mikudagur 27. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 27. oktober 1999
tíðindablaðið
John Mortensen um veljarakanningina hjá UF:
- Átti at verið
gjørd ødrvisi
— Serliga tann seinasti spurningurin er ov leysur, tí tað er
rættiliga ógreitt hvat liggur í orðunum „einaferð í fram-
tíðini<, sigur John Mortensen, samfelagsfrødingur, sum
hevur verið við í nærum hvórjari veljarakanning síðani
1984
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri einari viku góðari viku
síðani almannakunngjørdi
Útvarpið eina veljarakann-
ing, sum stovnurin sjálvur
hevur staðið fyri at gera.
Kanningin snúði seg
serliga um fullveldisætlan
landsstýrisins, og hverja
undirtøku hon fær.
Sum vera mann eru fleiri,
sum seta spurnartekin við
slíkar kanningar, og ofta eru
tað tey, sum kanningin
gongur ímóti, sum serliga
eru í iva.
Soleiðis er eisini í hesum
føri, men kortini eru eisini
onnur, sum eisini ivast í
mátanum, sum útvarpið
hevur gjørt hesa kanningina
uppá.
Ein teirra er John Mort-
ensen, samfelagsfrødingur
og lærari við miðnámsskúl-
an í Suðuroynni.
Hann heldur, at kanningin
hjá Utvarpinum hevur fleiri
brek, sum teir kundu slopp-
ið undan, um kanningin var
gjørd á annan hátt.
Spurningarnir
eru veikir
Tað fyrsta sum John Mort-
ensen staðfestir er, at spurn-
ingarnir í veljarakanningini
eru veikir.
— Fyri tað fyrsta er eingin,
sum veit hvat teir fara til
Danmarkar at samráðast
um, og tí er ógvuliga torført
at hava eina støðu til úst
tann spurningin, sigur John
Mortensen og vísir til fyrsta
spurningin um Føroyar
skulu vera innanfyri ella
uttanfyri rikisfelagssskapin.
John heldur tad ikki vera
rætti måtin at seta handa
spurningin, ti fortreytirnar
fyri at spyrja handa spurn-
ingin kunnu gerast so nógv
ødrvisi eftir at føroyingar og
danir hava sitið við sam-
ráðingarborðið.
- Tá vit koma til tann
næsta spurningin, so svarar
hann seg sjálvur. Samgong-
an ætlar sær til Danmarkar
at samráðast um teirra full-
veldisætlan. Fólkið sigur, at
tey vilja hava, at Føroyar
skulu vera innanfyri ríkis-
felagsskapin. So sigur tað
seg næstan sjálvt, at tey
svara ja til spurningin um
folkaatkvødu, sigur John
Mortensen.
Seinasti spurningurin
er ókeypis
Tað, sum John Mortensen
kortini heldur vera veikasta
punktið í allari veljarakann-
ingini. er seinasti spurning-
urin.
— Hann er ókeypis, sigur
John Mortensen.
Hann setur spurnartekin
við orðingina, tí tað er ym-
iskt hvussu fólk uppfata
orðingina „einaferð í fram-
tíðini<.
— Er tað nakað, sum er
um 10, 20, 30 ella 50 ár, og
skulu vit taka støðu til tað,
um vit hava sagt nei til
fyrsta spurningin, spyr
hann.
John heldur at tað rúmast
so nógv svar niðri í seinasta
spurninginum at tað ikki er
eintýðugt sum kemur burt-
urúr. Tað er eisini ymiskt
hvussu fólk seta spurningin
og samstundis eisini ymiskt
hvussu fólk svara.
Kann ikki
samanberast
Afturat tí, at John heldur at
spurningarnir eru í so veikir,
so ger hann vart við ein ann-
an trupulleika í sambandi
við veljarakanningina hjá
Utvarpinum.
Kanningin kann ikki sam-
anberast við aðrar veljara-
kanningar, tí spurningarnir
snúgva seg ikki um tað
sama. Teir eru ikki orðaðir
á sama hátt, og tí ber heilt
Utvarp Føroya gjørdi eina veljarakanning, har spurt varð til fullveldismálið, men fólk,
sum hava kunnleika til slíkar kanningar halda ikki, at kanningin er gjørd á rættan
hátt; m. a. eru spurningarnir ov veikir verður sagt
einfalt ikki til at samanbera
hesa kanningina við aðrar
kanningar.
— Nú skal hetta ikki skilj-
ast sum um spurningarnir
eru gjørdir einaferð og so
kunnu teir ikki broytast aft-
ur, men teir mugu vera
»einsljédandi« skulu teir
samanberast.
Hann nevnir sum dómi,
ganga tygum inn fyri grund-
lóg ella ikki, heimastyri o.
s.f.
