hósdagur 14. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 14. OKTOBER 1999
tíðindablaðið
Postverkið
sendir prísir
upp í loft
Tað er ongin beinleiðs lívstreyt hjá Postverki Føroya, at
summi postgjóldini fyri brævasendingar til Norðurlond
hækkað 100%. Kortini hevur leiðslan valt at fremja
hækkingina í einum, so Postverkið kemur á sama stóðið
sum onnur Postverk í Evropa
HOGNI MOHR
Postruturnar í Tórshavn eru
broyttar, og summir post-
menn eru farnir at ganga í
undanbrekku. Hetta lættir
um hjá postmonnunum.
Men summi postgjøld eru
farin hinvegin. Hækkingin
er ógvuliga brott. og hon
lættir um pengapungin hjá
teimum, ið senda nógvan
post til onnur Norðurlond.
Frá fyrsta |. oktober
vórðu aðrir prísir settir í
gildið fyri summar post-
sendingar. Størsta broyting
in í nýggju postgjaldsskip
anini er, at Norðurlond
hvørva sum bólkur. Aður
var heimurin hjá Postverki
Føroya í fýra bólkum: For
oyum, Norðurlondum, Ev
ropa og øðrum londum. Nú
eru tríggir bólkar: Føroyar,
Evropa og onnur lond.
Hækkað 40%
Størsti parturin av postsend-
ingum úr Føroyum fer til
okkurt Norðurland, serliga
Danmørk, og nú bólkurin er
strikaður og alt Evropa er
savnað í einum prísbólki,
merkist tað væl. Vit taka eitt
dómi. Eitt A-bræv úr Tórs-
havn til Hansholm:
Bergur í Garði, postverks
stort
munurin stórur millum inn-
lendis og uttanlendis post-
gjøld, og vit eru nú umleið
á sama stødi sum tey, sigur
Bergur í Garði.
Stjórin ger vart við, at
innlendis gjøldini í Føroy-
um enn eru óbroytt, og tað
er higani bróðurparturin av
inntókunum av postflutn-
inginum stavar.
Vit hava hægstu inn-
lendis postgjøld, samanbera
Fyrr Nú |
0 - 20g 4,50 kr 6,00 kr
21 - 100g 6,50 kr 10,00 kr
101 - 250g 10,00 kr 20,00 kr |
251 - 500g 16,00 kr 35,00 kr |
501 - 1000g 0,00 kr 60,00 kr
1001 - 2000g 80,00 kr 90,00 kr
Samlaða hækkingin fyri
postgjøldini í horvna
bólkinum, Norðurlondum,
er omanfyri 40%. Brøv i
vektflokkunum upp til 500
gramm eru, sæð undir
einum, vorðin dupult so dýr
at senda.
Hava verið eftirbátar
Sambært Postverksstjóra-
num, Bergi í Garði, er or-
søkin til hækkingina, at
postgjøldini til hesi øki hava
verið so at siga óbroytt í eitt
áramál.
— Vit halda, at munur eig-
ur at vera á prísi, alt eftir
hvussu langt brøvini verða
send. Í hinum londunum er
vit okkum við hini Norður-
londini, men á hinum økju-
num hava vit verið eftir-
bátar, sigur Bergur í Garði
og avsannar, at Postverki fer
at vinna nógvan pening or-
sakað av hækkingunum.
— Umsetningur okkara er
0. u. 90 milliónir krónur um
árið, og hækkingin 1. okt-
ober fer væntandi bert at
økja um inntøkurnar við
millum 700.000 og 900.000
krónur ( 0.u. eitt prosent).
Sambært tólum frå post-
verksstjóranum fær Post-
verkið 30-35 milliónir í
kassan fyri innlendis bræv-
asendingar, 25-26 milliónir
fyri frimerkjasølu meðan
10-11 milliónir liggja eftir,
tá nettoavrokningin av post
sambandinum við útheimin
er gjørd. Tað í restar í sam-
laða umsetningum verður
bólkað undir aðrar inntøkur.
