týsdagur 5. oktober 1999síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
$
NR. 188 - 5. OKTOBER 1999
Lesarabrøv:
S|—|————[|[—[|—[
Javnaðarfólk ganga hendur i
spýta langt og skelda
lumma -
tíðindablaðið 5032 rr
Eg havi verið til kunning-
arfund um Hvítubók, og eg
var sera bilsin og væl nøgd.
Eg hevði hoyrt, at hetta
skuldi vera politisk propa-
ganda. Men her varð greitt
sakliga frá øllum teimum
spurningum, sum vit hava
skeldast um í 1000 ár. Her
vóru allir møguleikar lýstir
- bæði fyrmunir, vansar og
stór krøv. Eftir fundin skilji
eg slett ikki hetta rokið og
hesi álopini, sum tíverri
koma skolandi frá serliga
javnaðarflokkinum.
Eg ynski eitt solidariskt
samfelag og taki undir við
nógvum av tí sosialpolit-
ikki, sum javnaðarflokkurin
stuðlar. Men tað skal íkki
vera av danskari náði. Eg
eri sannførd um, at undir
heimastýrislógini eru
danskir pengar í milliarda-
vís farnir í lummarnar hjá
spekulantum, meðan vit
hava fingið innbillað, at
danir betaltu fyri okkara
vælferð. Um vit skulu vera
solidarisk í Føroyum, so
mugu vit sjálvandi taka
fulla ábyrgd av hesum land-
inum og duga at býta virðini
rættvíst. Og tað ber væl til
at gera hetta uttan at tað
Vit spæla - tit ringja
gongur út yvir tey veiku í
semfelagnum, um vit vilja
og krevja eitt solidariskt
samfelag.
Hvor solidaritetur var í
kreppuni við teimum
donsku krøvunum um at
bjarga stórbankum, at nið-
urleggja bygdaskúlar og at
hækka allar skattir á tey
lægstløntu?
Vilja tit ikki tað sama?
Tí eri eg ótrúliga vónsvikin
av hesum niðurbrótandi og
fornermaðu álopunum frá
javnaðarflokkinum. Javn-
aðarflokkurin vil, at løg-
tingið skal hava evsta valdið
í Føroyum. At Fólkatingið
ikki skal kunna seta Løg-
tingið til viks. At vit skulu
samstarva við Danmark
sum javnbjóðis partur. At
Føroyar skulu kunna luttaka
í altjóða samstarvi. At
blokkurin skal minkast
burtur, og at vit skulu hava
ein sjálvberandi búskap.
Tað er hetta, sum lands-
stýrið hevur sett sær fyri.
Punkt fyri punkt. Akkurát
tað sama sum tað, Javnaðar-
flokkurin vil.
Hetta viðgera tey í Hvítu-
bók og á kunningarfundun-
um. Tey hava kannað,
hvussu vit náa teimum mál-
um, sum Javnaðarflokkurin
eisini sigur seg vilja náa.
Men Javnaðarflokkurin er
ímóti. Ráddi hann, var
eingin Hvítabók.
Tey nevndu málini er eis-
ini orsøkin til, at ein grund-
légarnevnd varð sett. Men
hesum var Javnadarflokk-
urin eisini ímóti! Råddi
hann, var eingin grundlóg-
arnevnd.
Hesi málini vóru eisini
orsøkin til, at tingmenn
hava verið í Liktinstein og
hugt at, hvussu eitt lítið,
sjålvstødugt land hevur
skipað seg á y msum økjum.
Men Javnaðarflokkurin
vildi ikki við.
Vit skulu reisa eini hús
Javnaðarflokkurin sigur, at
hann vil, at Føroyar skulu
verða sjávlstóðugar. Hann
sígur, at hann vil hava eini
nýggj føroysk hús, har før-
oyingar ráða - men hann
noktar at vera við til at
byggja húsini. Og hann vil
heldur hoyra um, hvussu
danir vilja hava húsini
bygd, enn hvat vit kunnu
semjast um í Føroyum.
Nú er well! Nú fari eg i
sjónvarpsverkfall: Hiðaní-
frá hyggi eg ikki at SVF, eg
taki rásina av í sjónvarpi
mínum og gjaldi ikki sjón-
varpsgjald!
I staðin fyri at fara at gera
tær mongu nýggju og góðu
sendingar, sum ein sjón-
varpsstjóri lovaði okkum í
Degi og viku fyri nókrum
fáum árum síðani, er SVF
farið at spæla fyri okkum.
Fyrst Gekk, sum var stutt-
ligur og forkunnugur í fyrst-
ani. Men so forvann SVF for
nógvar pengar av Gekkin-
um, bygdi út ella hvat tað
brúkti pengarnar til. Endin
var undirskot! Og so fara
tey sanniliga undir eitt nýtt
spæl. Seks í rútar!
