mikudagur 27. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller ;
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Marknaðardeild:
|
|
|
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hogni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720
Sp/f Sosialurin
Bústaður: ;
Argjavegur 26, Argir
e-mail: post & sosialurin.fo |
Lýsingar: lysingGsosialurin.fo |
Prent: Sosialurin )
Útbjóðingin næsta
stóra tingorðaskiftið
Oddagrein
TRY stór orðaskifti hava verið sett á
skránna hjá løgtinginum í heyst og vetur.
Tað fyrsta um framtíðarstoðu Foroya er
av, hóast tað seinasta orðið ikki er sagt í
tí málinum. Tað næsta er eisini av, og
snúði tað seg um fíggjarlógaruppskotið.
Heldur ikki har er seinasta orð sagt. Triðja
stóra orðaskiftið verður helst tíðliga í
næsta mánað. Talan er um 1. útbjóðing til
oljuleiting á foroyska landgrunninum. Mál-
ið er av prinsipiellum týdningi, tí hetta er
fyrstu ferð nakrantíð, at tingmenn skulu
taka stoðu til eina oljuútbjóðing. Aðra-
staðni verður slíkt avgreitt á embætis-
mannastoði og verður ikki sum so vidgjørt
í parlamentinum. Tingmenn skulu so taka
stoðu til uppskot um, hverji oki skulu
bjóðast út til oljufelogini at bora eftir olju
og gassi á. Eisini skal stoða takast til,
hvørjar treytir skulu setast oljufeløgunum,
sum fara at virka her, eitt nú á skatta-
økinum.
TAÐ er greitt, at bæði hjá altjóða oljufeløg-
unum og eisini hjá okkara egnu oljuum-
siting - fyri ikki at tala um vinnulívið - verður
bíðað við spenningi eftir viðgerðini á tingi.
Hon fer so at byggja á tað arbeiðið, sum
Oljumálastýrið hevur gjørt. Í skrivandi lotu
kenna vit ikki innihaldið í uppskotinum,
men tað skilst, at tað er ein neyv avvegan
millum foroysk og útlendsk áhugamál tvs.
at treytirnar verða av slíkum slag, at olju-
feløgini bæði tora og vilja vága iløgur her,
og at foroyska samfelagið samtíðis fer at
fáa tað burtur úr, ið tað eigur sum ognari
av undirgrundini eigur.
TAÐ er ikki bara at siga tað at fara undir
eitt so stórt og krevjandi arbeiði sum at
leggja eina útbjóðing til rættis. Okkara fólk
eru ikki von við slíkt, og tí er eisini talan
ein eina innlæringsprosess. Men at bjóða
út partar av landgrunninum til útlendsk
oljufelog er eitt so mikið álvarsamt mál,
at Oljumálastýrið hevur - sum skilst - gjørt
sær sera stóran ómak við arbeiðinum.
Arbeitt hevur verið miðvíst og seriøst og
fyri ikki at hava nakrar leysar endar hevur
fyrisitingin havt tætt samstarv við ráð-
gevarar úr útlandinum. Her er talan um
fólk, sum eru við við slíkt arbeiði og sum
vita, hvat krevst fyri at fáa eina útbjóðing
at gagna føroyskum áhugamálum sam-
tíðis sum hon er attraktiv fyri investorarnar.
Hetta er ein ballansugongd av teimum
torføru, men nú talan er um at seta spónin
í fyri fyrstu ferð, eigur sjálvandi eisini at
bera til at betra um skipaninar sohvørt,
soleiðis at tær gagna samfelagnum sam-
tíðis sum tær fasthalda áhugan hjá olju-
felogunum. . ,
9 Sosialurin
Eru almennu loftmiðlarnir
politiskt åvirkadir?
Eftir at fullveldisætlan landsstyrisins væl og virðiliga er
viðgjórd í almennu loftmidlunum, kann spurnartekin set-
ast við, um loftmiðlarnir eru politiskt ávirkaðir. Seinastu
sendingarnar Fimmarin og Krosskast eru aftur dómi, sum
geva gróðrarbotn fyri slíkum mistanka
Ein Ofråvikilig treyt til al-
mennu loftmiðlarnar Ut-
varp Feroya og Sjónvarp
Foroya er, at miðlarnir eru
politiskt og átrúnaliga 6-
heftir og ikki á nakran hátt
lata seg ávirka av seråhuga-
málum.
Júst hetta var grundgev-
ingin hjá fyrrverandi út-
varp- og sjønvarpsnevndu-
num til myndugleikarnar, tá
ið nýggja kringvarpslógin
skuldi koma í gildi, um ikki
at taka av nevndirnar.
Gomlu neyndirnar vórðu
breitt politiskt samansettar
og tryggjaðu soleiðis eina
javnvág bæði politiskt og
átrúnaðarliga.
Ovasta ábyrgd hjá
landsstýrismanninum í
mentamálum
At miðlarnir hvorki lótu seg
politiskt ávirka ella kundu
mistonkjast fyri at lata seg
ávirka hildu nevndirnar
vera av sera stórum týdn-
ingi. Men landsstýrið, sum
tá sat (Sambands-, Fólka-
og Sjálvsstýrisflokkurin)
lótu seg ikki ávirkað. Urs-
litið bleiv, at ovasta ábyrgd
fyri Útvarpi Feroya og
Sjónvarpi Føroya nú er hjá
landsstýrismanninum í
mentamálum!
At tað er torført hjá midl-
unum í politiskari viðgerð
av stórmáli, sum fullveldis-
ætlan landsstýrisins er, at
balansera á knivskørpu 6-
heftiseggini er vituligt, men
Oansætt er hetta eitt krav til
miðlarnar og hetta vita teir!