Rindast skal
fyri arbeiðið
Bergur í Garði veit ikki at
siga, um stóra hækkingin í
postgjøldunum til Norður
lond er ov ógvuslig, nú stað
fest er, at hon kortini ikki
er lívsneyðug fyri Post
verki. Men, Mortan Ras
mussen, marknaðarleiðari.
hevur eina frágreiðing um
strategiina í hækkingini
Vit vilja hava stødug
»ostgjøld, sum fólk kunnu
vænta verða galdandi nøkur
ár. Seinasta hækkingin var
1. januar 1996, og stórar
roytinga eru ju hendar
sidan tå. Eg vænti, at tað
ievði verið forbiðið keði
igt, um vit hækkaðu gjøld
ini eitt sindur nú, og síðani
omu aftur um eitt hålvt ár
við samsvarandi hækking,
sigur hann við Sosialin
Nidurstødan hjá markn-
aðarleiðaranum er, at tey, ið
senda post, noyðast at
gjalda tað, sum arbeiðið
kostar. Hann ger at enda
Lesarabræyv:
vart við, at Postverk Foroya
er tikið av fíggjalógini, og
skattaborgarin jú sparir pen-
ing av ti orsøk.
-—o
Jens Kristian Vang
Brævasendingarnar lætta
nú um pengapungin..
Hvat verður tað næsta?
Hettar er ein spurningur ið
eg, og mong við mær spyrja
okkum sjálvi, nú fullveld-
iskjakið er í hæddini. Tað
sum sipað verður til, er at
Høgni Hoydal er farin at
mala um seg sjálvan, við at
siga, at hatta hava vit ikki
sagt. - Hvor segði Erhard
Jacobsen (det har jeg aldrig
sagt)?
Dømini ið ein kann taka
fram eru mong. Tað seinasta
er um skiftistidina, har
Høgni sigur, at ein skiftistíð
uppá 15-20 ár, hevur talan
aldrin verið um. »Nå«; er
tað einasta, vit kunnu siga,
tí nú skilja vit einki. Um ein
hyggur eftir grundarlagnum
undir Hvítubók, so verður
har roknað við eini skiftistíð
uppá 15-20 ár, og einum
buskaparvøkstri uppá 2%.
Rædumyndir
Eitt sum vit sambandsfólk
verða løgd undir at brúka í
kjakinum, eru ræðumyndir.
Men eg haldi, at tann ring-
asta ræðumyndin, eg enn
havi hoyrt, var tann ið var
søgt 6. oktober í fimmaran-
um! Um vit siga »nei« til
fullveldisætlanina, ja so er
tad, tad saman sum at vit
siga rættin frå okkum at fåa
fullveldi til tid og ævir, og
vit gerast ein landspartur i
Danmark og ES. Góði
Høgni! At pástanda at Før-
oyar eru ein landspartur i
Danmark er møsn. Tad sig-
ur meira um tin måta at
burturforklåra veruleikan.
Hvussu nógvar fólkaat-
kvødur hava ikki verið í
Quebec, um at loysa frá
Canada? Teir eru slopnir at
siga »nei til loysing« fleiri
ferðir.
Veruleikin
Eitt sum vit menniskju
mugu leggja okkum í
geyma, er at vera sambæri-
lig, og at vit til eina og
hvørja tíð kunnu standa inn
fyri tí, ið vit siga. Eg skal
ikki spæla sjálvrættvísur og
siga, at Sambandsflokkurin
ongantíð hevur úttalað seg
óheppið, men flokkurin
hevur eina beina linju at
ganga eftir, og torir at
standa inn fyri tí hann hevur
sagt:
I: At um vit siga farvæl
til ríksifelagsskapin, ja so
verður tað torførari, at vera
føroyingur.
2: At tær góðu avtalur vit
hava i dag vegna Rikisfel-
agsskapin, mugu vit fråsiga
okkum (so kann ein liva i
vonini um at fáa tær somu
aftur).
3: Og at har sum vit
valda, skulu vit eisini
gjalda.
Ein veruleiki er so eisini
at vit eru kanska ikki lika
samd um, hvussu skjótt vit
skulu gera broytingar, og
tað eru vit heldur ikki bang-
in fyri at viðganga.
Tí er tað av av alstórum
týdningi, aty ein fær at vita,
hvørja kós samgongan hev-
ur, og at teir tora at siga,
hvat tað er, teir vilja.
Vónandi verður tað ikki
soleiðis, at tå ið søgan um
Føroyar skal skrivast, at
Høgni Hoydal verdur kosin
tann føroyski Erhard Jacob-
sen (det har jeg aldrig sagt).
Johan Petur Johannesen