Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Miller internet: www.sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: | Jonhard Hammer Dagbjort S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjolbro Dagfinn Olsen | | John Johannessen | Sveinur Tróndarson | Eyðun Klakkstein | Hegni Mohr | Niclas Johannesen | Yngd: Jákup Mork Finnið semjur um iløgurnar Oddagrein I gjár fór logtingið undir næsta stóra orða- skiftid í fimm dagar. Tað tók tveir dagar at fáa orðaskiftið um Hvítubók og fullveldið frá hondini, og hóast tað at enda var nógv kegl og tingmenn fóru í smálutir, sum einki hovdu við sjálvt málið at gera, so var tyngd í tí, sum flestu framsogumenninir og flestu lands- stýrismenninir hovdu at siga. I hesi vikuni er fíggjarlógin á dagsskrånni. Tá plagar hugurin at taka orðið at vera stórur, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini at verða hesa ferð. Flokkarnir profilera seg, og ting- menn nýta hovið at profilera seg sum umboð fyri tey sjey valdomini. Soleiðis eigur tað at vera. Figgjarlógaruppskotini í níti árunum hava verið ólík. Fyrstu árini var undirskotið stórt. Nú er yvirskotið storri, enn tað nakrantíð hevur verið. Gongdin hevur ikki verið serliga nógv ávirkað av, hvorjir flokkar hava sitið í samgongu, men heldur av, hvussu gongdin í samfelagnum hevur verið. Tað vil fyrst og fremst siga, hvat danir hava skula havt í rentum og avdrogum, hvat rentustoðið hevur verið, hvussu góður fiskiskapurin hevur ver- ið, og hvussu fiskaprísirnir hava verið. Sjálvandi vilja tað altíð vera nuansir í, hvussu ymisku flokkarnir halda, at raksturin av sam- felagnum skal vera skrúvaður saman. Onkrir vilja hava ílogustuðul til fiskivinnuna, og tað vilja aðrir ikki hoyra talan um. Onkrir vilja styrkja samhaldsfasta, og tað vilja aðrir ikki hoyra talan um. Hetta eru hugsjónarligir Spurningar, sum tað ongantíð verður semja um, og hvonn veg gongdin í útreiðslunum fer at bera, fer altíð at valdast um, hverjir flokkar sita í samgongu. Stóri trupulleikin í sambandi við fíggjarlógina hevur síðani kreppuárini verið iløguparturin. Tað er nógv, sum av ymsu pørtunum í sam- felagnum verður hildið at vera bráðneyðugt at gera, men ráðini eru ikki til at gera alt í senn. Tað eru allir partar greiðir yvir. Orðaskiftið um Hvítubók og fullveldisætlan- ina bendi á, at tað er moguleiki fyri einari breiðari semju, sum fer at binda ein stóran part av logtinginum í nógv ár fram í tíðina. Okkara uppskot í sambandi við fíggjarlógar- viðgerðina er, at stórur dentur fer at verða lagður á at finna breiðar semjur um iløgurnar. Tað vil siga bæði um, hvørjar iløgur skulu gerast, og í hvorjari roð, tær skulu gerast. Um hetta hevði eydnast, so hevði nógv verið vunnið. Tryggleikin í politiska lívinum, í fyri- sitingini, í vinnuni, í ymsu okjunum í landi- num og harvið í lívinum hjá einstaka borgar- anum hevði verið nógv størri, og hetta er nakað, sum allir partar siga seg vilja. Tað hevði tænt politisku skipanini til miklan sóma, um tað hevði eydnast at fingið breiðar semjur í lag um almennu iløgurnar. Skal tað eydnast, so skulu allir geva seg. Minnist til tað. - ; Sosialurin Argjavegur 26, Argir - Myndamenn: | Jens Kristian Vang | Avur Haraldsen Utgevari, uppseting: Postadr: Postsmoge 76, 110 Torshavn Telefon: 311820 | Telefax. 