týsdagur 19. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 19. oktober 1999
vóru farnir
Uppleggið hjá sumbingum
var einfalt. Tað galt um at
vinna, og mátin at náa máli-
num var at pressa og trýsta
mótstóðumenninar, sum
onga løtu og onga staðni
skuldu fáa frið. Málið hjá
leirvíkingum var at varð-
veita 2—1 leiðsluna frá fyrra
dystinum sum longst. Fót-
bóltsspælið skuldi fáast upp
á pláss, og um tað eydnað-
ist, so fekst at síggja, um
tað umframt at halda tætt í
verjuni eisini kundi blíva til
okkurt málið.
Tað vóru sumbingar, sum
fingu sítt igjøgnum og tað
beinanvegin. Birgir Jørgen-
sen, sum síðani summar-
steðgin ongantíð hevur ver-
ið ímillum teir fyrstu ellivu,
fekk møguleikan hesa ferð,
og hann var sera uppsettur.
Sumba var á odda 3—0, tå
tjúgu minuttir vóru farnir,
og Birgir heyði skorað tvær
ferðir. Bara tveir minuttir
vóru farnir, tá hann stútaði
innlegg frá Bibi úr vinstru
og til handara stólpan í mál-
ið. Lítla løtu seinni heyði
hann aftur hepnið við sær í
einari støðu, har tað fyrr á
árinum ofta hevur endað við
bólti dygst framvið máli-
num. Hesa ferð fór bólturin
í síðunetið.
Birgir Jørgensen var eis-
ini upphavsmaður fyri triðja
málinum. Hann stríddi seg
í eina støðu, sum tað bar til
tíðindablaðið
e-mail: sveinurØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
at senda til Nebosja Veljko-
vic úr, og jugoslaviski topp-
skjuttin takkaði fyri tilbod-
10.
I 2. hålvleiki spentu leir-
vikingar ålopsbogan i einari
roynd at koma afturiaftur.
Petur Sjúrðarberg kom inn
í ålopid, og Hjørleif Olsen
kom inn á miðvgllin. Teir
báðir vongverjarnir fóru út,
og Mirek Gil fór eitt sindur
longri aftur á vøllin í vinstru
(hann hevði verið framrætt-
aður miðvallari), men tað
vóru sumbingar, sum fingu
nyttu burturúr, at verjupart-
urin hjá LIF var vorðin
tynnri.
Tíðliga í 2. hálvleiki var
Birgir Jørgensen aftur upp
á spæl. Hann tamdi innlegg
úr høgru við bringuni og
sendi í kassan aftanfyri Hall
Hansen.
Rómurin í Sumba var øg-
iligur. René Thomsen, Jan
Poulsen og Hans Jåkup
Thomsen vórðu allir skiftir
inn, og tað eydnaðist René
Thomsen at lyfta upp um
málverjan og at skora til 5
0. So fór ferðin, sum alla
tíðina hevði verið høg, langt
niður. og spælararnir mest
sum bara bíðaðu eftir, at
dómarin skuldi bríksla fyri
síðstu ferð.
Fleiri møguleikar
Teir 90 minuttirnir vóru
hendingaríkir og undirhald-
andi. LIF hevði onkrar
møguleikar. Arni Jacobsen
sendi tvey langskot í |
hálvleiki á Fróða Morten-
sen, og tá stødan var 3-0
stýrdi Kristian á Reynatrød
11
lesid eisini
itrottin
å netinum
www.sosialurin.fo
einum innleggi við síðuna
av málinum. LIF var
frammanfyri 2—1 frá fyrra
dystinum, og um tað. tå
stødan var 30, hevði eydn
ast teimum at skora, so
hevði spenningur komið í
aftur
Men sumbingar høvdu
eisini sinar møguleikar. T.
d. lyfti Nebosja Veljikovic
eina ferð upp um målverjan,
men bólturin brast í tvør-
træið og út aftur á vøllin.
Tá var stødan 3-0
Sumbingar vunnu saman-
Viljin at vinna var munurin
Endaspæl: Leirvikingar fingu ongantíð høvdid fyri seg í Sumba, har heimaliðið hevdi skorað try mål, tá 20 minuttir
Aftur í år megnaðu
sumbingar at halda seg í
1. deild, og aftur hesa-
ferð gekk tað út yvir
leirvíkingar, sum vórðu
runnir niður og norður í
seinna dystinum um
upp- og niðurflyting
Mynd: Aki Bertholdsen
talt 6-2, og tað vil siga, at
teir hava tryggjað sær triðja
árið á rað í bestu deildini.
