Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ísosialurinf= internet: www.sosialurin.fo pE Jan ordet Kemp Í ndenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Tr Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork n: ; Postadr: Postsmoga 76, TTT Jens Kristian Vang 110 Térshavn Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Olga uppseting: Telefax. 314720 ' | Sosialurin e-mail: post &sosialurin.fo Bústaður: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin Nýggir ósiðir Oddagrein William Maugham segði á sinni, at fólk biða um kritikk, men vilja bert hava rós. Hetta er neyvan heldur nakað ókent fyri- brygdi her hjá okkum, og er tað ikki sort, at hetta kemur tær til hugs, tá ræður um umrøduna av Hvítubók. Tað hevur ongantíð verið siður í Foroyum, at politikarar kunngera fyri ollum Foroya fólki, hvat eitt tilboð til landið ljóðaði uppá, um ein tænasta var bjóðað fram. Ein av búskaparfroðingunum, ið var við til at skriva Hvítubók, hevur dittað sær at komið við nokrum sakligum viðmerkingum til Hvítubók, ella rættari framløguni av hes- ri. Hettar fordi við sær, at landsstýris- maður fór í blødini við, hvat hesin maður vildi hava fyri at leggja fram. Hetta kann utleggjast sum ein roynd at sáa iva um trúvirði hjá hesum búskparfroðingi uttan at taka stoðu til sakliga innihaldið í við- merkingunum. Farið varð við oðrum orð- um eftir manninum heldur enn bóltinum. At persónlig viðurskifti soleiðis vera kunn- gjørd um allar geilar av einum lands- styrismanni er ein ósiður, sum ikki gagnar kjakinum í samfelagnum. Hvussu kann man vænta, at fólk, og kanska serliga fólk, ið hava sítt starv hjá landinum, skulu tora at koma fram við sakligum við-merk- Ingum og spurningum, tá ein landsstýris- maður leggur í bloðini við, hvat viðkom- andi kostar ella ikki kostar? Um landið keypir eitt nú teldur, og avvisir einum tilboði, so merkir tað ikki, at við- komandi veitari ikki skal sleppa at hava eina fakliga meining um teldur og teldu- Skipanir, uttan at tað skal kunngerast vítt og breitt, hvat tilboðið hjá hesum veitara ljóðaði uppá. Hevur man álit á fakliga inni- haldinum, í tí ein ger, so skuldu sakligar viðmerkingar verið eitt kærkomið høvi at farið nærri inn á ávísar lutir. Fer man harafturímóti í verjustødu og roynir at raka persónar heldur enn innihald, so hevur man ein trupulleika í einum konstruktivum kjaki, sum er ein av grundarsteinunum undir einum vælvirkandi demokratii. Hetta er spell, tí nettup landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur lagt upp til eitt breitt og demokratiskt orðaskifti, hvat vit halda er bæði rætt og gott. Ein kann so eisini siga, at eingin er fullkomin. Sjálvandi ber eisini til hjá honum at mistaka seg, og kann hetta verða eitt slíkt mistak. Sosialurin Viðmerking: Hví seta seg móti barnagarði Eftir at hava lisið grein í Sosialinum 21. sept. 99 um »Grannar, ið seta føtur i spenni ímóti barnagarði á Argjum, mátti eg seta meg niður, tí eg bleiv soo paff Sum flest ungar mammur (24 ár), havi eg eisini sent skrivliga umsókn til býráðið um ansingarpláss, tó uttan játtandi aftursvar. Vit eru mangar sum eru í trongum skóm, og vit standa í stórari tvistødu um barslið líður ímóti