týsdagur 12. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
Heini Joensen sær her út til at hyggja niður í gólvið. Tað hevði hann tó onga orsøk til, tí hann megnaði nærum
einsamallur at håla sigurin móti hoyvikingum í land
Heini vann å H71
Í einum spennandi dysti í høllini á Hálsi, eydnaðist tað at enda neistanum at
vinna sær bæði stigini frá hoyvíkingum
JÁKUP MORK
Fitt av fólki hevði leitað sær
nidan í Itréttarhøllina á
Hálsi, har nýggja neistaliðið
skuldi royna seg ímóti tí
somuleiðis nýggja liðnum
hjá hoyvíkingum.
Ymsar fortreytir
Fortreytirnar hjá liðunum
báðum vóru sera ymiskar,
áðrenn lunnar vórðu lagdir
undir hetta kappingarárið.
Neistin hevur rættuliga
spílað seg út, og við til-
gongd av nógvum nýggjum
leikarum. eru vænirnar til
hetta kappingarárið nakað
hægri. enn tær hava verið
flestu av teimum seinastu
20 árunum. Hoyvíkingar
hava hinvegin sagt farvæl
til fleiri av royndu kreftu-
num frá seinastu árunum,
og verður nú bygt rundan
um fleiri ungar leikarar.
Tá liðini bæði møttust í
kappingin, sum Café natur
skipaði fyri fyrr í heyst,
tóktist tað eisini sum um, at
neistamenninir væl
betur fyri. og vunnu teir tá
greiðan sigur
unun
voru
á hovviking
Byrjaðu sum eftir ánni
Tað varð eisini Neistin, sum
byrjaði betur
ti eftur at nov
garni du lagt seg
um máli. fóru
kanónirnar hjá Neistanum í
vikin
á odda Við e
gongd. Innan fyri 6 minuttir
høvdu teir lagt bóltin í
meskarnar aftan fyri Jens
Skipagøta heilar 5 ferðir. og
líkt var til, at ungu hoyvík-
ingarnir rættuliga skuldu
fáa oyruni í eina vælsmurda
maskinu
Soleiðis varð tó ikki. og
otaðu teir seg inn
liðið. og tå farið
Ivleik stóð á jøvn-
1919
spakuliga
nei
varð ti
Serliga var tað Halgir Dahl
Olesen. sum stóð sterkur í
myndini, og hann skjeyt
helmingin av málunum hjá
hoyvíkingum henda hálv-
leikin, umframt at hann var
við í uppspælinum til flestu
av hinum málunum. Hallgir
hevur nú fingið sítt gamla
pláss á vinstra bakki aftur,
og hann sá út til at trívast
nógv betur her, enn hann
hevur gjørt á høgra bakki
seinastu 2 árini.
Hjá Neistanum vóru tað ser-
liga bakkarnir báðir, Aki og
Heini, sum gjørdu um seg.
og tá Heini hevdi skotið 3
tey seinastu málini hjá
Neistanum í hesum hálv-
leikinum, kundi okkurt bent
á, at hann var um at verða
heitur í vinstra arminum.
Verjan hjá H71 tóktist at
hugsa sera nogv um at verja
fyri, soleiðis at Aki ikki
fekk ov stórt råsaråm, men
hetta hevði so við sær,
vinstra = álopssíðan hjá
Neistanum fekk nógv betri
pláss.
Javnur annar
hálvleikur
I øðrum hálvleiki leikaði
javnt á millum liðini bæði
Verjan hjá Neistanum ansa-
Oi nú betri eftir Halgiri, men
5-1 uppstillingin førdi sam-
stundis við sær, at H71 fekk
nogv betri plåss inni å strik-
uni. So at siga allan seinna
hålvleik spældu hoyviking-
arnir við 2 strikuspælarum,
»g við tað at Finnur Hans
son framhaldandi lá úti fyri
at ansa Hallgiri, fingu Bárð-
ur Brimvík og Olaf Vester-
gaard ivaleyst av plássi. Teir
gjørdu sær eisini dælt av
hesum, og ferð eftir ferð
varð neistaverjan yvir-
spæld, soleiðis teir kundu
skjóta bóltin í netið.
Í hinum endanum helt Heini
bara fram við at skora, og
tað tókist nú vera fullkomu-
liga líka mikið. hvaðani
skjótast skuldi. Brotskøst,
langskot og fríspælingar.
