hósdagur 7. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið
21
1. Kyndil
Enn væntar greipan
Meistararnir úr Kyndli hava fingið nýggjan venjara og við honum skulu tær
royna at fáa fatur á greipuni. Men møguleikin fyri at vinna hana bantaði mun-
andi tå Lotte Sørensen gjørdi av at bíða við at flyta aftur til Danmarkar
Tey bæði seinastu árini hava tær grønu úr Kyndli tikið meistaraheitið, sum Neistin næstan hevði fin
< Fá
upp á. Nú fara tær eftir greipuni, og tá tað málið er rokkið fara tær út í Evropa
JÁKUP MORK
Í mong ár máttu tey í Kyndli
ásanna at tá tað ráddi um
kvinnuhondbólt, so máttu
tey sláa seg til tols við at
spæla aðru violin, við tað
at grannarnir úr Neistanum
vóru fullkomuliga suveren-
ar. Onkur hendinga sigur
var í einstøkum uppgerðum,
men samanumtikið var
einki at gera.
Nú er viðvent í holuni, og
tey bæði seinastu árini hava
kyndlakvinnurnar skúgva
alla mótstøðu til viks, og
sygt fyri at FM-heitið er
komið í teirra varveitslu.
Sjálvsagt er ætlanin fyrst og
fremst at verja meistaraheit-
ið, men harumframt vilja
tær eisini fáa hendur á heiti-
num sum steypavinnarar.
Greipan væntar enn
Seinasta ár máttu tær í hålv-
finaluni heldur óvæntað lúta
fyri vestmannakvinnunum,
sum seinni vunnu finaluna,
og bæði árini fyri hetta,
máttu tær ganga tað tungu
leið eftir silvurheiðurs
merkjunum, við tað at
Neistakvinnurnar hesi árini
fóru avstað við sigrinum.
Venjarin hjá Kyndla-
kvinnunum hevur seinastu
árini verið Sophus Dal
Christiansen, men í ár verð-
ur tað danin Flemming Rab-
en, sum kemur at standa á
odda fyri teimum.
Hann hevur framman-
undan verið hondbóitsvenj-
ari í eini 10 ár í Danmark,
og hevur m.a. verið á ítrótt-
arskúla við hondbólti sum
sergrein, umframt at hann
hevur tikið fyrsta partin av
elituvenjaraútbúgvingini
hjá DHF.
Orsøkin til at hann er
komin til Føroya, er fyrst
og fremst at unnustan, Ol-
uvå Dalsgaard, ynskti at
flyta heim aftur. Tå Oluvå
eisini hevur leikt við
Kyndli, áðrenn hon flutti til
Danmarkar, lá tað so eisini
í luftini, at Flemming bleiv
knýttur at felagnum, og
longu í apríl mánaði var
samstarvið teirra millum
avtalað.
Vant nógv
Undir leiðsluni hjá Flem-
ming hava kyndlakvinnur
nar vant við fullari ferð í
einar 2 mánaðir, og hóast
hetta kanska kann tykjast
nógv fyri onkrum, so sigur
Flemming, at hann kundi
ynskt, at venjingin varð
byrjað nakað fyrr.
Hann sigur at tær enn ikki
hava fingið vant nóg mikið
av skjótleika og taktiskari
venjing, og at talan tískil
kann vera um eina heldur
lakari byrjan, enn vit fyrr
hava sæð. Hinvegin roknar
hann við, at spælið fer at
gerast betri sum frálíður, so-
leiðis at tær kunnu røkka
málinum, sum tær hava sett
sær.
Aðalmálið er at tryggja
sær luttóku í Europacup
kappingini komandi vetur.
Hóast tær hava verið meist-
arar seinastu 2 árini, hava
tær ikki tíkið av hesum
møguleika, og er hetta mest
orsakað av, at hetta stigið
er sera tungt fíggjarliga, við
tað at hondbóltslið, sum lut-
taka í EC-kappingunum
ikki fáa nakra peningaupp-
hædd fyri luttøkuna, eins og
vit kenna tað frá fótbólti.
Seta sær nýggj mál
Flemming vónar eisini, at
ein EC-luttóka komandi ár
kann vera við til at stuðla
upp undir og eggja kvinn-
unum til at geva sítt ítarsta.
Hetta kanska serliga tí tað
kann verða torført at koyra
við fullari ferð, tá tú framm
anundan er vorðin meistar!
2 ár á rað, og einki annað
mál hevur fyri framman
Sum oftast tá ein nýggjur
venjari kemur til eitt felag
verða onkrar broytingar at
síggja í spælistílinum, og
verður hetta eisini galdandi
fyri kyndlakvinnurnar í ár.