endanum. Hvat skulu vit gera við børnini? Man fær niðurtúr og ringa samvitsku, tí samfelagið hevur als ikki pláss fyri hes- um lítlu. Tað er blivið so- leiðis í Føroyum, at tá læk- nin hevur staðfest, at tú er við barn, og gleðisrómurin er farin aftur um bak, so kemur óvissan. Á nei, hvussu verður nú við mær og framtíð mínari? Sleppi eg aftur út á arbeiðsmarkn- aðin, aftur á skúlabonkin osfr. Fái eg barnið inn á stovn? Um ikki, hvor skal forsyrgja okkum, tá barslið er av og einans ein inntøka (ella kanska ongin) og eins stór útreiðsla sum áður? Hvat verður av okkum? Sleppa vit nakrantíð víðari? Tað eru serstakliga kvinn- ur, sum kenna seg aftur í hesum, og hettar er veru- leikin. Man fylgir væl við bæði í fjølmiðlum og al- mennum kjaki, og frødist tá okkurt itøkiligt spyrst burt- urúr Soleiðis var eisini fyri mín part, tá eg frætti um eini sethús sum vóru keypt við tí fyri eyga at gera ein barnagarð. Fínagreiðir, ein glotti fyri framman. Eg komi sjálv av Argjum, so kanska var eydnan við okk- um hesuferð. Vit eru sera illa stødd, tá tað kemur til ansingar umstødur. Allar loysnir eru eftir mínum tykki betri enn als ongin loysn! At skulla verða noyddur til at lata hesi smáu uppí hendurnar hjá óskrá- settum dagrøktarmammum er ikki akkurát tað, sum eg hevði hugsað mær. Eg vil hava eftirlit á ansingarpláss- um, tí í hesum døgum veit man ongantíð, hvat fólk kunnu finna uppá. Tá ein lota var gingin og eg var komin fyri meg, fóru tankarnir at koyra í mínum høvdi. Hvat vilja hesi fólk og kunnu tey veruliga vera tað uppiborið? Hví seta seg ímóti einari loysn, sum er bráneyðug? At goyma seg aftanfyri eitt eigarafelag, ið einans vil hava sethús á økinum, hvat er tað? At siga, at tey vilja forhindra larmi og trafikki, hvat er tað? Kann man verða so krevjandi og búgva í einum øki, sum ikki er eldri enn 15 ár? Kann man? Hvat gera tit um flogvøllur verð- ur bygdur á Glyvursnesi? Veruleikin er tann, góða eigarafelag, at tit leggja tykkum í eitt prinsippmál, og tað hava tit fullan rætt til. Høvdu tit verið um 60 ára aldur, hevði eg skilt tykkum. Men hví hava tit so ikki eisini lagt tykkum í stríð við Frítíðarskúlan og virksemið hjá AB? Er tað tí tykkara egnu børn luttaka í hesum virksemi aftaná skúlatíð? Mær vitandi larmar tað illa, og tað eru nógvir bilar á økinum allan dagin. Hevur umhvørvid runt um vøllin ongar møguleikar at hýsa nøkrum bilum aftrat um ein barnagarður evt. skuldi komið? Og at forhindra larmi mitt á degi, tá tit sjálvi eru til arbeiðis, er tað ikki eitt sindur langt úti. Tit eru væl at merkja til arbeiðis frá kl. 08.00 ul 14-17.00, alt treytad av arbeidsdegnum ella hvat? Og so er tað viku- skiftini. Tá fáa tit frið, tí tá er barnagarðurin stongdur, eins um summarið og á jol- um, tá tit sjálvi kanska hava ferðslu. Nei. eg síggi onga meining í tykkum, og gud havi lov, at tit ikki eru míni foreldur. Eg hevði skamm- ast. Tað er vónleyst at gera Argjum nakað itøkiligt her á landi, ti altíð er tað onkur, ið ikki vil gera sum hini og standa saman (ein ella tveir kveri- lantar). So Elin góða, tú mást nokk byggja einar 10 barna- garðar beinanvegin, tí um tú ger tað sama aftur (set- hús til barnagarð), so rennir tú teg bara