hósdagur 7. oktober 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 1999
. H71
Kann gerast spenn-
andi at fylgja
1 SR
Einu tíðina så út til, at H71 skuldi fara at blanda seg i toppstríðið, men tå avtornaði gjørdust teir nummar
tíðindablaðið SOSTÆNUTIT
fimm. Í ár hava teir mist fleiri stuðulsleikarar, men teir hava fingið nýggja venjara, og tað kann vera góður
íblástur
Hoyvíkingarnir hava ikki longur íslendska stórskjúttan, Hans Guðmundsson,
á liðnum, og í aðrar mátar verður eisini talan um stórar broytingar á H71 lið-
num til kappingarárið, sum nú fer í gongd
JÁKUP MORK
Tað skuldi verða so gott,
men at enda gekk alt av
skriðuni til hjá hond-
bóltsliðnum úr Hoyvík. Sip-
að verður sjálvandi til sein-
asta kappingarár, har hoy-
víkingarnir leingi vóru við
í stríðnum um heiðurs-
merki, men at enda máttu
taka til takkar við einum
fimtaplássi, og var hetta ikki
júst tað teir ætlaðu við kapp-
ingarársbyrjan.
Byrja av nýggjum
Burtur eru nú fleiri av stuð
ulsletkarunum frá undan-
farna ári, og ikki minst man
tað kennast svárt at missa
feðgarnar báðar, Hans Guð-
mundsson og Finnur Hans-
son, sum seinasta ár taldust
í betra endanum av skjútt-
unum í føroysku kapping-
ini.
Við tað at Hans eisini var
venjari, skulu hoyvíkingar-
nir í ár so at siga byrja frá
botni, og hava teir í ár gjørt
av, at teir ikki fara at leita
sær styrk aðrastaðni frá,
men ístaðin royna at klára
seg við tí fólki, sum teir
hava í egnum rødum.
Hetta skuldi heldur ikki
verið Ogjørligt, tí sjálvt um
talan er um nógv ungt fólk,
so hava hoyvíkingarnir ein
sera evnaríkan hóp. Millum
annað er Hallgir Dahl Ole-
sen ein leikari, sum kann
geva flestu verjunum í land-
inum stórar trupulleikar, tá
lagið er hitt rætta.
Harumframt hevur H7I í
Kára Durhuus fingið ein
venjara, sum dugir síni ting.
Kári hevur igjøgnum nógv
år vant ymisk feløg runt um
í landinum, og sum oftast
hevur hann fingið nóg
burturúr tilfarinum, sum
hann hevur arbeitt við.
Spennandi tilfar
Sjálvur metir Kári, at hóast
liðið á pappírinum er viknað
nakað, so hevur hann av
gjørt gott tilfar at arbeiða
vid, og væntat hann sær
nógv av ungu leikarunum,
sum hann hevur at arbeiða
við.
Spurdir um hvørjar vónir
hann hevur um støðuna á
stigatalvuni til komandi
kappingarår sigur hann, at
teir sum so ikki hava sett
sær nakað mål, men at teir í
staðin taka ein dyst í senn.
Størsti trupulleikin hjá
hoyvíkingum verður iva-
leyst, at breiddin í hópinum
er ov lítil, til at kunna bera
liðið igjøgnum kappingina,
um so er at skaðar verða.
Harumframt kann tað eis-
ini nerva í teimum einstøku
dystunum, at nakrir av leik-
arunum kunnu gerast
noyddir at spæla í samfullar
60 minuttir, uttan at teir
nakrantíð sleppa at hvíla seg
á beinkinum í eina løtu.
Kári vónar tó, at onkrir
av teimum, sum fyrr hava
stuðlað hoyvikingunum,
men sum um summarið
spæla fótbólt, verða at
síggja aftur í hvíta búnan-
um. Sum er sigur hann seg
tó arbeiða við tí fólkinum,
sum hevur verið og vant, og
letur hann eisini væl at
teimum venjingunum, sum
hava verið.
Allir leikararnir hava víst
ein sera góðan vilja undir
venjing, og undir venjing-
ardystunum hava eisini ver
ið góðar taktir at sæð við
hvort
Vit spurdu eisini Kára,
um hann heldur tað vera
nakran einstakan leikara,
sum hann væntar sær serl-
iga nógv av. Hann segði seg
ikki vilja nevna nakran ein-
stakan, men legði dent á, at
talan er um sera nógvar
ungar og spennandi leik-
arar, sum avgjørt kunnu
verða við til at mynda fel-
agið framyvir.
