Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ———————— Nr. 192 - 9. oktober 1999 Signar ikki røkt sína skyldu 22 tíðindablaðið BI. BR Løgmadur heldur, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum hevur handfarið málið um broytingar í kirkjulógini á Á tingfundi í gjár svaraði løgmaður fyrispurningi frá Sámal Peturi í Grund, sum spurdi, um Føroya løgmad- ur kundi greida Løgtingi- num frå, hví tey ríkislógar- tilmæli, sum løgmaður stað- festi 28. januar 1998, við tilmæli um at seta ymsar kirkjulógir í gildi |. januar 1999, enn ikki eru útinnt. Løgmaður svaraði soleiðis: >Til tess at svara hesum fyr- ispurningi hevur løgmaður biðið landsstýrismannin í undirvísingar- og menta- málum og Ríkisumboðið um at greiða frá málinum. L andsstýrismaðurin hev- ur skrivliga greitt frá, at løg- maður tann 28. januar 1998 staðfesti 7 ríkislógartilmæli um at seta kirkjulógirnar í gildi tann 1. januar 1999. I lógunum eru ásetingar um, at Tandsstyrismadurin kann åseta nærri reglur um ymisk viðurskifti í kunngerð. Undanfarna landsstýri fór frá uttan at avgreiða málið, og tann 15. maí 1998 varð nýggj samgonga skipað. Eftir hetta (nov./dec.1998) setti = landsstýrismaðurin nevnd at fyrireika yvirtøku av fólkakirkjuni Umframt tær 7 kirkjulóg- irnar, ið vórðu samtyktar, fekk heimastýrið harum- framt eina kirkjulóg afturat til ummælis. Tað var lógin um kirkjuráð. Landsstýris- maðurin hevur ikki lagt hesa lóg fyri løgtingid, og hevur heldur ikki ætlanir um hetta, tí hann metir ikki, at tað er í samsvari við pol- itikk landsstýrisins. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at av tí at hesar lógir eru ríkislógir og sostatt snúgva seg um mál, sum ikki eru føroyskt sermál, hendir ein samanblanding av føroyskum og donskum myndugleikum, og sostatt er farið fram eitt ávíst ar- beiði í Undirvísingar- og mentamálastýrinum at royna at greiða hesa fløkju. Hann ger eisini vart við, at tað er sera ivasamt, um tað er sambærligt við stýris- skipanina, at landsstýris- maður handlar við heimild í vanligari ríkislóg, sjálvt um henda er sett í gildi í Føroyum. Ríkisumboðið hevur greitt frá, at kunngerðir, ið skulu gerast við heimild í kirkjulógunum vórðu send- ar landsstýrinum skrivliga og á diskli í juni 1996. Talan er um nakrar kunngerðir, ið landsstýrið skal ummæla. Harumframt varð landsstýr- ið biðið um at gera nakrar kunngerðir, ið innihalda á- setingar um serlig føroysk kirkjuvidurskifti. Rikisumbodid nevnir, at hetta hevur verid vanlig mannagongd og er i sam- svar vid heimastýrislógina $ 7. Eisini legga tey dent á, at tað er Kirkjumálaráðið, sum stendur fyri arbeið- inum at gera kunngerðirnar við heimild í kirkjulógu- num, og ikki landsstýris- maðurin. Viðvíkjandi uppskotinum um ríkislógartilmæli um kirkjuráð greiðir Ríkisum- boðið frá, at uppskotið varð lagt fyri løgtingid av und- anfarna landsstýri nakað seinni enn hinar 7 kirkju- lógirnar. Hetta var 5. mars 1998. Uppskotið datt burtur, tå val varð útskrivað til løg- tingið tann 18. mars 1998. Ríkisumboðið kunnaði hin 3. november 1998 Und- irvisingar- og mentamåla- stýrið um, at uppskot til fylgibroyting av lóg um stovnsetan av Føroya Stift og uppskot til lóg um úr- gildissetan