Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið S08 allur Nr. 197 - 16. oktober 1999 Tilmæli um alment oljufelag | Tilmæli um stovnan av fóroyskum oljufelag er handað landsstyrismanninum i oljumálum JÁKUP MORK Landsstýrismaðurin í olju- málum. Eyðun Elttør, hevur fyri stuttum móttikið eitt álit um skipan av einum al føroyskum olju- mennum elag Alitið er úrslit av arbeiði hjá nevnd. sum táverandi naður, Edmund Joen sen, sett 1997. Arbeiðs setningurin hjá nevndini varð at >greiða og koma við time hvussu ettt tørovskt landsoljutelag erg verða skipað við atliti Viðurskiftum, stýr- dilsligum og sam- gsligum stevnumiðum g leikparti tess í sambandi við politisku og umsiting- arligu skipanina og privata føroyska vinnulívið. Endamálið við hesum var, at nevndin skuldi koma við einum tilmæli um, hvussu hitt føroyska sam- felagið kann fáa sum mest burturúr, bæði peningaliga og menningarliga, við stovnan av einum føroysk- um oljufelag. Nevndin hev- ur sostatt ikki tikið støðu til, um eitt tílíkt felag skal stovnast, men einans um, hvussu hetta verður gjørt á skilabesta hátt. Skipanin við at lata eitt alment oljufelag taka sær av hesum áhugamálum, hevur verið nýtt í fleiri fórum í londunum uttan um okkum. Felog sum Dong og Statoil eru bæði ogn hjá statinum í viðkomandi landi, og hava hesi feløg tryggjað, at stat- urin alla tíðina hevur kunn- að havt fingurin á pulsinum viðvíkjandi gongdini í vinn- uni Stovna partafelag Nevndin er komin til ta nið- urstødu, at skilabesta loysn- in er, at sett verður á stovn eitt alment partafelag. Or søkirnar til at henda loysn verður mett at vera hin skil abesta eru fleiri. Ma. av markar hetta møguleikan hjá eigarunum (landinum) at ávirka dagliga rakstur fel- agsins. Verður talan ikki um partafelag men ístaðin um eima landsfyritøku, kann roknast við at politiski myndugleikin hevur størri møguleika fyri at åvirka dagliga rakstur felagsins. Eisini ger partafelags- formurin tad lættari hjå eig- arunum at samanbera raskt- ur felagsins vid onnur likn- andi feløg, við tað, at rokn- skapir og annað verða sett upp eftir somu roknskapar- reglum. Harumframt verður mett, at partafelagsformurin er væl egnaður, við tað at hetta í stóran mun kann verða við til at tryggja, at fyritøkan verður rikin eftir handilslig- um grundreglum. Vansar eru tó sjálvandi eisini við hesari loysnini við tað, at við einum privatum partafelag kann neyvan tryggjast luttøka í ollum loyvum, sum verða givin í. s. v. útbjóðingina av før- oysku undirgrundini. Harm- framt kann tad i åvisum før- um henda, at eitt partafelag noyðist at taka avgerðir, sum eru grundaðar á hand- ilsligt grundarlag, heldur enn á atlit til samfelagslig áhugamál Uppskotið er klárt Saman við tilmælinum og niðurstøðunum í hesum, hevur landsstyrismadurin fingið handað eitt uppskot um, hvussu eitt føroyskt oljufelag eigur at verða skipað. Nevndin skýtur sum nevnt upp, at sett verður á stovn eitt alment partafelag. Felagnum skal áleggjast skyldur um at lata mynd- ugleikunum tær upplýsing- ar, sum eru neyðugar. Eisini inniheldur tilmælið uppskot til løgtingslóg i hesum sambandi og upp- skot til viðtøkur hjá einum møguligum almennum part- afelag. Kann fara båda vegir At enda hevur nevndin sett upp nøkur dømi, sum visa hvørjum úrslitum roknast kann vid undir ymsum for- treytum. Undir teimum for- treytum, sum settar eru upp, kann úrslitið fyri lands- kassan