Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjónvarpið fer aftur í vetur at framleiða og senda mentunar- sendingina Basalt Jákup Mork Nógv verður í hesum døgum tosað um, at SvF framleiðir ov lítið av foroyskum sendingum. Tað man ikki vera nakað dulsmál, at fíggjarligu karm- arnir hava verið, og framvegis eru, nakað trongir, og at hetta hevur havt við sær, at SVF heilt einfalt íkki hevur ráð til gera nóg mikið egn- um tilfari. Ein av teimum sendingum, sum vit kortini fara at síggja í vetur, er mentunarsendingin Basalt. Onkur vil kanska halda, at mentunarsending ljóðar sum nakað keðiligt og heldur turrisligt. Tey í Sjónvarp- inum royna tó at leggja dent á, at talan í hesum forum er um eitt sera vittfevnandi hugtak, har tey í stóran mun royna at viðgera nokur evni, sum ser- liga eru ætlaði at fanga áhugan hjá ungum hyggj- arum. Opera næstu ferð Rannvá Kunoy og Alexandur Kristiansen hava longu verið í luftini, og í komandi sending verður eitt av evnunum operaskúlin á Frúutroð, har nakrir íslendingar í løtuni royna at læra áhugaðar foroyingar at syngja opera. Tosað verður við bæði lærarar og næmingar, og vit hoyra eisini, hvørjar møguleikar føroysku næmingarnir verða mettir at hava Víðka sjonarringin Ingun í Skrivarastovu, ið er millum teirra, sur leggja sendingina til rættis sigur, at tey alla tíðina royna at víðka sjónarringin, soleiðis at sendingarnar gerast meira áhugaverðar hjá hyggjarunum. Ein avleiðing av hesum er, at vit meguliga eisini fara at hyggja út um landoddarnar, fyri at vita hvat tað er, sum hendir uttan um okkum. Annars verða evnini, sum verða vidgjørd rættuliga ymisk. Nokur teirra eru longu fastløgd, ímeðan onnur møguliga verða ein viðgerð av meira aktu- ellum viðurskiftum her á landi. Millum tey evni, sum vit kunnu væntað at síggja meira til eru onkur foroyskur ræðu- filmur, samroður við ungar tónleikarar og mangt annað. Vónandi verður tikid væl ímóti sendingini, tí hetta er ein av fáu foroysku sendingunum, sum er ætlað teimum ungu, sum annars alt ov ofta eru við skerdan lut i sjónvarpshopi. Dansaðu samba millum droparnar UF foroyameistarar í fótbólti Kanska er tað bara tí, at eg haldi við Ki, men eg havi síðani fríggjadagin undrast stórliga á manglandi áhugan hjá SVF fyri heimligum fótbólti. Fleiri ferðir um árið sendir SVF fleiri fólk av landinum at siga frá og taka myndir av fótbóltslandsdystum. Alt gott um tað — eg siti trúliga frammanfyri kassanum og hyggi, hvorja ferð dystur er. Men hví ikki senda frá fótbólti í fyrstu deild í Foroyum - í minsta lagi seinasta umfarið av landskappingini? Friggjakvøldid visti SvF at siga, at seinasta umfarið í kappingini skuldi spælast sunnudagin 3.10.! Øll onn- ur í hesum landinum munnu hava vitað, at dystirnir skuldu spælast leygardagin 2.10. Tað fyrsta vit sóu frá hesum seinasta, avgerandi um- farinum var eitt stutt innslag í Degi og Viku tyskvøldid, 3 dagar eftir, at foroyameistaraheitið varð avgjørt. Seinni um kveldið kom ein sending uppá 30 min - 25 min. seinkað og 15 min. longri enn fyrst kunngjort. Tað er ov vånaligt — hevði tað verið tað, at allar upptokurnar vóru oyðilagdar av illveðrinum, so kundi eg skilt tað - Tvorturímóti vór tað sera skemtiligar myndir, tá tær end- iliga vóru sendar. Onkuntíð líktist tað