Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 1999 19 Te Enn er tað púra óvist um Jens Martin fer at spæla hondbólt í vetu. Fótbólturin hevur fyrstarætt, og enn kennir hann ikki framtíðina nóg væl … Hondbólturin spælir aðruviolin Er hann nevndur, so er hann kend- ur, men tað er meira fyri fótbólt og topphúgvu enn fyri hondbóltin SVEINUR TRÓNDARSON Inni vid Skålafjørdin situr Jens Martin Knudsen og veit ikki rættiliga, um hann skal fara undir enn eitt hondbóltsár. Eitt er í hvussu er vist. Hann skal ein lítlan túr til Prag fyrst. Fótbóltslands- liðið skal spæla móti Kekkia, og tann dysturin skal í hvussu er fáast frá hondini áðrenn nakað verður gjørt við hondbólt- in yvirhøvur. Men efir tað er spurn- ingurin jú um okkurt til- boð liggur á borðinum um ein sáttmála í útland- "inum, hver veit. — Fái eg eitt gott tilboð, so fari eg, og so verið eg hondbóltin fyriuttan í ár, sigur Jens Martin, sum so sanniliga dugir til annað enn at standa í einum fót- bóltsmáli. Ambitiónirnar burtur Jens Martin hevur spælt hondbólt í nógv ár. Hann hevur verið á fleiri lands- liðum, og kann millum annað breggja sær av, at hann hevur vunnið á ísl- endska landsliðnum. Tað eru tað ikki so nógvir føroyingar sum kunnu. Kortini spælir hond- bólturin aðruviolin, tí fót- bólturin er tann ítróttar- greinin, sum hevur fyrsta prioritet. Tað er nú kanska ikki so løgid, tá samanum- kemur, tí hann hevur stað- ið seg sera væl í ísl- endsku kappingini sum júst er farin afturum. — Ambitiónirnar eru ikki tær somu nú sum fyrr, og tað er tað nokk einki óvanligt í, sigur hann Trupult at koma í gongd Sum sagt so er Runavíkin gjógnumsúrgað av fót- bólti, og tí verður ikki so stórur dentur lagdur á hondbóltin. Fyri at siga tað eru um- støðurnar hjá venjara og felagið púra hopleysar, tí venjarin hevur ikki ånilsi av, hvor verður við á liðn- um fyrr enn fótbóltskapp- ingin er av og spælararnir hava havt frí eina tíð. — Tað haldi eg teir skilja. Fótbóltsspælarar- nir velja fótbóltin fram- um og tí verða urslitini hareftir, sigur Jens Mart- in Knudsen, sum kortini dugir at síggja trupulletk- arnar av, at fótbóltsleik- ararnir koma seint í- gongd. Annars væntar Jens Martin Knudsen, at Tjaldur skal til at kappast við H71 og KIF um stigini. — Tad fer at ganga betri hjå Tjaldur f år enn tad gjørdi i fjør, tad ivist eg onga løtu i, sigur Jens Martin, sum roknar vid at teir tå avtornar munnu fara at liggja umleid mitt í stigatalvuni. 7. Tjaldur folk hann hevur Av tí at tað er fótbólturin, sum hevur »mest at siga« í Runavík, so er torført at siga nakað um hvussu tað verður við fólki í ár. Men verður alt tað besta fólk- ið tókt, so er ikki óhugsandi, at liðið av eystara armi av Skålafjørdinum endar onkustaðni mitt í stigatalvuni SVEINUR TRÓNDARSON Tað man vera ræðuligt at vera venjari og hava ábyrgdina av einum fyrstu- deildarliði og fýra dagar undan at kappingin byrjar ikki vita, um ein hevur full- mannað lið. Hetta eru kortini treytir- nar, sum venjarin hjá Tjald- ur, Sverri Justinussen hevur at arbeiða undir, hóast tað sjálvsagt er eitt sindur kant- ut sett upp. Og hóast tað ikki ljóðar serliga hugaligt, so hevur hann valt at góðtaka tær, tí