Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 30. september 1999 tíðindablaðið S 13 100 ara fødingar- dagur heima á Sandi Orð: Eli Hentze Myndir Oskar Oskarsson Fríggjadagin 17. september vóru 100 ár liðin, síðani Jóhanna Michalina Poulsen, fødd Aaergaard, sá heimin á fyrsta sinni. Hesin ser- merkti dagur varð hátíðar- hildin heima á Sandi sjálvan fødingardagin. lllfýsið veður Fríggjadagurin læt eyguni upp og hoyrdi fríska vindin bera boð um gamla konu, ið býr á Aargarði heima á Sandi. Henda gamla kona kennir so væl eyðkenda landsynningsljóðið. Nú hon er blivin mong ár, hugsar hon helst ikki stórvegis um veðrið. Sum dagurin leið, makaði hann vindin, og regndroparnir í stórum tali duttu beint niður av himli. Teir gjørdu ikki stórvegis hóvasták burturúr. Duttu bara beint niður, stillir og harmleysir eins og gamla Jóhanna í sínum djúpa mjúka stóli inni á Aargarði. Nakað ofta munnu regn- droparnir, ið eru so lívgev- andi, hava glett hennara sinn. Bygdin flaggskrýdd Longu dagin fyri kendist, at friggjadagurin hesaferð ikki var ein heilt vanligur fríggj- adagur. Bygdarinnar dyr vóru flaggskrýddar, og fólk snakkaðu um stóra dagin í morgin. Inngongdin til Aar- garð varð skrýdd við vøkr- um heiðursporti, ið fortaldi, at innanfyri dyrnar búði sera gomul kona. Sjálvan fød- ingardagin gjørdi bygdar- fólkið vart við, at dagurin var serstakur. Merkið varð vundið í húnarhátt, kanska vakrari enn nakrantíð at heiðra fødingardagsbarnid. Fólk flest eru á einum máli um, at 100 ára fødingardag- ar eru nakað heilt serligt. Sandingar upplivdu annan 100 ára fødingardag í 1984, tå ið Rudolf Jensen trein inn í land teirra 100 ára gomlu. Men, tað heilt ser- staka við hesum fødingar dagsbarninum er tó, at livur hon til nyggjårs, so hevur hon uppliva triggjar øldir. Fåum menniskjum man unnast hetta. Ikki ti, JO- hanna man neyvan gera sær stórt far um hesi viðurskifti í lívi sínum. Jóhanna var borin í heim 17. september 1899. Ættað úr Toppigarðinum á Sandi. Jóhanna var yngst av seks systrum. Foreldur hennara vóru Hedavig Hentze og Rasmus Johansen. Jóhanna giftist Sigurdi Poulsen, van- liga nevndur Sigurd á Túgv- unum. Tey fingu trý børn. Rasmus, Heðvig og Hedvor. Nógv fólk vitjaðu føo ingardagsbarnið. Millum klokkan tvey og fýra varð bjóðað í føding- ardag á Aargarði, og sjálvd- an munnu so nógv fólk hava verið í fødingardegi hjá Jó- honnu áður. Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø og umboð fyri ríkisumboðið vóru komin suður á heilsa uppá. Familja, sandingar í útlegd, bygdarfólkið í stór- um tali og aðrir gestir upp- livdu eina sera hugnaliga løtu saman við tí 100 ára gomlu. Ikki segði hon nógv! Sat so friðalig í stólinum og Sá SO VIS ut, JÚSÍ sum prestur vísti á í talu síni á samkomu í Virkinum seinni um kveldið, har hann millum annað segði, at hó- ast Jóhanna ikki sigur so nógv, so hevur hon vísdóm fyri tí góða. Tað er ikki gloymt, men bara goymt. Tá ið klokkan nærkaðist fýra og gestirnir so smátt gjørdu seg til at enda fyrra part av fødingardegnum, sovnaði gamla Jóhanna i stólinum. Ein tiltrongdur blundur enn einaferð soleiðis Bygdarráðið bjóðaði døgurda Um kveldið var døgurdi í Ungmannafelagshúsinum Fullsett var, tá ið borið varð á borði. Bygdarráðið bjóð- Helena Dam á Neystabó var ein teirra, ið var á Sandi og heilsaði upp á Jóhannu Michalinu