týsdagur 12. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 12. oktober 1999
tíðindablaðið
21
| Villjin gav eitt sti
VB kvinnurnar høvdu bæði stigini í posanum, men gloymdu at binda fyri, og
so mundi Neistin farið við báðum stigunum.
Í
JÁKUP MORK
Tá neistakvinnurnar sunnu-
dagin fingu vitjan úr Vági.
var spenningurin nakað væl
stórri, enn hann ofta hevur
verið, tå hest bæði liðini
tørna saman.
Samstundis sum tað tykist
sum um, at Neistin ikki hev
ur somu styrki, sum tær
annars hava havt flestu av
undanfarnu årum, so hevur
VB í år styrkt um hópin við
útlendskum venjara, og
hava tær ivaleyst verið
rættuliga spentar upp á,
hvussu leikur fór at ganga.
væl
Vágsgenturnar byrjaðu eis-
ini betur, og áðrenn nakar
vardi, høvdu tær eina
leiðslu upp á eini 3-4 mál,
og varveittu tær leiðsluna
soleiðis at hålvleikstødan
varð 10-7 til gestirnar.
Sum dystargongdin var i
fyrra hålvleiki, so var helst
eingin ivi, um at VB mundi
fara avstað við øllum stigu-
num. Tær vóru betri og
skjótari enn mótstøðuliðið
í so at siga øllum støðum.
Harumframt tóktist tað eis-
ini sum um, at neistakvinn-
urnar fullkomuliga høvdu
mist sjálvsálitið. Fleiri
grundleggjandi tekniskir
feilir vóru at síggja, og hetta
førdi sjálvandi við sær, at
tær so at siga ongantíð fingu
spælt verjuna hjá vágbing-
unum tunna, við tað at ferð-
in gjørdist alt ov lág.
Hinvegin koyrdi VB liðið
við fullari ferð, og tað var
ikki minst takka verið venj-
aranum, at spælið koyrdi
somikið væl. Eingin ivi er
um. at Regina Rádo er ein
stórur styrkur fyri vágs-
genturnar. Hon hevur eitt
gott eyga fyri spælinum, er
kropsliga væl fyri og so
hevur hon eina drønandi
sterka høgru hond. Regina
var tó sjálvandi ikki einsa-
moll á vøllinum, men fekk
sera góða hjálp frá sínum
viðleikarum. Serliga skar-
aður Gurið Mortensen og
Arnleyð Krosslá butur úr,
men sum heild koyrdi spæl-
ið hjá VB sera gott hesa løt-
una.
Øktu leiðsluna
Tá farið varð undir seinna
hálvleik, byrjaðu VB gent-
urnar har, sum tær sleptu í
fyrra, og tá knappir 10 min-
uttir vóru leiktir, var líkt til
at dysturin var avgjørdur.
VB hevði tá eina leiðslu upp
á 14-8, og tað tóktist ikki
vera nakar møguleiki hjá
Neistanum at venda dysti-
num. Hetta hildu vágs-
genturnar helst eisini sjálv-
ar, og eg veit ikki um tær
byrjaðu at taka uppgávuna
nakað lætt, men í øllum før-
um byrjaði Neistin nú
spakuliga at kuta av
leiðsluni hjá VB.
Oluvá hitaði upp
Um tað var við vilja, veit
eg ikki, men frá tí løtu at
neistavenjarin, Rene Krist-
ensen, setti Oluvå Djurhuus
at hita upp, varð málið hjá
Hildur sum gandað. Hon
tóktist brádliga at hava tam-
arhald á øllum bóltum, og
við Ingu og Katrin á odda í
hinum endanum, fingu tær
5 mál á rað. áðrenn VB
megnaði at svara aftur.
VB setti nú aftur ferð á, og
líkt var til, at neistakvinn-
urnar høvdu nýtt ov nógvar
kreftir í royndini at fáa javn-
vág í málskjótingina. Tá 10
minuttir vóru eftir at leika,
hevði VB sostatt aftur fing-
ið eina leiðslu upp á 4 mál,
men við einum ødiligum
endaspurti eydnaðist tað
Neistanum at koma upp á
18-17, og tå VB samstundis
fekk ein leikara útvístan
seinastu 2 minuttirnar, varð
nú knappliga líkt til, at
Neistin skuldi strúka avstað
við øllum stigunum.
Tá VB so brendi í næsta
álopinum, tóktist Neistin at
hava tamarhald á støduni,
men av ein hvørjari orsøk,
mistu tær bóltin á veg í álop,
og í mótálopinum kundi
Rannvá Augustinussen seta
bóltin framvið Hildur í mál-
ið til endaligu støðuna,
javnleik 18-18.
Attu at havt vunnið
Orðatakið sigur, at tú skalt
ikki kanna tær bitan áðrenn
hann er svølgdur, og høvdu
vágsgenturnar havt hetta í
huga, so tær ivaleyst farið
suður aftur við 2 stigum.
Trupulleikin tóktist vera, at
tá tær tíðliga í seinna hálv-
leiki høvdu vunnið sær eina
6 mála leiðslu, byrjaðu tær
at taka dekan ov lætt upp á
uppgávuna.
Leikararnir spældu mest í
sjålvdråtti, og Regina Rådo,
sum higartil hevði leikt
framúr, sá nú út til at hugsa
meira um, hvussu nógv mál
hon kundi skjóta. enn hon
hugsaði um liðið.