Gaman í, mangt hampu-
liga gott hevur verið, men
tann øgiliga dygdarmenn-
ingin hevur ikki verið. Men
spøl - sein og keðilig spøl,
har tå bædi skal keypa ein
sedil, fylgja vid tølunum,
sum verða drigin og ringja
inn. Hevur SvF eina loyni-
liga samstarvsavtalu vid
Føroya Tele? Sidani skal
vinnarin tosa vid ein, sum
hann sær í stovuni, men
sum hann ikki hevur har
kortini. Hvat f Jesu navni
skalt tå pråta vid mannin
ella konuna í sjónvarpinum
um annað, enn at nú hevur
tú bingo og at tú vilt hava
vinningin?
Nú eru vit altso begávað
við einum spæli afturat. Og
tað er ikki lukkuligt so nógv
fólk, ið eru til arbeiðis - ja,
bara ein sæst á skíggjanum,
men aftanfyri, aftanfyri
góða mín, man ein riðil av
fólki vera, sum situr og
passar tølini, kortini, tele-
fonir og lýða Pól Jákupi og
Rudolf boð í oyrað. Tað er
beinleiðis sending og yvir-
tíð.
Hetta eru (í minsta lagi)
tveir dýrir sjónvarpstímar
fyri at vinna SVF nakrar
krónur, sum ikki kunnu fara
til nógv annað enn at halda
spælisendingunum sjálvum
uppi. Nýggjar sendingar og
dygarmentar = sendingar?
Tað eru bygdir í Sibiria.
Skal endiliga spæl vera,
hví so ikki gera tað so ein-
Fýra flokkar á Føroya
Løgtingi hava tíkið amboð
í hendi og eru farnir undir
at smíða - men javnaðarfólk
ganga bara hendur í lumma,
hyggja at, spýta og skelda!
Spilla øll tey út, sum arbiða
við málinum, hverja ferð
eitt høvi býðst
Tað er ábyrgdarleyst, tí
tað eru altso eisini teirra
hús, vit mugu byggja. Tað
er eisini teirra tekning, sum
verður brúkt. Tað eru eisini
teirra ynskir, sum skulu
uppfyllast.
Og eg eri vís í at bæði
javnaðarfólk - og allir før-
oyingar - fara at kenna seg
væl til rættis í húsunum, tá
tey eru liðug. Tað er altíð
ein góð kensla, tá tú setur
fótur undir egið borð. Men
sjálvandi - kenslan er betur,
tá tú hevur verið við til at
smíða húsini sjálv.
Ti er mín áheitan til Javn-
aðarflokkin, um hann skal
vinna nakað trúvirði aftur:
Komið og verið við. Takið
amboð í hond, og brettið
uppum ermar!
Sigrun Mikkelsen
falt sum yvirhvgur gjørligt.
Vit keypa seðil, tit draga,
og vit fáa at vita um vit hava
vunnið. Kann tað ikki eita
V4, hví so ikki VS (V6
gongur kanska ikki, tí eitt
tyggigummi eitur so) ella 7
ella 9? Tað er so nógv lætt-
ari, ja - gongur skjótari fyri
seg. Og sendingin hevði
ikki kravt stóra manning í
fleiri tímar hverja viku aft-
aná á arbeiðstíð, tá ið vit
heldur vilja síggja onkra
rimmar sending fyri hyggj-
aragjaldið.
Anna Joensen,
Velbastaðvegur
Verkfrøding-
ar nyggjan
sáttmála
Føroya Verkfrødingafelag
og Fíggjarmálastýrið skriv-
aðu í dag undir ein nýggjan
2-ára sáttmála, galdandi frá
1. mars 1999.
Tann samlaði lønarkarm-
urin er 6,5%.
Lønin hækkar soleiðis:
+ |. mars 1999 hækkar løn-
in 3%
* |. mars 2000 hækkar løn-
in 3%
Harafturat eru allar vidbøtur
vornar eftirlønargevandi.
Sáttmáli og lønartalvur
eru á heimasíðuni hjá Løn-
ardeildini, www.Ind.fo
yvirtidarlønin er:
timalønini.
Nýggj lønar-
talva fyri hand-
verksvinnuna
Frå 1. oktober 1999 kom nyggj lønartalva fyri
handverkaraløn í gildi. Lønartalvan er send
limunum. Annars fæst hon í Vinnuhúsinum á tlf. 31
18 64 ella telduposti: fag Qindustry.fo. Frá 1.
oktober 1999 er vanlig timaløn kr. 90,60 meðan
fyri 4 teir fyrstu timarnar + 35% kr. 122,31
fyri teir næstu 3 timarnar + 60% kr. 144,96
fyri fylgjandi timar + 100% kr. 181,20
So koma åvisar vidbøtur afturat ti vanligu
Minningarorð
ognaði Alvi Mortensen
f. 08.05.1980 d. 18.09.1999
Kæri systursonur. Svár vóru boðini, ið mær bórust
leygarmorgunin, um at tú var farin foldum frá í ferðslu-
óhappi. Tað var eins og tíðin stóð still. eg fataði ikki,
at tú veruliga var deyður.
