Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 29. september 1999 MIÐ AN Studentur 99 tíðindablaðið 13 og hvat nu?? Hatta tykist verða tann vanligasti spurningurin, nýklaktu pisurnar hoyra eftir lokna útbúgving. Men er hann altíð lættur at svara? Vita hesi fólkini hvat tey vilja eftir tvey trý ár í Hoydølum ella kennir onkur seg meir sleptan uppá fjall? Yngd hevur tosað við trý ung. ið júst hava fingið húgvuna, Beintu Joensen og Rók Jacobsen bæði studentar, og Thoru Augustinussen HF ari. Mlarfyrst, hvussu kennist? Rókur: Eg haldi tað er feitt! Ein útbúgving er sjálvandi gevandi, men tað bleiv so nógv roks við verkfalli og tílíkum í enda- num, at ein vildi bert fáa sum mest burturúr og bíva liðugur sum skjótast. Men er tað ikki eitt sindur tómligt, at krøvini ið verða sett til ein í skúla- num brádliga detta burt- ur? Thora: Jú....men eg veit ikki um tað er krøvini ið verða sett til ein, tað er kanska meiri tað ein vænt- ar av sær sjálvum. Nú veit eg ikki rættuliga við hin- um, men í øllum fórum á HF, er tå noyddur til at gera nógv sjálvur, har er eingin sum heldur í oyr- inum á einum. Og tað er kanska eitt sindur løgid nú at kunna, og skulla gera sum ein vil. Beinta: Eg haldi tað er ógvuliga gott at hava ætl- anir víðari tá tú kemru út. Eg hevði ikki klára at komi úr skúlanum og møguliga hvørki havt ar- beiði ella ætlan. So hevði tað kennst tómligt. Hvat eru so tykkara æt- lanir nú tit eru liðug? Beinta og Phora: Fjakka! Arbeiða í eitt hálvt ár og síðani út at síggja verðina. Thora: Aftaná fari eg møguliga at lesa listasøgu og tað verður so í Dan- mark. Beinta: Eg kundi hugsa mær okkurt innan grafiskt design ella foto, men tað eru ikki serliga sømdir at liva av hesum í Føroyum.Og eg vil fegin búgva her, um eg einaferð fái hús og heim.... Thora: Ja, eg vil avgjørt eisini búgva í Føoyum. Nú fari eg kanska nakað langt fram, men eg haldi tað verða týdningarmikið um ein fær børn, at tey kunnu vaksa upp so tætt uppat náttúruni, sum ein sjálvur hevur. Her í Føroyum er nógv meir frítt enn aðra- staðni og tað haldi eg er ógvuligani sunt. Rókur: Eg ætli mær fyrst at víga eini tvey ár til tón- leikin og so eisini lesa. Hvat, veit eg ikki rættuliga enn. Eg haldi tað er eitt, ið ofta verður gloymt tá tosað verður um student og HF. og tað er gleðin við at ogna sær vitan. Tá ein hevur fingið prógvið, spyrja fólk alt fyri eitt, hvat tú nú skalt brúka tað til. Eg fór ikki á student við ávísari hægri útbúgving fyri eyga. Eg fór fyri at læra, og tann vitanin eg havi ognað mær er ein gáva í sær sjálvum. góðar Kennir nakar av tykkum nakað trýst heimanifrá? Eg hugsi serliga um for- eldur, og spurningin um at »bliva til nakað<? Beinta: Nei. Eg havi ongantíð kent nakað trýst og tað geri eg heldur ikki nú. Eg haldi tey stuðla mær í tí eg havi valt at gera. Rókur: Nei heldur ikki men eg føll n eitt sindur at gjalda nakað. Kanska serliga nu eg éri nougur við skúlan. Men tað er eitt press eg sjálvur geri mær, tað kemur ikki frá foreldr- unum. Thora: Heima hjá okk- um eru við blivin samd um, at so leingi eg skal spara mær saman til at fara út at fjakka, so gjaldi eg einki. Og tað at fara út at fjakka stuðla míni foreldur mær avgjørt i. Hvørji krøv halda tit at nutimans samfelag setur til tey ungu? Beinta: Fyrst og fremst haldi eg tað verða væntað av einum, at ein dugur at arbeiða sjålvstødugt og málrættað. Ein skal sjálvur kunna skapa, og ikki bert sita hendur í favn og