meðan leirvíkingar enn eina
ferð mugu miðja eftir at
vinna næstbestu deildina. At
enda á næstfremsta pláss
inum og harvið vinna rættin
at spæla um eitt pláss í bestu
hevur higartil ikki
teimum. jh
deildin
to 1
roynst væi hjá
Sumba: Fróði Mortensen
Dánjal Johan Joensen. Páll
Magnar Kjærbæk, Vergur
Vinther Irygvi Nielsen,
Eirikur Joensen, Nikola Bi
berdzic. Spasojé Biberdzic,
Mortan ur Hørg Birgir
Jørgensen, Nebosja Veljiko-
VIC
LIF: Hallur Hansen — Erik
Lervig, Tórhallur Justinus-
sen, Ove Heinesen, John
Olsen, Arni Jacobsen — Kaj
Eli Olsen, Mirek Gil, Poul
Suni Dam — Jonhard Høgn-
esen, Kristian å Reynatrød
Sumbingar fåa ikki løn fyri at spæla fotbolt
Fótbóltur: Í felagnum eru teir sera væl nøgdir við útlendingarnar, og teir vóna, at bæði venjarin og jugoslavisku
spælararnir fara at halda fram
Í dýrdarveðrinum — stilli
og líkka — á Krossinum í
Sumba seinnapartin sunn-
udagin kundi tað mest av
øllum líkst, at besta fót-
bóltsliðið hjá teimum
heyði vunnið meistara-
skapin. Har hoyrdust kan-
ónbuldur, rakettirnar fóru
steyrrættar upp á fagra
heystarhiminin, og fagn-
aðurin mundi ongan enda
tikið.
Fólkatalið í kommun-
uni er niðanfyri trý hundr-
að, men í sambandi við
alt avgerandi fótbólts-
dystin, sum var ímóti leir-
víkingum, vórðu seld 320
atgongumerkir. Tá børn-
ini og onnur, ið ikki eiga at
rinda atgongugjald, verða
tald við, so vóru so nógv
fólk kring vøllin, at tað
umleið svaraði til hálva
aðru ferðina fólkatalið í
bygdini. Og so er spurn-
ingurin, um tað er nakað
dómi um sovorna undirtøku
nakra aðra staðni í
heiminum!
Áskoðararnir komu úr
allari oynni, og nógv, sum
vóru í Suðuroy í heystfrí,
løgdu leiðina til Sumbiar.
Leirvíkingar komu suður
bæði við Smyrli og við
Silju, sum lá á Hvalba og
bíðaði. Einki var at siga til,
at teir vóru skjótir avstað,
tá dysturin var liðugur, men
í Sumba var lagið gott alt
vikuskiftið, og nú eru teir
farnir at tosa um, hvussu teir
skulu leggja komandi kapp-
ingarárið til rættis.
Fínur venjari
Mitt í summar fekk Milan
Cimburovic ábyrgdina av
liðnum. Teir fóru undir
venjingina 10. juli, og fram
til kappingarbyrjan vandu
teir fýra ferðir mitt í viku,
umframt at teir gjørdu nógv
við fótbóltin í vikuskiftin-
um.
— Tá vit fóru undir aftur
kappingina, vóru vit sera
væl fyri fysiskt. Milan
koyrdi á okkum, og tað hev-
ur givið úrslit, tí í seinnu
hálvu hava vit bara tapt
tríggjar ferðir, staðfestir Jan
Poulsen, ein av veteranun-
um í Sumba.
Hann heldur eisini, at
venjarin hevur verið sera
væl fyrireikaður til dystir-
nar:
— Venjarin hevur víst seg
at havt eitt fantastiska gott
innlit í styrkir og veikleikar
hjá mótstøðuliðunum, hann
hevur sett okkara lið eftir
hesum, og tað er hann kom-
in væl frá, er metingin hjá
Jan Poulsen.
Í Sumba vilja tey fegin
hava venjaran at halda fram
í starvinum. Tey rokna við,
at tað eru vánir fyri, at hetta
fer at bera til, men einki var
avgjørt, tá vit frættu.
Týdningarmiklir
jugoslavar
Eingin sumbingur fær peng-
ar fyri at spæla fótbólt. Fel-
agið er lítið, og fíggjarliga
grundarlagið er ikki til yrk-
isfótbólt við nógvum spæl-
arum á lønarlistanum:
— Vit eru allir greiðir yvir
hetta, og eg rokni við, at vit
fara allir at halda fram og
tað undir somu korum, sigur
Jan Poulsen.
Í Sumba hava teir havt
tríggjar jugoslavar á liðn-
um. Teir hava fingið eina
samsýning fyri at spæla
fótbólt, umframt at teir
hava arbeitt. Spasojé Bi-
berdzic kom til Sumbiar
fyrst í 1998, og hann hev-
ur verið har síðani. Systk-
inabarnið hjá honum, Ni-
kola Biberdzic, kom tidl-
iga í ár. Hann fer í dag til
Noregs, og Nebosja Velj-
kovic fer eisini avstað.
— Fleiri onnur felog
hava sýnt áhuga fyri jugo-
slavunum, men vit vóna,
at tað fer at bera til at gera
avtalu við teir um kom-
andi ár, áðrenn teir fara
avstað, søgdu tey í Sumba
sunnukvøldid. jh