Tað skal tó ikki takast frå
neistakvinnunum, og ser
liga Ingu F. Danberg, at tær
ongantíð góvu skarvin yvir,
men alla tíðina stríddust alt
tað tær vóru mentar, til tess
at fáa nakað burtur úr dyst-
inum.
Vístu nakað
Bæði liðini fingu tó víst eitt
sindur sunnudagin. Vágs-
genturnar hava í øllum før-
um sent eina ávaring til hini
liðini, um at tær kunnu
verða tungar at syfta í ár.
Megna tær at taka uppgáv-
una í stórri álvara í allar 60
minuttirnar, kunnu tær í
hvussu so er geva øðrum
liðum ein skarpan gang.
Neistakvinnurnar eru ikki
so væl fyri, sum tær hava
verið áður. Fleiri av teimum
berandi kreftunum eru givn-
ar, og onkur áskoðari helt
skemtiliga fyri, at um
neistakvinnurnar fluttu til
vágs, hevði tað í hvussu so
er hjálpt upp á barnsburðar-
talið har suðuri.
Tær fingu tó prógva fyri
hinum liðunum, og ikki
minst fyri sær sjálvum, at
viljin ber verkið ein rættu-
ligan fittan part av vegnum.
Verður hugburðurin hin
sami alt kappingarárið kann
tað væl henda, at neista-
kvinnurnar hóast alt verða
nakað drúgvari enn væntað.
Neistakvinnurnar í verjustødu. Tað var søgan so at siga allan dystin, men at enda mundu tær strokið avstad við
sigrinum
reppið
Hondbóltur:
Kvinnurnar í
Tjaldur hóvdu
munin á vest-
mannakvinnum
bæði í hálvleik-
inum og beint fyri
dystarlok, men
kortini gjórdust
tær ov stuttar
Tjaldur - VIF 23-24 (12-11)
SVEINUR TRÓNDARSON
So byrjaði hondbóltskapp-
ingin av álvara. Hóast ætl-
anin eftir øllum at dóma var
at útseta dystin millum
Tjaldur og VIF, so varð
hann leiktur kortini, og end-
in var, at steypavinnararnir
frå í fjør drógu longra stráð-
ið Í einum dysti, sum sakt-
ans kundi farið hin vegin.
Tí í veruleikanum var tað
Tjaldur, sum var oman á
meginpartin av dystinum.
Tær løgdu seg á odda frå
byrjan og hildu seg har líka
til fimm minuttir vóru eftir
av dystinum. Tá javnaðu
VÍF-kvinnurnar og við
tveimum málum beint eftir
avgjørdu tær dystin til sín
fyrimun.
Sær bjartari út
Hóast úrslitið Í fyrsta um-
fari ikki er nøktandi - tað er
eitt tap ongantíð - so er tað
kortini ikki verri enn so, at
eitt tepurt tap móti steypa-
vinnarunum eigur at geva
Tjaldursleikarunum vónir
um sigrar seinni í ár.
Liðið hevur fleiri streingir
at spæla upp -, hóast eingir
leikarar = eru
stjørnur. Tað nýtist ikki vera
ein vansi, at so er, men tað
merkir ofta, at hetta liðið
skal stríðast meira fyri sigri-
num. Og tað kann vera sera
beinleiðis
Tað var um
torført at halda fast, serliga
tá mótstøðuliðið hevur tað.
ein sjálvur vantar - ein leik-
ara, sum kann avgera ein
dyst, ella venda
dy st
einum
Tað hevur VIF í leikandi
venjaranum og sunnudagin
var tað eisini leikandi venj-
ari, sum til endans tók
ábyrgdina á seg og vendi
einum hóttandi tapið til sig-
urs.
loana Rapa, sum annars
fekk fýra mál í dystinum
gjørdi tey bæði seinnu tá
fýra og tríggir minuttir vóru
eftir av dystinum, og tá var
torført hjá heimaliðnum at
koma afturíaftur.
á muni
Sum sagt, so var hetta fyrsti
landskappingardysturin á
árinum hjá hesum báðum
liðunum, og tí ber sjálvsagt
illa til at siga nakað bara út
frá tí eina dystinum. Kortini
eiga kvinnurnar í Tjaldur, at
leggja sær í geyma, at tær
næstan spældu líka upp við
steypavinnararnar í fjør, og
tað í sær sjálvum er eitt
bragd hjá einum nýggjum
felag.
Traditiónirnar fyri hond-
bólti eru ikki so langar á
eystara armi av Skálafjørð-
inum og hinu megin Gøtu-
eiði, men tað eru tey í ferð
við at gera nakað við.
Yngru deildirnar eru so
smátt um at koma fyri seg,
meðan vaksnamanna liðini
royna at hanga í sum fræg-
ast. Leikararnir á liðnum
søgdu fyri nøkrum døgum
sidani vid Sosialin, at hjå
teimum galt tað um at hanga
í bestu deildini, og so mugu
vit bara síga teimum, at er
hetta gongdin, so eru góðir
møguleikar at tað stríðið fer
at eydnast.
Í dag vóru tað uttan iva
vóru á
muni, og sum kanska av-
gjørdu dystin.
royndirnar, sum
Tjaldur gjørdust akkurát ov stuttar hesu ferð
Savnsmynd