Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 29. september 1999 Í søguni, sum eitur >Tað stóra verkið< skrivar Jens Pauli Heinesen um bytt- lingin Sylvestur, sum gongur millum býling- arnar í bygdini, stútt og í øllum veðri, sum hevði hann eitt umráðandi verk fyri. Eingin hevur biðið hann, hann veit ikki, hví hann ger hetta, men hann má gera tað, her slepst ikki undan. Har sum eg búgvi, síggi eg ofta mann ganga niðri á vegnum. Hetta er breið- vaksin maður í ljósum frakka, høvdid liggur lágt á herðunum. eitt sindur stútandi frameftir, gongu lagið er tungligt men stútt. hann hyggur á skák fram fyri seg og gongur mest sum av sær sjålvum, í fjarum tonkum, í øðrum heimi, altíð einsamallur Sylvestur, hugsi eg, tá ið eg síggi hann. Øll hest árini hevur hann gingið soleiðis, kanska ikki á hesum vegnum, kanska ikki í hesum ørindunum, sum, tað eg veit, er heilt gerandislig: Aftur og fram í svimjihøllina at mýkja sær limirnar eftir allar tímarnar við skriviborðið heima hjá sær sjálvum. Men hann hevur gingið trúgvur og stúttur eina leið, sum hann setti sær nú fyri mongum árum síðani, og sum eingin hevur kunna fingið hann frá aftur: Leiðina hjá tí skap- andi fólkinum. Tað er ein einslig leið her hjá okkum, og var tað uppaftur meira, tá ið hann av fyrstan tíð fór til gongu. Hann sigur sjálvur frá, at pápin spurdi seg, tá ið hann var komin til fermingaraldur, hvat hann ætlaði sær: - Hvat skalt tú verða? - Eg veit ikki. - Sjómaður? - Veit ikki. - Bóndi ? - Veit ikki. - Lærari? - Nei, tað er tað síðsta, eg skal verða. - Men okkurt mást tú verða. Tú ætlar ikki at ganga her og mala alt títt lív, ha? - Eg veit ikki, svaraði eg g. Men í míni sál var eing- in ivi. Eg skuldi verða rithøvundur, men soleiðis sigur ikki ein drongur upp á fjúrtan år og als ikki í einum fiskimannasamfel- agi sum ti føroyska. So heldur pávi í Rom. Hvussu var tá í føroysk- um skaldskapi? Smá- drongurin hitti Hans Andr- eas Djurhuus og Heðin Brú, hann sat undir teirra orðum og gjørdi teir til sínar gudar, sum vit vita. Aðrir eldri rithøvundar vóru, og seinni aftur kom eitt fjølmentari ættarlið. Men beint har, mitt í øld- ini og eini tjúgu ár fram, var sum eitt glopp, og teir báðir javnaldrarnir Tumm- as Napoleon Djurhuus og Olavur Michelsen fóru báðir ungir. Í hesum myrkrinum og einsemin- um gekk Jens Pauli næst- an sum tann einasti og bant saman millum eitt eldri og eitt yngri ættarlið. Hann var sum tann eins- ligi floytitónin í søguni við sama navni. Søgan er um nakrar ungdómar, sum hann, ið skrivar, kemur í hóslag við á ferð til Suð- uroyar at halda jOansøku. Høvundurin er ungur mað- ur enn, men kortini nøkur få år eldri enn hini. Hann kennir å sær, at hann sleppur ikki upp i part og varnast, at hann knappliga er settur uttanfyri og hevur mist rættin, sum ung- dómur gevur. Afturkomin nakrar dagar eftir hittir hann hesi somu ungu aft- ur, hann bjóðar teimum við sær til hús og fær nú sín næsta skelk: Bøkur, mentan, samkensla verða spottað, ikki við líkasælu, men við reinum hatri; tíðindablaðið Tað stóra verkið Mentanarvirðislón Landsins til Jens Paula Heinesen. Róðan sum Gunnar Hoydal helt tá Mentanarvirðislón Landsins varð latin teirra andstygd fyri tí, sum er hansara hjartamál, setur seg pínandi í sinnið. Listamaðurin, sum verð- ur settur til viks, sum ikki fær aftursvar og verður forfjónaður av samtíð og samfelagi, hetta er eitt høvudsevni í tí, sum Jens Pauli hevur skrivað, og viðhvort er tað, sum vil hann júka hetta, og aðrar sannleikar við, inn í okk- um. Vidhvørt er tað, sum er hann tann lærarin, ið hann síðst av ollum vildi vera, men kortini bleiv, og so aftur ikki vildi