meira vatnpolo enn fótbólti. Tað er munur á, at UF gjørdi burtur úr dagarnar undan vikuskiftinum og sjálvan leygardagin. Tað er helst minni kostnaðarmikið at senda bein- leiðis útvarp úr fleiri ymsum stoð- um, enn at senda sjónvarp. Men tað er nú ein sannroynd, at UF ger nógv meira burtur úr heimligum ítrótti, enn SvF ger. Eg kenni fleiri, sum hyggja at landsdystum í sjónvarpinum, men uttan ljóð, tí tey heldur vil hoyra frásognina hjá Jógvani Arge. Hann kann fáa tann mest keðiliga fótbóltsdystin (ella kappróðurin) at ljóða sum ein reinur gysari. Tá tað kemur til ítróttarfrá- sagnir er og verður UF fleiri bátslongdir framman fyri SVF. Innskot um útskot Tað er undarligt at hugsa sær, at tað ofta eru tær sendingarnar sum eru einklast og helst eisini kosta minst at gera, sum geva fólki nakað at hugsa um. Stórsfingnar undir- haldssendingar eru sum vera man hugaligar at hyggja at ella lurta eftir, men sjáldan hongur so nógv við, tá sendingin er at enda komin. Tá er munur á, at tað er meira góðs í eini samrødu við fólk, sum hevur okkurt uppá hjartað. Ein sending av hesum slagi er Inn- skot, sum nú verður send í SVF månakvøld. Hetta er ein deiliga hóskandi tíð hjá mær at síggja slíkar sendingar. Mánakvoldið var samreða við Kate Sanderson, og hetta var ein tann frískasta sending- in, eg leingi havi sæð. Ivan Niclas- sen dugir væl at spyrja, men upp- gávan er nokk heldur ikki so torfor, tá tú tosar við eitt fólk, sum er so livandi og fyrikomandi sum Kate Sanderson. Tað er stuttligt at hoyra hennara egnu hugsan um teir fe- lagsskapir, hon hevur noyðst at samskift við í sínum arbeiði. Hesir felagsskapir, sum hon ikki ynskti at nevna við navni hava fingið foroy- ingar at skammast um ein tann mest sermerkta partin av okkara mentan. Ein av teimum mest beinraknu spurningunum hon reisti var, um vit ikki tora at standa við hendan partin av okkara samleika. Eg kann leggja afturat: Hvorji eru vit at tosa um fullveldi, um vit skammast um okkum sjálvi? Eg spyrji bara! Í ollum forum torir Kate Sanderson at kalla ein spaka fyri ein spaka við at vísa á, at tað er mark fyri, á hvørjum stødi vit eiga at samskifta við djórarættindafelagsskapir, sum talan ofta er um. Tað er ikki alt, sum tað loysir seg at svara til. Meira av hasum slagnum av send- ingum! Tað eru nógv áhugaverð fólk í Føroyum, sum áttu at sloppið framat við sínum gullkornum bæði í Annika Joensen, seturs- skrivari ÚF og SVF. ÚF hevur í nógv ár havt samroður við eldri fólk um gamlar dagar. Tað er gott, og vónandi held- ur hesin táttur fram, men vit mugu sanniliga eisini minnast til at tosa um núið og ikki minst framtíðina. Bingo! Nýggja eydnuspælið í SVF, 6 í rút- ara, er ein sending, sum eg haldi vera deiliga lætta og undirhaldandi at hyggja at. Poul Jákup Thomsen hevur síðani ta fyrstu sendingina megnað at rist teir ringastu nervar- nar og málsligu skeivleikarnar av sær. Spælið sjálvt er munandi meira hyggjaravinarligt enn Gekkurin — tað ber til at síggja sending-ina, uttan at spæla við sjálv. Og so er kenningslagið frá The Sting gott at hoyra aftur og aftur. Eg haldi ramman rundan um 6 í rútara er væl gjørd, og sjálvt spælið nokkso stuttligt, hóast tað ikki er talan um so stórar vinningar. Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón