Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 14. OKTOBER 1999 tíðindablaðið 17 Tað eru ov fáir møguleikar hjá fótbóltshugaðum monn- um í høvudsstadnum at royna seg á líkinda stødi, og hetta ætla teir í AB at gera nakað við. — Dreymurin hjá okkum er sjálvandi, at tað innan alt ov rúma tíð verður eitt 1. deildarlið á Argjum, men áðrenn vit koma so langt, so skulu vit tryggja liðið í 3. deild. Tað rokni eg við, at vit fara at megna, og um vit fáa eitt sindur av til- gongd, so haldi eg, at vit hava góðar møguleikar at vera við í kappingini um at flyta upp í 2. deild, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Hetta sigur Tórálvur Stenberg. Hann hevur í ár verið umboðsmaður fyri øll trettan liðini hjá AB, sum hava tikið lut í landskapp- ingini. Fremsta liðið hjá teimum hevur í ár spælt í 4. deild. Uppflytingin Í vikuskiftinum eydnaðist tað loksins hjá Argja Bólt- felag at vinna sær rætt til at spæla í 3. deild komandi ár. AB var fyrr í ár í finaluni í 4. deild, men eftir at teir høvdu verið á odda 3—1 ímóti B36 dumpaðu teir, tí eftir umdyst vann B36 5—3. I síðstu viku vóru teir til umroynd móti GI, sum end- aði næstaftast í deild. Dysturin i Gøtu mikukvøld- ið í síðstu viku endaði 1—1, og leygardagin vann AB í oysandi regni 4-1 á heima volli. Harvið hava teir end urvunnið plássið í 3. deild, sum teir ikki hava havt síð ani 1991. Ta ferðina megn aðu teir bara at vera eitt ár í deildini, meðan teir í fyrru atløguni megnaðu at vera í 3. deild í tvey ár — í 1988 og 1989. Dreymur og veruleiki Tórálvur Stenberg heldur, at AB við tí fólkinum, sum teir hava havt í ár, kunnu standa seg í 3. deild: — 4. deild er sera torfør at koma igjøgnum. Har spæla nógvir royndir spælarar, ið ikki hava umstødur at ofra ta tíð upp á venjingina, sum tað krevst av teimum, ið manna 1. deildarlidini. Hó- ast teir í fótbóltshópi eldru spælararnir ikki eru so væl fyri, sum teir onkuntíð hava verið, so duga teir sera væl at fáa nyttu burturúr roynd- unum, og sjálvt um yngri spælarar eru í góðari venj- ing, so hevur tað ofta víst seg, at teir verða ov stuttir ímóti teimum eldru. Tí haldi eg meg kunna rokna við, at tað verður ikki truplari hjá okkum í 3. deild, enn tað hevur verið í 4. deild. Tórálvur Stenberg ásann- ar, at um teir á Argjum skulu gera dreymin til veruleika og harvið vera við í toppin- um í 3. deild og stríðast um uppflyting í næstbestu deildina, so verður neyðugt at fáa fleiri spælarar til fel- agið: Men eg haldi ikki, at hetta verður so torført. Vit høvdu eitt gott lið í 1995, men tað datt sundur, tí um- støðurnar vóru so vánaligar. Síðani tá hava vit fingið graslikisvøll, og harvið eru umstødurnar at venja vornar nógv betri. At vit nú fluttu upp boðar frá, at tað er álv- AB Smápiltar: Aftast frá vinstru: Tórálvur Stenberg, venjari, Rógvi Poulsen, Heðin Stenberg, Rói Davidsen, Teitur Joensen, Rógvi Holm. Fremst frá vinstru: Tummas Justinussen, Jobin Drangastein, Dion Brynjolf Jacobsen, Martin Mid- jord og Bogi Lydersen AB skal verða triðji ABA. deild. Aftast frá vinstru: Hans Eivind Olse guleikin Fótbóltur: Á Argjum ásanna teir, at tað verður neyðugt við styrki aðra staðni frá, um teir skjótt skulu rókka málinum, sum teir hava sett sær n, Johnny Durhuus, Ragnar Magnussen, Olavur Midjord, Sigurd Vatnhamar, Bårdur Johannesen, Heru Pet- ersen, Magnus Hentze Sigur Justinussen, Fróði Stenberg, Eyðun Dalsgard, Johan M. Stenberg, Svenning Hansen, Oddbjørn Joensen, venjari og Bogi LPoulsen ari aftanfyri ætlanirnar um fótbólt á hægri stødi á Argj- um, enn tað higartil hevur verið. Vit hava sáttmála við Oddbjørn Joensen, sum eis- ini fer at venja besta liðið hjá okkum komandi ár, og í framtíðini vóna vit, at ung- dómsarbeiðið hjá okkum fer at bera við sær, at vit sjálvir fara at menna spælarar til vaksnamannadeildina. Fyrsta FM heitið Trupulleikin hjá AB hevur altíð verið, at evnaríku spælararnir tíðliga eru farnir heim til Havnar at spæla, og tað kann ikki roknast við, at hetta fer at halda uppat í einum nú. Men á Argjum rokna teir við og vóna, at um besta liðið hjá teimum fer at fóta sær hægri í deild- unum, so fer tað at hava við sær, at fleiri spælarar fara at verða verandi á Argjum, umframt at tað fer at vera lættari hjá teimum, ið hava ætlað sær pláss í fremstu rød á liðunum hjá B36 og HB, men ikki megna tað, at koma út um ánna. A 4. deildarliðnum, sum nú er flutt upp, hava fleiri ungir argjamenn spælt. Millum hesar er málverjin Jóhan Stenberg, Ragnar Magnussen, sum áður hevur verið í 2. deild hjá HB og á yngru landslidunum, Svenning Hansen, sum var á U-16 landsliðnum í 1993, og so Bárður Johannesen, sum í fjør var liðformaður á U-16 landsliðnum. AB hevur fleiri av und- anfarnu árunum staðið seg væl í yngru gentudeildun- um, har tær í níti árunum hava vunnið trý FM heiti. Í ár eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at vinna FM í yngru dreingjadeildunum. Smá- piltarnir á Argjum vunnu meistaraskapin. og tað halda teir í AB boðar frá, at fótbóltseynini eru har. Tað, sum nú ræður um, er at fjálga um. dreingirnir mennast. Nógv av fólkinum á Argjum eru tilflytarar. Tað hevur víst seg, at fótbólturin knýtir fólkið saman. Tá børnini spæla i AB. koma foreldrini at stuðla. Tað síggja vit ofta, tá tey yngru spæla, og hóast líkindini ikki vóru nakað serlig leyg- ardagin, so var fitt av fólki á vøllinum, tá 4. deildarliðið spældi avgerandi dystin í- móti GI, sigur Tórálvur Stenberg. Frá øðrum keldum í AB hava vit frætt, at tað eru soleiðis at stødast og Tórálvur og hinir báðir lim- irnir í føtboltsnevndini, Jóh- an Stenberg og Steinbjørn Olsen, sum hava tikið sær av øllum rundan um fót- bóltin á Argjum. Itróttarsostalurin ynskir grannunum í AB tillukku við uppflytingini. jh Endaspæl um eitt pláss í 3 deild Mikudagin 6. oktober GI-AB 1-1 (0-0) 1-0: Heini Heinason br 1-1: Svend Poulsen Leygardagin 9. oktober AB-GI 4-1 (2—0) I--0: Magnus Hentze 2—0: Svenning Hansen br 3-0: Sigurd Justinussen 4-0: Bárður Johannesen 4-1: Heini Heinason br Samantalt vann AB 5—2 og flytir upp i 3. deild, medan GI flytir nidur i 4. deild EM ger at føroyingar spæla fotbolt i adventini Fótbóltur: Danmark varð heppið í lutakastinum, og Ongland og Skotland skulu stríðast um eitt pláss í endaspælinum Todi og hinir báðir fóroyingar- nir fáa ikki jólafrí fyrr enn fyrsti sunnudagur í advent er farin afturum av tí at danska landsliðið skal spæla um EM-pláss At Danmark í næsta mána skal spæla tveir kvalifikati- ónsdystir um eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í Hollandi og Belgia kom- andi summar, hevur við sær, at teir triggir føroysku spæl- ararnir i superliguni fáa seinni vetrarfri frå donsku landskappingini, enn tað upprunaliga var ætlað. Sambært løgdu skránni skuldi síðsta umfarið í donsku landskappingini verið avgreitt sunnudagin 21. november. Men av tí at danska landsliðið skal spæla sera týdningarmiklan EM kvalifikationsdyst mik- udagin 17. november er gjørt av, at eingin dystur skal spælast i landskapp- ingini sunnudagin 14. nov- ember. Hetta hevur aftur vid sær, at tvey tey síðstu umførini verða flutt til 21. og 28. november, og tað vil siga, at føroyingamir i superlig- SKIN fyrrenn fyrsti sunnudagurin í adv- entini er farin afturum. Lutakastið Fyrrapartin í gjár varð lutur kastaður um, hvussu lond- ini, sum framvegis hava møguleika at spæla seg í EM endaspælið, skulu hitt- ast. Mest merkisvert er, at Skotland og Ongland skulu stríðast um eitt pláss í EM endaspælinum. Danir vóru hepnir í sínum lutakasti. Teir stúrdu fyri at hitta Ongland ella Ukreina, og eftir lutakastið fegnast teir um, at Ísrael verður m6tstødulidid. Danmark og Ísrael hava fýra ferðir áður spælt fótbóltslandsdyst. Danmark hevur vunnið tríggjar ferðir, og Israel vann síðsta dystin 2-0. Hann varð spældur í Telaviv 8. februar 1978. Danmark og Ongland skulu spæla á útivelli fyrst, og tá verða hinir báðir dyst- irnir Írland-Turkaland og Slovenia-Ukreina. Fyrru dystirnir verða leygardagin 13. ella sunnu- dagin 14. november, og seinnu dystirnir, m.a. tann í Keypmannahavn og á Wembley, verða mikudagin 17. november. jh