Sambandsflokkurin sleppur
ikki framat
At teir ikki hava verið hepn-
ir her, eru fleiri dømi um.
Bæði fyrrverandi og núver-
andi skrivarar Sambands-
floksins hava í bløðunum
gjørt vart við hetta og í vid-
gerðini av uppskoti Sam-
bandsfloksins um fólkaat-
kvødu, sum kundi hoyrast í
SvF, nýtti tingkvinna Sam-
bandsfloksins høvi at gera
vart við, at flokkurin ikki
sleppur framat í loftmidl-
unum.
At hesar ábreiðslur ikki
eru heilt ógrundaðar, er
seinasta Krosskast, sum við-
gjørdi rikisrættarligu stød-
una, talandi dømi um. Her
vóru Tjóðveldis-, Fólka- og
Javnaðarflokkurin
umboðaðir við hvør sínum
tveimum umboðum, meðan
Sambandsflokkurin als ikki
varð boðin við! Hetta fall
eisini báðum Javn-
aðarumboðunum fyri brósti.
Eisini seinasti Fimmari er
dómi um tað sama, har ein
sakligur rikisfelagsskap-
sinnaður ikki fekk loyvi at
gera seg lidnan, men bleiv
avbrotin, hóast júst Fimm-
arin er sending, har lurtar-
arnir skulu kunna koma
framat.
Mistanki um
politiska ávirkan
At loftmiðlarnir ikki lata
seg politiskt ávirka, er sum
sagt eitt krav til teirra. Men
teirra viðgerð má heldur
ikki geva gróðrarbotn fyri
mistanka um, at teir lata seg
ávirk. |
At Utvarp Føroya fíggj-
arliga er óheft av politisku
myndugleikunum gevur
sjálvandi UF eitt sera gott
grundarlag at føra ein óheft-
an tíðindaflutning. Men
meiri óheftur er hann ikki
enn tað, starvsfólkið leggur
í tað.
Ødrvisi er við SVF. Sum
øllum kunnugt hevur SvF
verið í fíggjarligum trupul-
leikum og mátti fáa eyka-
játtan á fíggjarlógini. Og her
var tað landsstýrismaðurin
í mentamálum umboðandi
Tjóðveldisflokkin, sum gav
SvF eykajáttan á fíggjarlóg-
ini í staðin fyri heimild at
taka lån, sum var tað SvF
bað um. Hví?
Eg vil ikki ákæra al-
mennu loftmiðlarnar fyri at
vera politiskt stýrdar, men
má viðganga, at mistankin
um, at teir lata seg politiskt
ávirka, er ikki fjarur.
Johan Petersen
fyrrv. útvarps- og sjón-
varpsneyndarformaður
Løgmaður nógvar semingsmøguleikar
Løgmaður hevur rætt, tá
hann sigur, at nógvir møg-
uleikar eru fyri, at finna
eina breiða semju um fram-
tidarstødu Føroya.
Visandi til ordaskiftid um
Hvítubók og útvarpsins
veljarakanning, er nógv
sum bendir á, at tað helst
verður trupult at finna
breiða semju, har Tjóðveld-
isflokkurin er við, men
sjálvandi eigur eingin
flokkur at vera settur utt-
anfyri frammanundan, og
tað fer løgmaður heldur
ikki at gera, um vit kenna
hann rætt.
Um Tjóðveldisflokkurin
sleppur síni ætlan um full-
veldi, skuldi ikki verið 6-
gjørligt at funnið eina breiða
semju innanfyri ríkis-
felagsskapin, sum allir
flokkar kundu tikið undir
við. — Ein søguligur møgu-
leiki, sum kundi steðgað tí
mødandi kjaki um loysing
ella samríki.
Helst verður tað Ogjørligt
hjá Tjóðveldisflokkinum,
sum er stórsti flokkur, at
sleppa síni ætlan um full-
veldi, og tískil verður valla
funnin nøkur semja, sum
bæði andstødan og Tjóð-
veldisflokkurin kunnu taka
undir við.
Um løgmaður ikki kann
flyta Tjóðveldisflokkin, og
tískil ger eina semingsroynd
innanfyri ríkis-felagsskapin,
„Fjant og fjas“
Í løtuni ferðast bólkurin
„Fjant og Fjas“ saman við
Karl Martin Samuelsen
runt í Føroyum. Bólkurin
er samansettur av trimum
ungum klovnum: Bugga,
Hannibal og Nøfli, sum
undirhalda børnum millum
3 og 8 år. Karl Martin Sam-
uelsen syngur imillum
vid at blanda kortini hjå
Fólkaflokkinum, Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum, so hevur hann
sera nógvar møguleikar, og
í minsta lagi 65 % av velj-
arafjøldini aftanfyri seg.
Hesir triggir flokkar hava
samanlagt nógv teir stórstu
møguleikarnar fyri semju.
Verða kortini væl bland-
aði, koma teir smådu flokk-
arnir helst eisini við, og tá
hevur løgmaður stuðul frá
73 % av veljarafjøldini, um
vit brúka veljarakanningina
sum grundarlag.
Stór ábyrgd liggur á
løgmanni í hesum døgum,
og mong eru vit, sum vóna
og biðja til, at hann fær
innsløgini. Hvort tiltak
varir í umleið 1 tíma og
fyrsta tiltakið var í Vest-
manna skúla fríggjadagin.
Komandi = vikuskiftið
frið og góðar stundir, til
at mykja allar møguleikar.
Trygvi F. Guttesen
kunnu børnini í Suðuroy
síggja klovnarnir, tí tá
framføra teir síni kynstur
á Tvøroyri.