av lóg um Før- oyskt Kirkjuráð eru til við- gerðar á Fólkatingi. Sam- stundis verður boðað frá, at ígildissetanin av hesum lóg- um eigur at samskipast við ígildissetanina av kirkjulóg- unum. Í sama brævi vísir Ríkisumboðið á, at Kirkju- málaráðið hevur upplýst, at kirkjulógirnar eru ein saml- að eind, og at ígildissetan av serstøkum pørtum ikki eigur at verða framd. Mint verður eisini á, at løgtingid ikki hevur sam- tykt ríkislógartilmæli um kirkjuráð, og at landsstýrið ikki hevur givið grønt ljós fyri, at kunngerðirnar kunnu setast í gildi. Málið er sam- bært Kirkjumálaráðnum so- statt hjá heimastýrinum. Í brævi, dagfest tann 16. desember 1998, boðar Kirkjumálaráðið Ríkisum- boðnum frá, at uppskot til fylgibroyting av lóg um stovnsetan av Føroya Stift og uppskot til lóg um úr- gildissetan av lóg um kirkj- uráð eru samtykt av Fólka- tinginum og verða kunn- gjørd tann 28. desember 1998. Hesar lógir kunnu setast í gildi við kunngerð av kirkjumálaráðharranum, men sagt verður, at ígildis- setanin hevur tætt samband við, nær føroysku kirkjulóg- irnar og kunngerðirnar kunnu setast í gildi. Víst verður eisini til, at tey 7 ríkislógartilmælini um kirkjulógirnar kunnu setast í gildi, tå ið man frá før- oyskari síðu ynskir tað, og at tað ikki er neyðugt at bíða eftir, at ríkislógartilmæli um kirkjuráð verður avgreitt. Tær 7 kirkjulógirnar kunnu sostatt standa einsamallar. Hinvegin verður sagt, at ein fyritreyt fyri, at kirkju- lógirnar verða settar í gildi fyri Føroyar er, at kunn- gerðirnar eru gjørdar, og boðað verður frå, at hetta liggur hjá landsstýrinum. At enda í brævinum verður Ríkisumboðið biðið um at kunna landsstýrið um hetta, og varð hetta gjørt. Í brævi, dagfest tann 12. januar 1999, frá Undirvís- ingar- og mentamálastýri- á ein óhepnan hátt num verður víst til brævið frá Ríkisumboðnum frá 3. november 1998, og sagt verður, at Undirvísingar- og mentamálastýrið = hevur tulkað hetta soleiðis, at tær 7 kirkjulógirnar ikki eiga at verða settar í gildi fyrr enn 8. lógin, lógin um kirkjuráð, er samtykt á Føroya Løg- tingi. Í sama brævi boðar Und- irvísingar- og mentamála- stýrið Ríkisumboðnum frá, at tað kemur Undirvísingar- og mentamálastýrinum og landsstýrismanninum dátt við, at Kirkjumálaráðið hevur skift støðu til spurn- ingin um, at tær 7 kirkju- lógirnar kunnu setast í gildi sjålvt um tann 8. lógin, lóg- in um kirkjuráð, ikki er av- greidd á løgtingi, og biðið verður um eina frágreiðing frá Ríkisumboðnum um broyttu støðuna hjá Kirkju- málaráðnum í hesum máli. Í brævi, dagfest tann 21. januar 1999, hevur Ríkis- umboðið svarað Undirvís- ingar- og mentamálastýri- num, at fráboðanin frá Kirkjumálaráðnum um, at talan er um eitt samlað lóg- arverk, ið eigur at verða sett í gildi samstundis, er givin undir teirri fyritreyt, at heimastýrið hevur ynskt eina samlaða endurskoðan av økinum. Hvorki Rikisumbodid ella Kirkjumálaráðið hava fingið fráboðan um, at nak- að annað nú skuldi verið galdandi, t.d. at lógin um kirkjuráð ikki skuldi setast í gildi. Hinvegin hevur Rík- isumbodid, aftaná at bræv- ið, dagfest tann 3. november 1998, var sent Undirvísing- ar- og mentamálastýrinum, hoyrt í fjólmiðlunum, at landsstýrismaðurin