fara báðar vegir. Vil væl til og olja verður funnin skjótt, kann lands- kassin sambært útrokning- unum fáa eitt yvirskot upp á yvir 3 mia.kr. Hinveign kann sjálvsagt eisini henda, at úrslitið gevur hall. Eftir teimum fortreytum, sum nevndin hevur arbeitt við, verður hallið í mesta lagi 500 mi6.kr. Stoða skal takast I løtuni kannar landsstyris- maðurin í oljumålum, hvort tað er ráðiligt við almennari luttøku í einari komandi olj- uvinnu. Við tað at fyrsta útbjóð- ingarumfarið verður fyri- reikað í løtuni, er eisini týdningarmikið at fáa greiðu á føroyska luttøku- partinum í hesum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann vónar at kunna leggja fram upppskot um útbjóðingarlóg, áðrenn nov- ember mánaður er hálv- runnin, og at hann í hesum sambandi ætlar sær at taka stóðu til, hvørt mælast skal til ella frá almennari luttøku í oljuvinnuni. Í nevndini vóru Arne Poulsen, Marjun Hanusar- dóttir, Bjarni Olsen og Jógvan E. Ellefsen. Malan Johansen var eisini við í ar- beiðinum, men hon fór úr nevndini í juli mánaði sein- asta år. Skrivari hjå nevnd- ini hevur verid Petur Joen- sen. Eyðun Elltør, landsstýris- maður í oljumálum Ra Lættur lovsongur Nýggja flogan hjá Malini Zachariassen var løgd fram fyri keyparar í 3 aranum í SMS í gjár. Fløgan hálovar Guði og Jrelsuni, og sanginum HOGNI MOHR Malin Zachariassen gav í gjár út fløgu, á tremur við lættum lovsongi, grundfest- ur í trúnna á Guð. Grundar- lagið í tekstinum er væl- kent. Brot sum, >heilagur ert Tú...Tú dripin var...O, vit tilbiðja Teg..eg elski Hann...vit rópa Jesus...vit lyfta hendur upp...Eg vil vera Tín...Guð, nem við meg nú... Tú gav Títt liv vísa á eina Ospilta, fulla og treytaleysa trúgv, ið vísir seg í skaldsligum góðvarni, sum kortini prógvar, at trú- virði yrkjarans er hitt hægsta. Orðini eru meint av fullum hjarta. Við hvønn tekstin, er skrivað ein stutt søga um uppruna og orsøk til, at yrkjarin varð hugkveiktur til at seta seg við penninum. Malin, sum sjálv hevur smíðað løg og tekstir, er 26 ára gomul og ættað úr Svor- íki. Familjan flutti til Før- oya í 1988, og síðani hevur Malin búð í Føroyum. Mal- in skilmarkar sjálv hug- takið, lovsong - Lovsongur er at strekkja seg upp ímóti Guði, standa í hansara kærleika, kenna dýr hansara ímóti sær og takka Honum fyri tað, hann hevur gjørt fyri okkum, sig- ur hon, og ljóðar eins fró, sum andlitsbrá hennara bendir á. Nú Guð verður takkaður so dyggiliga í fløguni, loyv- ir Malin sær eisini at takka teimum fólkum, sum hava stuðlað henni í útgávuni. gleðin er grundarsteinurin í hjartaliga Serliga manninum, Jan Zachariassen, verður borðin ein stór tøkk fyri at hava verði grundstudul undir út- gávuni, eins og Jákupi Zachariassen verður takkað fyri studionytslu. Oli Poul- sen, ið hevur ljóðblandað, verður eisini róstur fyri av- rikið. Tónleikurin á fløguni er lættur og eyðskildur, kanska bleytur poppur, ið ikki minst verðu hildin uppi av góðu ljóðgóðskuni. Malin Zachariassen var longu frelst um 9 ára aldur, og nú er hon knýtt at sam- komunu Filadelfia. Hennara vón er, at tekstirnir á fløguni eru annað enn bert orð. — Eg vóni, at fólk ikki halda tað vera tað bera reyp, men heldur taka fløguna sum eina gávu, ið fólk kanska eisini kunnu brúka til tess at møta Guði, og lyfta seg sjálvi upp við, tá tey eru í sálarkreppu, sigur vónríka og glaða song- kvinnan. Jan og Malin Zachariasen lovprísa Harranum