týsdagur 5. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild:
Jan Møller Jonhard Hammer
B ; Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
NI
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
i Mohr
Johannesen
Yngd: Jåkup Mørk
n: Penge Postsmoga 76, )
Jens Kristian Vang 110 havn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 — |
Spå Sosialurin e-mail: post Q sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysingGsosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir
Prent: Sosialurin
KÍ partur av samleik-
anum í Klaksvík
Oddagrein
HETTA hevur verið ein sera spennandi
og góð fótbóltslandskapping. Eftir at hava
stríðst í skjótt 10 ár fyri at vinna FM-heitið
aftur, kunnu klaksvíkingar nú fegnast um
og vera ernir av, at teirra lið gjørdist lands-
ins besta, tá avtornaði.
TAÐ er nakað serstakt við KÍ. Tað er líka-
sum, at Kl borgar fyri nokrum meira enn
bara fótbólti. Tað er ikki fyri at „forsmáa“
onnur pláss í landinum, tá vit siga, at fáa
staðni í Føroyum hevur eitt fótbóltsfelag
havt so stóran týdning fyri heimbygdina
sum Kl fyri Klaksvík og klaksvíkingar. Tað
er heldur ikki ov nógv sagt, at Kl eigur eitt
týðandi pláss í hjørtunum hjá klaksvík-
ingum, hóast Kósavirkið, Foroya Bjór,
Christianskirkjanoo. kanska standa fremst
í skjaldamerki klaksvíkinga og fyri tað
norðoyinga.
ANTIN man dámar fótbólt ella ikki, so
kemst ikki uttan um, at nettup fótbólturin
og her fyrst og fremst 1. deildarliðið hjá
KI er tað, sum savnar flest allar klaks-
víkingar um eina felags søk. Tá Kl vinnur
vinna allir klaksvíkingar. Liðið og felagið
er rætt og slætt vorðið ein týðandi partur
av samleikanum hjá fólkinum í Norðoyggj-
um. Lokalpatriotisma ella hvat tað nú
verður kallað hevur eisini altíð sermerkt
Klaksvíkina. Uppá gott og ilt. Mest uppá
gott. Og hóast hetta orðið hevur fingið
eina rættiliga negativa merking, so eiga
vit kanska at steðga á og venda tí nakrar
ferðir, áðrenn vit fella ein dóm yvir tað.
Nettupp KÍ og lokalpatriotisma hoyra
nevniliga saman. Uppá gott. Tey stuðla
undir hvort annað. Góð útslit á vellinum
koma ikki av sær sjálvum. Áhugin millum
manna gevur eisini gróðrarbotn til góð
úrslit. Tað at 1000 til 1500 klaksvíkingar
leita sær til Havnar at stuðla sínum liði
móti meistarunum hjá B36 er bæði undr-
annarvert og merkisvert. Tað vísir bara,
hvussu alt samfelagið har norðuri stendur
saman um sitt fótbóltslið. So kann ein
kalla tað lokalpatriotisma um ein vil. Ein
sannroynd er tað, at fólkið stuðlar sínum
egnu.
TAÐ gav eisini at bíta leygardagin, tá ein
stór mannfjøld var farin til dystin móti IF,
hóast veðrið var milt sagt ótespiligt. Men
hetta var avgerandi dysturin, og hann
skuldi vinnast. Eingin ivi er um, at trúgvu
og góðu áskoðararnir hjá KÍ áttu sín part
av sigrinum henda dag. Tí skulu vit ynskja
bæði Kl og ollum klaksvíkingum hjartaliga
tillukku við FM-heitinum. Gævið tað gevur
íblástur á ollum økjum. Sosialurin
eet
Og hava heldur ikki vinnuvið-
urskiftini nakað at týða?
Eftir at fjølmiðlarnir so
spakuliga vóru farnir undir
at viðgera Hvítubók, og tað
nakrar dagar seinni umsíðir
eisini untist tinglimum at
verða kunnaði um hana, bar
tað okkum til, eftir framløg-
una, at spyrja serfrødingar-
nar einar 10 min. um okk-
urt, sum lå okkum á hjartað.
Nú vildi so illa til, at tey á
Hafnia skuldu brúka hølini
til annað endamál, so tíðin
var knøpp, og tinglimirnir
máttu lata sær lynda og bíta
at tað lá ikki betri fyri.
Tí varð lítið spurt. Hetta
høvdu fyrireikararnir ikki
tikið hædd fyri, at nógv var
at spyrja um
Men til bar so at spyrja
seg sjálva, hvat ið var við-
komandi fyri føroyska
borgaran, hvat ið var minni
viðkomandi og var okkurt
kanska veruleikafjart og
púrasta burturvið? Oneyð-
ugt at brúka tíð og orku til?
