Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Atlantic Petroleum bjóðar øllum fórovingum lut í oljuvinnuni: Tað sær svart út men pengar eru í ti Undir hesi yvirskift - slogan - fer leiðslan í føroyska oljufelagnum „Atlantic Petroleum“ nú út til allar fóroyingar við tilboðnum um at keypa nýggj partabrøv í felagnum. Teknast skulu 26,6 mill. kr. soleiðis at samlaði partapeningurin verður 55 mill. kr. Jan MULLER Jens K. VANG Allir føroyingar hava frå i næstu viku og komandi tvær vikurnar møguleika at keypa partabrøv í føroyska oljufelagnum „Atlantic Pe- troleum“. Ikki færri enn 26,6 mill. kr. skulu teknast ggjum partapengini í 'num, sum við hes- 1 vil brynja seg út til at em virkin partur av andi oljuleiting við Før- Felagið varð stovnað fyri ári síðnai við 3 nartanen - I partape Stutt ettir stovnanina K tekna mill. kr. I dag eru knappliga 900 partaeigarar i felagnum Nú tað nærkast 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum vil leiðslan í Atlantic Petro- leum enn eina ferð geva øll- um føroyingum høvi til at } partabrov. Hesi eru To kann KCVDa hóðan ei ra stigið. Markið er stendur fyri og foroyska olju er vorðið partur av stórum útlendskum oljusamtaki. Alt hetta skuldi borgað fyri einum áhuga- verdum og spennandi utvik- lingi á føroyska landgrunn- inum í komandi! tíð. Og tað er hesum utviklingi, sum Atlantic Petroleum vil vera við í og geva øllum føroy- ingum møguleika at vera við í I samstarvi við peningastovnar Falan er so heldur ikki um nakra vanliga partafelags- tekning sæd í føroyskum hopi. Fyri at lyfta partafel- agstekningina upp á eitt hægri og meira professio- nelt stødi, hevur leiðslan í Atlantic Petroleum brúkt nógva orku og tíð til at fáa gjørt eitt sokallað „pros- pekt“. Tvs. tað er gjørd ein frágreiðing, sum sigur frá felagnum og tess virksemi í flest øllum lutum. Hetta prospekt er síðani vidgjørt og góðkent av danska Fondsráðnum. Síðani hevur Atlantic Pe- troleum gjørt avtalu við Føroya Banka og Føroya Sparikassa um at standa fyri tí praktiska partinum av partafelagstekningini, nak- að, sum er nýtt í Føroyum. A tíðindafundi í gjár greiddi Vilhelm Petersen, stjóri í felagnum frá nýggja tiltakinum og segði, at tað hevur leingi ligið í kort- unum hjá felagnum at geva øllum føroyingum møgu- leika at gerast partaeigarar í Atlantic Petroleum. Parta- felagstekningin byrjar hós- dagin 14. oktober og endar 27. oktober. Fólk kunnu hesar fjúrtan dagarnar keypa partabrøv í ollum deildunum hjá teimum báð- um — peningastovnunum, umframt í Nordoya Spari- kassa og Suðuroya Spari- kassa Skuldi tað hent - hvat nir tó ikki rokna at oll upphæddin ikk MtaKara troicum long fing kr Fær tryggja peningastovn arnir o g einstakir parta elgarar Vilhelm Petersen hevur vónir um, at føroyingar fara at nýta hetta góða hevið at gera iløgur í eitt føroyskt oljufelag, tí harvið eru teir eisini við til at tryggja før oyskari luttøku í eini kom indi oljuvinnu Hann vísir á, at hóast fel- agið enn er lítið og ungt. so hevur tað longu fingið til ført nakað av vitan. Kurs- urin á partabrøvum er í dag 105. At felagið er við í ein- um stórum samtaki, sum fer at søkja um loyvi at bora, merkir so eisini, at útlit eru fyri, at partabrøvini kunnu hækka í virði. Ella sagt á annan hátt: fólk, sum keypa partabrøv, kunnu vinna fleirfalt upphæddina, um olja verður funnin. Vágin er so altíð tann, at tað kann eisini ganga tann øvugta vegin. Reglugerðin fyri Atlantic Petroleum sigur, at bara skrásettir føroyingar kunnu eiga partabrøv í felagnum Hesi partabrøv kunnu ikki ljast útlendingum kom andi 10 árini, og eingin ein self stakur partaeigari kann eiga meira enn 20% Vælnøgdir Føroyski figgjarheimurin hevur víst stóran áhuga fyri nýggju partafelagstekn-ing- ini og hevur boðið sær at taka sær av henni. Hetta er nakað heilt nýtt fyri pen- ingastovnarnar men tó nak- að, sum teir hava bíðað eftir. Ti kemur hetta fyrsta ,,pilot- projektið“ væl við. Tað kann vera við til at leggja lunnar undir einum heilt nýggjum útviklingi á fíggj- arøkinum í Føroyum eisini. At talan so eisini er um eina heilt nýggja vinnugrein er somuleiðis kærkomið. