Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 19. oktober 1999 tíðindablaðið førsluna. Eg havi ikki hoyrt hesar sangir sungnar fyrr, uttan tann síðsta, ið eg kenni frá norskum uppruna, skriv- aður av Jan Honningdal, og hesa ferð umsettur til før- oyskt, ørdvisi enn eg eri vanur at hoyra hann. Beinta, Eyð, Asa, Joen, Alice, Viv- ian og Tórfríð komu tey oll væl frá teirra soloparti - reint og vakurt sungið. Tónleikararnir komu eis- ini sera væl frá teirra upp- gávu við skipaðum, presis- um undirspæli, uttan eina einastu larmandi takt áðr- enn sangurin byrjaði, enntá við røttum duri og rættari rytmu. Hetta hevur nógv at siga til eina slíka framførslu sum hesa, tí einki er so irri iterandi sum at hoyra tey framførandi stemma og venja áðrenn framførsluna Alla tøkk skulu tit eiga fyri tað Felagskórið Hesa ferð varð kórið sam ansett av 170 sangarum, bæði ungum og gomlum. At hesi hava havt nógv at gera hesar seinastu dagarnar, er lítið at ivast í, tí tað prógv- aði framførslan so dyggi- liga. A konsertini framførdi kórið 16 ymiskar sangir - hvør betur enn annar. Eftir- sum hetta var ein 20 åra jubileumskonsert, hevði tonleikanevndin valt at taka nakað av tú gamla tilfari- num við, og var hetta sera stuttligt at hoyra. Sangir sum „Takk, at tú bart mína byrðu“, „Harrin er mín hirði“, og so ikki minst fyri mítt oyra at hoyra, tann væl- kenda sangin hjá Arnold Børud: „Harri Jesus, send tú meg“. Hesin var jú fyrstu ferð at hoyra við føroyskum teksti á plátuni hjá Myrnu. Mirjam og Sofus, við um setingini hjá Hanusi Hansen úr Fuglafirði. Gott at tað ikki hevur verið neyðugt við nýggjari umseting her. ,,29 Sálmur Dávids“ var eisini fangandi at hoyra, og her kendist eg við lagið hjá Pelle Karlsson: „Given át Hiirren, ára och makt“. Sera væl sungið við réttu sann føringini, sum hesin sangur krevur. Ein sangur, sum eg ikki havi hoyrt fyrr og rætt- uliga fangaði meg var: „Vit vilja fegnast um lívið“. Eitt sera melidiøst og gott lag, sum væl er vert at vera spælt og sungið meir. Rættuligt lív í Eftirsum kóleiðarin sjálv- andi hevði sítt egna tilfar við í skjáttuni til Foroya, var eisini nakað her at hoyra. Sangir sum: „Take me“, „Put all Your trust“, .,Kyrie Elaison“, „If the Lord“, „He'll take the pain away“ og so ikki minst sjálvur end- asangurin „Magnify the Lord“, settu rættuligt lív í. Eg má siga sum er, at eg havi hoyrt nógvan góðan andaligan kórtónleik gjøgn- um árini, men her var nakað fyri mín kræsna góma at hoyra. Kórið sang, sum um tað einki annað hevði gjørt í fleiri ár. Alt gekk uppá stås, og eg kendi réttu sann- føringina, áhugan og inn- litið, at alt var sum tað skuldi. Hvor sangari gjørdi sín part og spardi seg ikki Eg má siga sum er, at eg heyði ikki væntað at sæð og uppliva nakað av tí eg upp livdi hetta kvoldið. Eg havi sjáldan - sum Hvístusunnu- vinur - hoyrt so nógv Halle lujaróp. klappandi hendur, veiggjandi hendur og kroppar, gleðisútróp, tramp an, ja enntá fimleik á høgum stødi, sum hetta leygar- kvøldid i Norðurlandahúsi- num. Heimkomin hugsadi eg, at kanska Hvitusunnu- vinir munnu vera sovnadir, tí tað hevur jú altid verið alment kent, at tað er so lívligt, har sum Hvítusunn- uvinir eru, men tankin kom til mín aftaná, nei- Heima- missiónsvinirnir = munnu vera vaknaðir! Vaknaðir, sigur tú? - Ja, tað er kanska við at koma eldur í, hvor veit? Gleðiligt, og eg síggi fram til at hoyra mangt slíkt framyvir. Eingir nótar Tað varð longu fráboðað frammanundan, at kórleið arin vildi helst at sangarar nir ikki fingu nótabløð út flýggjað, tí alt tilfarið skuldi lærast uttanat. Hetta gjørdi sítt til tað væleydnaða úrs- litið. Andlitini vóru alla tíð- ina frameftirvend, smílandi og konsentrerað. Frá nú av kann eg hugsa mær, at nót- arnir verða lagdir á hillina, og er hetta eitt frálíkt prógv um at tað letur seg væl gera. Gott tit! Samanumtikið „May His peace be with You“ var síðsta lagið á kon sertini, og var hetta eitt sera gott lag at enda við, men Nr Hetta er 20. ferðin, at Heimamissiønin skipar fyri sangskeiði tað vísti seg at vera trupult at enda, tí lurtarafjøldin vildi bara hava meir, so at enntá tvey eykaløg vóru spæld til síðst, og síðsta saltomortalan var eisini lop- in av norðmanninum. Eg kann bara geva tykk- um øllum sum Luttóku á jub- ileumskonsertini mítt besta viðmæli, og eg má siga sum er, at føroyska Heimamiss- tónin hevur ein musikkkap- asitet stórri enn tann van- liga, bæði tá tað viðvíkur tónleikarum og sangarum At Sangskeiðini, sum nú hava 20 ár á baki hava gjørt sitt til hetta góða urslitid, er eim veruleiki. Vónandi kem ur hetta, sum tit her hava lært tykkum tilgóðar í tykk ara lokalu samkomuhúsum framyvir og steðgið ikki á! Vit eru á veg inn í eina gja øld, ja, enntá eitt nýtt ný túsundáraskeið, og sigast má at hetta sangskeiðið var eitt verdugt punktum fyri hesa øldina, vit nú um nakr ar dagar skulu leggja aftur um okkum. Síggið tit fram við góðum huga til komandi sangskeið - og sjálvur bíði eg við spenningi til næstu ferð. Eg gleði meg at sleppa at hoyra tykkum aftur, um Gud vil og eg livi