hevur sett nevnd at yvirtaka fólk- akirkjuna. Ríkisumboðsmaðurin vísir í brævinum frá 21. januar 1999 eisini til svar frá landsstýrismanninum í undirvísingar- og menta- málum upp á munnligan fyrispurning frá Alfredi Ol- sen (svaraður á tingi hin 10. dec. 1998), har sagt varð, at ríkislógartilmæli um kirkjuråd ikki verdur lagt fyri løgtingid av nyggjum, og at ígildissetan av teimum longu samtyktu ríkislógar- tilmælum kann ikki fremj- ast, ti at sambært Kirkju- málaráðnum er talan um eitt samlað lógarverk. At enda í brævinum boðar ríkisum- boðsmaðurin frá, at ein fyri- treyt fyri ígildissetan av teimum 7 kirkjulógunum er, at kunngerðirnar eru gjørd- ar, og at hetta liggur hjá landsstýrinum. Hin 25. februar 1999 legði landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og menta- málum uppskot til ríkislóg- artilmæli fyri løgtingid um broyting í ríkislógartilmæl- um um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir. Skotið varð upp. at ríkislóg- artilmælini koma í gildi 1. januar 2000, heldur enn |. januar 1999, sum løgtingið hevði samtykt. Tann 13. apríl 1999 fall uppskotið hjá landsstýrismanninum. Samanumtikið kann sig- ast, at sambært stýrisskip- anarlógini $ 49 er tað lands- stýrismaðurin, ið hevur á- byrgdina av, at tær kunn- gerðir, ið ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at ígildisseting i Føroyum, verda ummældar. Harum- framt hevur hann í hesum føri eisini havt skyldu til at gera tær kunngerðir, ið inn- ihalda ásetingar um serlig føroysk kirkjuvidurskifti. Landsstýrismaðurin átti so- statt at havt avgreitt málið serliga aftaná, at málið um útsetan av ígildiskomuni av ríkislógartilmælinum fall á tingi. Lógmaður heldur, at mål- ið er handfarið óheppið. Á fundi við landsstýrismannin í kirkjumálum, hevur løg- USA Dollarar Bretland Pund Tyskland = Markur Svøriki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland = Markur Ísland Króna Eysturriki — Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Japan Yen Irland Pund Grikkaland Drakmur Evra Big VALUTAKURSIR Ultimo 08.10.99 septemb. 695,9400 696,3700 1148,8900 1146,2000 380,0600 380,0500 85,2700 85,2400 89,4400 90,0300 113,3200 113,3200 18,4270 18,4260 466,5600 465,3000 337,3100 337,3000 0,3839 0,3839 125,0200 125,0200 9,7800 9,7300 54,0200 54,0180 4,4680 4,4670 3,7080 3,7080 473,0700 475,0500 6,4744 6,6031 943,8300 943,9100 2,2640 2,2600 743,3300 743,3100 maður fingið lyfti um, at málið verður avgreitt innan 3 vikur frá dags dato.< Vika 40 - 6. oktober - 23 - 24 - 33 - 40 pl: 11 - 22 1.237.092.- kr. 571.204, - kr. 3.722, - kr. ” Inniating affreist: eee 11:50-—- 39 FBA INSTRUKTØREN AF "CUFFRANGER", "DIE HARD 2" OG "THE LONG KISS CODDWIGET Leygardagin 09.10. kl. 21% Leygardagin 09.10. kl. 23" Sunnudagin 10.10. kl. 20? Sunnudagin 10.10. kl. 23' gr i | Í i Leygardagin 09.10. kl. 19 Leygardagin 09.10. kl. 21 Sunnudagin 10.10. kl. 19 Sunnudagin 10.10. kl. 21 ert Qoolr Í KAMP MOD CÆTAR Leygardagin 09.10. kl. 17% Sunnudagin 10.10. kl. 17% = NOGLE HUSE ER FØDT ONDE THE HAUNTING HJEMSØGT Tr RUN - fmen 09.10. kl. 23% Sunnudagin 10.10. kl. 23” CRUISE KIDMAN KUBRIKCK EYES WIDE SHUT Leygardagin 09.10. kl. 17% Sunnudagin 10.10. kl. 17'