— Vóru teir settir soleiðis,
so hevði borið til at sam-
anbera hesa kanningina við
aðrar sum eru gjørdar
frammanundan.
Konurnar og tey ungu
hava ikki telefon
Tá ein veljarakanning verð-
ur gjørd verður skipað so-
leiðis fyri, at hon skal vera
umbodandi (repræsentativ,
blåm.).
Hetta skal skiljast soleiðis
at ikki bara ein ávísur bólk-
ur av fólki verður spurdur,
til dømis bara mannfólk.
— Kortini er tað ein veru-
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri:
Fingu tað burtur úr sum vit vildu
Utvarpsstjórin sigur, at endamálið við kanningini var at fáa eina mynd av
stóðuni hjá fólki eftir tveir daga orðaskifti á tingi, og hann heldur, at teirra
veljarakanning gevur eina góða mynd av hesum
SVEINUR TRÓNDARSON
Í sambandi við tær við-
merkingar, sum John Mort-
ensen hevur til veljarakann-
ingina hjá Utvarpinum,
hava vit tosað við Jógvan
Jespersen um kanningina.
Utvarpsstjørin sigur, at
tað ongantíð var ætlanin at
gera eina samfelagsvísund-
aliga kanning.
— Vit vildu hava eina
kanning, sum vísti støðuna
hjá fólki eftir at politiskt
kjak heyði verið um málið í
tveir samfullar dagar. Tað
halda vit eisini at kanningin
gevur eina góða mynd a
sigur Jógvan Jespersen
Orsøkin til, at Utvarpið
sjålvt gjørdi kanningina var,
at tidarbilid passadi illa till
at Fynd skuldi gera
kanningina.
— Vit heittu á Fynd um at
gera kanningina, men tað lá
ikki fyri hjá teimum av fleiri
orsøkum. Heystfrí var og
annað var eisini sum
forðaði, og tað hevdi við
sær, at teir fingu ikki gjørt
kanningina júst tá vit vildu
hava hana gjørda, og ti
valdu vit at gera hana sjålvi,
sigur Jógvan Jespersen.
Fylgt vanligari
mannagongd
Hóast tað tí ikki eru teir,
sum vanliga gera slíkar
kanningar, sum hava gjørt
heldur
hana, so Jógvan
Jespersen ikki nakra orsøk
vera til at ivast í kanningini.
— Kanningin er gjørd á
sama hátt, sum allar aðrar
kanningar, og tað vil siga,
at vit hava tryggja okkum,
at kanningin er umboðandi
ella representativ, sum tað
eitur. Vit kenna manna-
gongdirnar og hava eisini
fylgt teimum, sigur útvarps-
stjórin.
Hann leggur afturat, at
hann ikki metir spurningar-
nar grunnar.
Fingið hjálp
frá serkønum
Útvarpið hevur orða spurn-
ingarnar við hjálp frá ser
kønum fólki, og hevur orða
teir eftir teimum spurning-
um, sum teir vildu hava
svaraðar. Endamálið var
sum sagt ikki at gera eina
samfelagsvísundaliga kann-
ing, og hon er ikki gjørd við
tí fyri eyga at brúkast í sam-
anbering, sigur Jógvan
Jespersen.
Hann leggur afturat, at
serkøna hjálpin teir hava
fingið at gera spurningarnar
hevur verið frá samfelags-
frødingum, sum eisini eru
vanir at arbeiða við veljara-
kanningum, og at sjálv eftir-
viðgerðin av svarunum er
gjørd av fakfólki.
mátat er einki at
koma eftir. heldur útvarps-
stjórn
Í so
leiki, at tað næstan bara eru
menn, sum standa fyri tele-
fonunum. Tað er meiri enn
sjáldan, at tað er konan í
húsinum, sum stendur fyri
telefonini, og tað má ein
hava í huganum áðrenn
ringt verður. Tí plaga vit at
spyrja eftir ti persóninum,
sum seinast hevði føding-
ardag, sigur John Morten-
Vit skifta og
sen, sum í hesum førinum
leggur dent á, at hann ikki
veit hvussu Útvarpið hevur
borið seg at í hesum føri.
Ein annar bólkur eru tey
ungu - 17, 18 ára gomlu -
tey standa sjáldan fyri tele-
fon, men valrætt hava tey
kortini
avbalansera dekk
/ KUMHO
TIRES
N
Bilverkstaðið
v/ Jóhan Beder
530 Fuglafjørdur
Tlf. 444978
ENM-Bilverkstadur
i Gøtudali
Tlf. 441888
Autoshine
700 Klaksvik
Tlf. 457474
Bilverkstaðið
v/ Magnus Onghamar
á Kambsdali
Tlf. 444943
BBR-Service
620 Runavik
Tlf. 449111
Bilverkstaðið
v/ Símin Pauli Berg
480 Skáli
Tlf. 441209