I seg,
Løgin samanbering.
Taka vit Hvítubók í síni
heild, og tað skulu vit, so
má eg viðganga, at parturin
“smátjóðir við fullveldi“,
var mær rættiliga óviðkom-
andi.
Veit líkasum ikki, hvat eg
kann brúka tað til. Ber tað
til hjá mær at samanbera
Føroyar við fullveldislond
i tridja heiminum? Ella
lond, hvørs høvudsvinnu-
vegur er at hvitvaska pen-
ing? Hvar er samanbering-
in, annad enn ein møgulig
proklamation? Tendentiøst?
Hví gera so nógv burtur ur
hesum, og ikki taka við í
búskaparpartin, = hvussu
gongdin verður í keypiork-
uni hjá okkum, vanliga hús-
arhaldinum, um ríkisút-
reiðslurnar verða tiknar av
eftir t.d. 5,10 ella 20 árum?
Hugsi ikki, at føroyingurin
leggur stórt i, hvussu onnur
manerera við teirra pening-
avaski, og hvussu summi
fáa tað at bera til við eini
timaløn uppá Skr. Børn
plaga at taka til, at "tad er
for langt úti".
Nidurslitin vinnutól.
Hóast knappa tíð, loyvdi eg
mær at spyrja, hvussu til
stóð við høvudsvinnu okk-
ara. Við tí tey, sum eru inn-
arliga, rópa fyri kapitalapp-
aratinum. Hetta komst av,
at ein íslendingur, fáar dag-
ar undan hesi seansuni á
Hafnia, hevði kunnað før-
oya fólk í útvarpinum um
hesi viðurskiftini. ( Nú er
tað so, at hoyrist ein ís-
lendsk tunga um okkurt
geilarhorn, verður hon strax
sjangheiða at siga sína
hugsan um líkt og ólíkt. Eg
hevði heldur spurt Noma-
tek. Undirlutakenslur,
kanska? )
I Føroyum var ræðuligt,
vildi hesin vera vid. Virkini
vóru nidurslitin, og tøkni-
liga vóru vit reinir sibbar
(maðurin ætlaði sær at selja,
haldi eg).
Eg vildi vita, um hald var
í hesum, ella um hetta bert
var ein rædumynd, skal eg
brúka “tjóðveldska" termin-
ologi.
Havandi í huga, at høv-
uðsvinnan er sanerað, næst-
an øll sum hon er og ali-
vinnan við, at avskrivingar,
rentur og avdrøg eru, um
ikki ein býur í Kina, so enn
í øllum fórum rættuliga "ku-
vøsukend”- klárar hon so at
endurnýggja seg? Gera tær
neyðugu iløgurnar? Og er
tað so, at stórar fløgur eru
fyri framman? Um hon ikki
klárar tað nú, fer hon nakr-
antíð at klára tað? Ella er
alt tað bera grenj? Hvussu
sær alt út?
Viðkomandi spurningur.
Jú, spurningurin var ikki
sørt viðkomandi, varð mær
sagt. Men, búskaparbólkur-
in hevði avmarkað seg til
ikki at kanna hesi viður-
skifti- um virkir, vinnu-
mynstur og vinnubygnað.
Eg skilji ikki, at Fólkaflokk-
urin um ikki annad, heldur
hetta hava nakad uppå seg.
Fyri meg, er hetta nógv
meira viðkomandi, enn um
Mauritius er ov lítið ella ov
nógv bundið av sukri,
klædnavørum, gimsteinum-
you name it. Kanska eri eg
bara snedig? T6 ein troyst
er at finna i Hvítubók í brot-
inum um Falklandsoyggjar-
nar. Tað er dómi um, at "6-
fýsið veðurlag ikki nýtist at
vera forðing fyri vaksandi
ferdavinnu”! Har kunnu vit
bara takka Skaparanum fyri.
at so er við ella uttan loys-
ing. Tað kundu vit kanska
brúkt.
Tá verður tað!
Um somu tíð roksar Høgni
Hoydal um, at tá ið vit fáa
fullveldi og fara úr ríkisfel-
agsskapinum, tá verður tað!
Ja, tá verður tað, at vit fara
undir vinnuliga menning.
Tástaðni kunnu vit. Eg
spyrji, hvat og hvor forðar
okkum í tí sum er? Tað er
so ikki neyðugt at fara heilt
hinumegin knøttin at vissa
seg um, at tað er snilt at
hava fjøltáttaða vinnu.
