hósdagur 7. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
£
F
va
es eee,
EET
Nr. 190 - 6. oktober 1999
3. Neistin
Nú skal neistin kveikj- |
tíðindablaðið
ast av nýggjum
Fleiri av teimum berandi kreftunum frá undanfarnum árum hava nú lagt hond-
bóltin á hyllina, og tí skulu yngru kreftirnar bera liðið nú roynt verður at byggja
neistaliðið upp av nýggjum
JÁKUP MORK
Tá tosað verður um før-
oyskan kvinnuhondbólt,
slepst valla undan at nevna
kvinnuliðið hjá Neistanum.
Tær eru liðið við so nógv
teimum flestu føroyameist-
araheitunum. Tá tað ræður
um at vinna heiðursmerkir,
koma eingi av hinum lið-
unum nærhendis neista-
kvinnunum.
Seinastu árini hevur tó
ikki altíð gingið so lætt, og
seinasta ár stóðu Neista-
kvinnurnar í teirri óvandu
stóðu, at tær einki gullheið-
ursmerki høvdu at
smoyggja omayvir hálsin, tå
kappingarárið var liðugt.
Kyndil er tvær tær sein-
astu ferðirnar strokið avstað
við gullinum í landskapp-
ingini, og hóast neista-
kvinnurnar vunnu steypa-
kappingina fyrraárið, kann
tað ikki metast sum nøkt-
andi hjá teimum, at somikið
langt er ímillum snapsarnar,
sum tað hevur verið hesi
bæði árini.
Venjari hjá neistakvinn-
unum í ár er danin Rene
Kristensen, og hevur hann
koyrt nógv á kvinnurnar
seinastu tíðina. Vant hevur
verið síðani á Olavsøku, og
hevur hugburðurin hjá leik-
arunum bara verið heilt
góður, heldur Rene.
Hann kom til Føroya áðr-
enn seinasta kappingarår
byrjaði, og vandi hann tå
yngru deildirnar hjá felagn-
um. Í ár hevur hann so fing-
ið ábyrgdina av kvinnuliðn-
um, og metir hann hetta
vera eina stóra avbjóðing.
Nógvar av royndu spæl-
arunum eru í ár givnar, og
hetta merkir, at eitt so at siga
nýtt lið nú skal byggjast
upp. Rene sjálvur er ógvu-
liga varðin við at koma við
nøkrum boði um, hvussu
kappingarárið fer at hylnast.
Hann roknar tó við at tað
fer at hava sera stóran týdn-
ing fyri hansara lið, hvussu
tær fara at klára seg teir
fyrstu dystirnar av kapping-
arárinum. Fyri ungu leikar-
arnar hevur tað ómetaliga
nógv at siga, um tær merkja,
at tær væl kunnu vera við á
hesum stødi.
Eisin má tað metast at
vera eitt aðalmál at fáa stórri
stabilitet í spælið, við tað at
talan er um so nógvar ungar
leikarar. Sum dómi um hetta
nevnir Rene, at tær nú áðr-
enn kappingina hava leikt
fleiri venjingardystir, og at
hesir hava verið sera mis
javnir. Onkuntíð hevur
spælið verið heilt gott, í-
meðan tað ikki hevur verið
so gott til tíðir.
Rene sigur víðari, at hetta
við stabilitetinum og so tað
at læra nakað, eru høvuds
málini hetta kappingarár. Tá
vit tosa um frágongd av so-
mikið markantum spælar-
um sum Duritu Jacobsen,
Káru á Dunga, Súnu Mørk,
Anniku Thomsen og Louisu
Jørgensen, sigur tað seg
sjálvt, at tað tekur nakað av
tíð at fáa spælið at koyra
líka væl aftur.
At so nógvir leikarar eru
givnir, merkir sjálvsagt, at
meira verður at lyfta hjá
teimum, sum enn eru á liðn-
um. Ikki soleiðis at skilja,
at tær skulu vísa meira, enn
tær frammanundan hava
gjørt, men heldur soleiðis,
at tær sýna tað sinniliga yv-
irskotið til at stuðla upp
undir hjá teimum nýggju, so
hesar kunnu búnast enn
meira sum leikarar.
Tilgongdin hevur bara
verið úr egnum røðum, og
ikki kann roknast við, at
hesar fara beint inn á liðið
fyri at gerast stuðulsleikar-
ar, men meira tað, at tær
skulu vera við til at gerast
eitt grundarlag, sum bygt
verður á framyvir.
