Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 29. september 1999 tíðindablaðið Oneydugar atfinningar Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, heldur atfinningarnar hjá Rúnu Sivert- sen ímóti sær vera heilt óneyðugar. Hann vísir á, at hann ikki kann taka vald- ið frá Helenu Dam á Neytsabó og siga, hvussu nógvan pening hon skal brúka í ávísum ókjum JOHN JOHANNESSEN Eg má siga, at tað alt ann- að enn gangar málinum um Klaksvíkar Sjúkrahús, at Rúna Sivertsen kemur við so harligum atfinningum í bløðunum. Heldur átti hon at birt undir eitt sidiligt kjak í Løgtinginum undir við- gerðini av fíggjarlógarupp- skotinum. Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, er harmur um, at samgongufelagi hansara, Rúna Sivertsen, í Dagblað- num mánadagin kom við hørðum atfinningum ímóti sær, tí játtanin í Fíggjarlóg- aruppskotinum fyri ár 2000 er skerd samanborið við undanfarin ár. Fulla heimild Karsten Hansen vísir á, at landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum sjálvsagt hevur fulla heim- ild at býta peningin á henn- ara øki, sum henni lystir. Eg gevi hvørjum ein- støkum landsstýrismanni eina ávísa rammu av pen- ingi at arbeiða eftir, og so hevur landsstyrismadurin sjálvsagt fulla heimild at býta peningin runt á sínum øki, sum hon lystir. Skuldi eg avgjørt, hvussu nógvur peningur skuldi verið brúkt- ur til heilivág, hvussu nógv- ur til hvort sjúkrahús og so framvegis, var tað ikki neyðugt at hava ein al- manna- og heilsumálaráð- harra. Karsten Hansen sigur tað hava verið nóg trupult at gjørt åvisu karmarnar til fíggjarlógaruppskotið. Tí- skil er hann glaður fyri, at tað ikki eisini er hann, ið skal býta peningin út innan ávísu målsøkini. Stórur biti Karsten Hansen vísir á, at fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 er 120 milliónir hægri enn fíggjarlógin fyri 1999. Av hesum 120 milli- ónunum hevur Helena Dam á Neystabø fingið 80 milli- ónir til almanna- og heilsu- øki0. Tískil heldur hann, at karmarnir hjá Helenu skuldu verið í lagi. — Eg eri glaður fyri, at so stórur partur av hækkanini er farin til Almanna- og Heilsumálastýrið. Tað haldi eg nevniliga verða eina Ogv- uliga g60a prioritering. Ti sjålvsagt eiga vit at hugsa um tey sjúku og veiku Men Karsten Hansen er ikki samdur í, at tað eru hækkaðu pensjónirnar, ið hava ávirkan á játtanina til Klaksvíkar Súkrahús. Hesir pengarnir vórðu sambært fíggjarmálaráðharranum langt síðani settir av, áðrenn peningur skuldi játtast til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í sambandi við lágu játt- anina til sjúkrahúsið hevur Karsten Hansen sagt sína persónligu meining við Hel- enu, men hann ætlar sær ikki at ávirka hana á nakran hátt. Hann vísir enn eina- ferð á, at landsstýriskvinnan hevur fulla heimild at gera sum henni lystir, tá pening- urin skal býtast út. Kann broytast í tinginum Fíggjarmálaráðharrin held- ur ikki, at Helena Dam á Neytsabø hevur skorið nið- ur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri at provokera Fíggjar- málaráðharran, ið ikki hev- ur givið henni nóg mikið av peningi at arbeiða við. Hann heldur tað kennast undarligt, at Rúna Sivertsen skal sjóta við skørpum ímóti landsstýrinum í sambandi við fíggjarlógina. Karsten Hansen vísir á, at Fíggjarlógaruppskotið væl kann broytast í tinginum, og um Rúna Sivertsen ynskir at fáa tað broytt, átti hon heldur at roynt at fingið eitt sidiligt kjak um hetta á tingi í staðin fyri at koma við ógvusligum skotum í fjøl- miðlunum. Fíggarmálaráðharrin væntar ikki, at