týsdagur 19. oktober 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 19. oktober 1999
tíðindablaðið
rr | Å
Eftir at samstarvsavtalan millum
P/F Atlantic Petroleum og The
Faroes Partnership er gjørd og
marknatrætan vid Bretland er
loyst, er rættilig ferð komin á virk-
semið í felagnum. Fyri at styrkja
felagið fíggjarliga, hevur nevndin
avgjørt at hækka partapeningin
og geva føroyingum høvi at
gerast ein partur av komandi
oljuvinnuni í Føroyum.
Adalfundurin i P/F Atlantic
Petroleum hevur heimilad nevnd
felagsins innan 31. desember 1999
at hækka partapeningin vid
26.660.000 kr. Å nevndarfundi i
felagnum tann 15. og 23. sep-
tember var gjørt av, at tekna
partabrøv fyri i minsta lagi
15.000.000 kr. og i mesta lagi fyri
26.660.000 kr. Partabrøvini, sum
hava eitt áljóðandi virði á 500 kr.
verða seld fyri kurs 105, sum
svarar til 525 kr. fyri hvort parta
brævið.
Føroya Sparikassi og P/F Føroya
Banki standa fyri hækkingini av
partapeninginum. Norðoya Spari
kassi og Suduroyar Sparikassi
luttaka sum tekningarstød.
Tekningin verður skipað soleiðis,
at áhugað kunnu lata einum av
tekningarstøðunum bindandi
tilboð um keyp av partabrøvum
fyri ásetta kursin.
Tíðarskeið
Tekningartíðarskeiðið er frá og við
hósdegnum 14. oktober 1999 til og
við mikudegnum 27. oktober 1999.
Útgávupeningastovnarnir kunnu tó
í samráð við P/F Atlantic
Petroleum avgera at stytta tíðar-
skeiðið.
Tey sum ynskja at keypa partabrøv, kunnu venda sær til:
P/F Feroya Banki
Fíggjardeildin
Husagøta 3
FO 100 Tórshavn
ella deildir bankans
Norðoya Sparikassi
500 Klaksvík
Føroya Sparikassi
Figgjardeildin
Tinghusvegur 14
FO 100 Tórshavn
ella deildir sparikassans
Suduroyar Sparikassi
900 Vågur
Men pengar eru i ti
Atlantic
Petroleum
P.O.Box 1228, Bryggjubakki 4
FO 110 Torshavn
www.petroleum.fo