Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 12. oktober 1999 tíðindablaðið aur Fleyr vann meistaradeildina hjá monnum Fleyr vann bæði fyrstudeild hjá monnum .. Få Vertirnir vunnu tad mesta sjálvir Flogbóltur: Fleyr gjørdi eitt hál, tá trý av liðum felagsins vunnu finalurnar, sum tey luttóku í. Bara kvinnurnar taptu, og var tað móti meistarunum úr Mjølni SVEINUR TRÓNDARSON Flogbóltsárið byrjaði um vikuskiftid, men byrjanin var eitt sindur ødrvisi enn hon vanliga hevur verið. Í ár byrjaði Kappingarárið nevniliga við Fleyr kapp- ingini og tað hevur ikki ver- 10 vanligt. 43 lið høvdu teknad lut- tøku til kappingina, sum var i næstan øllum hallum i Havn. Innleidandi dystirnir vórðu leiktir leygardagin, meðan finalurnar vórðu leiktar sunnudagin. Mjølnir heldur á Seinasta år gjørdi Mjølnir slætt borð tá tær vunnu allar steypakappingarnar = um- framt at tær gjørdust meist- arar. Og tað sær út til, at tær ætla sær at endurtaka bragd- ið í ár. Leygardagin spældu tær seg í finaluna, har tær skuldu hitta vertirnar úr Fleyr. Tann dystin vann Mjølnir rættuliga greitt. Settúrslitini gjørdust 21-15 og 21-16, so her var talan um veruligan mun å lidunum. Kortini munnu Fleyr- kvinnurnar frøast um, at tað eydnaðist teimum at spæla seg í finaluna í fyrstu kapp- áræði at fara undir kapping- arárið. Endiliga bragdaði Hjá monnum var finalan millum Fleyr og Fram. Vert- irnir úr Fleyr vóru so 6- smædnir, at teir vunnu allar dystirnar ávegis í finaluna. Finaludystin móti Fram vann Fleyr 2-0 við settúrsl- itunum 21-17 og 21-12. Í fyrra settinum gekk nokkso javnt å fyrru hevltina av settinum. Fram hevur fleiri góðar leikarar, men hevur tíverri ikki breiddina sum er til at hótta Fleyr. Rúni, Ingvard og Jens Heri eru knáir, men tað ligg- ur kanska í meira lagi á teimum, til at teir kunnu bera byrðuna. Vónandi fara umstødurnar at broytast sum kappingin líður, tí so kann Fram gerast eitt spenn- andi lið. Hjá Fleyr er frøin sjálv- sagt stór at byrja árið við at vinna eina kapping. Í fjør vann Fleyr ikki eina kapp- ing, hóast nógv varð gjørt burturúr venjingini. Finalusigurin sunnudagin var ongantíð í vanda, tí Fleyr spældi sera skilagott. Klæmint og Jan trýstu verj- una hjá Fram so nógv, at hon gav seg undan og tí vann Fleyr greitt. FK-kappingin 1999 í flogbólti ...og kvinnum Bu KÍF vann aðrudeild Fleyr var drúgvast Í lægru deildunum vóru úrslitini tey, at Fleyr vann fyrstu deild hjá bæði monn- um og kvinnum. Menninir vunnu sín final- udyst 2-1 á Nøvuni eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Kvinnurnar spældu eisini finalu móti Nøvuni, men hjá kvinnum tær vunnu 2-0. Hesin dystur var kortini nokkso javnur, ti settúrslitini vóru 21-19 og 21-18. TB vann finaluna í 2. deild hjá monnum. Vit hava tíverri ikki fingið uppspurt hvørjum teir spældu ímóti í finaluni, men dysturin varð spældu leygarkvøldid av teirri orsøk, at TB leikarar- nir skuldu sudur um fjørdin aftur. Kollfjardakvinnur vunnu 2. deild hjå kvinnum. Tær hittu StIF i finaluni, og har var eingin ivi. Kollfirðingar vunnu 21-14 og 21-18 og tískil finaluna 2-0.