ósemjan fer at hava ávirkan á samstarvið í samgonguni. Ber til at rationalisera Vit spyrja Karsten Hansen, um hann heldur, at tað fer at bera til at rationalisera sjúkrahúsverkið. Tad ber til at rationalis era innan tad almenna, og eisini innan sjúkrahúsverk- ið, sigur fíggjarmálaráð- harrin, ið tó leggur stóran dent á, at eftir hansara tykki gera alment lønt ikki ov lítið til nyttu. Eg eri vísur i, at starvs- fólkini innan sjúkrahús- verkið og so mangar aðrar- staðir renna nóg skjótt. men til ber kanska at gera arbeið- ið meira einkult og harvið effektivari Samtykt móti jólum Karsten Hansen vænat eina drúgva, men góða viðgerð av fíggjarlógaruppskoti- num. Hann væntar, at atð verður. Karsten Hansen vísir á, at hann ikki kann taka valdið frá Helenu Dam á Neysta bø og siga henni, hvussu nógvar pengar hon skal brúka til hvort ávíst av økjum hennara Stein Olvur kærir Sonur John Petersen sigur, at hann vegna familjuna fer at kæra løgregluna fyri atburðin undir kanningararbeiði hennara. Sambært konu John Petersen, Gugguni, hevur familjan aftrað seg við at kæra, m.a. tí at fútin er formaður í lokalneyvndini HOGNI MOHR Í gjár varð staðfest, at lokal- nevndin, ið til ber at kæra til, um fólk eru ónggd við atburð hjá løgregluf6lki, er mannað við trimum løg- regluumboðum og fýra løg- tingsumboðum. Vit vistu ikki, at løg- tingslimirnir eru i meiriluta í lokalnevndini, men nú vit vita tað, verður Bergleif Stein Olvur Petersen ætlar sær vegna familjuna at kæra løgregluna fyri at- burðin undir kanningarar- beiðinum móti pápanum Brimvík heilt vist kærdur fyri atburð sín undir kann- ingunum av neydtøku- málinum móti John. Hetta sigur Guggan, ið týsdagin á miðdegi var á Sosialinum við tveimum hvassorðaðum skrivum, sum sonurin Stein Olvur hevur skrivað. Annað skriv- ið er stílað til løgregluna og eisini latið henni. Í tí setir Stein Olvur løgregluni nakr- ar spurningar, sum serliga snúgva seg um skuldar- spurningin í neydtøkumåli- num. Í sama brævi nýtir Stein Olvur høvid at leggja dent á, at skuldsetingar hansara ikki eru móti løg- regluni sum heild, men móti Bergleifi Brimvík. Sam- stundis sigur Stein Olvur, at endamálið við viðtaluni, familjan valdi at hava við Sosialin, er, at visa Føroya fólki, hvussu illa familjan er viðfarin av Bergleifi, sum hann málber seg. Hitt brævið er stílað til Sosialin. Eisini í hesum brævinum, setir sonur John Petersen nakrar spurningar, ið hava samband við neyð- tókumál, kanningararbeiði og dóm. M.a. spyr Stein Olvur, um løgreglan kann liva við teimum skuldset- ingum, ið eru rættar móti henni Eru upptiknir Sosialurin gav í gjár Una Vestureið heitið, kommiser- ur. Tað er ikki rætt. Bergleif Brimvík er leiðari á krimin- aldeildini, og harvið komm- iserur. Uni Vestureið er in- spektørur, men í hesum døgum heldur hann frí. Ti- skil vendi blaðið sær til virkandi inspektørin, Suna Vinther, við spurninginum hjá Stein Olvi. Suni Vinther sigur, at løgreglan er so upp- tikin av øðrum málum, at tíð ikki hevur verið at tosað um tær framsettu skuldset- ingarnar móti Bergleifi Brimvík. — Eg kenni bert til skuld- setingarnar frá Sosialinum. sigur virkandi inspektør urin. Løgreglan fær neyvan heldur gjørt nakað við ógv- usligu skuldsetingarnar. Tað tykist sum løgreglan er sinnað at lata málið ganga teir vegir, ið tað sambært rættargangslógini, eigur at ganga. Sostatt verður tað lokalnevndin, sum eigur málið frá tí lotu tað verður latið henni upp í hendi. Nær kæran verður latin skrivar anum í lokalneyndini, er ikki greitt enn