Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 27 Føroya Kolvetni fer nýggjar leiðir 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Eisini føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni er sera væl nøgt við teigarnar, sum Oljufyrisitingin hevur til- lutað felagnum í 2. út- bjóðing. – Vit hava fingið tað, sum vit søktu um, og tí kunnu vit bara vera nøgd sigur Nils Sørensen, stjóri. Felagið er við í tveimum loyvum, sum fevna um 16 heilar teigar og 3 parts- teigar ella tilsamans 3500 ferkm. Í øðrum loyvinum er Før- oya Kolvetni saman við Statoil, Shell og Dong. Hetta loyvi liggur mið- skeiðis á landgrunninum rættiliga tætt landi. Føroya Kolvetni hevur 10% lut í hesum loyvinum. Síðani hevur felagið fingið eitt loyvi suðuri ímóti markin- um, har tað er heilt einsa- malt. Hetta loyvi, 012 og sum hevur fingið heitið "Rannvá" er rættiliga ser- stakt, nú tað liggur í einum heilt nýggjum øki, har loyvi ikki eru latin áður. Nils Sørensen sigur, at hóast her er talan um høgan váða, so er hetta kortini eitt øki, sum nógvir jarðfrøðingar hyggja við stórum eygum at. Her er nevniliga talan um eitt ókent øki, sum kann goyma onkrum heilt stórum. Loyv- ið liggur á tí sokallaða Wyville-Thomson ryggin- um og fevnir um 1000 ferkm. Tað er á 500 metra dýpi. Felagið Fugro hevur skotið seismikk í økinum og er ætlanin at fáa meira seismikk til vega í hesum økinum. Strukturar síggjast í undirgrundini. Her er ann- ars talan um tann størsta ryggin í Norðurvestur- europa, har eingin hevur borað áður. Uppá fyrispurning um hví teir eru einsamallir í hesum heldur fjarskotna økinum sigur Nils Søren- sen, at teir longu undir normeringini av økjum peikaðu á júst henda partin av landgrunninum, sum eitt spennandi stað at leita eftir olju. – Hetta økið er kanska eitt sindur øðrvísi enn hini. Hetta er nokk ein av dreym- unum hjá øllum jarðfrøð- ingum at arbeiða í. Í dag arbeiða roynd útlendsk oljufólk hjá Føroya Kol- vetni í Bretlandi, eitt nú fólk við drúgvum royndum frá oljufeløgum sum Las- mo og Conoco. Fyri tey er loyvið, sum felagið hevur fingið har suðuri, sera kær- komið, tí tað er spennandi og ókent. Við hesum báðum loyv- unum hevur Føroya Kol- vetni tilsamans 10 loyvi á Atlantsmótinum. Øll eru sokallað "high risk" øki. Nils Sørensen sigur, at teir eru ikki minst væl nøgdir við at vera partur av einum sum hann málber seg "knasandi" sterkum bólki saman við Statoil, Shell og Dong. Hann heldur fyri, at hetta verður ein sera seigur bólkur, tá talan er um At- lantsmótið og vísir á, at Statoil hevur víst seg veru- liga at vilja nakað á mótin- um. Shell er eisini við í nógvum loyvum, og havast skal eisini í huga, at felagið hevur yvirtikið Enterprise, sum var við í loyvum í 1. útbjóðing. Dong hevur so víst seg at leggja størri og størri orku í alt økið eisini. Føroya Kolvetni hevur sítt høvuðssæti í Aberdeen, har fleiri føroyingar og bretar arbeiða. Kjarnin eru føroyingar. Á skrivstovuni eru umleið 7 fólk. Annars keypir felagið sær nógva ráðgeving frá øðrum. Nils Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni er sera fegin um útbjóðingina