314720 Sp/f Sosialurin | e-mail: post & sosialurin.fo Bústaður: | Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Prent: Sosialurin Svart og hvítt Tað er ikki hissini sum ein løgtingsmadur uttan fyrilit er farin at krøkja orð beinleiðis ella óbeinleiðis upp á stórt tal av føroyingum bæði liv- andi og deydum. orð. sum stinga djúpt í sálina: blóð- pengar, landasvik, - ekstremt ond orð. Jú sanniliga, hesin ungi løgtingsmadur treður dansin undir moldum, so tað stend- ur eftir. Ein rættiligur deyða- dansur - Danse macabre - frá midøldini Ovist er, um ein maður, ið målber seg so lemjandi um sínar landsmenn, er móttak- iligur fyri rætt- og vegleið- ing. Hann sigur m.a., at >Fólk- apensiónin ...varð blóð- pengar...<, (sjálvur kanska so ungur, at eggið valla var troðið, tá ið føroyingar fingu fólkapensiónina,), og við hesum ákærur hann bein- leiðis okkara høga ting, tí - í 1959 fingu eldri og gom- ul eldursrentu fyri seinastu ferð, og í hennara stað kom tá fólkapensiónin, sum varð einmælt samtykt av Foroya Legtingi, eisini av teimum 7 heidursverdu tjóðveldismonnum, sum tá sótu á tingi, - og í 1963/66 høvdu vit tað sonevnda sjålvstyrislands- stýrið. sum heitti á Fólka- tingid um at fáa m.a. fólk- apenstónslógina ajour- førda, og í 1966 setti Før- oya Løgting ta dagførdu lógina um fólkapensión (og aðrar almannalógir) í gildi. Við broytingum eru hesar lógir framvegis galdandi, og tær eru sum flest øllum kunnugt ein rættiliga stórur partur av blokkinum, sum, allur sum hann er, er ætlaður til al- mannamál, heilsumál og skúlamál. Um løgtingsmadurin er í iva um trúvirðið í tí lítla, sum her er skrivað, kann hann blaða í løgtingstidindum 1961 og 1966. Nógv vatn er runnið í áir- nar, síðan føroyingar fóru at fáa følkapension, men eitt er vist: um vit ikki vanda okk- um um orðini, sum í hesum døgum verða søgd og skriv- að, verður tað ikki hugaligt at vera føroyingur í Føroy- um, og her verður eisini hugsað um ordaskiftid, sum fer at taka seg upp um >Hvít- ubók<. Hon, bókin, gevur annars orsøk til fylgjandi viðmerk- ing. Í oktober 1998 samtykti løgtingid uppskot frá lands- stýrinum um at taka upp samráðingar við ríkisstjórn- ina um eina fullveldisætlan í samstarvi við Danmark. Ein landsstýrismaður setti eina 10-manna nevnd við skrivara, og tað má sigast, at her vóru aðrar knotur í enn í tí av løgtinginum settu $ 19 nevnd: fullveldisnevndin gekk í níggju mánaðir og barslaði tríburar hvítar, með- an neyndin, sum skuldi kanna skeivleikar og mistøk í tí almennu fyrisitingini, hevur gingið í 60 mánaðir, og enn veit ongin at siga, nær ella um hon yvirhøvur fer á soppin. A síðu 134 í 10. parti hev- ur nevndin við talvu bólkað ríkisútreiðslurnar í Føroyum í eitt ávíst áramál uttan tó at vísa á, hvussu heildarveit- ingin (blokkurin) við risa- stórum lógarkompleksi er krøkt í tað føroyska almenna húsarhaldið ella við øðrum orðum sagt, hvussu blokk- urin sundurliðaður sambært nevnda lógarkompleksi er >slúsaður< inn í løgtingsins fíggjarlóg. Við slíkari sundurliðing við lógartilskilingum høvdu politikarar og skattaborgar- ar dugað betri at ført sjónar- mið síni fram hvor móti ødr- um Á somu síðu verður fram- hildið, at blokkurin >kom í 1988 og avloysti tá endur- gjaldsskipanina<. Her átti at verið tilskilað, at í 1988 vórðu ríkiskassans partur av útreiðslum til skúlamál og heilsumál broyttur frá end- urgjaldsskipan til blokkskip- an, meðan útreiðslurnar til almannamál av ávísum