Alt endaði við at Heini
sveiggjaði vinstra armi. og
neyðars Jens í hoyvíksmál-
inum kundi einki gera, uttan
at vóna, at fyrr ella seinni
mátti Heini raka við síðuna
av málinum, men hetta
hendi als ikki.
Sum nevnt, so fylgdust lið-
ini væl meginpartin av
seinna hálvleiki, og tað var
ikki fyrr enn seinastu 5 min-
uttirnar, at Neistin megnaði
at skræða seg leysar av hoy-
víkingunum, soleiðis at teir
at enda fingu tey bæði
kravdu stigini.
Nógvir manglar
Neistin fekk sostatt tey bæði
stigini, sum viðhaldsfólkini
kravdu av teimum, men tal-
an var langt frá um nakran
avgreidsluspurning, og
dysturin sýndi eisini, at
fleiri veikleikar eru á lið-
num, sum skulu bøtast, um
liðið skal gera sær vón um
at halda seg í toppinum.
Uttan at nakað skal verða
tikið frá hoyvikingunum, so
má sigast at verjuspælið hjá
neistamonnunum riggaði
sera illa.
Hóast talan er um stórar
menn, sum í fleiri fórum
høvdu góðar blokeringar, so
góvu H7I leikararnir ferð
aftan ferð prógv um, at tað
væl bar til at spæla seg
framvið verjuni.
S-1 uppstillingin, sum varð
nýtt meginpartin av seinna
hálvleiki riggaði als ikki. og
einasta hetta viðfoørdi var, at
Finnur Hansson gleið meira
og meira burtur úr spæli-
num. samstundis sum holini
aftan fyri hann vóru nógv
og stór. Einastu verjuleik-
arnir, sum veruliga megn-
aðu sína uppgávu, vóru
Elmar Oså og Karl Oddmar
Rasmussen.
Seinastu minuttirnar av
dystinum varð aftur skift til
at verja 6-0.og ikki fyrr enn
tå, eydnaðist tað at skræða
seg leysan.
Í álopspartinum tykist tru-
pulleikin ikki at vera so
stórur, og skjúttarnir, sum
Neistin hevur í hópinum,
áttu eisini at borga fyri ein-
ari rúgvu av málum. Hesu
ferðina var tað so Heini,
sum var tann stóra kanónin,
og verður ein roynd gjørd
at seta hann burtur úr spæl-
inum, vil hetta helst bara
vidføra, at Áki fær betri
sømdir. Harafturat kunnu
bæði Finnur og Kári skjóta,
um tað skal vera, so tað man
ikki vera við málskjótingini
at trupulleikin hjá Neista-
num fer at liggja.
Spennandi lið
Hoyvíkingar tykjast hava
eitt rættuliga spennandi lið
til hetta kappingaråri0.
Nógvir ungir leikarar eru á
liðnum, og hevur Hallgir
ein góðan dag, kann hann
geva øllum verjum í landi-
num trupulleikar.
H71 er tó meira enn Halgir,
og menn sum Bárður Brim-
vík og Olaf Vestergaard
tykjast eisini at hava alstór-
an týdning fyri liðið. Har-
umframt eru nakrir ungir,
sera evnarikir leikarar í hóp-
inum, so samanumtikið sær
tað als ikki so galdið út hjá
Hoyvíkingunum.
Størsti trupulleikin tykist tó
vera, at breiddin í hópinum
er ov lítil. og kann hetta
viOføra sera truplar støður.
um so er, at skaðar fara at
gera um hjá H7l.
Møguliga er hesin trupul
leiki tó ikki so stórur, sum
onkur vil gera hann tl, tí
hoyvíkingarnir eiga eisini
nakrar leikarar, sum enn
ikki eru farnir at venja. Her
verður serliga hugsað um
Hall Danielsen og Jákup
Símun Simonsen, men eis-
ini verður tosað um, at
Tróndur Vatnhamar og
Jákup á Borg eru farnir und-
ir venjingina, so tað kann
verða rættuliga skjótt, at
breiddin í hópinum verður
stórri.