Er tað inspiratiónin, sum
manglar? Skal merkið við
ST- høvudusborgina rudda
burtur nívandi undirluta-
kenslur, fyri at vit at enda-
num kunnu vera sæl og tá
fara at taka okkum saman?
Katrin Dahl Jakobsen
tingkvinna
Javnaðarfloksins
Eingin breið semja við tjóðveldið við hetta lag
Alt síðan tjóðveldismenn
løgdu seg undir fólkaflokk-
in og avskrivaðu allan sosi-
alan politikk í býti við loys-
ingina, hava teir ført eina
eirindaleysa hets móti okk-
um í javnaðarflokkinum.
Politikarar eins og leikmenn
hava ført pennin. M.a. ein
óslitin 60-åra gamal ung-
lingi, íð danderar við
danskari lærarapensión
svarandi til 125% av eini
fullari arbeidaraløn og í aðr-
ar mátar kvalifiseraður
loysingarmaður er illur við
javnaðarflokkin, tí vit ikki
vilja hjálpa honum undan
donskum oki.
Serliga seinastu tíðina
hava løgtingsmenn verið
agressivir. Finnur Helms-
dal, sum seinasta árið hevur
avdúka eitt Eidesgaardkom-
pleks, leggur okkara for-
mann undir at diktera døn-
um, hvat teir skulu halda og
meina. Vit hava stóra virð-
ing fyri okkara for-
manni,men at han skal vera
so sterkur, at allir danskir
floksformenn skulu lýða
hansara boðum, er nokk at
yvirmeta hansara evnir.
Annars minnir Finnur ikki
sért um ein komiskan pudd-
ilhund, sum í tryggari fjarð-
stóðu goyr eftir einum sjef-
ara.
Finni á baki kom Páll á
Reynatúgvu við eini injuri-
erandi grein, ið saktans
kundi givið honum eina
stevning um hálsin. Óneyð-
ugt er at gera viðmerkingar
til hansara grein, tí okkara
partamaður Hans Pauli
Strøm legði hann, sum rætt
var, upp á lærið og flongdi
hann sum ein ótanga.
Nationalismu ræðist eg,
uttan mun til um hon er før-
oysk ella serbisk..Eg ræðist
ikki bara loysingina av bú-
skaparligum orsøkum,
menn líka nógv fyri ta
manning, ið tá kemur at
ráða.
Og taka vit landsstýris-
manningina, so ræðist eg
líka illa. Høgni Hoydal
loysingarministari hevur
reikað landið runt og miss-
ionerað fyri loysingini. Í
vidføri hevur hann haft eitt
klappikór og nakrar loyalar
embætismenn,harav tann
eini er fyrrverandi aktivistur
í unga tjóðveldinum. Og
gud náði tann, íð ikki er loy- -
alur.Ein — embætismadur
loyvdi sær at tala at, ti hon-
um tókti, at framløgan var
ov bjartskygd, og i stundini
varð hann uthongdur alment
av Høgna Hoydal å ein sera
ódámligan hátt. Hetta er so
tað, embætisfólk kunnu
vænta sær, um tey ikki
makka rætt.
Ein annar landsstýris-
maður, Signar á Brúnni hev-
ur við kirkjulógunum heyja
seg yvir løgtingid, tí hann
ikki vil fremji a tingsins vilja.
Óteljandi fyrispurningar, á-
heitanir og samtyktir í 1.
ár rína ikki við. Eftir mínum
tykki er maðurin kriminell-
ur og átti at revsast sum aðr-
ir borgarar, íð ikki halda
landsins lógir.
Jú, við hesari manning er
øll orsøk til at stúra fyri full-
veldinum.
Venda vit aftur til teirra
ófantaligu skriving, so skal
eg gera vart vid, at vit
hvørki lata okkum buka ella
hótta til loysingina. Vænta
teir at fáa eina breiða semju
við hetta lag, so fara teir
skeivir.
Politiskt skylda vit ikki
tjóðveldinum nakað. Í løtuni
liggur ongin flokkur so fjært
frá Í jé wnaðarflokkinum sum
tjóðveldisflokkurin. Og eg
skal longu nú boða frá fyri
min part , at taka teir ikki
aðrar partar fyri seg, og
verður tónalagið ikki eitt
annað, ætli eg ikki at tingast
við tjóðveldisflokkin um
nakað, íð viðvíkur ríkisfel-
agsskapinum. So er tað sagt.
Dan Reinert Petersen
Javnaðartingmaður