vera longur. Hann vil læra upp á onnur. Læra tey, at eitt fólk og eitt samfelag er nógv meira enn matur og klæði, at ein heilt annar og ríkari heimur er til innan í okkum gøllum. Ikki er tað frítt, at lesarin viðhvort heldur seg vera rættleidd- an í meira lagi. Men so streymar alt í einum tað undurfulla frá honum. Hann hevur eitt orð, sum hann kallar gævulyst, havi ikki sæð ella hoyrt tað aðrastaðni og finni tað ikki nakrari orðabók, heldur ikki í okkara stóru móðurmáls- orðabók, hetta vælsign- ilsið hjá skrivandi for- oyingum í dag. Men týdn- ingin kann eingin ivast í. Tað er tann eydnan, sum logar uppi við allari ræðslu og vinnur á allari hóttan. Tað ljósið, sum blaktrar í hvørjari livandi sål og vinnur á øllum myrkri. Tá ið hetta ljósi lýsir, tá vinnur listamað- urin á læraranum, og les- arin kann leggja oll fyri- varni frá sær og lata seg baka av heitari sól. Meira og meira er tað blivid so. Í úti við hálvt- hundrað ár hevur hann gingið sína leið, síðani hann læt sína fyrstu søgu til Barnatíðindi. Har sá hann sítt egna navn prent- að og við stórri stavum enn hinum. Tá var tað undrið hendi: »Upp gjøgn- um gólvið fløddi eitt milt og yndisligt vágloysi og fylti meg við einari ógreiniligari gævulyst. Eg tordi ikki at røra meg, næstan ikki at standa fyri ikki at styggja tað liv burt- ur, ið kitlaði ríkan igjøgn- um meg og kallaði meg úr øllum ættum: Kom við, kom við. Og eg teskaði afturímóti: Ja, nú komi eg. nú komi eg. Ti nú visti eg. hvor eg var, og hvor eg fór at verda?« >Kom við< eitur nú bókmentaskrá á Lands- bókasavninum um skalds- kapin hjá Jens Paula. Hann fór við og gjørdist tann stóri avmyndarin í føroyskum skaldskapi, eygleiðarin, sum ger tað livandi aftur, sum var deytt. Hann fær tað at rúmkast uttan um lesaran, roykurin av fjósi og tøum og ræstum kjøti, av hoyggj og høsnagardi, av torv og mýri. Ljóð upp gjógnum gólvið av kúnni í kjallaranum, látur av spæl- andi børnum, av fótum, sum renna titandi yvir opinekrur og teigar og yvir skróvandi eplaslokk ar. Tað vandamikl: ! } ( i hann visti ikki um, og sum hani ikki kann missa aftur Tað stóra verkið er stórt Meira enn 30 skaldaverk eru komin, teirra millum nøkur av teimum størstu í føroyskum skaldskapi bæði í vavi og dygd. Sylv- estur hevur gingið stúttur og meira trúgvur enn nak- ar annar skrivandi føroy- ingur. Hann hevur havt umráðandi verk at gera, hann mundi vita tað alla- tíðina sjálvur, og nú síggja vit tað oll. Tidin, tá ið eingin legði í, er farin, her er eitt aftursvar. Sylvestur kann lyfta eyguni upp av gøtuni og síggja fólk uttan um seg, sum takka honum afturfyri. Tað, sum tú ikki vildi verða. tað bleivst tú: Lærari, eina tíð í øllum fórum. Tað sum tú vildi verða, men sum tú ikki tordi at siga fyri nøkrum menniskja. tað bleivst tú. Rithøvundur. Hvat var tað triðja? Ju, kanska ert tú í grundini við hesi heiðursgávu frá tínum landi umsíðir eisini blivin pávi í Rom. Hugsaði í øllum fórum, at tå mundi vera komin nakað langt á teimum vegum, ið allir sigast at leiða til tann stóra staðin, tá ið tú í blaði nú um dagarnar, ivaleyst skemtandi, helt fyri, at Várharra sjálvur heyði kunnað skrivað undir upp á alt, sum tú hevur latið úr hondum. Vit skilja: Tað er alt skrivað av heilum huga og við reinum hjarta. Men vit lesarar vilja kortini vóna, at tú heldur fram somu stúttu leið, sum tú hevur gingið tey seinnu árini: Minni at vera hægsti myndugleiki og meira at vera tann undurfulli, heilagi andin, sum er í øllum sonnum skaldskapi og allari livandi list. gn, sum Nógv fólk var komið saman til håtidarløtuna í Norðurlandahúsinum månakvøldid. Her er tað Olavur Hátún, sum stjórnar Havnarkórinum