or- søkum ikki fóru í blokkin fyrr enn í 1993/94. Um nú nevndin hevði samanborið landskassarokn- skapirnar 1987, 1988, 1994 og annars hildið seg til Lóg- bók fyri Føroyar og Lovtid- ende, so hevði hon óivað komið til tað úrslit, at blokk- urin í prosentum av løgtings- jåttanum er >slúsaður< so- leiðis inn í løgtingsins figgj- arlóg: Heilsumál % Landssjúkrahúsið 50 Statssjúkrahúsið 100 Klaksvíkar sjúkrahús 50 Suduroyar sjúkrahús 50 Ríkissjúkrahúsið 100 Kommunulæknalønir 50 Sjúkrakassar 100 Heilsu- og heimasjúkras. 50 Læknakannan av børnum og barnakonum 100 Skúlamál % Folkaskulalæraralønir 55 … eftirlønir 80 Ymiskt viðv. fólkask 100 Frískúlar 100 Tekniskir skúlar 100 Maskinskúlin 100 Skúlaheim 100 Føroya Handilsskúli 100 Føroya Læraraskúli 100 Serstøk frítíðarundirv. 100 Skúlin á Trødni 75 Utbúgvingarstyrkur ) Almannamål % Fólkapensión 50 Avlamispensión 50 Einkjubarnastyrkur 50 Einkjupension 50 Ymisk hjálp $8 9, 13, 18 o.a. 25 Barnaforsorg 50 Heimahjálparskipanin 50 Dagpeningaskipanin 40 Vistarheim 100 Andveikraverndin 100 Ellis- og røktarheim 40 Dagstovnar 100 Vanlukkutrygg.ráðið 100 Visind, bókmentir og list Fiskirannsóknarstovan, lønir… 100 Kann vera at onkur småveg- is villa er i sundurliðingini her, sum í prosentum vísir, hvussu blokkurin ávirkar tær ymisku upphæddirnar í løgtingsins fíggjarlóg, men valla so nógv, at tað broytir myndina í stórri mun. 14.10.99. Heri Mohr Gerið ikki Javnaðarflokkin til sambandsflokk Orðaskiftið í Løgtinginum um Hvítubók er av. Ikki ser- liga nógv nýtt kom fram. Tó tykist tað, at onkrir bólkar nærkast hvørjum øðrum, hó- ast stødan er heldur fastløst enn. Eg var ein av teimum, ið var sera væl nøgdur við sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum, tá ið tað kom fram. Tó skilti eg ikki, hví vit skuldu hava sum treyt, at tað skuldi vera inn- an fyri ríkisfelagsskapin. Samráðingarnar við danir mugu væl koma at avgera. hvussu vit frægast náa teimum málum, ið vit hava sett í sjálvstýrisuppskoti- num. Men eg má siga, at tað gleddi meg almikið, tá ið eg hoyrdi okkara formann siga undir ordaskiftinum, at ríkisfelagsskapurin er ikki eitt mál í sær sjálvum, og eg hómi ein møguleika, at okkara flokkur kann fara við opnum sinni við ul samráðingarnar uttan at føra seg fram sum ein turrgeldur sambandsflokkur. Orðaskiftið, ið hevur ver- ið bæði í tinginum og í blød- unum hevur verið á einum skammiliga lágum stødi. Eg haldi, at tit politikkarar áttu at verið meira at tykkum komnar. Alt hetta brigslið. ið tit hava vartað upp við, hoyrir ongastaðni heima og tænir ongum endamåli Eg haldi, at Javnaðar- flokkurin fyrst og fremst skal fara eftir innihaldinum í sjálvstýrisuppskotinum, og minnast til, at ríkisfelags- skapurin er ikki eitt mál í sær sjálvum. Í svf gongur í løtuni ein donsk undirhaldsending við heitinum : Alt ella onki. Eg veit ikki um Tjóðveldis- flokkurin spælir sama spæl, ára gomul. 14.00. Bonhúsið - + Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara HELGA JOHANNESEN Hellurnar andaðist í heiminum, leygardagin 16. oktober, 90 Jarðarferðin verður úr Bónhúsinum. mikuda igin kl. Familjunnar vegna Rakul, Hansina, Jenny, Kristina, Atli og Gunnvør Tey, ið ynskja at minnast Helgu, kunnu geva eina gávu til konto í peningastovnunum. men teir mugu hugsa um, at teir skjótt kunnu gerast sínir egnu møtstødumenn. Petur Páll Mikkelsen, javnaðarmaður