fastan í onnur eigarafeløg!!! Góða eydnu í framtíðini, og vita skalt tú, at vit eru mangar, ið eru desperatar. Tí vit skulu skjótt til arbeið- is aftur, og hvat við børn- unum? Skal tað vera meiningin at fáa sær egnan bústað og børn, tá man er blivin 35- 40 ár, fyri at verða vísur í ikki at steðga í sínum starvi ella útbúgving? Duga tit ikki at síggja, at systemið hjá okkum er galið. og at tað fær avleiðingar í longd- mi? Argir 28.9.99 Helen Joensen Innloysing av minnilutapartaeigarunum í P/f Trygd Sum framhald av innloys- ingartilboðnum frá 30. aug- ust 1999 hevur Føroya Banki í dag innloyst áljóð- andi kr. 80.834,73 partabrøv í P/f Trygd, soleiðis at bank- in nú eigur 96,6 pst. av partapeninginum í felagn- um. Tey eftirverandi parta- brøvini, 3,4 pst. av parta- peninginum, verða tvings- ilsinnloyst eftir reglunum í $ 20 c í partafelagslógini. Trygd hevur i september mánaði varnast ein skeiv- leika i tidaravmarkingunum i skaðaútreiðslum felagsins pr. 30. juni 1999. Í innloys- ingartilboðnum frá 30. í seinasta mánaði er eginpen- ingur felagsins tískil undir- mettur við 623 túsund kr. Hetta svarar til 2,49 pst. av partapeninginum á 25 mió. kr. Sum avleiðing av hesum hevur Føroya Banki av- roknað tey innloystu parta- brøvini fyri kurs 212,50 - og ikki sum fyrr lyst kurs 210. Upplýsast skal, at 2 minnilutapartaeigarar, sum ikki kunnu góðtaka åsetta innloysingarkursin, í skrivi frá 24. september 1999 hava biðið F øroya Rætt. sambært $ 20b, stk. 2 í partafelags- lógini, um at tilnevna met- ingarmenn at áseta innloys- ingarkursin. A — ii —— Føroya Tele 25% høgri solu Nevndarfundur hevur verid i Føroya Tele og bleiv hålv- årsroknskapurin pr. 30. juni 1999 lagdur fram. Urslitid gjørdist 10,8 mió. kr., eftir at 4,0 mió. kr. eru settar av til skatt og 2,1 mió. kr. eru settar av til lands- kassan fyri konsessións- gjald og rakstur av fjarskift- iseftirlitinum. Samanborið við fyrra hálvár 1998 er talan um ein vøkstur í úrslitinum uppá 16%. Nettosølan fyrra hálvár 1999 vaks við 25% úr 85 mío. kr. upp í 106 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 1998, og hevur hetta eisini havt við sær at samlaðu rakstrarútreiðslurnar = eru hækkaðar. Størsti vøksturin í netto- søluni hevur verið innan virkisøkini, fartelefoni, In- ternet, fastnetstelefoni og vørusølu. Takstlækkingarnar, sum Føroya Tele framdi pr. 1. juni 1999, og sum m.a. fevndu um eina lækking i vanliga telefongjaldinum uppá 10%, hava bert virkað í ein mánað av hálvárin- um,og hava hesar ti ikki havt stóra ávirkan á sam- laðu inntøkurnar. Eginpeningurin fyrstu 6 mánaðirnar í ár hækkaði við 11 mió. kr. og var 112 mió. kr. tann 30. juni 1999. Før- oya Tele hevur hetta hálv- árið avdrigið 11 mió. kr. av lániskuldini, og samlaða lániskuldin tann 30. juni 1999 var 140 mió. kr. mót- vegis 151 mió. kr. við árs- byrjan. Føroya Tele hevur stórar fløgur fyri framman, m.a. fløgur ið skulu fremjast til tess at tryggja viðskiftafólki og føroyska samfelagnum tíðarhóskandi og nøktandi samskiftismøguleikar. Gongdin higartil i 1999 hevur vid sær, at leidslan hevur góðar vónir fyir árið 1999 og metir Føroya Tele, at gjørligt verður at fremja takstlækkingar á ávísum økjum seinni í heyst.