fríggjadagur 8. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EL EA AA ak AAÆTÆZÆ7ZÆT7ZÆTÆ AA
Nr. 191 - 8. oktober 1999
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Herfølge stryku
Fótbóltur: Oddaliðið í superliguni, sum miku-
kvøldid vann á FC Keypmannahavn, verður
lagt undir at spæla alt ov hart. Oli Johannesen
spældi við, tá AGF vann
Miraklernes tid er ikke forbi,«
plaga danir onkuntíð at taka til,
og tað er púra vist, at í fótbólts-
spælinum er tíðin ikki farin frá
undrum.
Felagið hjá Jákupi Mikkelsen,
Herfølge, sum nógv dømdu til
niðurflyting, tá danska kappingin
byrjaði í julí mánaða, er nú einsa
malt á odda í superliguni.
Mikukvøldid vóru Jákup og
liðfelagarnir í Parkini og spældu
móti FC Keypmannahavn, og har
kláraðu teir at vinna sær oll trý
stigini í einum dysti, sum FCK
hevði stórt yvirtak Herfolge
hevði fáar royndir á málið hjá FC
Keypmannahavn, men hóast tað
kláraðu teir at vinna.
Tad var millum annað takka veri
góðum verjuspæli. Jákup Mikk-
elsen hevði lítið at gera fyrra hålv-
leik, men tá FCK gjørdist naskari
í seinna hálvleiki hevði Jákup
fleiri góðar bjargingar, og hann
helt málið reint í dystinum.
Liðfelagarnir hjá Toda Jónsson,
sum var leikbannaður hendan
dystin, komu tvær ferðir leysir við
Jåkupi, men hann bjargaði, og
eisini tá teir á liðnum hjá FCK
royndu seg við skotum úti frá, tók
Jákup sær av teimum.
Størsta danska blaðið Jyllands-
Posturin skrivar, at Jákup vísti tað
spælið, sum hevur gjørt fleiri ensk
feløg áhuga í honum, og tað er
lítið at ivast í, at tað hava verið
fleiri fótbóltssólumenn á áskoð-
araplássunum í Parkini. Fleiri enn
12.000 áskoðarar sóu dystin.
Einasta málið í dystinum gjørdi
Jens Madsen fimm minuttir fyri
leiklok, og sambært donsku føl-
miðlum, so var talan um óuppi-
borið sigursmál.
Alt ov ógvusligir
Týsdagin legði álopsmaðurin hjá
V iborg. Heine Fernandez. ÓgVUS-
liga eftir spælinum hjá Herfølge.
Spælarin, sum var toppskjútti í
superliguni seinasta kappingarár,
heldur, at Herfølge spælir alt ov
hart, og tað nú er uppá tíðina, at
dómararnir stegða ónollunum hjá
Herfølge-spælarunum.
Heine Fernandez, sum hevur
havt skaða í fótinum, vildi vera
við, at verjumaður hjá Herfølge
tríggjar ferðir við vilja sparkaði í
fótin, tá liðini spældu sunnudagin.
Tað heyði við sær, at gamli skaðin
breyt útaftur, og Fernandez mátti
av vellinum og er nú skaddur
Við danska blaðið Ekstra
Blaðið segði Viborg-spælarin, at
Herfølge spælararnir eru alt ov
Ogvusligir, og at teir eiga at verða
steðgaðir í stundini. Hann heldur,
at tað líkist ongum, at Herfølge
sleppur at spæla, sum teir gera.
I øllum førdum stendur tað nú
svart á hvítt, at Herfølge er einsa-
malt á odda í superliguni, trý stig
frammanfyri næsta liðið.
Áskoðarar mótmæltu
A Arhus Stadion var tómt í tí
partinum av áskoðaraplássunum,
har tey mest ídnu viðhjaldsfólkini
plaga at halda til. Tað einasta sum
tíðindablaðið
e-mail: eydunØsosialurin.fo
21
3 Lesið eisini
ítróttin á
www.sosialurin.fo
mm me ly
8 á sg Al '
P tá
FÅ + * N
Ér =:
3 €
& ] TF
að | Bú
Jákup Mikkelsen helt málið reint, tå Herfølge spældi móti FC Keypmannahavn í Parkini. Í seinna
hálvleiki hevdi hann fleiri góðar bjargingar, tå FCK fór at trýsta
sást, tá dysturin byrjaði, vóru
skelti sum kravdu, at nú skuldi
okkurt henda.
