fríggjadagur 1. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 1. oktober 1999
tíðindablaðið
Lýgmaður heimaftur úr New York:
Stóru londini tíma
| ikki at brúka orku
| uppá okkum smáu
-Trupulleikin hjá okkum fóroyingum er tann, at tey flestu
av teimum stóru londunum prioritera okkum so mikið
lágt, at tey tíma ikki at brúka orku uppá okkum. Og hetta
fø:
er ein trupulleiki.
JAN MÚLLER
Hetta sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, sum í farnu
viku hevði samráðingar við
uttanríkisráðharrar úr nøkr-
um londum undir eini vitjan
á ST-høvudsborgini i New
York.
Heimafturkomin úr am-
erikanska stórbýnum og ST-
høvudsstadnum hevur løg-
maður saman við embætis-
fólki sínum roynt at fáa
niður á pappír uppskot til
nakrar fríhandilsavtalur við
onnur lond. Hann viðgong-
ur, at tað er ein trupulleiki,
at vit verða ikki prioriteraðir
so nógv, men hetta mást tú
so royna at stríðast fyri, og
tað gerst ma. við at brúka
allar hugsandi møguleikar
at gera Føroyar åhugaverd-
ar. Við hesum sipar løg-
maður eisini til henda
seinasta túrin í New York.
Hóast løgmaður ikki hitti
so nógvar uttanríkisráðharr-
ar so eydnaðist tað kortini
at fáa samrødur við nøkur
lond, eitt nú Turkaland, Let-
land, Chile og Slovakia. Tað
eru uppskot til fríhandils-
avtalur við hesi lond, sum
arbeitt hevur verið við í
Tinganesi seinastu dag-
arnar.
Løgmaður sigur, at hetta
er so ein vegur at fáa okt
Løgmadur her saman við
Niels Helveg Petersen,
uttanrískisráðharra og
uttanríkisráðharranum úr
Turkalandi
um útflutningin til onnur
lond enn tey vit í dag
samstarva og hava hand-
i.lsavtalur við. Eisini fær
hetta týdning fyri inn-
flutningin úr øðrum longum
enn teimum vit í dag hava
samhandil við.
Tað var danski uttanrík-
isrådharrin, Niels Helveg
Petersen, sum fekk i lag ferð
løgmans. Eisini grønlendski
landsstyrisformadurin fekk
sama høvi. Endamálið var
at geva føroyingum betri
møguleika at koma fram å
altjóða stødi. Spurningurin
er so, í hvussu stóran mun
tað ber til hjá einum før-
oyskum løgmanni at koma
í samband við stjórnar-
leiðarar hjá øðrum londum,
tá hann er partur av ella
hevur tilknýti til danska
uttanríkisráðið. Og síðani er
tað eisini ein spurningur
um, hvussu nógv danska
uttanríkisráðið kann ella vil
loyva einum føroyskum
løgmanni at fáa nakað sum
líkist einum status sum
stjórnarleiðari. Fáu fund-
irnir sum løgmaður hóast alt
hevði í New York kundu
hy Á
bent á, at hetta er ikki so
helt einfalt heldur. Og
spurningurin tá er eisini,
hvussu nógva orku embæt
ismenn í danska uttanrikis
ráðnum leggja í at brúka til
tess at fáa Føroya løgmanni
framstand-
andi leiðarar úr øðrum tjóð-
samrøður
Anfinn Kallsberg,
løgmaður og Marjun
Hanussardóttir á
aðalfundinum hjá ST í
New York herfyri
Hoyrdi Clinton
Undir vitjanini í New York
nýtti løgmaður eisini høvi
til at lurta eftir
setanarrøðunum hjá eitt nú
ST-aðalskrivaranum = og
amerikanska forsetanum.
Hetta var í sambandið við
at ein nýggj seta varð sett. Í
løtuni eru javnaðarting-
maðurin Kristian Magn-
ussen stæddur í New York.
har hann sum partur av
donsku sendinevndini fylgir
arbeiðinum í hesum altjóða
stovninum
Niðast til vinstru
løgmaður saman við
uttanríkisráðharranum úr
Letlandi. Nidast til hógru
løgmaður saman við
norska
forsætisráðharranum