sum hann sigur: — Tað er fótbólturin sum spælir fyrstu violin í Runa- vík, og soleiðis eru treyt- irnar. Eingin skipa venjing Av somu orsøk hevur borið illa til at fáa hildið skipaða venjing í Runavík. Hóast tað gekk verri enn illa i fjór varð farið seint undir venjingina í ár, og fyrstu tíðina hava bara fimm mans verið til venjingar. Og tá skal havast í huga, at kappingin byrjar um vik- uskiftið. Men er tað ikki ein lógin kensla, at sita so fáar dagar undan fyrsta dysti og ikki vit hvat tilfar er at taka av? - Jú, men av tí at um- stóðurnar eru sum tær eru, so ber illa til at gera tað øOrvisi. Men er tad so ikki skeivt at stremba eftir at hava lid i bestu deildini, tå venjarin ikki veit um hann hevur nóg nógvar spælarar? - Spælararnir koma, tað tvist eg onga løtu í, men sjálvandi er tað ikki ein haldbar stóða, um ein hevur stórar = ambitiónir, sigur Sverri og leggur afturat, at ambitiónirnar í Runavík meira ganga upp á tær yngru deildirnar. Hesum gevur formaðurin í felagnum Andrias Jacob- sen honum rætt í. — Vit eru farnir undir eitt miðvíst | ungdómsarbeiði sum skal leggja grundina undir framtíðar hondbóltin í Runavík, sigur Andrias sum eisini sigur, at teir í tí sambandi hava sett navn- frama Sverra Jacobsen til ungdómsvenjara í Runavík. Verður tað gjørt eftir sama leisti sum t. d. strand- ingar hava gjørt — Ja, men vit koma bara haltandi nøkur ár aftaná, sigur Andrias Jacobsen, sum leggur afturat, at tað tí hevur sera stóran týdning fyri felagið, at hava eitt lið í fyrstu deild, sum kann vekja áhugan hjá teimum yngru Leita eftir leikarum Men heldur formaðurin, at tað er nóg góð reklama fyri hondbóltin í Runavík, at teir hava eitt lið, sum liggur og rótar niðri í botninum av fyrstu deild? — Av ti at fótbólturin hev- ur fyrsta prioritet i Runavik, so verður torført at fáa gjørt tað ødrvisi enn tað verður gjørt í løtuni, sigur Andrias Jacobsen og leggur afturat, at nevndin er í holt við at hjálpa upp á manningar- trupulleikan á fyrstaliði. — Vit hava kanna >markn- aðin< fyri leikarar og tað er ikki óhugsandi, at vit fáa Venjarin veit ikki hvat onkrar leikarar uttanífrá til at geva okkum eina hjálp- andi hond, sigur Andrias Tað fegnast Sverri Just- inussen um, tí í fjør hevði Tjaldur ta óhepnu uppliv- ing, at teir hóast tað onk- untíð var nær við, ikki fingu eitt tað einasta stig igjøgn- um eitt heilt kappingarár - Sum eg havi skilt tað, so er talan um leikarar, sum allir hava spælt í fyrstu deild, og tað sigur seg sjálvt, at so broytist stødan mun- andi, sigur Sverri. Hann leggur afturat, at tað í løtuni er eitt sindur av 6- vissu um Jens Martin Knud- sen, tí eingin veit um hann endar uttanlands sum fót- bóltsspælari í ár ella ikki Verður hann heima, so spælir hann, og so sær heilt gott út. Tá kunnu vit taka stig frá fleiri feløgum eru vit hepnir. Og meta vit út frá tí, so vildi eg mett at vit enda onkustðani mitt í stig- atalvuni, sigur leikandi venjarin hjá Tjaldur, Sverri Justinussen. Hóast tað gekk av skriðuni í fjør, so hava teir í Runavík ikki slept vónunum um eitt fyrstudeildarlið í manshond- bólti. Og teir meta, at teir fara at enda umleið mitt í trunkanum tá hetta árið er farið afturum