Í øllum fórum tykist tað
sum, at H71 liðið er væl
sterkari, enn hildið varð áðr-
enn kappingin byrjaði.
seg
Nr. 193 - 12. oktober 1999
KÍF fekk bank
Kyndil vann tryggan sigur, uttan at
spenna seg út
JÁKUP MORK
Fyrsti landskappingardyst-
urin í bestu mansdeildini
hetta kappingarárið varð
leiktur í høllini í Vestmanna
leygardagin. KÍF, sum av
mongum verða spåddir at
verða niðurflytingarkandi-
datar, leiktu ímóti teimum
grónklæddu havnarmonnu-
num, og ikki kann sigast
annað enn, at havnarmenni-
nir vóru við yvirlutan.
Dysturin byrjaði annars
rættuliga javnt, og tá einir
20 minuttir vóru farnir, stóð
framvegis á jóvnum millum
liðini bæði. Tá byrjaðu
kyndlamenninir so smátt at
seta leikferðina upp, og tá
farið varð til hálvleik,
høvdu teir tryggjað sær eina
leiðslu upp á trý mál. Seinna
hálvleik vaks munurin stød-
ugt, og uttan at Kyndil nakr-
antíð spílaði seg út, gjørdust
teir tískil tryggir vinnarar av
hesum dysti.
Hannis við aftur
Vert er at leggja til merkis,
at Hannis Wardum nú aftur
er at síggja í grøna búnan-
um, eftir at tað annars varð
stungið út í kortið, at hann
henda veturin skuldi inn á
Strendur at spæla. Hetta er
sjálvsagt ein styrkur av
kyndlahópinum, og styrkur-
in gjørdist bara størri, tå
yngsti Wardum bróðurin,
Bjarni, kom aftur til Føroya
mánadagin. Sostatt kann
Kyndil aftur nú mynstrað
við trimum Wardum brødr-
um, við tað at miðlingurin,
Uni, framvegis er at síggja
á liðnum, enntá sum liðfor-
maður.
Nógvar skjúttar
Annars er at siga, at Kyndil
hevur eina rúgvu av leikar-
um, sum kunnu hótta við
knallhørdum skotum úti frå.
Hetta gevur eisini stórri
rúmd fyri spælinum inni
móti strikuni, og hóast teir
báðir = strikuspælararnir,
Rúni og Janus, ikki gjørdu
nakað serligt við málskjót-
ingina, so framdu teir eitt
arbeiði til
stórt tess at
skerma av, soleiðis at bakk-
arnir sluppu betri framat.
Harumframt hava kyndla-
menninir í Jacob Jónssyni
ein frálíkan spælskipara. og
hevði hann nakrar frálíkar
detaljur at bjóða fáa áskoð-
arunum, hóast dekan ov
langt var ímillum hesar.
Hetta kemur tó ivaleyst, so
hvort sum venjingarstóðan
hjá liðnum sum heild gerst
betri.
Málmaðurin í álop
Ein stuttlig detalja við dyst-
inum er, at Kyndlavenjarin
tykist hava funnið sær eitt
gott mótrekk, tá lið hansara
er undirmannað. Málmaður
teirra kom bara við fram tá
soleiðis var statt, og hóast
starvsfelagin í hinum end-
anum mundi fingið mál tað
einu ferðina, so tóktist tað
sum um, at at hetta var við
til at minka vansan við at
fáa ein leikara útvístan.
Hetta kundi Kyndil royna
nakrar ferðir í dystinum, tí
tað var fleiri ferðir, at koll-
firðingar vóru 6 móti 5, utt-
an at hetta nakrantíð gav
nakað úrslit.
Hekk ikki saman
Hjá KÍF hekk lítið og einki
saman hendan dagin. Spæl-
ið var rótut, og við tað at
tað stórt sæð einans er Emil
Petersen, sum kann hótta
við skotum úti frá, gerst alt
ov lætt hjá mótleikarunum
at verja, soleiðis at tað tykist
vera nóg mikið at spæla við
eini flatari verju allar 60
minuttirnar.
Einasti kollfirðingurin, sum
kann vera nøgdur við av-
rikið leygardagin, man iva-
leyst vera Ola Kristian í
málinum. Ikki soleiðis at
skilja at allir spældu illa,
men eingin teirra tóktist tora
at taka nakra ábyrgd, og
móti endanum, tá munurin
var stórur, sást tað fleiri
ferðir, at ein ella tveir koll-
firðingar gingu heim, so-
leiðis at Kyndil fekk óneyð-
uga lætt spæl tá loypast
skuldi á.
sg
Regin Petersen hevur júst skorað eitt av mongu kyndla-
málunum