Ikki fyrr enn seinni um kveldið, tá eg var suður-
komin frá nordanfjørds- túri. Og eg stóð við beru tína,
at eg mátti sanna, at vit høvdu tosað saman fyri seinastu
ferð her á foldum. Álvur har lá tú so stillur, og frið-
urin lýsti tær av andliti, tað var eins og tú svav so
søtan.
Tankar mínir leitaðu aftur á tíðina, frá tí tú var ein
lítil drongur, og hugsaði eg, at løgid er, at tú sum
hevur borið so tunga byrðu her í lívinum, nú kanst tú
hvíla, og vit sum varða av, vita at sigurskransin hevur
tú vunnið. Alvur sum ungur drongur var tú sjúkur,
oftani var tú á flatlondum í sjúkragrindum, foreldrini
vóru um teg, vardu teg og hjálptu á allan hátt, at vinna
tær førleikan aftur. Men eitt sum sermerkti teg góði
Alvur var, at aldri hoyrdi ein teg gremja teg, um tína
lagnu, tú bar sjúku tína við tøgn. Styrktur hevur tú
verið, tað dugi eg at síggja í dag, Harrin hevur verið
við tær. Hann hevur leitt teg og styðja teg gjøgnum
lívið. Mamma tín fortaldi mær, hvussu tú var vorðin
frískur, við bøn biðin av monnum, ið hon hjálpti á
túrum í Danmørkini, tá tit vóru á teim vanligu hospitals
vitjanum tykkara.
Tómligt verður nú vit vitja inni í Trongisvági, eing-
in Alvur verður at hitta. Tú var so blíður og fryntligur
góði, øll høvdu vit ein serligan tokka til tín, einamest
tí lagnan vildi so, at tú hevði sjúku tína at dragast við.
Men sjálvt um tú var sjúkur, og ein skuldi trú, at tú
ikki var sterkur eins og aðrir dreingir á tínum aldri, so
visti tú teg sum forfedrarnir á leikvøllum í forðum, tú
kundi prýða veggin heima við medaljum vunnar í borð-
tennis, flogbólti og fótbólti. Ein legði til merkis tín
stóra alsk til fótbóltin, bæði tann sum spældur varð
innan sum uttanlands. Tað var ikki dystur á Sevmyri,
ið tú ikki var til.
Eg var ógvuliga rørdur, tá jarðarferðin fór fram.
Einamest tá Torkil so meistarliga spældi, »Mær er
sagt um ein stað handan támið, Handan fjallana skaddu
hann stendur, Mær er sagt um hans sólljósu strendur,
Tonk - ein dag standi sjálvur eg har! Halleluja! Eg
sælur má syngja Halleluja, eg fari til staðin, Kann enn
mótbrekka troytta og tyngja, Altíð heima og framá tað
ber<!. Hvat er tað ikki gleðiligt, at vita seg til, at
okkum her er hesin staður gjørdur til reiðar, og tann
dagin tá vit verða tíkin burtur, tá er hesin staður mál
okkara, ja tonk ein dag eri sjálvur eg har. Hesa ferð
heim, hana er tað vit stunda eftir Álvur góði. Vit koma
aftaná ein dagin, nær hesin dagur verður vita vit ikki,
eina Gud í himli veit. Men eitt vita vit, hann ger staðin
tilreiðar.
Tungt var í kirkjuni at sita og síggja 3 kistur lið um
lið. Tungt er at missa, tungt er at skilja, hvor ætlanin
er við hesi burturrykking, men eitt vita okur, og tað
er, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Vit síggja so
stutt, Harrin sær til endan. Hesin dagur ber okkum
boð um, hvussu stokkut jarðarlív okkara er. Hann
minnir okkum á, at vit eiga at liva lív okkara, sum um
hver dagurin er hin síðsti, so at vit eru tilreidar, at fara
foldum frá.
Góða Sunneva, Finnbogi og Frits tit hava mist ein
son og beiggja, tað er ringt, at koma við lívsælum
orðum, men eitt vita vit, og tað er, ein dag fáa vit svar
uppá øll okkara hví -. Sangurin hjá Lydiu Lithell, sum
byrjar við >Mær er sagt um ein stað< endar við
>Halleluja - so sælur mín andi Eins og hoyrir hin
himmalska songin, Stendur á hvørjum jørdiskum
bandi; Tí eg veit, eg skal skjótt, eg skal skjótt vera har.
Og har fáa vit svar uppá allar spurningar. Góðu tit øll
á Tvøroyri familjan Lisberg/ - Familjan Strøm tit hava
mist son tykkara, túrurin fyri allar triggjar dreingirnar
var stuttur, men sum ein góður vinur skrivaði. Stuttir
túrar eru eisini túrar, og mangan góðir túrar, takkað
verið einum góðum >skipara< sum >veit best«. Bøn
mín er, Guð styrki tykkum øll somul
Við hesum fåtøku orðum vil eg lýsa frið yvir minnið
um systursonin Alvur Mortensen, Trongisvágur.
Mammubeiggin