mikudagur 6. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið
213
Sosialurin - Box 76 -
e-mail: eydunØsosialurin.fo
110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Tony Paris opin fyri
Lesið eisini
ítróttin á
www.sosialurin.fo
——
nýggjum avbjodingum
Fótbóltur: Fyrrverandi KÍ-venjarin útilokar
ikki, at hann kann ge
feløgum í Føroyum
I vikuskiftinum frøddist Tony Par-
is saman við øðrum klaksviking-
um og norðoyingum um, at tað
leygardagin eydnaðist at fáa fulla
úrtóku burturúr málinum, sum
venjari og spælararnir settu sær
tíðliga í vár frammanundan at
venjarin kom úr USA til Føroya.
Mánamorgunin fóru venjarin og
málverjin, Stephen Boyle, sum í
summar varð ein partur av býar-
myndini í Klaksvík, úr Klaksvík.
Etlanin undan komuni higar var,
at steðgurin bara skuldi vera eitt
ár, og hóast tað hevur verið tosað
um aðrar møguleikar, so var tað
einasta, ið var púra greitt, tá venj-
arin fór úr Klaksvík, at hann
verður ikki venjari hjá KI í ár
2000.
Nýggjar avbjóðingar
Tony Paris hevur fyrr í heyst givið
til kennar, at hann kundi ikki
ímynda sær møguleikan fyri, at
hann kundi koma aftur til Føroyar,
uttan at hann kom til KÍ og
Magni á Lakjuni flytir yvirum
rast venjari hjá øðrum
enn tí í Klaksvík
Klaksvíkar, men stutt undan frá-
ferðini vildi hann ikki útilokað, at
hesin møguleikin kundi koma upp
å tal.
— At vera fótbóltsvenjari er mitt
starv, og tú ert noyddur at hava
ein professionellan hugburð til
tað, sum tú livir av. Um eitt tilboð
skuldi komið úr Føroyum, sum eg
hevði mett at verið áhugavert, so
hevdi eg umhugsað tað, og so
høvdu samráðingar við felagið
víst, um sáttmáli og hvariði sam
starv spurdust burtur úr, segði
Tony Paris.
— Nú havi eg verið í Føroyum í
eitt fótbóltsár á hesum sinni, og
tað ger, at eg kenni umstødurnar
og allar spælararnar. Eg haldi meg
eisini hava fingið innlit í, hvussu
ymisku feløgini verða rikin, og um
eitt av feløgunum, sum eg havi
varhugan av verða væl ríkin, hevdi
víst áhuga, so hevði eg verið opin
fyri møguleikanum og harvið ein-
ari nýggjari avbjóðing í Føroyum.
jh
Fótbóltur: I B36 rokna teir við, at teir flestu
spælararnir, sum hava verið við í ár, eisini
fara at spæla komandi ár
Tá HB leygardagin spældi síðsta
heimadystin í ár stóð navnið á
Magna á Lakjuni í skránni millum
hini hjá heimaliðnum. Men Magni
á Lakjuni var ikki á vellinum og
hann var heldur ikki á beinkinum
Og Magni verður ikki at síggja á
HB-liðnum næsta kappingarár
Undan dystinum móti B71 var
greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki
at spæla við HB næsta ár, og tí
vildi venjarin ikki hava, at hann
var á liðnum í síðsta dystinum.
Tad er rætt, at vit hava gjørt
avtalu við Magna á Lakjuni, sum
skal spæla fyri okkum komandi
ár. Magni spældi við okkum fyrra-
partin av kappingini í 1995. Tá
fór hann til Danmarkar, og av tí at
vit høvdu góðar royndir av honum
bæði á vøllinum og uttanfyri vøll-
in — so høvdu vit vónað og ætlað,
at hann skuldi koma til okkara, tá
hann í fjør flutti aftur til Føroya. I
fyrstu atløgu miseydnaðist hetta,
men nú er greitt, at Magni fer at
spæla við okkum, og tað eru vit
sera fegnir um, sigur Kristjan á
Neystabø, formaður í B36.
Sivic og Paris
Tad hevur ljóðað, at B36 skal hava
nýggjan venjara komandi ár
Fomislav Sivic er sáttmálabundin
at B36 í eitt ár afturat, men tann
sáttmálin kann sigast upp. Upp
sagnartíðin er ein mánaður. og
sambært B36-formanninum var
såttmålin ikk iuppsagdur, tá vit
vóru í sambandi við B36 í gjár.
Vit hava einki hoyrt frá venj-
aranum enn tað, sum vit hava sæð
í Itrttar-Sosialinum, men eg skal
ikki útiloka møguleikan, at tað fer
at koma har til, at ein annar per-
sónur fer at standa fyri felagnum
fhjá okkum komandi ár, eru orðini
frå B36-formanninum, sum ikki
ynskir at vera so orðaríkur hesum
viðvíkjandi.