Gott at hava
2. deild aftur
Harumframt fegnaðist hann
stórliga um, at H71 nú aftur
hevur lið í næstbestu deild-
ini, og sigur at hetta hevur
sera stóran týdning fyri
besta liðið. Bæði tí eyka-
leikararnir leika á hægri
stødi, men so sanniliga eis-
ini tí, at hetta hevur eina
sera positiva ávirkan á tað
kapping, sum altíð er undir
venjingini
Kári sigur seg ikki hava
lagt seg efitr nøkrum serl
igum spælihátti higartil,
men hevur ístaðin roynt
ymsar kombinatiónir í teim
um venjingardysum, sum
hava verið leikur. Hann
heldur tó at teir nú eru við
at leggja seinastu hond á
fyrireikingarnar til fyrstu
umtørini,
framyvir koma at fåa eina
meira fasta spæliætlan
Fær Kåri tad unga H71
liðið at svinga á rættan hátt,
samstundis sum liðið møg-
uliga kann verða styrkt, um
t.d. Jákup Símun skuldi
komið ígongd aftur, og um
Hallur Danielsen møguliga
kemur við aftur, so kann tað
gerast eitt sera áhugavert
kappingarár fyri hondbólts-
hugaðar hoyvíksingar, hóast
talan neyvan verður um
heiðursmerki av nøkrum
slag.
soleiðis at tel
17
Strævið at vera
i gongd alt árið
Ivasamt er, um spælskiparin hjå
H71 seinastu árini, Hallur Daniel-
sen, verður at síggja á vøllinum
komandi kappingarár
JÁKUP MORK
Um summarið hevur hann
sína gongd á graslíkis-
vøllum kring landið, har
hann letur føturnar tala
fyri seg, tá hann tørnar út
fyri HB. Um veturin er
tað tó hondbólturin, sum
upptekur alla hansara tíð,
og er lagið gott, kann tað
vera ein sonn fragd at
eygleiða, hvussu væl
hann handferð lítlu leður-
kúluna.
Tekniskt góður
Hallur Danielsen, spæl-
skiparin hjá hoyvíkingum
seinastu árini, hevur nú í
nøkur ár verið at sæð á
besta liðið teirra, har hann
við sínum góða yvirblikki
og og róliga spæli hevur
stýrt álopsspælinum.
Hann er íkki leikarin,
sum setur seg igjøgnum
við fysiskari styrki ella
skjótleika, men hevur sína
avgjørdu styrki í innaru
síðuni av høvdinum og
teknikkinum. Harum-
framt er hann rættuliga
treiskur, og úthaldni hans-
ara ger ofta, at hann eisini
verður nýttur til at mans-
verja m6tleikarar, tá
hoyvíkingarnir eru í verj-
ustødu. Hann leikti vid
yngru deildunum hjá H71
øll ungdómsárini, og var
m.a. við til at vinna fyrsta
FM-heitið nakrantíð til
felagið, tá teir miðskeiðis
í áttatiárunum vunnu
landskappingina í dreingj-
adeildini.
Krevur ov nógv
I år er tað tó ikki vist, at
vit koma at síggja Hall á
hondbøltsvøllunum, við
tað at hann enn ikki hevur
gjørt av, um hann fram-
haldandi ætlar sær at nyta
somikið stóran part av
sínari fritid til ítrótt. Sum
nevnt omanfyri, so hevur
hann í summar verið akt-
ivur sum fótbólstleikari,
og Hallur dylur ikki fyri,
at tað kann gerast í so
møtumikid at skula vera
við í fremstu rød árið runt.
Hallur vónar tó, at hoyv-
íkingarnir á 1. deildarliðn-
um fara at standa seg væl
í ár. Sjálvandi kann ikki
roknast við nakrari topp-
plasering, nú frágongdin
hevur verið somikið stór,
men hinvegin kann væl
hugsast, at teir gera onkr-
an vørr ímóti liðum, sum
í hvussu so er á pappír-
inum eru væl sterkari.
Ungt gott fólk
Nógvir ungir og evnaríkir
spælarar eru á veg inn á
1. liðið hjá H71, og vænt-
ar Hallur at hetta sjálvsagt
kann gera, at spælið fyrstu
tíðina gerst nakað Ostød-
ugt. Hinvegin kann hetta
so eisini vidføra, at liðið
kemur at hava eina
stammu av leikarum, sum
allir hoyra til felagið, og
at hetta vónandi kemur at
vidføra, at felagið kann
gerast meira støðugt í sín-
um avirkum.
Hallur sigur at enda, at
hann ynskir gllum hoy-
víkingum eitt gott kapp-
ingarár, har hann vónar at
nýggju leikararnir veru-
liga sleppa at vísa sítt
sanna virði. Hetta sigur
hann eisini vera galdandi
fyri onkrar av teimum
leikarum, sum nú hava
verið á 1. liði í nøkur ár,
men sum hetta kapping-
arárið koma at fáa eina
nógv stórri byrðu at bera.