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur seg vera sera væl nøgdan við tiltakið, sum hann heldur er rættiliga aktuelt, nú tað hevur verið tosað um at fáa ein føroyskan partabræva- marknað. M.a. eru gjørdar kanningar av hesum. Hetta tiltakið er sum so fyrsta royndin á tí leiðini at seta á stovn ein føroyska parta- brævamarknað, har almenn- ingurin kann keyp parta- brøv. Tvs. at øll hava sama møguleika og rætt til at tekna partabrøv -Eg haldi hetta er eitt væl- egnad projekt at seta pengar i og sum byggir å ein væl- defineraðan vága sigur Jørn Astrup Hansen, sum leggur fólki, í ivast í hesum, at lesa sjálvt prospektið (tvs. frá- greiðingina um felagið og partabrævatekningina, bim.) Henda verður m.a. tók á internetinum og annars hjá bæði peningastovnum og felagnum sjálvum. Eisini verður høvi at seta spurn- ingar hjá peningastovunum, um tørvur er á tí. Bjarni Olsen, stjóri í Før- oya Sparikassa, sigur, at teir sjálvandi eru við í hesum tiltakinum, tí teir longu frá byrjan hava verið partaeig- arar í Atlantic Petroleum. Tad var á samkomu fyri fóroysku luttakarunum á oljumessuni i Aberdeen- á skrivstov- uni hjá Amerada Hess - at Poul Mohr kunngjørdi, at Atlantic Petroleum fer undir at tekna partapening. Hann metti oljupartabróv vera eina góða konfirmatiónsgávu Nr. 191 - 8. oktober 1999 Atlantic Petroleum The Faroes Partnership (5) ec E 2040 Hann heldur fyri, at nú olja møguliga tykist at kunna fáa stóran tydning fyri føroyska samfelagið er rætt at vera við longu frá byrjan og stuðlar sparikassin tí teirra nýggju partafelagstekning- int. -Hóast tað kanska enn er óvissa um, hvat finst av olju, so vil Føroya Spari- kassi fegin vera við til at byggja upp og skapa møgu- leikar í hesi nýggju vinnuni. Hetta er so eisini í tráð við, at sparikassin vil vera meira við í vinnulívsfígging sum heild. Vit halda hetta avgjort vera áhugavert, og so er tað eisini nakað heilt nýtt og nakað sum tú kanst fyri- halda teg til. Báðir stjórarnir í peninga- stovnunum eru samdir um, at tað er ein skilagóð iløga at seta pengar í Atlantic Pe- troleum. Hóast ein í dag ikki hevur nakra vissu fyri at fáa nakað avkast, so er hetta við føroyskari luttøku í eini oljuvinnu nakað nýtt men eisini nakað itøkiligt. Verð- ur olja funnin, so kunnu før- oyskar iløgur koma at geva stórt avkast einaferð. Og tað kann so aftur fáa positivar avleiðingar fyri alt samfel- agið. 55 mill. kr. ikki ov stór upphædd Hóast 55 mill. kr. er nógvur peningur, so heldur Jørn Astrup Hansen ikki, at tað er óforsvarligt í samfelags hópi at binda henda pening í eitt felag, sum vit í dag ikki vita fer at geva nakað avkast. -Tá hugsað verður um, hvussu nógvur pening- ur er innistandandi í før- oysku peningatovnunum, so ger henda upphædd íkki tann stóra munin, sigur bankastjórin, sum vísir á, at tey, sum keypa partabrov. eiga ikki at gloyma, at tey á henda hátt hava keypt sær ein part av einum rættiliga itøkiligum útviklingi. Tað er eingin loyna, at leiðsla og nevnd í Atlantic Leiðslan í Atlantic Petroleum saman við stjórinum í Føroya Banka og Føroya Sparikassu á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár Petroleum fegin síggja, at partapeningurin í felagnum er á so nógvum hondum sum gjørligt heldur enn bert hjá nøkrum fáum. Tess breiðari felagið er, tess meira føroyskt og fólkaligt er tað. Tí er málsetningurin at fáa nógvar nýggjar parta- eigarar. Tá tað snýr seg um stóra vágan og møguleikan at fáa nakað burtur úr eini fløgu í Atlantic Petroleum sum partur av einum oljusamtaki sigur Vilhelm Petersen, stjóri, at føroysk felagið bert eigur ein lítlan part í samladu verkætlanini frá byrjan. Tað merkir m.a., at verður eingin olja funnin í t.d. tí fyrstu boringini, so heftir felagið bert við einum evarska lítlum parti. Parta- peningurin skal kunna brúk- ast í fleiri boringum. Men hinvegin hevur felagið við avtaluni við samtakið tryggjað sær, at verður olja funnin, so kann felagið økja sín part. Tvs. at eitt stórt fund kann fáa stóran týdn- ing fyri eitt nú føroysku partaeigararnar. I neyndini í Atlantic Pe- troleum eru Kjartan Hoydal, formaður, Poul Mohr, Óli Hammer, Mortan Johanne- ssen og Peter Even Djur- huus. Stjóri er Vilhelm Pet- ersen. Stovnararnir vóru Kongshavnar Utgerðarfel- ag, Farodane, Súsi, Hildi- gunn Johannesn, Havnar Timburhandil, Hvilvtenni, Føroya Bjór, Svend Kros- stein, Tryggingarfelagið Føroyar, Mortan Johannes- sen, Vestlax, Føroya Spari- kassi, J.F.K. Trol, Teyma- virkid, Poul Hansen, Smyril Line, Havsbrún og Tórs- havnar Skipasmiðja. Aftrat hesum koma so meira enn 800 aðrir partaeigarar.