Tony Paris, fyrrverandi KÍ- -venjari, útilokar ikki, at hann kann
fara at venja okkurt annad føroyskt felag í framtíðini
Tá vit nevna fótbóltsprátið, sum
hevur verið um, at samband skal
hava verið millum KI-venjaran,
Tony Paris, og B36 um samstarv í
ár 2000, sigur formaðurin seg ikki
kenna nakað til hetta
Eg heilsi altíð upp á umboðini
fyri mótstøðuliðini, sum vitja okk-
um, og tað gjørdi eg eisini tann
dagin, tå KI var í Gundadali. Ta
ferðina tosaði eg við Tony Paris,
vit fóru ikki í nakran avkrók at
tosa — hví skuldu vit tað — og eg
má bara staðfesta, at tað prátið
hevur havt við sær tos um, at Tony
Paris skal vera venjari hjá okkum
komandi ár. Men hetta hevur ikki
veirð vidgjørt, er viðmerkingin hjá
Kristjan á Neystabø.
Samráðast við spælarar
I B36 eru teir av álvara farnir undir
fyrireikingarnar til komandi kapp-
ingarár. Onkrir spælarar eru við
sáttmála bundnir at felagnum
komandi ár, og formaðurin roknar
við, at teir flestu, sum vóru við í
ár, eisini fara at vera við komandi
ár. Umframt Magna á Lakjuni fer
Mikkjal Thomassen, sum hevur
verið uttanlands í útbúgvingar-
ørindum, at spæla við B36 kom-
andi ár.
Í hesi vikuni samráðast vit,
og í koamdni viku vóna vit at hava
fingið tað mesta upp á pláss. Vit
hava nógvar ungar spælarar, sum
vunnu 3. deild og hava fótbólts-
framtíðina fyri sær, og í 1. deild
hava vit havt eitt gott lið, sum vit
sjálvir halda kundi havt vunnið
bæði meistaraskap og steypakapp-
ing, men marginalarnir vóru ikki
við okkum — heldur ikki í E uropa
Cup. Tá vit ikki høvdu marginal
arnir við okkum, so haldi eg, at
tað var í lagi, at tað var KI, sum
vann. Í mínum eygum høvdu teir
og vit bestu liðini, og eg vil ynskja
teimum tillukku.
Men hví vóru marginalarnir ikki
við tykkum?
Tað er ein góður spurningur,
men tað er rætt, sum tit skrivaðu í
gjár, at tað var serliga óheppið, at
vit taptu báðar dystirnar ímóti HB.
Vit halda eisini, at vit áttu ikki at
havt tapt í Klaksvík, og í steypa-
finaluni kundi tað fara báðar vegir,
og tað koppaði til fyrimunar fyri
KÍ.
jh
Gøtumenn
eru eitt
sindur
argir
3. deild: Tvørå-
menn møttu ikki í
Klaksvík. og KÍ
sigurin uttan mál
ger, at GI endaði
næstniðast
I kvold fer 4. deildarliðið hjá
AB norður í Sarpigerði at spæla
ímóti GI, og leygardagin verður
á vellinum á Argjum gjørt av
um GI skal halda fram í 3
deild. ella um AB skal flyta
upp
Gøtumenn fara sjálvandi
seta so frægt lið, sum tað ber
teimum til, og á sama hátt su
teir á Argjum, so ætla teir í GÍ
sær at vinna, men ANSANS
fjala teir ikki. at teir eru eitt
sindur harmir um, at tað júst
eru teir, sum skulu spæla um
rættin at halda fram í 3. deild
Vit hava spælt allar átjan
dystirnar. Tað eru tað fleiri onn
ur feløg, sum ikki hava gjørt. I
reglunum stendur, at eitt felag,
sum ikki metir, kann verða sent
úr kappingini, men henda regl-
ar verður ikki brúkt. Í staðin
fáa feløgini, sum ikki meta,
eina bót, sum tey væl kunnu
rinda, og um vit hyggja at
gongdini í ár, so er ikki langt
burtur at ímynda sær, at feløgini
meiri ella minni rokna við hesi
bótini. Tey rokna í hvussu so
er ikki við møguleikanum, at
liðið, sum ikki metir, kann
verða sent úr kappingini, tí so
høvdu tey gjørt meiri fyri at
meta til dystirnar, er metingin
í Gøtu
I GI hugsa tey m.a. um Kl,
sum ikki møtti í Vágum og sum
nú sleppur undan niðurflyting
arstríðnum, tí eitt annað felag
TB. ikki motti í Klaksvík. Um
framt hesi bæði nevndu feløgini
megnaðu teir í HB ikki at
manna 3. deildarliðið onkra
ferðina í kappingini, og tað
gjørdu vágbingar heldur ikk
tá teir skuldu vestur í Vágar
jh
Ítróttar-
sosialurin
— vit fylgja við
—