Flemming ætlar sær at
skifta frá teirri fløtu 6-0
verjuni, sum kyndlakvinn-
urnar hava nytt seinastu år-
ini til eitt slag av 5-1 verju.
Hetta krevur sjålvandi
nógv av leikarunum, sum
vid hesum skulu umstilla
Så
gid patent
seg til at spæla nakað oðr-
visi, og sjålvur metir hann,
at hetta ikki er komið heilt
upp á pláss enn, men at
hetta ivaleyst gerst betri, so
hvort sum kappinarárið líð-
ur
Um hópin sigur Flem-
ming, at hann hevur nógvar
góðar leikarar, sum gera
nógv við venjingina, og at
hetta sjálvsagt ger tað sera
hugaligt at vera venjari.
Harumframt metir hann
breiddina í ár vera rættuliga
stóra. við tað at tilgongdin
av bæði gomlum og nýggj-
um kyndlaleikarum er væl
stórri enn frágongdin.
Hørd kapping
At enda sigur Flemming. at
hann vónar at kyndlakvinn-
urnar koma at fáa eitt gott
kappingarár, hóast hann ás
annar at talan helst verður
um eina sera harða kapping
í år, og sipar her m.a. til
Stjórnuna, sum í ár hevur
styrkt liðið við sera sterkum
útlendskum leikarum
Serliga væntar hann byrj-
anina gerast harða, við tað
at bæði hann og leikararnir
skulu umstillað seg sjálvi til
nøkur ting, men sigur í
sama viðfangi, at hann
væntar at alt hetta kemur
upp á pláss, so hvørt sum
tey læra hvønn annan betur
at gera.
Hon varð verandi
Lotte Sørensen fer aftur í år at royna
at geva sítt íkast til, at kyndlakvinn-
urnar kunnu standa ovast, tá stigini
verða tald saman
JÁKUP MORK
Ársins hondbóltsleikari
hjá kvinnunum seinasta ár
gjórdist kyndlaleikarin
Lotte Sørensen, og hóast
tað hevur ljóðað, at hon
ikki fór at vera í grøna
kyndlabúnanum hetta
kappingarárið, so hevur
hon gjørt av at erða ver
yum eina tíð
and: í Før
afturat.
Lotte hevur, síðani hon
kom til Føroya í 1996
rættuliga gjørt vart vid seg
innan hondbóltin. Tey
knøppu 3 árini hon hevur
verið her, hevur hon
mangan verið ein av
gerandi faktorur í teimum
dystum, sum kyndla-
kvinnurnar hava leikt, og
eigur hon tískil sín stóra
part í teirri framgongd,
sum hevur eyðmerkt
kyndlaliðið hesi árini. Tað
hoyrdist aftaná seinasta
kappingarár, at hetta varð
seinasta árið hjá Lotte í
Føroyum, og sigur hon
eisini sjálv. at tað var í
hvussu so er upprunaliga
ætlanin.
Í Kyndli hava teir tó
roynt at gera sítt til, fyri
at fáa hana at vera ver-
indi, og hevur hon fingið
eina nýggja spennandi
funktión í felagnum, har
hon skal vera eitt slag av
ráðgeva í samband við
venjingina av yngru
deildum felagsins
Europa Cup lokkar
Harumframt hava kvinn
urnar fingið lovað, at um
so er at tær klára seg I og
væl i kappingini. so skulu
tær út í Europa at royr
seg komandi år, og sigur
Lotte eisini. at hetta sjálv
andi heyði nógv at siga,
tá hon valdi, at verða ver-
andi í Føroyum.
Vónirnar hjá Lotte fyri
kappingarárið eru annars
góðar, og sigur hon, at
málið sjálvandi er at
vinna kappingina. Nú
hava tær verið meistarar
í 2 ár, so sjálvandi vilja
tær varveita heitið. Lotte
vísur tó á, at tær hava
mist nakað av fólki í ár,
og at hetta kann fáa
ávirkan á spæl teirra
Nógv gott nýtt fólk er
komið, men tað tekur
sína tíð, áðrenn vit verða
samanspældar
Aðalmálið er tískil at
klára seg somikið væl, at
talan gerst um pláss í
Europa Cup. Hvussu
langt tær so rokka útyvir
hetta vil tíðin vísa.
Tað ljóðaði, at hon fór av landinum, men tå sam-
anumkom tók hon enn eitt tørn i Kyndli, og tað
er einki at ivast í, at tey fegnast í felagnum um at
Lotte Sørensen varð verandi í Føroyum