Sum venjarin sjálvur sig-
ur, so megnaði STIF at ger-
ast meistari hjá monnunum,
uttan at skula hava hjálp utt-
an ífrá. Ikki soleiðis at
skilja, at Neistin fer beint
eftir meistaraheitinum, men
bert sum prógv fyri, at tað
kann lata seg gera, at vera
við í toppinum við egnum
tilfari.
Í hvussu so er ætla tær í
Neistanum at gera alt tað
tær eru mentur, til tess at
einki annað lið skal koma
til teirra og rokna 2 stig sum
eina sjálvfylgju. Tað er
nokk heldur ikki nógv, sum
bendir á at so er, tí Neistin
er nú eina ferð Neistin, og
ikki skal verða hugt leingi
eftir hagtølunum, áðrenn
ein sær, at her er talan um
konufólk, sum helst kunnu
meira enn konufólk flest, í
hvussu so er tá talan er um
hondbólt.
Inga F. Danberg verður aftur at síggja á besta
23
liði hjá Neistanum í hesum kappingarárinum
Stríðist altid
fyri at vinna
Liðformaðurin hjá Neistanum sein-
asta ár, Inga F. Danberg, verður
millum teirra, sum koma at draga
tað tunga lessið í hesum kappingar-
árinum
Inga F. Danberg er eftir
hondini vorðin gomul í
garði, tá tosað verður um
føroyskan hondbólt. Síð-
ani hon var 17 ára gomul,
hevur hon verið við á
besta liðnum hjá Neist-
anum. Árini 1989-1995
undantikið eini 2 ár, tá
hon hevur verið í barns-
burðarfarloyvi.
Hon er ivaleyst ikki
tann besti teknikkarin,
sum føroyskur kvinnu-
hondbóltur eigur, men
hinvegin skal leitast
leingi, áðrenn tú finnur
ein leikara við sama hug-
burði sum Inga. Viljin at
stríðast til tað allarsein-
asta lýsir burtur úr henni,
og í hennara heimi er
eingin dystur vunnin ella
taptur fyrr enn dómara-
borðið hevur talt upp tvær
ferðir upp í 30.
Hesum eginleikum fær
Inga allarhelst eisini brúk
fyri í hesum kappingar-
árinum, tí talan verður í
ár um eitt rættuliga nýtt
neistalið, sum fer á vøllin.
Inga heldur sjálv, at frá-
gongdin heyr verið í
stórra lagi, men at tær
hava nógvar ungar evna-
ríkar unglingar, sum nú
fáa møguleikan at royna
seg.
Inga metir, at tað at
fleiri av teium rutineraðu
leikrunum eru givnar, eis-
ini fer at vidføra at ábyrgd
verður flutt yvir á aðrar
leikarar. Sum er, eru tær
eina 4, sum hava verið við
igjøgnum fleiri ár, og tað
sigur seg sjálvt, at tær
koma at taka ein stóran
part av ábyrgdini á seg,
tá spælt verður.
Hinvegin væntar Inga
eisini, at onkur av teimum
ungu leikarunum, sum
eru komnar á líðið sein-
astu árini, nú fer at gera
rættuliga vart við seg.
Hugburðurin tær hava til
venjingina er í øllum før-
um hin rætti, og Inga sig-
ur sjálv, at tað í ár hevur
verið rættuliga stuttligt at
venja, tí tær allar ganga
inn fyri somu sek.
Um vónirnar til kapp-
ingarárið er Inga eitt sind-
ur varlig, men sum hon
sigur, so verður spælt fyri
at vinna í hvørjum dysti.
Ger man ikki tað, er eing-
in grund til at spæla, sum
hon málber seg.
Hon ásannar tó at tað
kann fara at gerast sera
torført, og kanska serliga
í byrjanini, við tað at talan
er um somikið nógvar
nýggjar leikarar.
Inga torir ikki at koma
við endaligum boði um,
hvussu kappingin í ár fer
at ganga, men sigur at hon
vónar og trýr tað besta.
Tað fer sjálvandi at taka
nakað av tíð, áðrenn liðið
er spælt saman, men
roknar hon við, at fram
ímóti jólum, fer hetta at
vera á einari góðari leið.