teir ikki eiga bygningin, og tí heldur ikki skulu gjalda teir stóru kapitalkostnaðir- nar í sambandi við nýggja virkið, og tað lættir mun- andi um. Teir vera ikki so bundnir, tá teir fara undir framleiðsluna. - Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein fyrimunur, at so er, sigur hann. Ein styrki hjá virkinum Tá nýggja virkið í Fuglaf irði er komið í gongd kunnu eigararnir av East Salmon fylgja fiskinum frá tí hann gongur í smoltkørunum á Norðtoftum, til hann er pakkaður í portiónspakkar klárur at selja kundum á Vit hava leingi havt ætlanir um at fara at gera eitt góðskingarvirkið sjávlir, men tað var ikki fyrr enn vit fingu tilboðið frá Havsbrún, at vit fóru undir tað av álvara, sigur Liggjas í Bø, ein av eigarunum í East Salmon marknaðinum. Men er tað neyðugt, at hava alla framleiðsluna undir einum "hatti"? - Eg sigi ikki, at tað er neyðugt, men tað er ein styrki hjá virkinum. Tað ger tað munandi lættari at plan- leggja alt sum tað er. Tá virksemið í Fuglafirði kem- ur í gongd, fer sølulidid at gera avtalur við kundarnar. Hesar avtalur ganga í eitt longri tíðarskeið, og tað merkir, at vit vita rímuliga væl hvussu nógv vit fáa inn av pengum, og tað ger ar- beiði munandi lættari. Er tað kortini neyðugt hjá tykkum, sjálvir at hava góðskingar, ella er tað neyðugt, at hava fiskin FInguUnum, um so er, at tt hava góðskingarvirkið? Nei, tað er tað heldur ikki, men veruleikin er, at tað er munandi meira tor ført, at reka eitt góðsking- arvirkið tá ein ikki sjálvur eigur fiskin. Tá er trygdin fyri at tú til eina og hverja tíð, hevur råvøruna tøka, ikki til staðar, og tað kann vera beinleiðis orsøkin til at kundin ikki vil gera avtalu við teg. Råvørutrygdin er so ótrúliga týdningarmikil, tí tá vit gera eina avtalu um at lata vøruna, so skulu vit lata hana. Kunnu vit ikki lata, so fáa vit eina rimmar bót, sigur Líggjas í Bo Hann vísir á, at fleiri fyri- tøkur eru farnar av knóra- num júst av somu orsøk, tí tey ikki hava havt trygdina fyri råvøruni Meginparturin til egna góðsking Sum stødan er í løtuni, so framleidir East Salmon upp ímóti 3000 tonsum av ald um fiskii sinum alibruki Væntar Liggjas i Bø, at øll teirra framleiðsla fer til góðskingarvirki í Fugla firði? Nei, alt fer neyvan. Sum er, sum ikki kann skerast í savnsmynd portiónir, tí tað er uttanfyri stødd, men kortini rokni eg við, at meginparturin av framleiðsluni fer til Fugla- fjarðar. Virkið í Fuglafirði hevur størri kapasitet enn sum so, og tí kann meira fara handa vegin, um vit meta tað vera neyðugt, og tá so er, er ikki neyðugt, at fiskurin bara kemur frá okk- ara alibrúki, men tann tíð er ikki beint fyri framman Annars greiðir Líggjas í Bø okkum frá, at umroknað til heilårsstørv starvast eini 50-55 fólk í fyritøkuni, sum eitur East Salmon. Men við góðskingarvirkinum í Fugl afirði sær út til at tað tali fer at okjast munandi innan alt ov langa tíð. Í fyrst far ið 20 fólkum er seint ð uppaft Tað sær út at gong sum eftir ánni at fáast við laks lesið meira á síðu 25 Handils og Frystivirkið letur upp aftur Fiskivinna: Hóast Handils- og Frystivirkið letur uppaftur um ikki so langa tíð, so verður tað ikki sum flakavirkið í orðsins rætta týdningi, men sum góðskingarvirki. Nýggju eigararnir hava leigað virkið til East Salmon, sum skal reka nýggja góðski SVEINUR TRÓNDARSON Fyri nókrum mánaðum síð- ani varð almannakunngjørt, at Havsbrún í Fuglafirði heyði keypt gomlu bygn- ingarnar, har Handils- og Frystivirkið fyrr hevði hildið til. Tá varð einki sagt um hvat nýggju eigararnir ætlaðu við bygninginum, bara, at teir høvdu ikki keypt bygningin við tí fyri eyga, at lata hann standa tóman. Nú er so meira kjøt komið á ætlarnirnar hjá Havsbrún. Hetta merkir, at tað ein av allarfyrstu dógunum aftur verður lív í gomlu virkis- bygningunum hjá Handils- og Frystivirkinum í Fugla- firði. Nýggju eigararnir hava nevniliga gjørt ein leigusátt- mála við fyritøkuna East Salmon í Klaksvík, um at alifyritøkan skal leiga gomlu virkisbygningarnar ul góðskingarvirkið til ali- fisk. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur við Sosial- in, at tað kortini framhald- andi verður Havsbrún, sum verður eigari av virkinum, og tað er eisini Havsbrún, sum hevur staðið fyri um- byggingini og nútímans- gerðini av gamla virkinum. Ikki dýrt at keypa Stjórin í havsbrún vil ikki upplýsa fyri Sosialinum hvussu nógv teir hava latið fyri gomlu bygningarnar hjá Handils- og Frystivirkinum. - Bankin gav okkum eitt tilboð um at keypa bygn- ingin, og tá vit mettu, at tað var eitt gott tilboð, og vit høvdu pengarnar, so gjørdu vit av at keypa, sigur Bergur Poulsen. Hvat var endamálið tá tit keyptu? - Tá høvdu vit ikki av- gjørt, hvat vit skuldu fara at brúka bygningarnar til, og tað var heldur ikki bein- anvegin, at henda ætlanin kom á borðið, sigur Bergur Poulsen. - Men hetta er ein góð loysn tí við hesum fær ali- fyritøkan eitt góðskingar- virkið, og tað hevur verið ætlanin í eina tíð, leggur Bergur afturat. Eiga ein part í East Salmon Tað er nú neyvan av tilvild, at valið av leigara fall á East Salmon, sum leigara í hes- um føri, tí fyritøkurnar báð- ar arbeiða meiri enn tætt saman. Havsbrún er størsti ein- staki eigari í East Salmon, og teir eiga 40 prosent av partapeninginum. Hinir eig- ararnir eru Fiskasølan og so teir tríggir privatmenninir, sum upprunaliga stovnaðu fyritøkuna, sum var “for- leyparin” til East Salmon. i - Vit keyptu virkið tí vit fingu eitt gott tilboð, og nú hava vit leiga tað út til East Sal- mon, tí tað var ongantíð ætlanin, at vit skuldu reka tað sjálvir, sigur Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún Teir tríggir eru Grímur Ras- mussen, Símun Pauli úr lesið meira á síðu 25 Konoy og Líggjas í Bo.