Askoðararnir hava verið sera
misnøgdir við gongdina í felag-
num, sum hevur tapt nógvar dystir
í ár og ikki er væl fyri figgjarliga,
og hesum mótmæltu teir við ikki
at koma til dystin fyrr enn hann
var byrjaður. Dysturin var einar
tveir minuttir gamal, tá áskoð-
ararnir so skolaðu inn á áskoðara-
plássini, og teir vóru ikki meira
enn komnir uppá pláss, tá AGF
legði seg fram um.
Esbjerg javnaði leiðsluna hjá
AGF, og tveir minuttir fyri leiklok
eydndaist tað íslendinginum Tóm-
as Ingi Tómasson at gera sigurs-
málið. Oli Johannesen spældi við
frá byrjan, men hann var skiftur
út 20 minuttir fyri tíð.
ek
Unglingarnir skulu stridast við risar
U-landsliðini: Italia og
Ongland eru å skrånni
hjå U-18 og teir yngru skulu komandi ár spæla
ímóti Hollandi
Yngru fótbóltslandsliðini kunnu
rokna við dyggari mótstøðu, tá tey
komandi ár skulu royna seg í euro-
peisku undankappingunum. Í hesi
vikuni er lutur drigin um, hvussu
londini skulu bólkast, og bæði U-
18 og U-16 landsliðini eru komin
í bólk saman við londum, ið mugu
metast at vera bæði spennandi og
møtimikil métstødulond.
Um eina góða viku fer U-16
landsliðið niður til Liktinstein, har
teir í EM undankapping umframt
ímóti vertstjóðini eisini skulu
spæla ímóti Finnlandi. Ivaleyst
verður mótstóðan nóg stór, men
hon verður ikki minni, tá teir
næsta ár skulu spæla í somu kapp-
ing. Føroyar eru bólkaðar saman
við Hvítarusslandi, Íslandi og so
Hollandi, sum altíð hevur verið
mett at eiga nakar av mest evna-
ríku spælarunum í Europa.
Tað er ikki greitt enn, hvar und-
ankappingin verður spæld, men
tað er sumt, sum bendir á, at hon
verður í Hollandi.
Nógvar dystir
U-18 dreingirnir taptu í síðstu
viku allar tríggjar dystirnar í EM
undankappingini. sum var í Finn-
landi (vit hava ikki fyrr nevnt, at
teir taptu 2-0 ímóti vertstjóðini,
og at hetta eisini var stødan í
steðginum), og so er spurningurin,
hvussu tað fer at ganga komandi
ár, tá mótstøðuliðini fara at eita
Ítalia, Ongland og so Andorra.
Bólkurin tykist spennandi, bæði
tí talan er um tvær av størstu fót-
bóltstjóðunum í Europa og so um
eina lítla fótbóltstjóð, sum tað
verður eitt vónbrot ikki at vinna
á.
Av FSF skrivstovuni verður
sagt, at tað einasta, sum teir hava
hoyrt um, hvussu dystirnir skulu
spælast, er, at bæði italiumenn og
eingilsktmenn eru áhugaðir í, at
undankappingin verður skipað
sum undankappingarnar hjá teim-
um vaksnu. Tað vil við øðrum
orðum siga, at øll liðini skulu
spæla ímóti øllum á heimavelli og
á útivelli.
Hvorki Andorra ella Føroyar
mugu metast at hava fíggjarliga
orku til so nógva ferðing. Tað eru
italiumenn og eingilsktmenn
greiðir yvir, og teir hava víst á
møguleikan, at hesar báðu stóru
tjóðirnar kunnu endurrinda eyka
útreiðslurnar, sum høvdu staðist
av at leggja kappingina soleiðis
til rættis.
U-18 kvinnurnar skulu spæla í
einum innleiðandi umfari til inn-
leiðandi kappingina. Mótstøðu-
liðini verða Ukreina, Skotland og
Sveits, og tvey av teimum fýra
liðunum sleppa víðari í undan-
kappingina.
Fundast í Skt. Pætursborg
I hesi vikuni hevur ungdóms-
nevndin hjá UEFA fund í Sankta
Pætursborg. Torleif Sigurðsson.
formaður i FSF, er limur í ung-
dómsneyndini, og hann er í Russ-
landi. Saman við FSF bossinum
er Mortan Poulsen, sum umboðar
FSF á ungdómsráðstevnuni, sum
verður hildin í Sankta Pætursborg
í hesi vikuni.
Tað er í sambandi við UEFA
tiltakið í Skt. Pætursborg, at lutur
í hesi vikuni varð kastaður um EM
undankappingarnar hjá teimum
yngru fyri ár 2000 og 2001, sum
tað verður rópt
jh