bíða eftir boðum. Sjálvsálit krevst, og eisini evnid til at umstilla seg í einum samfelag í áhaldandi menning Rókur: Ja, og serliga nú tað føroyska samfelagið tykist at standa eini nýggj ari tíð fyri framman, er tað týdningarmikið við sjálv støðugum og ágrýtnum fólki. T.d. um óljuvinnan kemur, so kann nærum ein og hvør sum vil gera seg galdandi. Her hava við Ikki egnar royndir at byggja á, vit noyðast part- vís at royna okkum fram, og partvís at arbeiða út frá royndum onnur hava gjørt sær. Í ollum hesum er tað il i t tkið kk i kkt 5 ur og fella undir fremmandar hendur Thora Eg haldi tað verða týdningarmikið at vit hava eina breiða vitan. Tað haldi eg krevst ídag. Tað nýttar ikki bert at vita nakað innan eitt åvist oki. ein noyðist at verða »fleksibel« og kunna síggja tingini í einum stórri hópi. Eisini tøknifrødiliga menningin gongur skjótari og skjótari og tað kann verða torført at fylgja við. Hetta sæst aftur á arbeiðs- marknaðinum. Fólk krevja møguleikan at kunna eftir- útbúgva seg og fara á skeið. Nú fer eingin tykkara beint víðari ella í læru. Halda tit at foreldur og samfelagið sum heild hevur góðtikið tað, at ung taka sær eitt >pausuár< áðrenn farið læru ella víðari lesnað? Beinta og Thora: Ja, heilt avgjørt Beinta: Tað eru eisini fleiri og fleiri, sum gera tað. Tað er vorið vanligt at taka sær eitt ár har ein hugsar seg um, og upplivir okkurt heilt nýtt áðrenn ein bindur seg sum næmingur ella lærlingur í fýra fimm ár. Thora: Tað er í øllum førum gott at koma út um landoddarnar eina tíð. Tað styrkir um okkar tolsemi yvir fyri øðrum fólkum og mentanum. og tað er ser liga týdningarmikið í hes- um døgum. tá verðin sýn- ist at gerast minni og minni og sambandið land- anna millum stórri. I øllum førum á tí privata økinum Rókur: Eg veit ikki rættuliga um samfelagið hevur góðtikið nakað sum Studentaskúlin í Hoydølum verdur i S 14 USSU ti hav tað her á klettunun men eisini fyri at koma aft ur sum mogl arar til ný ligir stigtak gjar verkætlan ir. Serliga innan bókment ir, list, tónleik o.t.1. er ný hugsan altíð mennandi Hvat hava hesi trý árini uppi í Hoydolum serliga givið tykkum? Thora: Mest intellektu- elt. Eg havi lært ótrúðliga nógv, um ymiskt eg altíð havi havt áhúga fyri. men ongantíð havi vitað tað stóru um. Eg kenni meg á ein hátt sikrari uppá meg sjálva og tað eg vil Rókur: Eg havi verið ógvuliga glaður fyri tón leikaundirvísingina. Tón- leikur hevur altíð havt mín áhuga. men í Hoydølum bleiv tað hálað upp á eitt heilt annað stødi. Tað blen tikið í alvara. og ikki sæð sum fjas. Har vóru fólk sum stuðlaðu tær og skumpaðu teg framá. og aður tað eri eg ógvuliga g fyri Beinta: Í skúlanum vera nógv krøv sett til tín og harvið eisini ábyrgd. Tú lærir at arbeiða málrætta og prioritera, og á henda hátt lærur tú nógv um teg sjálvan og tíni egnu áhuga- mál. Harafturat verður tú í heilum settur andlit til and lit við øðrum hugsanum. sum tú skalt taka støðu til Hetta hevur fyri mín part verið ógvuligani menn andi Hvussu við tí sosiala, kanska serliga nú aftaná? Thora. Beinta. Rókur Pað sakna vit! Rókur: Ein er vanur við at møta øllum uppi í skúl anum. soleiðis hevur tað verið í trý ár, og nú aftaná skal ein brádliga sjálvur ringja, ella okkurt skal av talast. Tað er nokso legið Thora: Ja, ein hevur fingið nógvar góðar vini og teir vil ein sjálvandi ikki missa Beinta: Nei. Verður sambandið ikki hildið nú. so fellur tað burtur, og tað er sjálvandi spell