Poulsen á 100 ára fødingardegnum Jóhanna býr á Aargarði á Sandi Nógv úr yngra ættarlið- num heiðraðu »fødingar- dagsbarninum« aði bygdarfélkinum og gestum ein betri bita. Løtan hevði serligan hátíðardám. Nógvar talur hildnar og sangur við serligum tóna, tóktist mær. Innihaldsliga leitandi aftur í tíðina. Fyri eldra partin av fólkunum hjåstødd; ein lívgandi løta at minnast aftur á góðar gamlar letur og gøtur Menninir við mína lið og beint aftanfyri meg mintust aftur á fyrsta dagin í skúla- num, løturnar í ánni norðan fyri Toppigarðin o.s.fr. Jú, sanniliga var hetta ikki bara ein fødingardagur, men eis- ini løta, ið gav fólki góðar umstødur at minnast og gleðast aftur á góðar grónar dagar. Børnini vóru eisini mong í tali, men tey hava nokk heldur notið góða og glaða stemningin heldur enn at hugsa um tíðarhug- takið. Teirra lív er meira beint nú, ikki so nógv aft- ureftir og frameftir Tórur Johannesen bjóðaði vegna bygdarráðið vælkomin. Vísti á nógvu og stóru broytingarnar, ið farn- ar eru fram ta tíðini Jóhanna hevur livað. Sjálvt veðurlagið er broytt, vildi Tórur vera við. Páll á Reynatúgvu tosaði eisini um broytingar. Ramsaði upp mongu tingini, ið als ikki vóru. dagin Jóhanna kagaði inn í henda heim Tey bæði, Jóhanna og Páll, hittast mangan á Aargarði, tí løgtingsmadurin hevur fysioterapi har. Fortaldi um øtur, har Jóhanna sat við hondum hansara í sínum og kíndi og vermdi. Aðrar øtur hóttanir um at skjóta hann. "Men vónandi verða nóttanirnar fleiri í fram- tíðini, tí vit eru øll skotin í tær", segði Páll at enda Sólvit Simonsen visti at siga frá Jóhannu, einaferð hon hevði verið til handils niðri á Grótteigum. Á vegnum heimaftur støkkur hon inn á gólvið hjá Marini í Kók. Inni hjá Marini kærir hon sína neyð um Mariannu, handilskonuna á Grótteigum. ”O, verden O verden. Nú hevur Marianna hongt vattpakkarnar for alle mands øjne” Sólvit legði skemtandi afturat, at hevði Jóhanna sæð hillarnar hjá Sølvi í dag so Sólvit fortaldi, at Jóhanna og systrar hennara higartil eru blivnar 546 ár. Ein miðaldur upp á 91 år. So ikki kann sigast annað enn, at har er væl í kjøtið borið Harafturat er so Jóan Petur Hentze, vanliga róptur Jóan Petur í Skorti, ið vaks upp í Toppigarðinum. Hann bleiv 87 ára gamal og plagdi at taka til heilt til sín doyggjandi dag: "Tað er deiligt at liva". Sólvit tos- aði eisini um broytingarnar hendar eru í tí tíðarskeiði Jóhanna hevur livað. Omm- usonurin Svenning helt tó ikki, at mongu umtalaðu broytingar her heima og úti í heimi, hava uppukið sinni á ommuni nakað soleiðis Nei, heldur var tað nærumhvervið, so sum nær hønurnar vurpu og annað tætt upp at lívinum í túni- num Sølvi Mortensen, keypmaður, tosaði um ser- staka hugnaliga dámin inni hjá Jóhannu og Sigurdi mongu kvøldini við kambi sum instrumenti og syngj- andi kærleikssangir . ein kundi ikki annað enn blíva forelskaður. Ein hugni, ein partur av okkara mentan, ið ikki er so eyðsýndur í dag orsaka av sjónvarpi, ein mentan, ið bæði styrkir sál og likam, segði Sølvi. so at Gott vedur Borðhaldið var liðugt og utt anfyri var nærum at kalla stilli. Droparnir duttu fram- haldandi av himli, ikki ils liga sum tíðliga um morg unin, men róliga nakað so- leiðis sum lívið hjá gomlu konuni á Aarg verður livað. nú hon reið inn í land teirra 100 ára gomlu. Hjart aliga tillukku Jóhanna Poul- ' sen!